týsdagur 27. november 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 27. november 2001
15
Fuglfirðingar vunnu
fyrsta sett móti Fleyr,
men taptu kortini 3-
1. Og í síðsta
settinum var
munurin stórur
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Sætta royndin hjá ÍF at fáa
stig miseydnaðist eisini, og
í staðin bleiv tað Fleyr, sum
fekk tvey kærkomin stig, tá
liðini
møttust
í
Havn
sunnudagin.
At Fleyr vann, var ikki so
óvæntað, tá vit hugsa um
gongdina hjá ÍF higartil í
kappingini, men tað hevur
heldur ikki gingið nakað
serligt hjá Fleyr, og tí
kundu fuglfirðingar gott
hava góðar vónir um, at tað
endiliga skuldi eydnast
teimum at vinna.
Tað byrjaði eisini væl, tí
teir vunnu fyrsta sett 25-22.
Fleyr kom so fyri seg og
vann tvey tey næstu settini,
sum bæði vóru tøtt. Men í
fjórða settinum fór ÍF
fullkomiliga
niður
við
flagginum - Fleyr vann 25-
10.
Fleyr er nú komið upp á
fýra stig, og tað eru seks
stig upp til oddasessin.
Fleyr hevur leikt ein dyst
færri enn tey bæði odda-
liðini. ÍF hevur einki stig
fyri seks dystir, og sum tað
sær út nú, enda teir niðast.
Men teir koma neyvan í
niðurflytingarvanda, tí ÍF er
eisini fremst í 1. deild og er
favorittur til at vinna deild-
ina.
Nú er aftur púra javnt
í toppinum hjá
monnum, eftir at SÍ
sum tað fyrsta liðið
megnaði at vinna á
Fram
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
Toppdysturin í Sørvági
leygardagin millum SÍ og
Fram endaði við sigri til
heimaliðið, og tí er spenn-
ingurin í toppinum varð-
veittur fyribils.
Fyri SÍ hevði tað alstóran
týdning at vinna dystin. Ein
sigur merkti, at teir komu
upp á sama stigatal sum
Fram,
meðan
eitt
tap
hinvegin hevði havt við
sær, at munurin øktist upp í
fýra stig.
- Tað hevði ómetaliga
nógv at siga fyri okkum at
vinna dystin, og tað hevði
eisini týdning fyri kapp-
ingina, sigur Suni Hansen
úr SÍ.
Hann vísir á, at um Fram
hevði vunnið, høvdu teir
farið fýra stig framum, og
sjálvt um stigini verða
koyrd
í
helvt
aftaná
nýggjár, hevði Fram verið
tvey stig frammanfyri, tá
seinna helvt av kappingini
byrjar. Sum nú er, eru liðini
jøvn í stigum, og tað verða
tey eisini aftaná nýggjár,
um henda støðan heldur
sær.
Suni Hansen sigur eisini,
at teir av tí sama vóru sera
uppsettir at vinna dystin
leygardagin.
Rúni ikki við
Fram spældi uttan Rúna
Weihe. Hann hevur meitt
sær fótin, og tað var sum
vera man saknur í honum
hjá
havnarmonnunum.
Rúni fyllir nógv á vøllin-
um, bæði í álops- og verju-
spælinum, og uttan hann
var Fram-liðið rættiliga
skert. Í fyrsta settinum
gekk tað kortini sera javnt,
áðrenn SÍ vann 25-22, men
í øðrum setti høvdu sør-
vingar góða yvirvág og
vunnu eisini hetta settið 25-
18.
- Í triðja setti bleiv spælið
hjá okkum ov ójavnt. Tað er
vanligt, at tað síðsta settið
er tungt at vinna, og vit
steðgaðu upp, sigur Suni
Hansen. Fram vann triðja
sett 25-22. Fjórða sett bleiv
tað síðsta, tí tað vann SÍ 25-
20.
Verður millum SÍ og
Fram
Sostatt bleiv SÍ fyrsta liðið í
kappingini, sum vann móti
Fram,
men
sjálvt
um
sigurin hevði týdning, so
heldur Suni Hansen ikki, at
hetta var besti dystur hjá SÍ
í ár.
- Nei, tá tað stendur so
nógv upp á spæl í einum
dysti, verður sjálvt spælið
ikki altíð so gott.
Hann heldur annars, at
tað fer at standa millum SÍ
og Fram í ár.
- Fram er helst betri
defensivt og hevur eisini
betri blokk, men vit fara
sjálvandi
eftir
fremsta
plássinum, sigur Suni og
leggur afturat, at um tú ikki
ger tað, tá tú hevur liðið til
tað, so kanst tú tað sama
gevast.
Ein annar fyrimunur hjá
Fram í mun til SÍ er, at
hópurin
hjá
Fram
er
breiðari.
Meðan
Fram
hevur eini 10-11 leikarar at
taka av, hevur SÍ bara mill-
um sjey og átta, og gjøg-
num eitt langt kappingarár
kann tað koma teimum
aftur um brekku. Enn eru
sørvingar slopnir undan
skaðum, og teir vóna sjálv-
andi at halda fram við tí. Tá
hópurin ikki er so stórur,
kunnu skaðar oyðileggja
nógv.
So steðgaði sigurs-
røðin hjá TB. Eftir
fimm dystir við
greiðum sigrum
máttu tær lúta fyri
Mjølni, ið hevði
funnið tær gomlu
taktirnar fram aftur
FLOGBÓLTUR
Emil Lisberg Jacobsen
TB-kvinnurnar noyddust
sunnudagin at ásanna, at
trøini vaksa altso ikki hægri
enn til eitt víst. Eftir fimm
sigrar á rað máttu tær
loksins lúta fyri Mjølni á
heimavøllinum í Trongis-
vági.
Og tá fallið kom, so var
tað hart. Mjølnir vann
fyrsta sett 25-20 og eisini
næsta sett, sum endaði heili
25-5!
Mjølnir var klárt betri, og
serliga í næsta settinum
høvdu tær TB-kvinnurnar á
knøunum. Tær fingu als
ikki fatur á servunum hjá
Marjuni Kalsø, og ein
verulig eyðmýking lá í
luftini.
Reistu seg
Men triðja sett háttar seg
ofta soleiðis, at liðið, sum
hevur vunnið tvey tey
fyrstu, tekur sær eitt sindur
av løttum, samstundis sum
hitt liðið ger ein vørr í eini
seinastu roynd at bjarga
dystinum. Og soleiðis var
eisini her.
TB tók sær um reiggj, og
tað
eydnaðist
teimum
akkurát at vinna triðja sett
26-24. Fjórða sett bleiv ein
sannur gysari. Mjølnir vann
hetta settið 28-26 og hevði
tá bjargað tveimum sett-
bóltum hjá TB. Um nú TB
hevði vunnið hetta settið, er
væl hugsandi, at tær eisini
høvdu vunnið dystin, men
tað hevði neyvan verið
uppiborið, tá vit hugsa um,
hvussu leikur fór í øðrum
setti.
Tá líktist TB ikki nøkrum
oddaliði,
meðan
góða
gamla Mjølnir var til at
kenna aftur. Tær høvdu
eisini sterkastu uppstilling
við sær til Suðuroyar, og
tað merkir, at fleiri av teim-
um hava nógvar royndir av
at liggja í toppinum og
spæla
týdningarmiklar
dystir. Tað hava TB-kvinn-
urnar ikki, men tað skal
sigast til teirra rós, at tær
komu sera væl afturíaftur
aftaná
avsmurningin
í
øðrum setti. Men kanska
var tað kortini royndirnar,
sum
fingu
týdning
í
avgerandi løtunum.
Nýggjur spenningur
Og úrslitið hevur eisini
skapt eitt sindur av spenn-
ingi í aftur kappingina. Enn
er TB klárt fremst, men nú
hevur Mjølnir so víst, at tað
ber til at vinna á teimum.
Komandi vikuskifti skal TB
møta ÍF á Kambsdali í
toppdysti. Og tað er eingin
ivi um, at sigurin hjá
Mjølni ikki hevur minkað
um vónirnar hjá ÍF-kvinn-
unum til næsta leygardag.
Sama dag sum ÍF og TB
spæla, tekur Mjølnir ímóti
Fleyr í Klaksvík. Og við tí
liðnum og tí stríðsandan-
um, sum klaksvíkskvinn-
urnar vístu í Trongisvági,
kunnu tær sum einki nærk-
ast toppinum aftur.
Tað er bara eitt, sum er
avgjørt í kvinnudeildini.
Og tað er, at einki er avgjørt
enn!
Og heilt til seinast skal so
nevnast, at venjarin hjá TB
ikki eitur Virgar Dalsgaard,
so sum vit av misgáum
skrivaðu í síðstu viku.
Hann eitur sjálvandi Virgar
Djurhuus.
SÍ-Fram 3-1 (25-22, 25-18, 22-25, 25-20):
SÍ steðgaði Fram
SÍ vann toppuppgerðina ímóti Fram, og so er kappingin í
meistaradeidini hjá monnum aftur víðopin
Mynd: Edvard Joensen
Fleyr-ÍF 3-1 (22-25, 25-21, 25-20, 25-10):
ÍF enn uttan stig
Hóast teir vunnu fyrsta
settið, so munaði hetta lítið
hjá ÍF, sum enn eigur fyrsta
sigurin í vetur tilgóðar
Mynd: Álvur Haraldsen
TB-Mjølnir 1-3 (20-25, 5-25, 26-24, 26-28):
Mjølnir sveiggjar aftur
Av misgávum róptu vit í
farnu viku venjaran hjá TB
fyri Virgar Dalsgaard. Rætta
eftirnavnið skal sjálvandi
vera Djurhuus
Mynd: Áki Bertholdsen
15
14
Nr. 229 - 27. november 2001
Til tíðir minti dyst-
urin millum kvinnu-
liðini hjá Neistanum
og Kyndli um eina
avbronglan av einum
hondbóltsdysti, har
liðini kappaðust um,
hvør kundi gera flestu
mistøkini
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Hóast kvinnuliðini í høv-
uðsstaðnum ikki longur
hava sama leiklut í fremstu
deildini, sum tey høvdu fyri
fáum árum síðani, so
mundu áskoðararnir tó
hava vónir um ein hampu-
liga góðan hondbóltsdyst
millum grannarnar sunnu-
dagin.
Lítið skil á
Tað stóð tó skjótt greitt, at
talan so als ikki fór at ger-
ast um nakran væl leiktan
dyst, og eitt skifti sá so
heldur ikki út til at spenn-
ingurin skuldi vera til stað-
ar, men tað venda vit aftur
til.
Frá fyrstan tíð sá út til, at
Neistin veruliga ætlaði at
trumla grannarnar niður. Í
verjuni royndu tær at vera
framfýsnar, og í álopsspæl-
inum settu tær nógva ferð
á, og alt hetta eydnaðist
sum so.
Trupulleikin var bara
tann, at ferðin varð sett
somiki langt upp, at bláu
genturnar als ikki kundu
fylgja við sjálvar. Ferð eftir
ferð fingu tær í verjustøðu
fatur á bóltinum, men
nærum hvørja ferð endaðu
mótálopini við elementer-
um tekniskum mistøkum,
og so kundi alt vera tað
sama.
At Neistin so kortini
kundi fara til hálvleiks við
einari merkisverdari 8-4
leiðslu, kunnu tær takka
málverja sínum og kyndils-
liðnum sum heild fyri.
Helena Dam Poulsen í
Neista málinum, tóktist
vera sera væl uppløgd, og
ferð eftir ferð hevði hon
góðar bjargingar, tá kynd-
ilskvinnur vóru komnar í
góða skotstøðu, og hetta
tók fullkomuliga pippið frá
teimum grønu.
Tað hoyrir kanska eisini
við hjá einum botnliðið, at
tað skal ikki so nógv mót-
rák til, áðrenn dirvið fellur,
og soleiðis tóktist eisini at
vera við Kyndli. Eftir at
Helena nakrar ferðirnar
hevði noktað teimum at-
gongd til meskarnar, datt
alt niðurfyri.
Liðið var annars styrkt til
dystin, við tað at Ann
Hansen nú aftur var at
síggja, men heldur ikki hon
kundi venda vónloysinum,
sum at enda viðførdi, at
Kyndil at kalla einki spæl
hevði, men bert royndi seg
við panikkskotum, sum
ikki í nóg stóran mun hóttu
mótstøðumálið.
Gjørdist spennandi
Í seinna hálvleiki helt mátt-
loysi hjá Kyndli fram, men
nú gekk nakað betri hjá
Neistanum.
Spakuliga togaðu tær seg
longur burtur, og støðan hjá
Kyndli gjørdist næstan
skammilig, áðrenn tær at
enda fingu sítt fimta mál.
Tá høvdu tær ikki skorað í
nærum hálvan tíma. Neistin
var komin upp á 12-4, og
sjálvt
neistavongurin
á
høllini klappaði, tá so Erla
Smith loksins fekk bóltin
inn um Helenu.
Stutt undan hesum hevði
Kyndil annars sett Maritu
Hermansen inn at verja
málið, og helst var tað ein
samansjóvan av hesum, og
so háanini frá mótstøðuni,
sum brádliga fekk Kyndil at
rakna við.
Frá teirri løtu, at tær
fingu sítt fimta mál, var ein
heilt annar vilji at síggja á
liðnum. Tær royndu brád-
liga at stríðast í verjuni, bit
kom í álopsspælið, og seig-
liga byrjaðu tær at toga seg
inn á Neistan.
Tað átti helst ongan tíð at
komið so langt, men tað
eydnaðist
so
sanniliga
Kyndli at skapa spenning
aftur í dystin. So hvørt sum
munurin minkaði, kom alt
meira fjáltur á Neistan, og
tað var um reppið, at tær
tveittu sigurin burtur, men
nærri enn tí eina málinum
komu tær hjá Kyndli so
ongantíð.
Soleiðis endaði alt við
væntaða
sigrinum
til
heimaliðið, men uttan at
fara ov nógv í smálutir, so
kann bara staðfestast, at tær
framyvir mugu vísa nakað
væl betri spæl, um tær ætla
sær at halda fast um triðja
plássið á talvuni.
Hvat Kyndli viðvíkur, so
er eitt sindur ilt at siga, hvat
skal til. Meira støðugt spæl
er í øllum førum eitt gott
boð. Sunnudagin skutu tær
eitt mál í hálvan tíma, fyri
síðani at skjóta 12 í eitt
korter, men samanlagt er
hetta ikki nóg mikið. Skulu
stigini gerast fleiri, má
góða korterið í øllum
førum leingjast í fram-
tíðini.
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 18-16 (8-4)
Málskjúttar:
Neistin: Katrin á Neystabø
5(2), Kára á Dunga 3,
Birita Wardum 3, Rakul
Augustinussen 2, Susan
Brockie 2, Mildrid Jacob-
sen 1, Gunnleyg Berg 1,
Annika Thomsen 1
Kyndil:
Lotte Sørensen
8(4), Annika Ljósstein 4,
Erla H. Smith 2, Linda
Weihe 2
Brotskøst:
Neistin
2,
Kyndil 5
Útvísingar:
Neistin
2,
Kyndil3
Dómarar
úr
Tjaldri:
Trúgvi Mortensen & Kári
Hansen. Høvdu úr at gera
við at døma fyri ov nógv fet
og dribl!
Allan Mørkøre verður
nú aftur at síggja á
KÍ-liðnum
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at hava verið í útlegd í
hálvt-fimta ár, verður Allan
Mørkøre aftur at síggja á
KÍ-liðnum, tá farið verður
undir aftur fótbóltskapp-
ingina.
Leygarkvøldið skrivaðu
partarnir undir sáttmála,
sum bindur sterka miðvall-
arnar at barndómsfelagn-
um komandi árið, og Allan
dylur ikki fyri, at tað er við
stórum spenningi, at hann
nú aftur fer til barndóms-
felagið.
Spennandi við Kurt
Ikki minst er tað tann sann-
roynd, at stóribeiggin, Kurt,
stendur við stýrisvølin,
sum ger, at hugurin at
koma til Klaksvíkar er góð-
ur.
– Jú sjálvandi hevur tað
nógv at siga. Kurt og hava
tosað nógv saman um
hetta, og eg veit, at eg stóð
ovastur á ynskislistanum
hjá honum, sigur Allan um
avgerðina.
Sum skilst, so vóru tað
fleiri feløg, sum høvdu ver-
ið í samband við Allan,
men nú alt er avgjørt, held-
ur hann, at avgerðin ikki
var so torfør kortini.
– Eg hugsaði sjálvandi
nógv um hetta, men tá alt
kom til stykkis, so var tað
ikki so torført kortini. Sum
eg segði, so hevur hetta við
Kurt sjálvandi nógv at siga,
men eg haldi eisini, at KÍ
hevur eitt spennandi lið.
Kanska manglar eitt sindur
av rutinu, men tað kann eg
so vera við til at geva liðn-
um, og tað gleði eg meg
sum sagt til.
Síðani hann miðskeiðis í
1997 fór úr KÍ, hevur Allan
fyri tað mesta verið í HB,
men hesin sáttmálin verður
so ikki longdur.
Um orsøkina til hetta,
sigur Allan, at teir í HB
vóru ov seinir á sjóvarfall-
inum, tí sum sagt, so var
eitt skifti til KÍ meira
lokkandi, nú umstøðurnar
lagaðu seg soleiðis.
So
fótbóltsfepurin
í
Klaksvík er helst farin nøk-
ur stig upp hendan mánað-
in, nú áskoðararnir aftur
hava fingið tveir av sterk-
astu leikarunum í felagnum
aftur.
Allan vendir
heim
Neistin-Kyndil 18-16 (8-4):
Merkisvert og vánaligt
Ann Hansen var aftur at síggja á Kyndilsliðnum, men heldur ikki hon fekk bøtt stórvegis um spælið í vánaligu grannauppgerðini
Mynd: Álvur Haraldsen
Allan Mørkøre verður aftur at síggja á KÍ-liðnum komandi ár,
har hann saman við beiggjanum, Kurt, skal vera við til at toga
felagið nærri fótbóltstindunum, sum annars hava verið so
langt burturi seinastu tvey árini
C
M
Y
K
14