Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 19 VIKUSKIFTI Mín besta uppskrift er nýggjur teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman við mynd av rættinum og navni á kokkinum. Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki hava verið almannakunngjørdar áður. Send tína bestu uppskrift til: Sosialurin Postboks 76 FO-110 Tórshavn mrk. uppskrift Ella til post@sosialurin.fo. hártræ inna törnroos inna@sosialurin.fo Eitt træð, sum er gjørt av hárið. Hvør hevði trúð, at tað bar til? Tær á salong Vera Klipt sóu onga forðing í hesum, og gjørdu flottu vinnarafrisýruna á salong­ showinum sunnudagin. – Meiningin var, at vit skuldu gera eitt fuglabúr, men tá vit vóru komnar eitt sindur ávegis líktist búri mest einum træði, sigur Vera Larsen. Modellin Ingibjørg hevur sera langt og tjúkt hár. Vera hevur nýtt hana einaferð fyrr til salongshow í 2007. Tá avgerðin var tikin, at tað var eitt træð, sum skuldi gerast, fóru tær út at leita eftir leyvum at festa í hárið og greinar til armarnar hjá Ingibjørg. – Vit byrjaðu klokkan 10 um morg unin og vóru lidnar um klokk­ an 18. greiðir Vera Larsen frá. Tær vóru allar við frá salongini og skift­ ust um at arbeiða við trænum. Hárið varð viklað upp á jarn­ træðrir so, at tað skuldi síggja út sum greinar. Ingibjørn varð øll sum hon var, rulla inn í svarta foliu, og greinar stungnar inn, so at hon rættiliga sá út sum eitt træð. Hon varð smurd við heystligum litum, brúnt, grønt og gylt. Ein av dómarunum á salong­ show inum, Karin Sólsker sigur, at tað var ein total "waw­effekt" tá træðið kom inn á pallin. – Tað var so stórt og so ómetaliga flott, so har var eingin ivi í, at hetta var vinnarin, greiðir Karin frá. Vera Larsen er glað um, at tær vunnu og staðfestir at hetta nokk ikki er ein frisýra man ger tvær ferðir. Salong Evoke vann bólkarnar damur og harrar. Átta tímar at gera hártræið Mín besta uppskrift lagt tIl rættIs: Inna Törnroos UppsKrIft: Andrea Reynstind 3 dl av sukri 1,5 tsk av vaniljusukri 0,5 tsk av salti 4 spsk av kakao 1,5 dl av hveitimjøli 2 egg 100 g av smøri ella margarini Kleiggjut sjokulátakaka Blanda sukur, vaniljusukur, salt, kakao og hveitimjøl saman. Smelta smørið. Koyr eggini og smørið í. Smyr ein eldfastan form og koyr deiggið í. Hita ovnin til 160 hitastig og baka niðarliga í ovninum í umleið 35 minuttir. Borðreið við róma og frískum fruktum. Uppskriftin, sum verður prentað í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,- frá Thomas Dam búnýti tórshavn Niels Finsensgøta 18 tel. 36 30 00 saltangará Heiðavegur 56 tel. 44 76 04 Hártræðið vann "Fantasy-bólkin" á salongshowinum