týsdagur 27. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2001
15
Ein orðalisti er á veg,
sum skal vera við til
at flyta í øllum førum
tey mest vanligu
fakorðini í oljuvinn-
uni inn í tað føroyska
málið. Eftir ætlan skal
orðalistin ikki gevast
út í bók, men heldur
liggja á alnetinum,
har almenningurin
eisini skal fáa høvið
at siga sína hugsan
OLJUORÐ
Heri á Rógvi
Føroyska málið er nakað
serstakt fyri føroyingar og
nakað, ið føroyingar meta
rættiliga høgt. Seinastu
árini er nógv arbeiðið gjørt
við at gera orðabøkur og
við at umseta orð úr øðrum
málum. Ávirkanin uttan-
eftir hevur ávirkað føroyska
málið rættiliga nógv sein-
astu árini, eitt nú innan
telduheimin eru hópin av
orðum komin til Føroya og
í føroyska málið. Innan
hetta øki eru eisini fleiri
føroysk gjørd, og almenn-
ingurin leggur seg eisini
eftir at nýta føroysk orð.
Tað er eisini lætt at
ímynda sær, at oljuvinnan
vil hava fitt av fremmandu
orðum við sær. Hóast ikki
øll eru so von við olju-
vinnuna og fakorðini innan
oljuvinnuna, so verða við
tíðini fleiri føroyingar við í
oljuvinnuni, og serheitið
innan vinnuna fara at gerast
alsamt meira enn vanligur
partur av føroyska mál-
inum.
Í teimum álitum, verkum
og
greinum,
sum
eru
skrivaðar í sambandi við
oljuvinnuna, er tað kanska
eitt sindur ymiskt, hvørji
orð eru nýtt til hvørt
endamál. Rættiligt fitt av
fremmandum,
einamest
norskum og enskum, orð-
um eru javnan frammi í
fjølmiðlunum, tá ið eitt
fyribrigdi skal lýsast nærri.
Nógv hevur eisini verið
tosað um, hvussu oljuvinn-
an og nógvu útlendingarnir
fara at ávirka føroyska
mentan. Ein partur av
mentanini er málið, men
tað verður mestir ikki so-
leiðis, at útlendingarnir fara
at taka tey nógvu føroysku
orðini til sín. Føroysku
fakorðini,
sum
kunnu
hugsast at trína oljumálið,
verður mest sannlíkt nýtt
millum almenningin í Før-
oyum.
Orðalisti
Í eina tíð nú hevur verið
arbeitt við einari verkætlan,
ið hevur til endamáls at
gera eina tekniska orðabók
ella tekniskan orðalista í
øllum førum. Henda ver-
kætlanin skuldi gera hós-
kandi føroysk orð til fleiri
vinnugreinir, ikki bert olju-
vinnuna. Henda verkætlan-
in er fyribils sett í eina
bíðistøðu, tá ið tað verður
leitað eftir arbeiðsumstøð-
um at gera bókina lidna.
Fyri einum góðum mán-
aði síðan fór ein onnur
verkætlan av bakkastokki.
Hendan hevur verið undir
fyrireiking í eina tíð nú,
men er nú farin ígongd, og
verkætlanin miðjar ímóti at
vera liðug í mai mánað
komandi ár.
Verkætlanin snýr seg um
at gera ein oljuorðalista ella
oljuorðasavn. Tað eru Mál-
stovan, Oljumálastýrið og
FOÍB, ið hava tikið stig til
verkætlanina. FOÍB stend-
ur fyri Føroya Oljuídnaður
bólkur, og er hetta eitt sam-
tak hjá oljufeløgunum, ið
eru virkin í Føroyum. Leik-
luturin hjá FOÍB við hetta
høvið
er
at
fíggja
verkætlanina. Allan tann
málsliga partin skal Mál-
stovan taka sær av, og teir
hava eisini funnið ein
kendan mann at vera rit-
stjóri. Jóhan Hendrik W.
Poulsen skal ritstjórna olju-
orðalistan burturav hesar
komandi sjey mánaðinar
ella so.
Jóhan Hendrik greiðir
frá, at hann skal taka sær av
tí dagliga arbeiðinum. Hig-
artil hevur hann eitt nú lisið
fleiri frágreiðingar, sum eru
skrivaðar í sambandi við
oljuvinnuna, og hann hevur
eisini havt nakrar orðalistar
úr Norra at halda seg til.
Sum heild verður norsk
fyrimynd nógv nýtt.
Jógvan í Lon Jacobsen,
ið situr í nevndini fyri verk-
ætlanina saman við umboð-
um fyri Oljumálastýrið og
FOÍB, sigur, at teir fyrst og
fremst leggja seg eftir at
finna hóskandi heiti til tey
mest vanligu orðini innan
oljuvinnuna. Hann ásannar,
at tað skjótt kann gerast
drúgt, um øll teknisku
orðini skulu takast við.
Listin skal vera eitt slag av
einari terminologi(frøði-
heiti), har høvuðshugtøkini
eru við.
-Arbeiðið er sjálvandi
skundað undir av virknu
oljufeløgunum í Føroyum.
Tað er eisini ein fyrimunur
við hesum, at tað eru bæði
mál- og vinnufólk við í
verkætlanini, sigur Jógvan í
Lon Jacobsen.
-Tað skal vera so smidligt
sum til ber, leggur Jóhan
Hendrik W. Poulsen afturat.
Út á netið
Tað verður ikki soleiðis, at
tað ein orðabók fer at verða
givin út sum úrslit av
verkætlanini. Ætlanin er
nevniliga at leggja listan út
á alnetið. Orðalistin skal
leggjast út á netið, soleiðis
at almenningurin til eina og
hvørja tíð kann vitja síð-
una. Men tey vitjandi
kunnu ikki bert leita sær
eftir onkrum orði. Tað fer
eisini at bera til at gera
viðmerkingar til orðini.
Høvi verður at gera við-
merkingar til orðini ella
kanska koma við nýggjum
orðum, soleiðis at orðalist-
in allatíðina kann dagførast
og gearast betri. Eisini fer
at vera møguligt at kjakast
um hesi góðu orð á síðuni.
Tað er tó enn ikki avgjørt,
hvar henda síðan fer at
liggja á alnetinum, tá ið
verkætlanin eftir ætlan
verður liðug komandi ár.
-Orðalistin skal ikki met-
ast sum tann endaligi sann-
leikin, men heldur eigur
høvi at vera til at kjakast og
á henda hátt kunnu fólk fáa
ávirkan, og listin kann
gerast betri, sigur Jógvan í
Lon Jacobsen.
Oljuorðalisti á veg
Teir tríggir, fv. Jógvan í Lon Jacobsen Málstovan, Herálvur Joensen, Oljumálastýrið, og Jóhan
Hendrik W. Poulsen, ritstjóri, eru bulurin í verkætlanini at gera ein orðalista við tilknýti til
oljuvinnuna.
Mynd: Jens Kristian Vang.
15
14
Nr. 229 - 27. november 2001
Bretska ráðgevingar-
fyritøkan Menas hev-
ur í longri tíð arbeitt
við einari verkætlan,
sum hyggur nærri at
ávirkanini og fylgj-
unum av einari olju-
vinnu í Føroyum.
Partar av kanningini
koma eisini fyri dagin
á oljuráðstevnuni
KANNING
Heri á Rógvi
Spurningurin, um hvørja
ávirkan oljuvinnan fer at
fáa á Føroyar sum land og
smásamfelag, er oftani
vorðin reistur, kanska mest
eftir, at fyrsta oljan varð
funnin undir Føroyum.
Bretska ráðgevingarfyri-
tøkan Menas hevur nú í
longri tíð arbeitt við einari
verkætlan, sum skal kanna
ávirkan og fylgjur í sam-
bandi við, at kollvetni kann
hugsast at gerast ein stór
ráðvøra eins og vinna í
Føroyum. Kanningin hevur
arbeiðsheitið A Study of
The
Impact
of
The
Development of Hydro-
carbon Resources on The
Faroe Islands.
Tað er BP, sum hevur
umbiðið hesa kanningina.
Umframt Menas, so hevur
eisini Søgu- og samfelags-
deildin á Fróðskaparsetri
Føroya verið við.
-Kanningin
byggir
á
undanfarnar kanningar í
sambandi við uppbygging-
ina av einum føroyskum
oljuídnaði, sum t.d. Frá-
greiðingin hjá Oljuráðlegg-
ingarnevndini frá 1998.
Kanningin er skipað, so
hon tryggjar luttøkuna hjá
einum víðum skara úr
føroyska
samfelagnum.
Opið verður fyri íkasti frá
almenninginum, aðalstýr-
um landstýrins, vinnulívs-
fólki og umboðum hjá
vinnuni,
feløgum
og
umboðum hjá bygdum og
býum og feløgum annars,
ið umboða lokal áhugamál,
siga Menas og Fróðskap-
arsetur Føroya.
Tað hevur fyrst og fremst
verið Menas, sum hevur
staðið á odda fyri kann-
ingini, og leikluturin hjá
Fróðskaparsetrinum hevur
meira verið at ráðgivið
saman við øðrum, men
sjálvandi hevur tað eisini
týdning, at Fróðskaparsetur
Føroya sleppur at luttaka í
sovorðnum
viðkomandi
kanningum.
Kanningin verður stjórn-
að og samskipað av John
Chritstensen, sum er leið-
andi ráðgevi innan búskap
og
stjóri
á
Menas
Associated Limited. Menas
Associated Limited er eitt
óheft bretskt ráðgevavirki,
sum veitir stjórnum og
vinnu serkøna ráðgeving.
Menas er ført fyri at draga
nyttu burtur úr einum
fjølbroyttum serkunnleika á
nógvum økjum og í nógv-
um londum gjøgnum síni
sambond við lærdar há-
skúlar
og
granskingar-
stovnar kring allan heim.
Síðani 1978 hevur Menas
veitt serkunnleika og ser-
frøðingaráðgeving til eitt
stórt tal av oljufeløgum og
øðrum feløgum, sum takast
við at veita orku. Somu-
leiðis hevur Menas givið
fleiri stjórnum ráð, serliga
viðvíkjandi búskapi, poli-
tikki og umhvørvi, verður
sagt.
Kanningin tekur fyriliti
fyri nógvum økjum. Bæði
búskaparliga og sosial árin
og áhugamál verða tikin
upp í kanningini.
John Christensen sigur
kanningina vera nakað heilt
serligt, hóast teir hava
rættiliga drúgvar royndir
við tílíkum kanningum, og
hann er eisini sjálvur úr
einum smásamfelag.
Kanningin er nú komin
so mikið áleiðis, at Kann-
ingin skal leggjast fyri
Oljumálastýrið
26.
november, (eftir at blaðið
fór til prentingar).
Ætlanin er, at úrslitið skal
vera alment kent, men hvør
lagnan verður hjá endaligu
kanningini er framvegis
óvist.
Kanningin tekur, um-
framt í teimum áðurnevndu
økjunum, eisini støði í
politisku og umhvørvisav-
leiðingunum.
Orsakað av meirinnlit-
inum í, hvat goymir seg í
undirgrundini, gevur kann-
ingin mestir júst røttu tíð.
Tað verður seinna dagin á
ráðstevnuni, at Dr. Stephen
Royle, Mr. J. Wagner og
Jógvan Mørkøre fara at
siga frá fylgjunum av einari
oljuvinnu, og hetta hevur
fingið undirheitið A Report
made by Menas.
Kanning av Føroyum sum
oljulandi leggjast fram
John Christensen hevur
staðið á odda fyri kanningini
A Study of The Impact of
The Development of
Hydrocarbon Resources on
The Faroe Islands. Úrslitið
verður væntandi rættiliga
áhugavert, nú eitt
oljuríkidømi nærkast
yvirflatuni.
Mynd: Jens Kr. Vang
Martin Heinsen, leiðar á Jarðfrøðisdeildini, við tí rúgvusmikla
tilfarinum frá tvey ára drúgvu seismikkanningunum av
føroysku undirgrundini. Nú verða kanningar, ið taka onnur og
ikki minni týðandi fyrilit løgd fram.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
14