Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 203 - 23. oktober 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Føroyskar kvinnur í fokus á ST degi 24. oktober er ST dagur. Dagurin verður hildin fyri at minna á formligu stovningina av felagsskapinum Sameindu Tjóða eftir seinna heimskríggj, 24. oktober 1945. Síðani hevur verið skipað fyri tiltøkum um allan heim fyri at markera ikki bara henda dagin men eisini alt virksemið hjá ST. Eisini í Føroyum halda vit ST-dagin. M.a. gera Demokratia og Javnstøðunevndin vart við dagin, og hetta verður gjørt við tiltaki í Norðurlandahúsinum. Á skránni eru framløgur um Kvinnurættinda- sáttmálan hjá ST, eisini nevndur CEDAW. CEDAW varð samtyktur í ST í desember 1979 og fyllir sostatt 30 ár í ár. Sáttmálin hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1983 og varð staðfestur av Føroya løgtingi í 1987. Tiltakið byrjar klokkan 15 og endar klokkan 17. Tað verður Lisbeth L. Petersen, fyrrverandi løgtingskvinna, sum setir ST-dagin. ST fyllur nógv á altjóða pallinum, tó at hesin stovnur og tað hann stendur og arbeiðir fyri tíverri fyllur alt ov lítið í hugaheiminum og gerandislívinum hjá flestu av okkum. Summi eru entá farin at finnast at stovninum. Onkur heldur hann bara er eitt amboð hjá teimum sterku og ríku, meðan onnur halda, at ódemokratisk lond og lond, sum ikki virða mannarættindini sleppa at misnýta stovnin. ST er so mikið stórur og altumfevnandi felagsskapur, at tað slepst neyvan undan, at tað verða gjørd mistøk. Vit mugu so eisini liva við, at samtyktir, sum meiriluti í felagsskapinum ger, verða als ikki fylgdar. Hesar snúgva seg m.a. um innrásina hjá Ísrael í palestinsk øki. Hetta merkir, at ST má metast sum eitt amboð, ið vit bara mugu royna at fáa sum frægast burtur úr. Tað vil so vera, at tað verður torført at finna eina valdsjavnvág gjøgnum henda felagsskap, hóast øll heimsins lond eru limir. Hinvegin mugu vit ikki gloyma alt tað ótrúliga týdningarmikla arbeiði, sum er savnað undir ST regi. Her kemur felagsskapurin veruliga til sín rætt, eitt nú tá tað snýr seg um grundleggjandi mannavirði so sum rættin til eitt virðiligt lív. Vit kenna øll UNESCO og FAO fyri bert at nevna tvey av flaggskipunum undir ST. Í Føroyum verður so dentur lagdur á rættin hjá kvinnum á hesi degi. Eitt frálíkt tiltak og høvi at taka júst javnrættindini fram. Tað eru tey í hesum landi, sum helst halda hetta vera fjant og fjas og óneyðugt. Nei tað er tað so sanniliga ikki. Hyggið til Noregs, har tey eru so mikið framkomin og mentað, at helvtin av allari stjórnini eru kvinnur. Hví ikki eisini her heima, nú okkum dámar so væl at vísa til virðini, sum Norðurlond eiga og hjúkla um. Vit ynskja Demokratia og Javnrættindanevnd góða eydnu og vóna, at tingið ikki skerjir játtan til hesar felagsskapir, ið vit so avgjørt hava tørv á. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Ein av oddagreinunum í Sosialinum snúði seg um viðmerkingar í samband við 10. oktober, sum er aljóða dagur móti deyða­ revsing. Viðmerkingar vóru serstakliga ímóti USA, sum framvegis fremur deyðarevsing. Kina, sum fremur flestu deyða­ revsingarnar, varð ikki nevnt. Eisini mong onnur lond fremja deyðarevsing. Tá ið USA varð nevnt, fram um onnur lond, ið fremja deyðarevsing, so var tað helst tí, at USA verður mett at vera so mikið meiri framkomið land, enn onnur, at deyða­ revsing átti at verið søga. Nevnt varð í greinini, at deyðarevsing er avtikin í øllum teim europeisku londunum. Men er tað púra rætt? Eru fostur í móðurlívi ikki menniskju? Dag og dagliga verða deyðadómar sagdir yvir fostur í móðurlívi – og deyðadómar verður framdur – í øllum Europa og kring heimin. Tá ið vanliga verður talað um deyðarevsing, so verður einans talað um vaksin fólk og børn, sum eru fødd og borin í heim. Veruleikin er tann, at tað kemur fyri, at børn eru borin í heim, ið eru yngri enn tey, ið verða tikin við lógligari fosturtøku, og at læknar gera sítt ítarsta fyri at bjarga hesum hjálpar­ leysu og smáu mannabørn­ um. Júst í hesi løtu veit eg um tvíburðar hjá vinfólk­ um, sum læknar stríðast fyri at bjarga, eftir at teir vórðu nógv ov tíðliga føddir Dupultmoralur Fólk hava ymiskar hugsanir um deyðarevsing og seta fram sínar grundir fyri hesum. Sjálvur eri eg ímóti deyðarevsing, bæði av vaksnum fólki og ósek­ um fostrum í móðurlívi. Eg skilji ikki, at fólk, sum stríðast av øllum alvi móti deyðarevsing, men samstundis einki hava ímóti at børn verða týnd í móðurlívi og vilja berjast fyri lógum, sum loyva fosturtýning. Av summum verður hetta nevnt mannarættur! Tað er ikki mannarættur at taka lív Vit skulu ikki taka lív, men verja lívið, ið skaparin hevur givið okkum øllum. Deyðarevsing og oddagrein í Sosialinum SvENNINg Av LoFtI Javningin eigur at vera løgd til rættis við varsemi og skili. Álitið um komm­ unala javning er ein bóltur, sum nú er spæld­ ur yvir til bæði lands­ og kommunupolitikkarar. Um vit fólkavaldu ikki halda tunguna mitt í munninum, er vandi fyri, at javningin verður eitt eljustríð Álitið um kommunala javn­ ing er áhugaverdur lesn­ aður, men tað er eisini eld­ fimur lestur, sum kann elva til so nógv politiskt stríð bæði millum kommunur og landspolitiskt, at javningin missir javnvágina. Um nakað skilagott skal fáast burtur úr krevst, at vit fólkavaldu fara undir orðaskiftið um javning við rætta hugburðinum. Javn­ ing snýr seg um at lata frá sær, har ein er sterkur, og fáa, har ein er veikur. Tað er ein samhaldsfastur hugsunarháttur, sum tó lættliga kann skeiklast, um kjakið um javningina t.d. fer ov nógv í smálutir. Verða vit fyrst og fremst okkum sjálvum næst í hes­ ari viðgerðini, so er vandi fyri, at vit gloyma upprun­ an til, hví vit yvirhøvur eru farin í holt við kommunalu javningina. Tá stendur bert eftir eitt endaleyst politiskt eljustríð, sum var betur ógjørt. Tað hevur alstóran týdn­ ing, at vit fólkavaldu í hesum málinum fara yvir­ skipað til verka og halda okkum har, um tað skal eydnast at fremja hesa stóru verkætlanina. Javningin verður í álitin­ um í høvuðsheitum býtt sundur í inntøkujavning og útreiðslujavning. Tað ber til at liða hesar høvuðstætt­ irnar sundur aftur í ótelj­ andi smálutir, sum kunnu elva til politiskt rumbul og eina javningartilgongd, sum at kalla ongan enda fær. Tað er ein spurningur um bæði hjá smáum og stórum kommunum at vera rættvís og rímilig í sínum ynskj­ um og krøvum í javningar­ tilgongdini. Hvussu nógvar greinar og javningarbólkar skal javningarskipanin grundast á, er ein viðkom­ andi spurningur at seta sær. Um tilgongdin verður eitt drúgt og gruggut polit­ iskt kjak, kunnu vit lættliga ímynda okkum, at einki kemur burturúr, ella at vit, tá ið av tornar, hava smíð­ að eina so torskilda skipan, at eingin skilir hana. Í londunum rundan um okkum ganga søgur um, at javningarskipanirnar eru so fløktar, at bara embætis­ maðurin, sum hevur gjørt hana, og hundurin hjá honum skilja skipanina. Latið okkum í hesum málinum taka saman lógva­ tak og gera eina javningar­ skipan, sum er skilagóð fyri føroysku kommunur­ nar. Eina skipan, sum fær kensluna av rættvísi fram í okkum. Eina skipan, sum eggjar til virskisfýsni, hóast talan á summum økjum verður um stuðul. Týdningarmest er tó, at javningarskipanin verður gjørd til føroyskar umstøð­ ur, og at vit ikki smoyggja eina útlendska skipan niður yvir okkum. Tað stendur ein avbjóð­ ing fyri framman, sum bert kann loysast til fulnar, um vit fara virðiliga til verka. Varaborgarstjóri, Tórshavnar Kommunu BogI ANdrEASEN Jávnvág skal vera í javningini