fríggjadagur 23. oktober 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 203 - 23. oktober 2009
Færri ferðsluskaðar
Hóast teir donsku fjølmiðlarnir javnan siga frá søgum um
skilaleysar bilførarar, vísa hagtølini, at færri fólk fáa skaða í
donsku ferðsluni nú enn fyrr. Blaðið JydskeVestkysten skrivar í
dag, at níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár fingu 3.744 fólk skaða í
ferðsluóhappum. Tað er 17 prosent færri enn í somu mánaðum í
fjør og tað minsta í fleiri ár, skrivar blaðið. Sambært Rådet for
Større Færdselssikkerhed fáa færri fólk til gongu og færri fólk á
prutli skaða í ferðsluni nú. Eisini hava átøk ímóti rúsdrekka
koyring hava sína jaligu ávirkan, skrivar JydskeVestkysten.
Ísland hevur svarað ES
ES fekk í gjár svar upp á teir mongu spurningarnar, sum
samveldið sendi íslendsku stjórnini, tá Ísland bað um
samráðingar um limaskap í samveldinum. Morgunblaðið
skrivar, at íslendska svarskrivið er meiri enn 2.600 síður
stórt. Harafturat koma fylgiskjøl, og við teimum er talan um
8.870 síður tilsamans, skrivar blaðið. ESnevndin fer nú at
kanna svarini, og niðurstøðan hjá nevndini verður so løgd
fyri ríkis og stjórnarleiðararnar, sum so skulu taka støðu til,
um Ísland lýkur treytirnar sum formligur umsøkjari.
Kanningin »Førleiki
í útlegd«, ið Rógvi
Absalonsen, sum
er í starvsvenjing á
føroysku sendistovuni
í London hevur gjørt
vísir, at føroyingar í
Bretlandi yvirhøvur
kenna ein sterkan
samleika við Føroyar.
– Hetta kemst helst
av, at føroyskir
útisetar í Bretlandi
yvirhøvur eru ungir,
og hava verið stutta
tíð í Bretlandi, metir
Rógvi Absalonsen
ÚTISETAR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Rógvi Absalonsen úr Havn
er í løtuni í praktikk á før
oysku sendistovuni í Lond
on, og eitt av krøvunum er,
at hann skal skriva ein upp
gávu, meðan hann er har.
Hann hevur tí valt at gera
eina kanning av føroyskum
útisetum í Bretlandi.
Eg havi altíð havt stóran
áhuga í føroyingum, sum
fara uttanlands í lestrar
ørindum, og tí var tað upp
lagt at mín uppgáva skuldi
snúgva seg um tað. Eg havi
sjálvur verið útiseti, og helt
at tað kundi verið áhugavert
at gjørt hesa kanningina, og
eg havi rynt at gjørt hana so
umfatandi sum gjørligt,
sigur Rógvi Absalonsen.
Verkætlanin viðgerð hug
burðir, samleikar og fram
tíðarætlanir hjá føroyskum
útisetum í Bretlandi. Rógvi
Absalonsen staðfestir, at
høvuðsorsøkin til, at føroy
ingar flyta til Bretlands, eru
lestrarørindi.
Talið av lesandi, ið velja
at útbúgva seg í Bretlandi,
er vaksandi, og tað hongur í
stóran mun saman við av
gerðini hjá Stuðulsstovni
num í 2002 at hækka ÚSUN
(Útbúgvingarstuðul til les
andi uttanfyri Norðurlond)
upp í 120.000 krónur.
Kanningin vísir, at føroy
ingar hava eitt ynski um at
búgva uttan fyri Føroyar,
meðan teir lesa. Føroyingar
flyta í stóran mun til Bret
lands at lesa fyri at »royna
nakað nýtt« og eisini sæst, at
føroyingar klára seg væl,
bæði í arbeiði og undir lesn
að, og hava lætt við at finna
seg til sættis og trívast í nýggj
um sosialum umhvørvi.
Norðurlendskan
samleika
Kanningin vísir, at tað eru
trý mál, umframt starvs
møguleikar, sum útisetar
eru srliga misnøgdir við, og
sum hava stóra ávirkan á
avgerðina um bústað í
framtíðini.
Eitt er, at samfelagið er
konservativt, eitt er, at tað
er ov dýrt at ferðast ti log úr
Føroyum og eitt er, at
bústaðarviðurskiftini
ikki
eru nøktandi.
Hinvegin kenna føroy
ingar ein sterkan føroyskan
samleika, men samstundis
menna teir eisini ein norður
lendskan samleika. Hetta
kemst uttan iva av, at serliga
í London er eitt altjóða
samfelag savnað, og tá tú
hittir kinverjar ella indarar
har, ið koma frá londum við
hundraðtals milliónum og
milliardum íbúgvum, so
duga hesir illa at ímynda
sær eitt samfelag við færri
enn 50.000 íbúgvum. Tí
verður lættari at kalla seg
norðurlending
í
slíkum
støðum,
heldur
Rógvi
Absalonsen.
Men tað, sum eyðkennir
føroyskar útisetar í Bret
landi, er, at teir í fyrsta lagi
Føroyinga
”
Eg búgvi í London,
og tað er ikki akkurát
tað sama, sum at
búgva aðrastaðni
í Bretlandi. Hetta
er ein mega stórur
býur (...) og mær
dámar væl, tí at
tað er ógvuliga
internationalt. Fólk
koma allastaðni frá
Kvinna, 25, arbeiðandi,
3. árið í London
»
Tað var soleiðis, at tá ið eg einaferð kom
hendan vegin... at ein býur sum London
er ein góð avbjóðing. Tað var nakað, sum
eg vildi upprunaliga. Eisini tá mann
hevur áhuga í ar fáa sær útbúgvingina
her og praktisera her... tað gevur nakað
eyka, tí at tað er London. Tað er líka sum
eitt heilt serligt stað
Maður, 29, lesandi,
5. árið í London