fríggjadagur 23. oktober 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28 tíðindi
Nr. 203 - 23. oktober 2009
Íslendingar liva longst
Í nýggju árbókini við norðurlendskum hagtølum er mangt
áhugavert. Eitt nú sæst har, at íslendskir menn liva longri
enn teirra norðurlendsku brøður, og at íslendskar kvinnur
og svenskar kvinnur liva longri enn systrar teirra í hinum
londunum. Hagtølini vísa, at íslendskir menn liva 79,6 ár.
Ein frágreiðing er kanska, at sambært somu árbók eru tað
bara 20 prosent av monnunum í Íslandi, sum roykja. Teir
kunnu tó ikki kappast við sviar, tí í Svøríki eru tað bara 13
prosent av monnunum, sum roykja.
Ólógligt eftirlit
Danska reiðaríið Scandlines hevur fingið forboð fyri at
brúka kykmyndatól til at halda eftirlit við starvsfólki
umborð á ferjunum. Reiðaríið fekk kærur frá ferðafólki,
sum kærdu seg um, at starvsfólk umborð á ferjunum, sum
sigla millum Gedser og Rostock, hava stolið ymiskt frá
teimum. Tí gjørdi reiðaríið av at seta kykmyndatól umborð
á skipini at halda eyga við starvsfólkinum. Tað góðtók
manningarfelagið 3F ikki, og nú hevur tann í Føroyum
kendi hægstarættardómarin Thomas Rørdam givið
fakfelagnum viðhald.
Útlitini til enn eitt
umfar við svart
skygni, áðrenn tað
lýsnar av álvara, talar
fyri einum virknum
búskaparpolitikki
til at halda gongd
í virkseminum í
land inum varð ein
av niðurstøðunum
á fundi í Perluni í
vikuni
Búskapur
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Myndir Jan Müller
“Er heimsbúskapurin kom in
á botn?” var stóri spurn ing
urin, sum nógvu áhoyr ar nir
í Perluni mikukvøldið fingu
eitt svar upp á. Miku kvøldið
skipaði Føroya Banki fyri
einum vælvitj að um íløgu til
taki í Perluni, har viðurkendi
búskapar frøð ingurin Arvid
Jakobsen frá LD Invest gav
eitt boð upp á útlitini fyri
heims búskapin.
Búskaparfrøðingar hava
ein forkærleika fyri bók
stav um,
tá
konjunkturgongdin
í
búskapinum skal lýsast.
So leiðis hevur eisini verið í
sambandi við heims um fat
andi fíggjarkreppuna, sum
elvdi til enn ein lág kon
junktur í heimsbúskapinum
í 2008. Fyri at svara spurn
inginum um, hvussu skjótt
vit sleppa burturúr aftur
nagga tódnini, nýta búskap
ar frøðingar bókstavirnar U,
L, V og W.
Á heysti 2008 var hildið,
at hetta var ein heldur ógv us
lig niðurgongd í búskap in
um, sum fór at taka drúgva
tíð at koma burturúr aftur,
eins og eitt U. Men í nov em
ber 2008 steðgaði heims
handilin næstan full komiliga
upp í einum, og tað fekk
búskap arfrøðingar
fyrstu
mánarnar í 2009 at umrøða
møguleikan fyri, at vit
skuldu síggja eina end ur
tøku av tí stóru depressiónini
í 1930’unum, tá heims hand
il in síðstu ferð steðgaði full
komi liga
upp.
Gongdin
kundi soleiðis fara at líkjast
einum L.
Júst tá búskaparfrøð ing ar
nir og journalistarnir høvdu
funnið gomlu søgubøkurnar
um 1930’ini fram, tørnaði
framleiðslan í heims bú skap
inum fyri aftur í mars 2009.
Nú er man tí farin at tosað
um ein knappa búskapar
vend ing álík einum V. Hetta
hevur man eisini sæð aftur í
ógvusligum hækkingum í
partabrævakursunum kring
knøttin.
Men talan var um ser st a k
liga ógvusligar tillagingar í
vørugoymslunum kring knøt
t in, sum høvdu elvt til ein
nærum fullkomnan steðg í
heimshandlinum vetr ar mán
arnar. Av tí at vøkst urin í
endaliga eftir spurn inginum
var fallin munandi serliga
orsaka av, at húskini kendu
seg fátæk ari av lækkandi
húsa prísum, máttu fram leið
arnir kring knøttin í gongd
við at tillaga goymslurnar til
nýggju støðuna. Fyri at
minkað um goymslurnar má
fram leiðsl an minkað mun
andi meiri enn eftir spurn ing
urin, men tá goymslurnar eru
til lag að ar, fer fram leiðsl an
aftur at vaksa skjótt. Hetta
hava vit sæð síðani mars.
Her var so boðskapurin
hjá Arvid Jakobsen, at vit
næstu 36 mánarnar alra helst
aftur koma at síggja eitt ávíst
svartskygni breiða seg yvir
marknaðirnar, tí at endaligi
eftirspurningurin
ikki
er
komin fyri seg enn. Húskini í
USA eru fram veg is plágaði
av stórum arbeiðsloysi og
avleiðing un um av ógvusliga
lækkandi húsaprísum síðstu
3 árini. Tá eftirspurningurin
fram veg is er víkjandi, vil
fram leiðslan – nú goymsl
urnar aftur eru fyltar – tillaga
seg nýggja støði. Sostatt
kunnu vit fáa eina gongd
líknandi einum W.
Svarið
upp
á
stóra
spurn ingin
var
sostatt,
at
heims búskapurin
ikki er komin á
botn enn, men at
b ú s k a p u r i n
tvørturímóti kann væntast
at taka enn ein niðurtúr
kom andi 69 mánarnar inn
til rættuligi búskapar vøkst
urin slær ígjøgnum á sumri
2010. Tá so vøksturin av
álv ara slær ígjøgnum í
seinnu hálvu 2010 við
lækk andi arbeiðsloysi og
batn andi
álitið
hjá
húskjunum, gerst helst talan
um
mun andi
búskaparvøkstur.
Á íløgutiltakinum í Perl
uni hevði Johnny í Grót in
um, íløguleiðari í Føroya
Banka, eitt stutt innlegg um
búskapargongdina í Før oy
um síðsta árið og útlitini fyri
føroyska búskapin í ljós
inum av útlitunum til eina
vending í heimsbú skap inum
komandi ár. Føroyski búskap
urin er tætt tengdur at
gongd ini í heims bú skap
inum, tí al tjóða samhandilin
er lut falsliga stórur partur
av bú skapinum. Minkingin
í heims handlinum sæst aft ur
í, at mánaðarligi fiska vøru
útflutningurin úr Før oyum
er minkaður við umleið
40% síðani á sumri 2007.
Hinvegin er útflutn ings virð
ið av alifiski meiri enn tví
faldað í sama tíðar skeiðið, tí
er samlaði útflutn ingurin
bert minkaður um leið 67%.
Útlitini til enn eitt umfar við
svart skygni, áðrenn tað lýsn
ar av álvara, talar soleiðis
fyri einum virknum búskap
ar politikki til at halda gongd
í virkseminum í landinum.
Johnny í Grótinum frá Føroya Banka og Arvid Jakobsen búskaparfrøðingur í Perluni
Heimsbúskapurin
er ikki komin á botn
Nógv fólk høvdu leitað sær í Perluna at hoyra um heimsbúskapin