fríggjadagur 23. oktober 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 203 · 23 oktober 2009
12
VIKUSKIFTI
NorðurleNdska krimisøgaN steNdur sterkari eNN
NakraNtíð, meN tað koma alt ov Nógvar krimibøkur
út, heldur krimi-serfrøðiNguriN Peter
KirKegaard. haNN vóNar, at markNaðuriN
fer at fiNNa eiNa meira hóskaNdi legu, so tað
verður lættari at síggja, hvat er gott, og
hvat er miNNi gott. Peter kirkegaard viðmælir
eisiNi tær bestu NorðurleNdsku krimibøkurNar
Vit súpa
krimi
søgur
Keldur:
Anna Ellingsgaard - »Eina góða krimi at pína seg við« (greið í Sosialinum, mai 2009)
Eyðun Klakstein - Samrøða við Peter Kirkegaard (Rás2, mai 2009)
Krimi
eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Norðurlendska krimi-søgan stendur
sterkari enn nakrantíð. Alt fleiri krimi-
bøkur verða seldar, alt fleiri bøk ur
verða givnar út, og alt fleiri rithøv-
undar bjóða seg fram.
Nøvn sum Sjöwall-Wahlöö, Liza
Marklund, Jo Nesbø, Håkan Nesser,
Steig Larsson, Gunnar Staalesen,
Anna Holt, Arne Dahl og fleiri selja
túsund tals – og aftur túsundtals – av
sínum krimi søgum. Lesararnir súpa
krimisøgurnar, og seinastu árini hevur
rákið verið, at fólk kunnu næstan ikki
fáa nóg mikið av spenningssøgum.
– Ein orsøk til, at vit lesa fleiri
krimi bøkur er, at bókamarknaðurin er
á trem ur við krimi bókum, og forløgini
hava funnið út av, at tað er góð søla
í spenn ings søgum, og tí verða hesar
søgur nar oystar út á marknaðin, sigur
Peter Kirkegaard, sum er danskur krimi-
ser frøð ing ur. Hann hevur granskað í
krimi-bókmentum, og hann hevur í
nógv ár eisini verið ummælari í blað-
num Informatión.
– Tað koma alt ov nógvar krimibøkur
út, og marknaðurin er við at verða
mett aður. Eg vóni, at vit fara at finna
eina meira hóskandi legu, so vit betur
síggja, hvat er gott, og hvat er minni
gott. Nógv av tí, sum kemur út nú á
døg um, er ikki nóg gott.
Norðurlendsk traditión
Norðurlendska krimisøgan verður
roknað sum ein serligur stílur ímillum
altjóða spenningssøgurnar, og byrjanin
var miðskeiðis í sekstiárunum í
Svøríki.
– Tá vit tosa um norðurlendskar
krimi bókmentir, tosa vit í grundini um
tradi tióinina, sum byrjaði við Sjöwall-
Wahlöö í 1965. Vit tosa um sam felags-
kritiskar spenningssøgur, har brots gerð-
in víst er ræðulig, men hon kann eisini
forklárast við sosialum misforholdum,
sigur Peter Kirkegaard.
– Tað er greiður munur á norður-
lendsk um krimi-søgum og eitt nú
teimum amerikansku, serliga tá vit tosa
um, hvør er høvuðspersónur. Í USA er
ein sterk traditión við tí einsa malla
detektivunum, meðan tær norður-
lendsku søgurnar ofta hava eitt koll-
ektiv í spæli.
Amerikanska krimisøgan verður
ofta mett sum tann hartkókaða, tann
enska sum tann uppklárandi, og hóast
tað eru element av hesum báðum í
norðurlendsku krimisøguni, hevur
hon meira rót í einum samfelagsligum
engagementi.
Vilja pínast
Peter Kirkegaard heldur, at tað at fólk
tíma so væl at lesa krimisøgur, snýr
seg grundleggjandi um, at fólk vilja á
ein hátt fara ígjøgnum líðingar saman
við einum skaldsligum persóni og so
uppliva grøðing at enda.
– Krimilesarar fara sjálvbodnir inn í
alskyns svínari og ræðuleikar, har teir í
loyndum njóta at vera 'samsekir'
í brotsverkunum. Men eg trúgvi
ikki, at krimi-fasinatiónin bara
snýr seg um kitlandi fragdina
við kanska, kanska ikki at
verða avdúkaður. Tað er heldur
tankin um stóru grøðingina,
sum hug tekur og sum vit øll
nokk leingjast eftir – og jú
størri sárini eru, tess størri
er grøðingin. Og størsta
sárið av teim um øllum
má í okkara mentan
vera morðið á eitt
menniskja, sigur Peter
Kirkegaard og leggur
afturat, at hetta
eisini forklárar,
hví krimibøkur
eru eitt serstakt
mentanarkristið
fyribrigdi.
– Í eini kristn-
ari
mentan,
har ein staka
menn iskja lívið
verð ur fatað
sum heilagt
og friðhalgað,
verður drápið jú tann
ulti mativa vanæran
av lívinum. Tí mugu
allar kreftir setast
inn fyri at endurreisa
trúnna á livið, so vit
fáa frið í sálina aftur.