týsdagur 27. november 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2001
13
Tá saman um kom, so
vunnu føroyameist-
ararnir ein hampu-
liga tryggan sigur á
KÍF, men eina løtu var
líkt til, at gáloysni
kundi kostað teimum
dýrt
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
VÍF var stórfavorittur, tá
teir sunnudagin tóku ímóti
grannunum úr KÍF. Talan
var um dyst millum verandi
meistararnar og eitt lið,
sum seinnu árini hevur
livað niðarliga á stigatalv-
uni, og mett eftir dystunum
higartil í ár, so skuldi alt
talað fyri einum tryggum
heimasigri.
Hóast úrslitini ikki hava
verið nakað serlig hjá
kollfirðingum
seinastu
tíðina, so hevur ofta restað
lítið í, áðrenn ein sensatión
kundi skapast, so vest-
menningar vóru ávaraðir
um, at teir ikki skulud taka
alt ov lætt upp á upp-
gávuna.
Dølskir meistarar
Hóast hesa ávaring, so hekk
tað leingi í luftini sunnu-
dagin, at KÍF kundi gera
okkurt heilt óvæntað, tí
fyrstu fimm sættapartarnar
av dystinum høvdu teir eitt
sera gott tak á vertunum.
At KÍF var somikið væl
við, komst serstakliga av
tveimum lutum. Annar var,
at vestmenningar als ikki
tóktust vera nóg væl tendr-
aðir. Hin var, at kollfirð-
ingar í nógv størri mun enn
áður royndu at gera álops-
spælið so fjøltáttað sum
gjørligt. Heldur enn alla
tíðina at lata útlendsku leik-
ararnir krossa, vórðu bæði
strika og vongspælararnir
tiknir við í spælið, og tá
VÍF-verjan als ikki var nóg
vakin til hetta, gjørdist
trupulleikararnir
nógv
størri enn neyðugt, og at
Óla Christian Djurhuus so
eisini hevði ein av sínum
góðu døgum, gjørdi ikki á
nakran hátt støðuna betri.
Áki var bjargingin
Somikið stórir vóru trupul-
leikarnir hjá VÍF, at var tað
ikki fyri ein einstakan
leikara, so er væl hugsandi,
at sigurin hevði verið í heilt
álvarsligum vanda.
Áki Olsen hevur ikki
spælt so nógv í ár vegna
skaða, men sunnudagin
prógvaði hann aftur, hví
hann verður mettur sum ein
hin vandamesti álopsleik-
arin í landinum.
Serstakliga fyrsta kor-
terið av seinna hálvleiki var
týdningur hansara ovur-
stórur, tí meðan Óla Christ-
ian og verjuleikarar hansara
í felag tóktust hava takið á
øllum hinum vestmenn-
ingunum, so funnu teir ikki
út av, hvussu teir skuldu
bera eg at við at steðga
yngra Olsen-beiggjanum.
Kanón kúlurnar fóru mest
sum hvørja ferð sendandi í
meskarnar, og hetta gjørdi,
at meistararnir ongan tíð
komu aftur um kollfirð-
ingarnar, hóast eyðsýndu
trupulleikarnir við at fáa
spælið at hanga saman.
At enda komu so við-
leikararnir hjá Áka eisini so
dánt ígongd, og tá var ikki
so nógv ,sum kollfirðingar
kundu gera. Óla Christian
fekk ikki einsamallur hildið
øllum úti, og tá munurin
fyrst var komin upp í eini
fýra fimm mál, var alt í
roynd og veru avgjørt.
Vanliga tosið
Dysturin víst enn einaferð,
at kollfirðingar als ikki
skulu takast ov lætt, men
hinvegin fingu teir heldur
ikki hesa ferð nakra úrtøku
burtur úr stríðnum.
Ein óvæntaður sigur móti
onkrum av ovaru liðunum
er kanska ikki so langt
burturi, um metast skal eftir
spælinum. Tað skerst tó
ikki burtur, at heldur liðið á
fram við at tapa hesar tøttu
dystirnar, so missa leik-
ararnir trúnna uppá, at tað
kann lata seg gera at vinna
slíkar dystir, og tá verður
tað ómetaliga trupult, líka
mikið
hvussu
góðar
støðurnar í dystinum eru.
Hjá vestmenningum er
støðan nærum hin øvugta.
Tað er jú leikluturin hjá
einum oddaliði, at tað eisini
kann vinna, tá spælið ikki
er av tí besta, og í longdini
eru tað jú stigini sum telja.
Tað hoyrir sjálvandi við,
at liðið hevur leikarar, sum
einsamallir kunnu taka
ábyrgd á seg, og soleiðis
mest sum avgera dystirnar.
Hesa ferð var tað Áki, sum
bar gullið av heiði, men
hann er so langt ífrá einasti
leikarin, sum er førur fyri
hesum, og tí vilja vest-
menningar nærum altíð
draga longra stráðið í
slíkum. Kvalitetirnir á lið-
num eru snøgt sagt ov
eyðsýndir til, at óneyðug
stig verða tveitt burtur í
oddastríðnum.
Dysturin í tølum
VÍF-KÍF 31-26 (18-16):
Málskjúttar:
VÍF:
Áki Olsen 14(1),
Sámal Joensen 5, Johnny
Joensen 3, Rógvi Nielsen 2,
Harald Bjørgvin 2, Agnar
Jeonsen 2, Ingi Olsen 2,
Ragnar Zachariasen 1
KÍF: Iljan Topic 7, Kristian
Madsen 5, Dorica Tomic
5(2), Petur Martin Poulsen
4, Jákup Dam 3(1), Regin
Petersen 2
Brotskøst: VÍF 2, KÍF 3
Útvísingar: VÍF 2, KÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Uni Wardum.
Hildu alla tíðina eina
greiða linju, sum eisini
hevði við sær, at dysturi
ongan tíð gjørdist ófanta-
ligur.
UEFA hevur endaliga
gjørt av, at talan
verður um 10 bólkar í
EM-undankapp-
ingini, tað ger okkara
møguleikar minni
EM-UNDANKAPPING
Jákup Mørk
Nógv hevur verið tosað og
gitt um, hvussu styrkismet-
ingin til komandi EM-
undankappingina fer at
verða.
Ymsir møguleikar hava
verið nevndir, men fríggja-
dagin boðaði boðaði UEFA
so endaliga frá, hvussu far-
ast skal fram.
Torført hjá Føroyum
Tíverri fyri Føroyar hevur
altjóða fótbóltssamgongan
gjørt av, at liðini verða býtt
í 10 bólkar við fimm liðum
í hvørjum.
Í hesum er føroyar í
niðasta styrkislagnum, og
tað merkir so, at vit ikki fáa
møguleikan at hitta onkrar
av veikastu europeisku
fótbóltstjóðunum, soleiðis
sum annars hava havt
møguleika til, tá talan
hevur verið um níggju
bólkar.
Umframt Føroyar, eru tey
níggju liðini í veikasta
bólkinum, Armenia, Mol-
dova,
Albania,
Aser-
bajdsjan,
Liechtenstein,
San Marino, Malta, Lux-
embourg og Andorra
Sjeyndu ferð
So er bert eftir at vóna, at
Føroyar hesa ferð kunnu
sleppa at hitta onkra av
veruliga stóru fótbóltstjóð-
unum. Í teimum seks und-
anfarnu
kappingunum,
hava vit enn ikki havt
møguleikan at spæla móti
londum
sum
Ongland,
Italia ella Týsklandi, og
ikki minst fyri pengakassan
hjá FSF hevur tað verið
dyggur smeitur, at sterkastu
liðini Ístaðin hava verið
Russland, Kekkia, Rumenia
og Jugoslavia, men hvør
veit.
Niðanfyri verða londini í
ymsu
styrkisbólkunum
reksaði upp, og koma
Føroyar í bólk við eitt land
úr hvørjum styrkisbólki.
Sjálvt lutakastið fer fram
hin 25. januar.
Lag 1: Frakland, Svøríki,
Spania, Kekkia, Týskland,
Rumenia, Italia, Belgia og
Turkaland.
Lag 2: Russland, Kroatia,
Danmark, Holland, Jugo-
slavia, Poland, Ongland,
Slovenia, Ukraina og Skot-
land
Lag 3: Eysturríki, Noreg,
Slovakia, Ísrael, Sveis,
Ísland, Bulgaria, Finnland,
Grikkaland og Ungarn
Lag 4: Kypern, Bosnia-
Herzegovina,
Hvítaruss-
land, Wales, Estland, Let-
land, Norðurírland, Geor-
gia, Makedonia og Litava.
VÍF-KÍF 31-26 (18-16):
Hálvsovandi meistarar
Tað var fyrst og fremst
einmansavrikið hjá Áka
Olsen, sum tryggjaði
vestmenningum sigurin
sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Tað verður torført
Styrkismetingin til komandi
EM-undakapping er nú
gjørd, og so verður
spennandi, um vit hesa ferð
fáa okkurt av teimum heilt
stóru londunum
13
12
Nr. 229 - 27. november 2001
H71 vann ein tepran
sigur á StÍF, og styrkti
har við um støðu sína
á stigatalvuni, men
strandingar munnu
framvegis iðra seg
um, at tað ikki
eydnaðist teimum at
binda fyri, tá teir
tóktust hava alt í
sekkinum. Hoyvík-
ingar eiga tó rós
uppiborið fyri
stríðsviljan, sum gav
teimum stigini
HONDBÓLTUR -
MENN
Jákup Mørk
Leingi var tað sera lítið,
sum bendi á, at tað skuldu
gerast hoyvíkingar, sum
fóru av stað við sigrinum,
tá teir leygardagin dyst-
aðust móti StÍF í Ítrótt-
arhøllini á Hálsi í Havn.
Stigatalvan segði undan
dystinum, at talan var um
tvey sera jøvn lið, og tó at
munurin ígjøgnum dystin
ikki var tann stóri, so
tóktust gestirnir tó at hava
takið megin partin av tíðini.
StÍF sá betri út
Eftir eina heldur varliga
byrjan, har liðini bæði lika
sum meddaðu seg inn á
hvørt annað, settu strand-
ingar ferð á. Fleiri ferðir
spældu teir seg væl ígjøg-
num verjuna hjá heima-
liðnum, og ikki minst er tað
ein stórur styrkur hjá lið-
num, at trupulleikin við
strikuspælinum nú tykist at
vera loystur. Hetta hevur
annars verið ein trupulleiki,
eftir at Sveinbjørn Daniel-
sen gavst við hondbóltin-
um, men sum Bent Djur-
huus hevur spælt teir báðar
seinastu dystirnar, so er
StÍF við at finna vanligu
styrkina aftur á hesum øki.
Bent hevur annars stríðst
við Jón Rasmussen um
plássið hetta kappingarárið,
men
leygardagin
slapp
hesin so at siga als ikki upp
í part í spælinum.
Góða strikuspælið við-
førdi so aftur, at hoyvík-
ingar ikki tordu at satsa ov
nógv frameftir í verjuni, og
hetta gav leikandi StÍF-
venjaranum, Costin Dumi-
trescu, góðar umstøður at
vísa skotstyrki sína, og so
gjørdist tað sera trupult
hesa løtuna hjá hoyvíking-
unum.
Ikki tí, hoyvíkingar hava
so sanniliga eisini góðar
skjúttar á sínum liði, men
serstakliga í fyrra hálvleiki
var merkisvert, hvussu lítið
teir fingu burtur úr hesum.
Við
tveimum
somikið
skotsterkum leikarum sum
Bjarna Wardum og Halgir
Dahl-Olesen, eigur liðið at
kunna
leggja
trýst
á
mótstøðuverjuna, so betri
pláss verður hjá øðrum
leikarum, men hetta hendi
so at siga ikki fyrsta hálva
tíman. Nakrar einstakar
ferðir varð rúm skapt fyri
Kristjani Petursson, men
annars komu flestu málini
hjá hoyvíkingum í fyrra
hálvleiki eftir einmans-
avrik.
Tóku av
møguleikanum
Hóast munurin bert var trý
mál í hálvleikinum, so
hevði tú tá varhugan av, at
strandingar helst fóru at
koyra sigurin heim. Tað
vóru teir, sum høvdu sýnt
betra spælið á vøllinum, og
teir tóktust eisini hava
størra yvirskotið til at seta
ferðina upp, um hetta
skuldi gjørst neyðugt.
Hoyvíkingar royndu tó
frá
byrjan
av
seinna
hálvleiki at seta meira trýst
á StÍF. Eina løtu sá hetta
eisini út til at eydnast, og
hoyvíkingar vunnu seg
eisini upp á javnt, men so
vendi aftur.
Strandingar fingu fatur á
skjúttunum hjá H71. Fingu
órógvað álopsspælið, og
brádliga fór alt aftur at
líkjast einum útisigri. Úr
støðuni, 20-20, vunnu teir
seg upp á 25-21, og alt sá at
kalla púra vónleyst út hjá
heimaliðnum, tá teir brád-
liga
fingu
ein
heldur
óvæntaðan
møguleika.
Fyrst varð Bent útvístur, og
tá so dómararnir nakað
seinni mettu at nýtti dekan
ov nógva tíð um at lata
bóltin
frá
sær
eftir
álopsfeil, fekk hann tveir
minuttir á beinkinum.
Yvirtalið nýttu hoyvík-
ingar til at vinna seg upp á
24-25, og tó at teir misnýttu
brotskast, tá teir høvdu at
javna, so gav hetta teimum
trúnna aftur.
Teir stríddust sum úlvur á
skóg í bæði verju og álopi,
og ikki ein gongd útvís-
ingin av Johnny Djurhuus
gjørdi mun í so máta. Hin-
vegin tóktist tað avgerandi
fyri strandingar, at Leivur
Justinussen
fekk
eina
óneyðuga útvísing í næst
seinasta álopinum hjá hoy-
víkingum. Vertirnir gjørdu
sær eisini dælt av hesum,
og við tveimum málum frá
Halgiri vendu teir alt á
høvdinum
í
seinasta
minuttinum. Til stuttleikar
kann nevnast, at tá Halgir
skeyt seinasta málið í
dystinum, var tað fyrstu
ferð í 55 minuttir, at H71
var á odda í dystinum.
Sálarligi týdningurin
Fyri strandingar mundi
tapið kennast sera tungt at
bera. Teir høvdu allar
møguleikar
at
avgera
dystin, men hinvegin er
hetta aftur eitt dømi um, at
liðið ikki er nóg støðugt í
avrikunum. Skulu heiðurs-
merki vinnast, so hjálpir
tað lítið at vinna sær stig
móti oddinum, fyri síðani
at tveita tað burtur móti
hinum liðunum í deildini.
Møguleikarnir eru so
avgjørt til staðar til at skapa
nakað stórt við liðnum, og
kanska kunnu teir enn eina
ferð gera um seg í steypa-
kappingini, men í landsk-
appingi verða teir helst enn
eina ferð ov stuttir.
Hjá hoyvíkingum var
sigurin fyrst og fremst ein
staðfesting av, at tað loysir
seg at stríðast til seinasta
minutt, og ikki minst man
hetta vera týdningarmikið
sálarliga. Ístaðin fyri at
tapa dystirnar í evstu løtu -
sum teir so ofta hava roynt -
so hava teir nú tvær ferðir á
rað avgjørt í seinastu mi-
nuttunum,
soleiðis
at
leikararnir nú kenna, at teir
kunnu koppa marginal-
unum til egnan fyrimun.
Sum nevnt áður, so er tað
merkisvert, at H71 ikki fær
størri nyttu burtur úr stóru
skjúttunum, á tann hátt, at
pláss verður skapt fyri hin-
um leikarunum á liðnum.
Tað sigur eitt sindur um
spæl teirra, at av teimum 15
málunum í seinna hálvleiki
stóðu Bjarni og Hallgir fyri
teimum 11, og hetta er
nakað, sum eigur at betrast,
um liðið skal røkka hægri.
Tað kann í øllum førum
ikki roknast við, at teir
hvørja ferð skulu raka eins
væl, sum teir gjørdu sein-
asta korterið leygardagin,
og tá má og skal liðið hava
aðrar streingir at spæla
uppá, um VÍF og Neistin
skulu hóttast. Hinvegin er
tað sjálvsagt ein styrkur, at
liðið hevur leikarar, sum á
slíkan hátt kunnu taka
málið í egnar hendur, men í
longdini er hetta neyvan
nóg mikið.
Dysturin í tølum
H71-StÍF 28-27 (13-16)
Málskjúttar:
H71: Halgir Dahl-Olesen
9(2), Bjarni Wardum 8,
Kristjan
Petursson
4,
Finnur Hansson 3, Peter
Rosbach 2, Anfinn N.
Debess, Johnny Durhuus 1
StÍF: Costin Dumitrescu
9(3), André F. Danielsen 5,
Marius Joensen 4, Bent
Djurhuus 3, Artur Johansen
3, Alexandur Johansen 1,
Anfinnur Joensen 1, Leivur
Justinussen 1
Brotskøst: H71 5, StÍF 3
Útvísingar: H71 2, StÍF 5
Dómarar úr Neistanum/
Kyndli: Kristian Johansen
& Hannis Wardum. Høvdu
tak á tí mesta, men kundu í
einstøkum førum verið
meira konsekventir.
H71-StÍF 28-27 (13-16):
Tveittu sigurin burtur
Hesa ferð vóru mongu málini
frá m.ø. Bjarna nóg mikið til
sigurin, men H71 kann ikki
rokna við, at tað hvørja er
nóg mikið, at liðið bert hevur
góðar skjúttar
Mynd: Álvur Haraldsen
Ein av nýggju monnunum
hjá H71 er Kritstjan
Petursson, og her hevur hann
gott tak á einum av gomlu
liðfeløgunum sínum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
12