Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 11 VIKUSKIFTI Kjell Inge Røkke varð føddur í Molde í 1958, og mánadagin kann hann halda sín 51 ára føðingardag Hann telist millum ríkastu menn í Noregi, men verður ikki longur roknaður sum tann ríkasti. Ognin hjá Røkke er júst gjørd upp til 8,2 milliardir krónur, og í fjør skuldi hann av við góðar 65 milliónir í skatti. Røkke hevur verið nógv blandaður upp í fótbólt, og mett verður, at hann hevur brúkt einar 400 milliónir norskar krónur til felagið Molde. Eitt skifti átti Røkke í enska fótbóltsfelagnum Wimbledon Football Club. Røkke fór at sigla sum 18 ára gamal, og hann hevur onga hægri útbúgving. Sum ungur sigldi hann saman við fleiri føroyingum. Í 2005 sat Røkke í fongsli í 25 dagar, eftir at hann varð funnin sekur í korruptión í sambandi við loyvi til eitt skip. Dómurin var annars 120 dagar. Í 2005 fekk Røkke næstan ein triðing av atkvøðunum, tá ið Dagens Næringsliv valdi ársins toppleiðara Røkke er orðblindur, og hann heldur sjálvur, at tað hevur hjálpt at koma so langt, sum hann er komin sum vinnulívsmaður. Kjell Inge býr í Skøyen í Oslo Í 1982 fór Røkke undir sítt vinnulísvirksemi í USA, og bygdi upp sítt imperium gjøgnum eitt felag í Seattle. Á einum lista hjá tíðarritinum Forbes fyri 2009 var Røkke roknaður sum tann 468. ríkasti persóinurin í heiminum. 10 tIng um Kjell Inge Røkke Røkke er orðblindur Kjell Inge RøKKe eR víðagItIn sum vInnulívsmaðuR, veRðuR RoKnaðuR sum eIn tann RíKastI maðuRIn í noRegI, og hann hevuR bæðI sIglt saman vIð føRoyIngum og veRIð vIRKIn í føRoysKaRI fIsKIvInnu í nýggja táttinum siga kendir og ókendir persónar frá síni miðlanýtslu. MIðlAFRøðINgURIN BIrgIr KrUse HEvUR NógvAR MEININgAR UM HvAT EIN SKAl bRúKA SÍNA MIðlATÍð UppÁ. Dag- og vIKubløð lesi Sosialin og Dimmalætting á netinum, mest sum aldri í blaðformi. HeImasíðuR Eg eri alla tíðina á flestu føroysku portalum og heimasíðum. Havi google sum startsíðu og brúki onkrar dagar nógva tíð at skriva í mín egna blogg. tónleIKuR beint nú lurti eg eftir nýggju fløguni hjá Halli Joensen og fegnist um teir sangir, sum føroyingar hava skrivað til hansara, serliga Jákup Zachariasen og Niklas Johannesen. Teir duga ein altjóða popp-formul, sum bara riggar á plátu. Onnur Symfoni hjá gustav Mahler liggur aldri langt burtur. DvD Eg hyggi nógv í sjónvarp, bara onkutíð í DvD. Tími ikki at keypa DvD filmar, men havi onkuntíð lánt DvD á býarbókasavninum. Síðsta góða DvD uppliving var stuttfilmurin ’passasjeren’ eftir Sakaris Stóra úr Skopun. Stór filmslist í 9 minuttir. Síðsta stóra spælifilmsupplivingin í sjónvarpi var ’El Orfanato’ (barnaheimið) á Canal+. Má eisini nevna at eg sá ’Antichrist’ hjá lars von Trier í filmklubbanum í Kringvarpinum hóskvøldið í farnu viku. gott tiltak og sterk enduruppliving. magasIn Eg haldi einki magasin ella blað í løtuni. Fyrr helt eg Weekendavisen, Rolling Stone, vox og fleiri filmsbløð, men blaðmarknaðurin er fyri mítt viðkomandi fluttur út á netið. Men magasin-sendingarnar í sjónvarpinum eru fínar. Serliga hin seinasta um Sterkan veikleika. Heimligt og nærverandi. sjónvaRpsRøð plagdi at hyggja at danskari satiru sum ’Flemmings helte’, men í løtuni er eingin. Kanska er tað tí eg eri dottin inn á ’big love’ á Canal+ og ’lærkevej’ á Tv2. Hugvekjandi gerandisdrama. Kundi hugsað mær tað sama í Kringvarpinum! bøKuR Eg lesi javnt nógv ymiskt, men aldrin eina heila bók. lesi fyrst og fremst klassiskar, danskar yrkjarar sum Tove Ditlevsen, Michael Strunge og Henrik Nordbrandt, men eisini bloggarar, sum reindyrka ein essay-form. Tað kunnu vera Erlend loe og garrison Keilor, men eisini Jóanes Nielsen, tá hann skrivar tíðargeinar í bløðunum. Elski hansara gløðandi penn. ÚtvaRp ’Rót og rútma’ er mín yndissending, tí hon er gjørd við hjartablóði. Royni at lurta eftir tíðindasendingunum. Mær dámar best tá útvarpið fer í dýpdina og tekur lurtaran í álvara. Rás2 fangar meg sjálvdan. telefon Eg havi eina Sony W980, sum eg brúki at tosa og sms:a við. Fyri ikki at vera á netinum alla tíðina havi eg sett eitt skott her. lesi ikki teldupost á telefonini, bara á telduni. Hvat vIlt tÚ IKKI bRÚKa tíð uppá? líkagyldigheitir og tá verturin gloymir lurtaran. Her er ’Forbrydelsen’ fyrst fyri. Hvat IRRIteRaR teg í mIðlunum? Manglandi redaksjonellur greiddleiki, sum til dømis stóra evnið tilflytarar í seinasta vikuskiftis Sosialini. Hetta mál gekk aftur í fleiri greinum, uttan eina sambindandi vinkling. Í útvarpinum tá redaksjónin velur at brúka benny Hill ljóðmyndir í tíðindunum, men eisini tá upplesarar ikki fyrireika seg, men hakka seg gjøgnum tekstin. Og ikki minst tá teir upp í saman missa tráðin í ítróttarsendingum í sjónvarpinum. Hvat vIlt tÚ Hava meIRa av í mIðlunum? Haldi bløðini gera tað tey kunna. Í Kringvarpinum eina livandi mentanarsending, sum hvørja viku vendir sær til brúkaran. Eina fiskivinnusending, ið blæsir lív í alt, sum luktar av fiski. Streymandi dagførdan tónleik við saft og kraft, so eg slapp undan at tendra satelittradio fyri at hoyra Rammstein. Og so kundi eg hugsað mær smáar bitar av føroyskari sjónvarpsfiksjón. Ein minutt um mánaðin. Tólv um árið. Tað hevði eg elskað! mIðlaRnIR og eg Tað var gott, at vit fingu tað betur, men tað hevði verið betur, um vit fingu tað gott. Villy Sørensen danskur heimspekingur lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein lagt tIl rættIs: Inna Törnroos 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10