týsdagur 27. november 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 229 - 27. november 2001
Nr. 229 - 27. november 2001
17
OLJULEITING
Ben Arabo
Tað var ein góð byrjan, vit
fingu á okkara leitiskeiði í
Føroyum, tá tað eydnaðist
okkum at finna olju og gass
í einum á leið 170 metra
tjúkkum lagi góðar 4000
metrar niðri. Ein góð
byrjan, men vit eiga at
minnast til, at hetta er bert
ein byrjan. Fyri eitt felag
sum okkara, ið livir av at
leita eftir og útvinna olju og
gass, er tað altíð positivt, at
fáa nakað at arbeiða víðari
við.
Vit fara nú inn í eina
nýggja fasu, ið skal vísa
okkum, um tann olja og tað
gassið, ið varð funnið í før-
oyskum havøki er í rakstr-
arverdum nøgdum. Útfallið
er ikki givið frammanund-
an.
Vil so væl við, at nøgd-
irnar eru stórar og góðskan
góð nokk til at útvinna, so
fer ein stór og tíðarkrevj-
andi verkætlan í gongd, og
vit flyta okkum frá einum
leitiskeiði til eitt útbygg-
ingarskeið. Eitt útbygging-
arskeið tekur í besta føri ár
og krevur milliardaíløgur,
og er eitt slíkt útbygging-
arskeið fortreytin fyri at
fara inn í eitt framleiðslu-
skeið.
Vit ganga framtíðini á
møti við tí bjartskygni, ið
er ein fortreyt í einari vinnu
sum oljuvinnuni, men eing-
in má gloyma, at tað er
langur vegur frá oljuleiting
til oljuframleiðslu. Hesin
vegur má gangast varisliga
stig fyri stig, og kann veg-
urin gerast meiri og minni
langur ella enntá blindur.
Hóast óvissa enn valdar á
nógvum økjum, so eru ván-
irnar fyri einum føroyskum
oljuídnaði batnaðar í ár við
hesari byrjan.
Ein góð
byrjan
– men bert
ein byrjan
Vit fara nú inn í eina nýggja fasu, ið skal vísa okkum, um
tann olja og tað gassið, ið varð funnið í føroyskum havøki er í
rakstrarverdum nøgdum. Útfallið er ikki givið framman
undan. Vil so væl við, at nøgdirnar eru stórar og góðskan góð
nokk til at útvinna, so fer ein stór og tíðarkrevjandi verkætlan
í gongd, og vit flyta okkum frá einum leitiskeiði til eitt útbygg-
ingarskeið. Eitt útbyggingarskeið tekur í besta føri ár og krevur
milliardaíløgur, og er eitt slíkt útbyggingarskeið fortreytin fyri
at fara inn í eitt framleiðsluskeið sigur Ben Arabo. Her er
hann staddur umborð á Soureign Explorer.
Mynd: Jan Müller
Umboð fyri The Faroes
Partnership samtakið, t.e.
Amerada Hess, British Gas,
Dong og Føroyska Atlants
Kolvetni. Uttan fyri
Oljumálastýrið ta søguligu
løtuna, tá umsókninar til
fyrst útbjóðing skuldu verða
latnar inn.
Mynd: Jan Müller
Á Tvøroyri eru tey
komin væl áleiðis at
byggja upp eina
tilbúgving, um eitt
óhapp skuldi hent í
oljuvinnuni. Men
handan tilbúgving
kann eisini brúkast,
um onnur óhapp
henda
TILBÚGVING
Áki Bertholdsen
Skuldi eitt óhapp hent í
oljuvinnuni er tað av størsta
týdningi, at útgerð er til
taks at basa teirri dálking,
ið mangan stendst av
slíkum happum. Og ikki
minst hevur tað týdning, at
vit hava fólk, sum dugir at
brúka slíka útgerð.
Tilbúgving er tískil ein
ógvuliga týðandi táttur í
oljuvinnuni.
Talan
er
bæði
um
tilbúgving úti á sjálvum
oljuleiðunum, inni undir
landi og framvið landi, t.d.
inni á firðum o.s.fr. og tí er
talan um eina skipan, sum
krevur
nógv
samstarv
ímillum
ymisk
feløg,
stovnar og myndugleikar.
Hendan møguleikan sá
Pauli Einarsson á Tvøroyri
og hann fór tí undir at skipa
eina tilbúgving í sambandi
við
oljuvinnuna
undir
Føroyum.
Hann stovnaði felagið PE
Consulting,
sum
aftur
hevur eitt dótturfelag við
navninum OSRF (Oil Spill
Response Faroes).
OSRF hevur síðani gjørt
sáttmála
við
tey
fýra
samtøkini, sum bora eftir
olju undir Føroyum, um at
vera til reiðar við útgerð og
fólki um eitt óhapp skuldi
hent.
–OSRF hevur átikið sær
at reinsa eftir oljudálking,
bæði
úti
á
sjálvum
oljuleiðunum, undir landi
og framvið landi, inni á
firðum o.s.fr.
–Úti
á
sjálvum
oljuleiðunum
hava
vit
bundið okkum til at kunna
vera
á
staðnum
við
oljubyrgingum, súgvarum
og aðrari útgerð seinast
tveir
tímar
eftir
eitt
møguligt óhapp.
Fyri at kunna átaka sær
hesa uppgávuna, hevur
OSRF leigað útgerð frá
MMB í Noregi. MMB
(Maritim
Miljø
Beredskab), er eitt felag,
sum verksmiðjan, sum ger
útgerðina, Noren, eigur
saman við Allmaritim, sum
eru serkøn á økjunum og
tað
enska
felagnum,
Briggs,
sum
er
eitt
heimskent felag.
Umframt
sjálva
útgerðina, hevur MMB
eisini bundið seg til at lata
OSRF serkøna hjálp til at
halda skeið og til annars at
hjálpa til at byggja neyðuga
førleikan í Føroyum upp.
Útgerðin hevur verið
umborð á Faroe Connector,
men er nú umborð á Stril
Safety
og
tær
báðar
manningarnar
hava
so
eisini fingið skeið í at
brúka og halda útgerðina.
Eisini undir landi
OSRF hevur eisini átikið
sær at basa oljudálking
undir
landi
og
í
tí
sambandinum er samstarv
fingið í lag við Vaktar og
Bjargingartænastuna.
– Í tí sambandinum skal
ein súgvari setast umborð á
Brimil.
Men tekur dálking seg
upp inni á firðunum ella
framvið
landið,
har
kommunurnar
hava
ábyrgdina, er tað eitt mál,
sum eisini krevur samstarv
við
kommunalu
myndugleikarnar.
Pauli Einarsson sigur, at
hetta kann skjótt gerast
ógvuliga umfatandi hjá
eini kommunu, sum kanska
ikki er so fólkarík, tí nógvar
kommunur eru rættiliga
víðførar við langari strond.
Hann sigur, at hann tí
hevur roynt at fáa samstarv
við kommunurnar fyri at
fáa kostnaðin niður.
Hann heldur, at frægasta
loysnin er at kommurnar
hava felags útgerð, tí hevur
hann
útvegað
tríggjar
treylarar við ymsari útgerð.
Í hesum treylarum eru
oljubyrgingar,
súgvarar,
umframt útgerð til tríggjar
mans og íløt til at taka olju
upp við í mølini.
Treylararnir viga 2,4 tons
hvør og ætlanin er at hava
teir standandi ymsastaðni í
Føroyum, so at tað er skjótt
at koma á staðið við
útgerðini, um eitt óhapp
skuldi hent, sum fer at føra
dálking við sær.
Ein treylari skal standa í
Suðuroy
og
ein
við
oljuhavnina í Runavík.
Hvar tann triði skal
standa, um tað verður í
Havn ella í Klaksvík, er
ikki avgjørt enn. Tað mugu
myndugleikarnir gera av,
hvar tað er frægast at seta
hann,
sigur
Pauli
Einarsson.
–Tað er skjótt at koyra
ímillum bygdir og keypa
kommunurnar
útgerð
í
felag, verða betri ráð til at
útvega
góða
útgerð.
Samstundis
kunnu
serfrøðingarnir hjá OSRF
brúkast til at halda skeið
fyri fólki kring landið í at
brúka slíka útgerð, eins og
teir eisini kunnu halda
skeið í Suðuroynni.
So hvørt, skeið hava
verið, er tað eisini neyðugt
at gera avtalur við fólk
kring
landið
at
hava
umsjónina við útgerðini og
sum kunnu verða til reiðar
at tørna til, um brúk verður
fyri teimum. Eitt nú verður
neyðugt at gera avtalur um,
hvussu hesi fólkini kunnu
fáa frí frá arbeiði, um brúk
verður
fyri
teimum
í
tilbúgvingini.
Pauli Einarsson sigur, at
hvør súgvari klára at súgva
80 kubikk av olju upp um
tíman
og
í
samstarvi
viðIRF hava teir eisini
útvega tangar til at goyma
50.000 litrar í.
– Men í longdini er tað
neyðugt at hava størri
goymslu, tí skuldi eitt
álvarsligt óhapp tikið seg
upp, røkka 50.000 ikki alla
verðina. Tí er neyðugt at
hava tangar ymsastaðni í
landinum, sum taka so
frægt av olju, at vit klára
okkum til ein tangabátur
kann vera á staðnum.
Men
hendir
nakað
álvarsligt
úti
á
oljuleiðunum,
hava
oljufeløguni sjálvi avtalur
um, hvussu tann dálkingin
skal basast.
Hann heldur, at taka
kommunurnar seg saman í
ein slíkan felagsskap, kann
tilbúgvingin skjótt víðkast
til at umfata onnur øki
eisini.
– Í einum felagsskapi
koma kommunurnar at
standa nógv sterkari, um
dálking tekur seg upp, tí
útgerðin og útbúgvingin,
sum fólkið kring landið
fær, kann sjálvsagt eisini
eisini brúkast til aðra
dálking eisini, eitt nú um
eitt skip siglur á land og
oljalekur úr tí, ella um
onnur dálking tekur seg
upp.
– Nú hjava vit brúkt
oljuvinnuna fyri at fáa hesa
tilbúgvingina á føtur. Men
altjóða hagtølini vísa kring
, at oljuvinnan hevur bara
skyldina av 2% av tí
dálking, sum er er.
–Nógv
tann
størsti
parturin stendst av útláti frá
ídnaðarvirkjum av ymsum
slag, og frá skipum av
ymsum slag, sigur Pauli
Einarsson og tí er tað
neyðugt
at
hava
eina
munadygga tilbúgving. Tí
er tað eisini neyðugt at vita,
hvat vit hava við at gera, tí
øll møguligevni kunnu
verða í slíkari dálking, sum
kunnu geva fólki varandi
mein, um vit ikki ansa eftir.
Tí hevur tað alstóran
týdning at hava fólk kring
landið, sum dugur at brúka
útgerðina so at ein møgulig
oljudálking kann avmarkast
mest møguligt.
Pauli er til reiðar
tá ið óhappið hendur
Høvuðsstøðin hjá føroysku
oljutilbúgvingini er í eini
leigaðari høll á Drelnesi á
Tvøroyri. Her er Pauli
Einarsson við jeppinum, teir
júst hava keyp til
tilbúgvingina. Aftanfyri er
ein treylari, sum er fullur av
útgerð til at basa oljudálking.
Slíkir treylarir skulu standa
kring landið, so tað verður
skjótt at fáa útgerðina á
staði, skuldi eitt óhapp hent
Í summar var venjing í at
brúka oljuverndarútgerðina.
Her eru oljubyrgingar lagdar
út á Lopransfirði. Oljvinnan
hevur hjálpt til at fáa
einaveruliga tilbúgving á
føtur í Føroyum
C
M
Y
K
17
16