Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 27. november 2001 17 Stríðið um fyrsta pláss í HT-Open varð sera spennandi, har favoritturin, Ólavur Simonsen, í tøkum tíma fekk hálað seg inn á oddafiskin TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Undan næstseinasta um- farinum lógu Martin Poul- sen og Olaf Berg javnir í toppinum við seks stigum av sjey møguligum. Eitt stig aftari vóru Ólavur Simonsen og Hans Kristian Simonsen. Eisini kundi Herluf Hansen á fimta plássi blanda seg í toppin. Eftir áttanda umfar broyttist støðan í toppinum, eftir at Olaf og Martin heldur óvæntað taptu ímóti ávíkavist Johan E. Hansen og Herluf Hansen, meðan Ólavur Simonsen vann sítt avgerandi talv á Hans Kristiani. Tískil lógu tríggir javnir á odda undan sein- asta umfarinum, sum bleiv leikt fríggjakvøldið. Olaf og Ólavur vunnu sum væntað síni talv ímóti ávíkavist Eyðálvi Johanne- sen og Johan E. Hansen. Fyrrverandi føroyameist- arin Súni Ziska megnaði at fáa javnleik ímóti Martini, sum viðførdi at Martin mátti taka til takkar við deildum triðja plássi saman við Herlufi, sum vann á Andrias Ziska. Olaf og Ólavur vunnu tískil HT-Open 2001 við sjey stigum og eisini góðar virðislønir ognaðu teir sær. Umframt fyrstu virðisløn, vann Olaf eisini virðis- lønina sum besti unglingur í kappingini. Føroya Banki gav hesa virðisløn. Feðgar á ferð Verdir at nevna eru teir mongu lovandi ungling- arnir sum luttóku við góð- um úrslitum. Eitt nú Frí- bjartur D. Olsen við fimm stigum og Helgi Ziska - sonur Andrias Ziska - høvdu eina framúr góða kapping. Feðgarnir Andrias og Helgi fingu báðir hálvtfimta stig. Toppurin Olaf Berg 7,0/9 Ólavur Simonsen 7,0 Martin Poulsen 6,5 Herluf Hansen 6,5 Hans K. Simonsen 6,0 Johan E. Hansen 5,5 FM í útisetu Eitt umfar restar í kapp- ingini um at finna útiseta- føroyameistaran í Keyp- mannahavn. Eftir at tann vælleikandi klaksvíking- urin Terji Petersen óvæntað vann á Heina Olsen í sætta og næstseinasta umfarin- um, og Carl Eli N. Sam- uelsen vann á Finnbjørn Vang, er líkt til at Terji vinnur kappingina. Terji hevur fimm stig, meðan Finnbjørn og Heini hava hálvtfimta stig. Carl Eli kann ikki vinna við sínum hálvumfjórða stigi. Terji hittur Dannie Niel- sen, sum liggur aftastur, í síðsta talvinum, meðan Finnbjørn og Heini telva ímóti ávíkavist Regin Reinert og Ian Leyni, sum báðir liggja í tunga end- anum. Kasparov og Kramnik Leygardagin 1. desember fara Garry Kasparov og Vladimir Kramnik undir lítlan talvdyst, nevnd Bot- vinnik Memorial. Fyrr- verandi heimsmeistarin og russin Mikhail Botvinnik hevði verði 90 ár í ár. Ætlanin varð at eisini Anatoly Karpov skuldi luttaka, men hann valdi brádliga at bróta sáttmálan og fer ístaðin at telva í FIDE HM, sum byrjar í dag, týsdagin 27. novemb- er. Kasparov og Kramnik avgjørdu síðani at telva sínamillum, og skráin er hendan: Fýra vanlig lang- talv, síðani seks kviktalv (25 min hvør) og eftir hendan dyst fara kjemp- urnar at telva ein snardyst við tíggju talvum. Ein øgilig avbjóðing til báðar partar, kanska serliga gleðist Kasparov til dystin eftirsum hann fyri sløkum árum síðani tapti HM dystin ímóti júst Kramnik. Fylgið við á www.kasparovchess.com. Talvið hesa vikuna Martin Poulsen (2085) — Hans K. Simonsen (1965) HT-Open (6. umfar) Fronsk byrjan 1.e4 e6 2.Rif3 d5 3.Ric3 Rif6 4.e5 Rifd7 5.d4 c5 6.Be3 Ric6 7.Bb5 cxd4 8.Bxd4 a6 9.Ba4 b5 10.Bb3 Be7 (Rímiliga javnt eftir byrjanarspælið, men hvítur hevur nógv størri rásarúm) 11.0-0 Bb7 12.Re1 Rixd4 13.Fxd4 0-0 14.Rad1 (Rókarnir báðir eru nú við í talvinum, og væl standa teir) 14...Rc8 15.Fg4 Ric5 16.Rid4 Fb6? (Neyðugt var helst: 16...Rixb3) 17.Bxd5!! (Vinnandi leikur) Bxd5 18.Rixd5 exd5? (Svartur hevði seinasta møguleikan við Fb7, men hvítur fær tó kortini avgerandi fyrimun) Nú slóg Martin til og leikti: 19.Rif5 (Nú vinnur hvítur uttan trupulleika 19...Bf6 20.exf6 Fxf6 21.Rie7+ Kh8 22.Rixc8 Rie4 23.f3 (Og Hans Kristian gavst sjálvandi við róki minni) 1-0 Olaf og Ólavur vunnu Umframt fremsta plássið í kappingini, fekk Olaf Berg eisini heiðursløn sum besti unglingin Spenningurin var stórur, nú níggjunda umfarið í HT- Open varð leikt Fremstu telvararnir í kappingini vórðu teir báðir, Olaf Berg og Ólavur Simonsen, sum her standa ytst í borðunum. Teir báðir í miðjuni eru Herluf Hansen og Martin Poulsen 17 16 Nr. 229 - 27. november 2001 Bárður B. Mikkelsen hevur staðið seg væl í danska felagnum Holte - men bara í landskappingini. Hann hevur ikki loyvi til at spæla í steypakappingini, og nú Holte eisini skal í Europa Cup, verður Bárður ikki við á vøllinum. Orsøkin til tað er stutt sagt tann, at hann er føroyingur FLOGBÓLTUR Emil Lisberg Jacobsen Tað hevur gingið væl hjá føroyska landsliðsleikaran- um Bárður B. Mikkelsen, sum spælir hevari hjá Holte IF í bestu donsku deildini. Og tað gongur eisini væl hjá sjálvum liðnum, sum um vikuskiftið spældi hálv- finalu í donsku steypakapp- ingini móti Middelfart VK. Holte, sum hevði heima- vøll, vann trygt 3-0 (25-16, 25-14, 25-19). Bárður var ikki við, tí hann hevur eisini spælt í steypakappingini við gamla felagnum hjá sær, Marien- lyst Volley. Reglurnar siga, at ein leikari ikki kann spæla við tveimum ymisk- um liðum í somu steypa- kapping. Danska steypafin- alan millum Holte og HIK Aalborg (vunnu 3-0 móti DHG Odense) verður leikt 18. desember í Århus, men tá kann Bárður sum vera man heldur ikki vera við sum annað enn áskoðari. Finalan verður annars millum tey bæði liðini, sum í løtuni eru fremst í Dan- mark. HIK Aalborg er nummar eitt, og Holte er nummar tvey. Spæliloyvi fyri 12.000 krónur Holte er eisini við í Europa Cup kappingini CEV Cup, men heldur ikki her sleppur Bárður upp í part. Tað er nevniliga soleiðis, at hann sum føroyingur ikki hevur spæliloyvi at leika fyri eitt danskt felag í Europa Cup samanhangi. Bárður hevur spælt landsdystir fyri Før- oyar og er tí í flogbóltshøpi at rokna sum føroyingur. Um Holte skal hava hann við, noyðist felagið at rinda 12.000 krónur um árið fyri eitt spæliloyvi. Ein órímil- iga stór upphædd, og rætti- liga óheppið hjá Bárði og Holte. Sum eitt plástur á sárið bjóðar Holte ivaleyst Bárði við sum áskoðari til kappingina, sum er í bosn- iska høvuðsstaðnum Sara- jevo. Tað verður vikuskiftið 7.- 9. desember, og talan er um 2. umfar í kappingini. Í fyrsta umfari vann Holte lættliga báðar dyst- irnar móti Azerroil Baku úr Aserbadjan 3-0. Hetta næsta umfarið er skipað sum eitt ólkaumfar við fýra liðum, sum øll spæla ímóti øllum. Umframt Holte eru liðini Sarajevo úr Bosnia, Eregli úr Turkalandi og CSKA Sofia úr Bulgaria. Næsti dysturin hjá Holte verður annars nú sunnu- dagin í donsku landskapp- ingini móti DHG Odense, og tá sleppur Bárður so at vera við. Holte hevur longu tryggjað sær pláss í enda- spælinum, sjálvt um tveir dystir eru eftir at spæla áðr- enn jól. Súni Olsen og FC Zwolle máttu óvænt- að taka til takkar við javnleiki móti botn- liði HOLLAND Jákup Mørk Súni Olsen kom á vøllin seinastu 25, tá FC Zwolle minuttirnar leikti javnleik, 2-2, ímóti Helmond Sport. Úrslitið var heldur óvæntað, tí á stigatalvuni er stórur munur millum tey bæði liðini, og í Zwolle verður heldur ikki dult fyri, at úrslitið var eitt vónbrot, Á heimasíðu felagsins verður enntá tikið til, at nú kann Zwolle gloyma alt um ein oddasess, men so svart er tað ikki enn í øllum før- um. Munurin upp til Excelso- ir er í løtuni seks stig, men enn eru 19 dystir eftir at spæla, so Súni og teir hava framvegis møguleikan. Bárður er við men sum áskoðari Føroysku liðini í Danmark spældu hvør sín javnleik sunnudagin SUPERLIGA Jákup Mørk Eingin føroyingur var á vøllinum, tá 17. umfar í donsku superliguni varð avgreitt sunnudagin. OB var á vitjan í Viborg, og uttan Johan Byrial Hansen eydnaðist tað teim- um av Fjóni at fáa eitt stig við sær heimaftur. OB var annars á odda í dystinum, sum endaði 1-1. FCK skuldi somuleiðis á útivølli royna seg móti AB, og tað var um reppið, at FCK vann móti liðnum, sum í løtuni er á øðrum plássið. Tá klokkan var far- in um teir 90 minuttirnar var FCK framvegis á odda, men í yvirtíðini endaði ein bóltur í málinum eftir trunkaspæl. FCK-leikar- arnir vildu vera við, at bólt- urin ongan tíð hevði verið innan fyri strikuna, men dómarin lat ikki við seg koma. Iðranin um stigamissin gjørdist ikki minni í FCK, tá tað seinni frættist, at Brøndby púra óvæntað hevði tapt 1-0 fyri botn- proppinum úr Silkeborg. Við fyrrverandi leikaran- um, Morten Bruun, venj- arasessinum hevur Silke- borg nú vunnið tveir dystir á rað, og útisigurin móti Brøndby gevur helst góðar vónir fyri framtíðina. Mánakvøldið eftir evsta- mark okkara skuldi Esbjerg spæla útidyst móti FCK, so kanska kemur ein føroying- ur kortini á vøllin hetta um- farið. Óvæntaður javnleikur Tveir javnleikir Støðan, meistaradeild kvinnur Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig TB 6 4 1 16 5 11 10 ÍF 5 3 2 11 7 4 6 Dráttur 5 2 3 9 11 -2 4 Mjølnir 5 2 3 7 11 -4 4 Fleyr 5 1 4 5 14 -9 2 Støðan, meistaradeild menn Støðan Dystir Sett * Lið leiktir vunnir taptir vunnin tapt munur Stig Fram 6 5 1 16 10 6 10 SÍ 6 5 1 16 6 10 10 Mjølnir 5 2 3 9 11 -2 4 Fleyr 5 2 3 9 11 -2 4 ÍF 6 0 6 5 18 -13 0 Hull fekk bert mál- leysan javnleik burtur úr dystinum móti Bristol Rovers, og hetta var minni enn ætlað ONGLAND Jákup Mørk Hull City mistu leygardag- in tvey týdningarmikil stig, tá tað ikki eydnaðist teim- um at vinna á Bristol Rov- ers í ensku triðju deildini. Bristol hevði undan hes- um dystinum ikki skotið mál í fimm dystir á rað, og hetta eydnaðist teimum heldur ikki hesa ferð. Í ensku miðlunum verður sagt, at tað var rár hending, at Bristol hótti málið hjá Hull, men hóast Julian og teir so ruddiliga vóru við yvirlutan, so eydnaðist teimum ikki at seta avger- andi bóltin í kassan. Tí er einki at siga til, at stóra hetjan eftir dystin var málverjin hjá Bristol Rovers, Scott Howie. Fleiri ferðir hevði hann framúr- skarandi bjargingar, sum onkursvegna noyddi Hull at fara málleysar av vøllinum. Julian Johnsson spældi all- ar 90 minuttirnar hjá Hull. Javnleikurin merkir, at Hull nú er á fjórða plássin- um í fjórðbestu ensku deildini, men bert eitt stig er upp til annað plássið, sum hevur beinleiðis upp- flytan til aðru deild. Støðan, danska superligan vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Brøndby 17 12 - 3 - 2 42 9 33 39 2 AB 17 8 - 7 - 2 28 16 12 31 3 FCK 17 8 - 6 - 3 26 16 10 30 4 AaB 17 9 - 3 - 5 28 24 4 30 5 Esbjerg 16 8 - 2 - 6 22 23 -1 26 6 FCM 17 6 - 7 - 4 24 15 9 25 7 OB 17 6 - 6 - 5 25 25 0 24 8 Viborg 17 3 - 8 - 6 19 22 -3 17 9 AGF 16 3 - 5 - 8 17 26 -9 14 10 Lyngby 17 2 - 7 - 8 16 30 -14 13 11 Vejle 17 3 - 4 - 10 20 45 -25 13 12 Silkeborg 17 2 - 4 - 11 13 29 -16 10 Føroyskir leikarar: Todi Jónsson (FCK), Johan Byrial Hansen (OB), Christian Høgni Jacobsen (Esbjerg) Støðan, hollendska toto-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Excelsoir + 15 11 - 2 - 2 33 11 22 35 2 Emmen 15 9 - 4 - 2 28 17 11 31 3 RBC Roo’daal 15 8 - 5 - 2 34 18 16 29 4 FC Zwolle 15 8 - 5 - 2 28 17 11 29 5 ADO Den Haag 15 8 - 4 - 3 22 12 10 28 6 BV Veendam 15 8 - 4 - 3 31 22 9 28 7 Cambuur/L. 15 8 - 3 - 4 25 14 11 27 8 Haarlem 15 6 - 4 - 5 19 19 0 22 9 Dordrecht ‘90 15 6 - 3 - 6 30 23 7 21 10 FC Volendam 15 6 - 2 - 7 27 22 5 20 11 G.A. Eagles 15 4 - 5 - 6 26 35 -9 17 12 Storm/Telstar 15 4 - 4 - 7 21 20 1 16 13 MVV 15 4 - 4 - 7 20 26 -6 16 14 VVV 15 5 - 0 - 10 26 32 -6 15 15 Heracles A. 15 4 - 2 - 9 20 23 -3 14 16 Helmond Sp. 15 3 - 5 - 7 11 24 -13 14 17 Top/Oss 15 2 - 1 - 12 10 48 -38 7 18 Eindhoven 15 1 - 3 - 11 16 44 -28 6 Perioduvinnarnari eru merktir »+« Føroyskir leikarar: Súni Olsen (FC Zwolle) Støðan, enska 3. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Plymouth 20 13 - 5 - 2 31 11 20 44 2 Rochdale 20 11 - 5 - 4 31 20 11 38 3 Mansfield 20 11 - 5 - 4 32 22 10 38 4 Hull 20 10 - 7 - 3 33 20 13 37 5 Luton 20 11 - 3 - 6 40 27 13 36 6 Shrewsbury 20 10 - 4 - 6 31 23 8 34 7 Scunthorpe 20 8 - 8 - 4 36 20 16 32 8 Kidderm. 20 8 - 5 - 7 19 18 1 29 9 Hartlepool 20 8 - 3 - 9 24 17 7 27 10 R&D 20 6 - 9 - 5 20 19 1 27 11 Cheltenham 20 6 - 8 - 6 28 29 -1 26 12 Leyton O. 20 7 - 5 - 8 28 31 -3 26 13 Darlington 20 7 - 5 - 8 24 29 -5 26 14 Exeter 20 6 - 6 - 8 22 34 -12 24 15 Lincoln C. 20 5 - 8 - 7 21 22 -1 23 16 Southend 20 7 - 2 - 11 22 25 -3 23 17 Swansea 20 6 - 5 - 9 26 31 -5 23 18 Oxford Utd. 20 5 - 7 - 8 20 22 -2 22 19 York 20 6 - 4 - 10 24 34 -10 22 20 Bristol R. 20 5 - 6 - 9 14 22 -8 21 21 Torquay 20 6 - 3 - 11 15 29 -14 21 22 Macclesfield 20 4 - 7 - 9 17 27 -10 19 23 Halifax 20 4 - 7 - 9 14 28 -14 19 24 Carlisle 20 3 - 7 - 10 15 27 -12 16 Føroyskir leikarar: Julian Johnsson (Hull City) Mistu á heimavølli C M Y K 16