týsdagur 27. november 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 229 - 27. november 2001
Nr. 229 - 27. november 2001
13
Olju- og gassfram-
leiðsla er helst mest
fleir- og altjóðaliga
vinnan á okkara døg-
um, og Føroyar eru
nú vorðnar partur av
hesi. Søguliga man
hetta vera aðru ferð,
slíkt er hent
Tórður Jóansson
Hóast
avtøka
kongliga
einahandilsins og byrjan
fríhandilsins í 1856 vanliga
verða mett sum markið
millum gomlu tíðina og ta
nýggju í føroyskari søgu, so
var altjóðaligur handil - og
partvís eisini vinna - í
Føroyum longu í øldini
framman undan.
Almenna søgan sigur
sjáldan stórvegis um hesa
merkisverdu hending, sum
spratt úr serligum umstøð-
um úti í heimi. Men vert
kann vera at hava júst hesa
altjóðaligu vinnu í Før-
oyum í huga, nú frálanda-
vinnan uttan iva fer at gera
líka so nógv - ella meira -
um seg, enn tað fyritaks-
semi, sum var í Vágsbotni í
Havn fyri umleið 250 árum
síðani.
Ein knappan mansaldur
vóru Føroyar miðdepil í
serligum slag av altjóða-
ligum handli. Hetta vóru
ófriðaligar og óskipaðar
tíðir, har ávísar vørur ofta
komu fram á ivasamar
hættir, so tær gjørdust
bíligari. – Summi høvdu
kanska kallað slíkt fyri-
takssemi smuggling.
Men eftir stendur tó, at
hetta var fyrstu ferð, at
útlendingar í stórum tali
róku vinnu í Føroyum. Og
nú er líkt til, at nakað sama
- tó nógv meira umfatandi -
hevur tikið seg upp við
frálandavinnuni. Fá munnu
duga at ímynda sær, hvussu
hetta fer at merkja føroysk-
an búskap, samfelagið,
mentan og onnur øki, ella
hvussu framtíðin verður.
Altjóða handilin 1767
- 1788
Tað var danski handils- og
útgerðarmaðurin Niels Ry-
berg, sum í 1767 byrjaði
transitthandil í Vágsbotni í
Havn. Bretland og Frak-
land, eins og flestu onnur
lond í Evropa, vóru alsamt í
bardaga, serliga í tíðarskei-
ðnum frá 1689 til 1815, og
tí var torført at fáa ávísar
vørur, sum ikki einans
yvirstættin nýtti longur. Tað
var júst handil við hesum
vørum,
sum
evropisku
londini stríddust um og ein
orsøk til bardagarnar.
Handilin við Eystur- og
Vesturindia kastaði meira
og meira av sær, og tá ið
bardagar herjaðu, vóru
nøkur fá uttanveltað lond,
ið høvdu ovurstóran vinn-
ing í handli við te, kaffi,
kryddi og mærglæti eystan-
ífrá, suguri, tubbakki og
rommi vestanífrá. Oyggin
Man var miðdepilin í hes-
um ivasama handli, men í
1765 bar hetta ikki til
longur, tí oyggin varð seld.
So tvey ár seinni fluttu
handilsmenn haðani virki
sítt til Føroya, sum í eini
tjúgu ár var miðdepil í
meira ella minni lógligum
inn- og útflutningi.
Flestu vørurnar vórðu
fluttar áleiðis til Skotlands
og Írlands við skipum
Rybergs og við ameriskum,
bretskum
og
norskum
skipum. Ofta lógu 12-15
handilsskip í senn og loss-
aðu út fyri Havnini. Eisini
smærri før úr Skotlandi og
Írlandi komu til Føroya at
keypa
bíligar
vørur
í
Vágsbotnshandlinum.
Hóast handilin helt uppat
í 1788, millum annað tí
ameriska stríðið endaði í
1783, so høvdu hesi tvey
áratíggju ómetaligan týd-
ning og stórt árin á tað, sum
seinni fór fram í føroyska
samfelagnum, ikki einans
búskaparliga, men á nógv-
um øðrum økjum eisini.
Óivað slóðaði tíðarskeiðið
fyri teimum stórbroyting-
um, sum fóru fram í 19.
øld.
Nógvir føroyingar ar-
beiddu á vørugoymslunum
og smiðunum hjá Vágs-
botnshandlinum saman við
útlendingum. So við og við
lærdu føroyingar at gera tey
arbeiði og veita tær tæn-
astur, ið slíkt fyritakssemi
kravdi; havnarmenn gjørd-
ist góðir bøkjarar, træsmið-
ir, skrivarar og so fram-
vegis. - Fyrstu ferð varð
farið undir rættiligan fiski-
skap undir Føroyum, og
nógv fólk arbeiddu í fiska-
virking, har tey turkaðu
saltaðan tosk, saltaðu sild í
tunnur og annað.
Ein
samtíðarmaður,
danski
kommandanturin
Born kapteynur, metir fleir-
tjóðaliga fyritakssemi so-
leiðis:
»Øll tiltøk hjá danska
Menningarfelagnum fyri
Landbúnað, so sum áheit-
anir, ráð, stuðul, prentlutir
og aðrar tileggingar til at
bøta um og víðka búskap-
arliga lívið hjá føroyingum
fara ikki at hava við sær so
mikla framgongd í fimti ár,
sum transitthandilin og
útlendingarnir í Tórshavn,
við teirra fyridømi, hava
havt í tíggju.«
Avbjóðingar í 21. øld
Í seinasta fjórðingi 20.
aldar hendu stórbroytingar
á orkuøkinum. Tørvurin á
orku
vaks
javnt
við
tøknifrøðiligu framstigin-
unum um allan heim. Kol
fekk minni og minni týd-
ning, og kjarnorka fekk
fótafestið. Størsta orku-
keldan er tó framvegis olja
og oljuúrdráttir, sum tykist
hava nógv størri týdning,
enn vit ofta halda.
Olja verður stundum
kallað »svarta gullið«, og í
veruleikanum hevur olju-
framleiðsla, handil við olju
og kappingin um valdið á
hesi avgerandi orkukeldu í
stóran mun ræðið á heims-
búskapinum,
heimspoli-
tikkinum og øðrum týðandi
viðurskiftum. Fleiri ræðu-
ligir bardagar um allan
heim hava verið - og eru - í
veruleikanum um olju.
Summi tvíhalda enntá um,
at veruliga orsøkin til stríð-
ið í Afganistan eisini er um
olju, eins og Flógvabar-
dagin var. Amerisk olju-
feløg vilja gera stóran olju-
leidning gjøgnum Afgan-
istan.
Tá ið óvissa og stríð herj-
aðu í Miðeystri, fóru teir at
leita eftir olju í Norð-
sjónum, og síðani 70árini
hevur stór frálandavinna
tikið seg upp har. Bøtt varð
Aftur altjóðalig vinna í Føroyum
Manningin á Teistanum var tann fyrsta at síggja gassloga umborð á oljupalli beint við markið fyrst í 90unum
um virkisføri á útgerð og
útbúnaði at fáa olju undan
havbotninum, og til bar at
bora á alsamt djúpari støð-
um, tí nýggj sløg av bori-
pøllum vórðu gjørd.
So við og við var mótið
flutt longur og longur út, tí
teir fóru at nýta flótandi
boripallar, stýrdir frá fylgi-
sveinum, í staðin fyri bori-
pallar á steyrum frá hav-
borninum. So statt tala vit
nú um Norðsjóvar- og
Atlantsmótið, tí økið, har
olja verður vunnin, fer at
fevna nógv víðari enn áður.
Hetta varð greitt hjá
summum longu seint í
80árunum og tíðliga í
90árunum; men yvirhøvur
hildu føroyingar alt prát um
eina komandi frálanda-
vinnu í Føroyum vera ør-
vitistos. Og háðflennið at
teimum, sum vístu á og
løgdu lunnar undir olju-
vinnu, var mangan ógvus-
ligt.
Frálandavinna í
Føroyum?
Tó varð skjøtil settur á
umleið 1990, tá ið Danny
Poulsen saman við øðrum
áhugaðum royndi at sann-
føra føroyingar um, hvørji
útlit vóru fyri altjóðaligari
oljuvinnu í Føroyum. Tað
vóru í veruleikanum hesar
fyrstu trivlandi royndirnar
at fáa gongd á eitt orða-
skifti og eina tillaging, sum
slóðaðu fyri tí, sum seinni
hendi viðvíkjandi frálanda-
vinnu í sambandi við Før-
oyar. Danny fekk føroy-
ingar á frálandaskeið, í
bretsku frálandavinnuna og
mangt annað.
Longu í september hetta
árið vóru um 80 føroyingar
á altjóðaligari frálandaráð-
stevnu í Aberdeen, teirra
millum landsstýrismenninir
Tummas Arabo og Svend
Aage Ellefsen, umboð fyri
kommunur, virki og onnur.
Teir, ið løgdu til rættis,
skrivaðu skrá og pressu-
frásagnir
vóru
Danny
Poulsen, Johan Mortensen,
Magni Arge, Tórður Jóans-
son,
Sofus
Poulsen
í
Aberdeen og onnur, sum
leingi høvdu roynt at gera
vart við gongdina.
Til at økja um áhuga
almenningsins varð ferð
gjørd við Teistanum, sum
sigldi so nær einum nýmót-
ans boripalli millum Før-
oya og Hetlands, at væl sást
og til bar at taka myndir. -
Danny Poulsen skipaði
eisini fyri hesum.
Síðani vórðu fólk, ið
høvdu innlit og royndir í
frálandavinnu, boðin til
Føroya at greiða frá, halda
fundir ymsastaðni í land-
inum, siga frá í útvarpi og
sjónvarpi og hava viðtøk
við bløðini, til dømis het-
lendingar og fólk frá olju-
feløgum. Serliga hevur Jan
Muller, blaðstjóri á Sosial-
inum, alla tíðina verið hug-
tikin og íðin at slóða fyri;
ja, so nógv, at mong hava
hildið, at blaðið stundum
var vorið oljublað burturav.
Nú 21. øld er byrjað,
hava oljufeløg skrivstovur í
Føroyum, royndarboringar
fara fram, og fá ivast í, at
um ikki so langa tíð verður
rættilig frálandavinna í Før-
oyum. Hetta fer uttan iva at
hava við sær samfelagsligar
stórbroytingar, búskaparlig
framlop og slóða fyri eini
heilt aðrari framtíð í Før-
oyum,
enn
hildið
var
framman undan.
Tó er at vera á varðhaldi,
tí ikki er vist, at hesar
broytingar bara verða til
bata. Føroyskir myndug-
leikar og fólk yvirhøvur
mugu ansa eftir, at alt fer
ikki út á bláman. Føroyski
samleikin - tað, sum eftir er
av honum - má tryggjast
heilt øðrvísi enn higartil.
Føroysk fakfeløg mugu
síggja til, at lønarlagið ikki
verður avlagað. Forðast má
fyri ørligari spekulatión og
øktum stættamuni, tí vandi
er fyri, at lættvunnin inn-
tøka kann elva til nýggja,
óbæriliga yvirstætt. Eisini
má síggjast til, at ikki tað
sama hendir í Føroyum
sum í Hetlandi og Skot-
landi yvirhøvur, nevniliga
at mesti ágóðin fer aðra-
staðni ella hvørvur.
Nýggjar
vinnur
og
broyttur búskapur rína altíð
við samfelag og samfelags-
viðurskifti í síni heild. Øll
øki verða rakt og mugu
leggja sær nær at gagnnýta
nýggja tilfeingið á skila-
góðan hátt, øllum sam-
felagnum at gagni - og ikki
einans útlendingum og
nøkrum fáum einstakling-
um.
Uttan iva fer nýggja
tíðarskeiðið í føroyskum
vinnulívi og búskapi at
hava munandi størri árin og
nógv størri avbjóðingar við
sær enn tað altjóða virk-
semið, ið var fyri góðum
tveimum øldum síðani.
Danny Poulsen – ein av slóðbrótarunum í »føroysku« oljuvinnuni fyrst í 90unum – framman
fyri seismikkskipið Patrick Haggerty, sum var fyrsta skip av sínum slagi, sum vitjaði her
Eyðun Elttør og Karsten
Hansen »skála« fyri komandi
føroyskari olju, her á
kunningarferð í Alaska
C
M
Y
K
13
12
VÁGAR AIRPORT
At the Airport, the following
offices and services are present:
Statens Luftfartsvæsen
Vagar Airport
FO-380 Sørvágur
Tel. (+298) 35 44 00 · Fax (+298) 35 44 01 · e-mail: ekvg@slv.dk
www.slv.dk/vagar