fríggjadagur 23. oktober 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 23. oktober 2009
27
lýsiingar
Demokratia á ferð – fyrilestrar kring landið
Fyrilestrarnir viðgera evni, sum snúgva seg um javnstøðu í politikki, um
demokrati og politisk rættindi og um aðrar spurningar, ið eru viðkomandi fyri
arbeiðssetningin hjá Demokratiu, sum er økt javnstøða í politikki.
Persónarnir, sum høvi verður at hoyra, og teirra fyrilestrar, eru:
Hallbera West heldur fyrilesturin Tá politisk rættindi ikki eru nokk
Bjørt Samuelsen heldur fyrilesturin Tora vit at vilja valdið? Um at gera
seg galdandi á politiska vígvøllinum og vera sjónlig í fjølmiðlunum og í
almenna rúminum.
Sámal Matras Christiansen heldur fyrilesturin Javnstøða fyri øll? Ella
bara fyri Yuppie kvinnur? Tríggjar hypotesur um javnstøðu
Halgir Winther Poulsen heldur fyrilesturin Um demokrati sum hugtak
Sonja Jógvansdóttir heldur fyrilesturin Javnstøða í tómgongd
Elin Mortensen heldur fyrilesturin Hava vit ikki javnstøðuí Føroyum?
John Dalsenni Olsen heldur fyrilesturin Kvinnur og menn
– fólkaræði og sannleiki
Mikukvøld er DeMokratia-kvølD. Fyri at kalla allar
føroyingar. tí nú fer Demokratia undir áhugavert tiltak, sum
verður á skránni 3 mikukvøld í oktober og november. talan er
um fyrilestrar, ið verða hildnir á 6 ymsum støðum í Føroyum.
Støðini, har fyrilestrarnir verða hildnir, eru:
Suðuroy: Skúladepilin í Hovi, kantinan
Sandoyggin: Skúlin á Sandi
Vágar: Skúlin á Giljanesi
Streymoy: Søgu- og samfelagsdeildin,
J. Broncksgøta 25, 4. hædd
Eysturoyggin: Handilsskúlin á Kambsdali
Norðuroyggjar: Tekniski skúlin í Klaksvík
Fyrilestrarnir verða hildnir mikukvøldið
28. oktober, mikukvøldið 11. november og
mikukvøldið 25. november. Tiltøkini byrja
klokkan 19.30 og vara umleið ein tíma.
Ein fyrilestur verður á hvørjum staði.
tiltøkini eru almenn og ókeypis. eisini verður
høvi hjá áhoyrarunum at seta spurningar.
D E M O K R A T I A
Lesið meira um fyrilestrahaldararnar og um skránna fyri tiltøkini á www.demokratia.fo
S á m a l
H a l G i r
H a l l B E r a
E l i n
J o H n
B J ø r T
S o n J a
Skráin 28. oktober 2009
Klaksvík: Javnstøða í tómgongd
(Sonja Jógvansdóttir)
Kambsdalur: Javnstøða fyri
øll? Ella bara fyri Yuppie kvinnur?
Triggjar hypotesur um javnstøðu
(Sámal Matras Kristiansen)
Tórshavn: Tora vit at vilja valdið?
Um at gera seg galdandi á
politiska vøllinum og vera sjónlig í
fjølmiðlunum og í almenna rúminum
(Bjørt Samuelsen)
Vágar: Tá politisk rættindi ikki eru
nokk - Fyrilestur um fólkaræði og
kvinnuliga politiska luttøku
(Hallbera West)
Sandur: Um demokrati sum hugtak
(Halgir Winther Poulsen)
Suðuroy: Hava vit ikki javnstøðu
í Føroyum? (Elin Mortensen)
Dagligur leiðari til
pensjón og trygging
Ábyrgdarøki og uppgávur
Sum dagligur leiðari hevur tú ábyrgdina av teimum starvsfólkunum, ið starvast
innan pensjónsøkið á Eik Markets. Arbeiðsstaðurin verður í høvuðssætinum Yviri við
Strond í Havn. Tú vísir til leiðaran á Eik Markets, men fært dagligu ábyrgdina av at:
• menna nýggjar tænastur og hava samskifti við produktveitarar
• menna og coacha pensjónsumboðini úti í deildarnetinum
• tillaga pensjónsøkið til komandi nýskipanina av pensjónsøkinum í Føroyum
• viðlíkahalda og menna okkara íløgukonsept
• skipa fyri tøkniligu menningini av skipanum, ið eru tengdar at pensjóns- og
tryggingarøkinum í Eik banka
Fakligir førleikar:
Vit vænta, at tú hevur áhuga fyri arbeiðsøkinum, og flair fyri tølum. Royndir og
útbúgving innan pensjóns- og tryggingarøkið er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Persónligir eginleikar:
Vit leita eftir einum starvsfelaga, har stutt er frá hugskoti til veruleika. Tú ert mál-
søkin og jalig/ur, hevur góð samstarvsevni og dugir at birta upp undir menningina
av teimum starvsfólkum, tú hevur ábyrgdina av.
Áhugaði kunnu venda sær til Sverra Justinussen, leiðara á Eik Markets á tlf. 348611,
teldupostur sverri.justinussen@eik.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður
lønt eftir avtalu. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 26. oktober 2009,
kl. 12.00 og skulu stílast til:
Eik Banki
Att.: Elin Sigvardsen, Starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
Ella í telduposti til elin.sigvardsen@eik.fo
Les meira um starvið á
www.eik.fo
VASTI