Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 23. oktober 2009 13 viðmerkingar Góði Óli, nú hevur tú í skjótt trý ár áhaldandi funnist at nýggja formann­ inum. Eg trúi, at tú fórt at gevast av tær sjálvum, men tú blívir við at spilla núverandi formann út. Tað hevði verið gott, um tú kundi góðtikið, at fiski­ mennirnir hava valt ein nýggjan formann Tá ið formansvalið var í fiskimannafelagnum fyri skjótt trimum árum síðani, tá bleiv tú ikki nummar eitt, ei heldur nummar tvey, men tú gjørdist nummar trý, og sostatt aftastur av øllum, sum stillaðu upp. Sjómenn hava valt, og teir vilja hava Jan, tað er veruleik­ in, sum tú ikki vilt viður­ kenna. Men somikið av virð­ ing átti tú at havt fyri sjómann­ inum, at tú virdi teirra val. Viðvíkjandi svari tínum til mín í bløðunum, so helt eg ikki, at tú minstist so illa, tí tað eru bara trý ár síðani tú fórt frá. Tá ið tú vart vrakaður av limum okkara vart tú ikki so frægur, at tú vildi heilsa upp á nýggja formannin, ella seta hann inn í tingini, hóast tað var tín skylda at seta næsta mann í arbeiði. Men Jan fann skjótt útav tí bæði við sjómannasáttmálanum, sáttmálanum við Reiðara­ felagið fyri Farmaskip og øllum øðrum viðurskiftum. Tað sum var uppaftur verri var, at tú vildi heldur ikk i lata lykilin frá tær. Hvat ið hendi skal eg ikki koma nærri inn á, men lásini blivu tíbetur øll skift. Oljan Tú sigur Óli, at eg eri býttur tað gerst ikki við ­ men minnist tú tað eina ferðina vit samráddust um sáttmálan á Hotel Hafnia? Eg var ónøgdur við úrslitið, og vildi ikki skriva undir sátt­ málan, tí hann var ov ringur. Tá ið eg síggji sáttmálan á prenti hevur tú kortini prentað mítt navn á sáttmálan. Hetta var ein av mongum skeivleikum tínum. Tú skrivar í bløðini, at eg havi ikki skil fyri oljuni og oljuprísinum, men tað hevur tú heldur ikki. Undir tí eini samráðingini bjóðaði tú reið­ arunum, at fiskimenn skuldu rinda oljuna. Tá bleiv eg illur og spurdi hvat í f**** billar tú tær inn Óli. Eftir hetta fall eg í ónáðir hjá tær. Hatta er veruleikin, og so kanst tú venda tí sum tú vil, tað var undir hesi samráðing tað tiltikna protokollatið um oljuna kom í sáttmálan, og tað var ímóti mínum vilja. Carlton málið Hatta sum tú skrivar um mennirnar umborð Carlton, tað er ósatt. Málið um Carlton er fleiri ferðir við­ gjørt á nevndarfundum. Seinast tú gjørdi sáttmála við Næraberg ˆ hetta var ein av mongum sáttmálum, ið tú gjørdi einsamallur ­ boðaði eg eisini frá, at hann var alt ov ringur. So kanst tú skriva um hvør er býttur og ikki, men tað søguna kenna vit. Tann sáttmálin var eisini ein av orsøkunum til, at tú ikki varð afturvaldur. Jan arbeiðir fyri sjómannin Jan er ein maður, ið av øllum alvi arbeiðir fyri fiskimann­ inum, og ikki ein sum skrivar søgur ella gongur og melur alla aðrastaðni í arbeiðstíðini fyri at savna tilfar saman í eitt blað. Tú skrivar í greinini um høvdatrog, eg haldi, at títt høvd er í trognum enn. Hetta eru míni seinastu orð til tín Óla Jacobsen á hesum sinni. At enda vil eg inniliga heita á teg um at virða, at tað eru sjómenn, sum velja formannin og at sjómennir­ nir hava valt Jan og ikki teg Óla Jacobsen. Svar til Óla Jacobsen AndriAs Berglíð Enn fleiri visjónsleysar sparingar á almannaøkinum eru nú ávegis. Ætlanin er at taka rættin hjá teimum, sum eru farin um 66 ár til sjúkra­ dagpening burtur. Sjúkradag­ peningur er ein kompensa­ tión sum tímalønt fáa, tá tey gerast sjúk, um tey ikki hava rætt til løn frá arbeiðsgevara undir sjúku. Ætlanin við upp­ skotinum er, at tey sum nýta rættin til at fáa fólkapensjón, tá tey eru 67 ikki eisini skulu fáa sjúkradagpening. Hugburðurin tykist vera: Hesi fáa ríkiligt sum er! Skilabetri broytingar Uppskotið vekir fleiri nega­ tivar kenslur eftir mínum tykki. Lógin skarar ikki framúr sum er. Slapp eg at gera bert eina broyting, so var hon, at krav var um upp­ fylgjandi samrøður á almannastovuni, tá fólk vóru sjúkrameldað. Tað er vegur­ in fram, um vit ynskja at fyribyrgja uppsagnum og óneyðuga longum sjúkra­ meldingum. Ikki í trá við pensjónsreformin Í løtuni arbeiðir ein bólkur við einum nýggjum pensjóns­ reformi. Eitt tað týdningar­ miklasta við hesum reformi er, at fólk verða eggjaði til at vera sum longst á arbeiðs­ marknaðinum. Helt, at øll vóru samd um hetta, kortini gongur hetta uppskotið bein­ leiðis ímóti hesum hugburði. Hvør skal siga: Tá tú arbeiðir vilja vit áhaldandi geva tær posa og sekk, men gerst tú sjúkur, hava vit ikki brúk fyri tær – tí tú ert jú fyltur 67! Hvar er reyði tráurin? Visjón­ in? Hugburðurin og etikkurin? Tykist eisini sum ressursu­ spill – veruliga, at gera slíkt uppskot og senda tað til hoyr­ ingar og viðgera tað í tingi­ num ­ samstundis, sum ein reformur er í gerð. Nógv fólk hava nú nýtt tíð og orku til hetta uppskotið, heldur enn at brúka til orkuna til veruligar visjónir í mun til eldri á árbeiðsmarknaðinum. Tá landsstýrið nú kemur við hesum uppskotið hugsi eg – hví nú? Trýr samgongan kortini ikki upp á, at reform­ urin gerst veruleiki? Løtan og endamálið við uppskotinum er margháttlig. Enn ein sparing á eldraøkinum Skal ikki gera stórvegis burturúr teim sparitiltøkum, sum eru framd seinasta árið á eldraøkinum. Kundi nevnt: Brádliga stuðulinum til dagtilhaldini, sum bleiv tikin burtur í einum høggi, javn­ ingina av pensjónum sum bleiv skerd, mongu broyting­ arnar í samband við stuðul til heilivág, tær 25 milliónir­ nar í ólavsøkupakkanum og ­ nú er tað mín sann teimum sum eru fylt 67 ár og kortini geva sítt íkast á arbeiðs­ marknaðinum, sum lagt verður eftir. Hvør er veruligi hugburðurin? Tá eg lesi viðmerkingarnar til uppskotið, tykist hugburð­ urin at vera: tað er skeivt, at fólk kunnu fáa pensjón og arbeiða. Tí skulu vit spenna bein fyri teimum. Um so er at samgongan heldur tað vera skeivt at fólk fáa pen­ sjón, samstundis sum tey arbeiða, hví sigur samgong­ an so ikki tað, heldur enn at taka sjúkradagpeningin frá arbeiðandi fólki? Rætt at taka frá sjúkum fólkum? Skilji ikki etikkin í at geva frískum fólki, men at taka frá teimum, tá tey gerast sjúk – álvaratos hetta skapar ikki álit hjá millum landsins gráa gull – sum eldri fólk á arbeiðsmarknaðinum ofta verða nevnd. Um hugburð­ urin er, at tey sum eru 67 og arbeiða og fáa pensjón fáa ov nógv, kann tað ongantíð vera rætt at taka frá teimum, tá tey gerast sjúk. Nei! Haldi tað vera rættari at hyggja at, um tað er rímiligt at fáa fulla pensjón, tá ein arbeiðir og er farin um tey 67. Kundi ein onnur kompensatíon kanska heldur verið latin teimum sum arbeiða? Størri skattafrádráttur? Árligt bonus, lutvís grundarupp­ hædd ella okkurt annað. Tað er ógvuliga frástoyt­ andi at taka frá fólki, tá tey eru vorðin sjúk. Tað sama um fólk er 50 ella 67, tá tey gerast sjúk er umsorgan týdningarmikil ­ umframt kropsligt og likamligt yvir­ skot til tess at koma fyri seg aftur. Hetta uppskot ger júst tað øvugta. Harumframt er ein sannroynd, at tað er júst, tá fólk gerast sjúk, at tey hava mest brúk fyri peningi – rokningar skulu framvegis rindast, heiligvágur, kostí­ skoyti, kanska reingerð ella okkurt annað er neyðugt at fáa hjálp til. Greitt er, at tað ofta er kostnaðarmikið at vera sjúkur. Samgongan tekur frá teimum, sum eru sjúk BergtórA HøgnAdóttir Joensen Vandi er fyri, at føroyski bústaðamarknaðurin avlagast, um ávísar broyt­ ingar í rentustuðulslóg­ gávuni og uppskotið til fíggjarlóg fyri komandi ár verða samtykt Tíðindaskriv ­ Felagið Peningastovnar legg­ ur upp til ein konstruktivan dialog við Landsstýrið og Fíggjarnevnd Løgtingsins um nøkur av uppskotunum í Ólav­ søkupakkanum og uppskotið til fíggjarlóg fyri 2010. Tað sigur Janus Petersen, formaður í Felagnum Peninga­ stovnar. Ein slíkur dialogur kann røkka tveimum málum: At stilla borgarar líka fyri lógini og at spara tí almenna útreiðslur til rentustuðul. ­ Vandi er fyri, at tiltøkini hjá Landsstýrinum avlaga bústaðamarknaðin og stilla borgarar ymiskt, hóast teir sum bústaðareigarar grund­ leggjandi eru í somu støðu. Prinsipielt er tað óheppið men eisini váði í eini tíð, har bú­ staðahandilin er uppsteðgað­ ur. Harumframt er møguligt – um rætt verður atborið – at tryggja, at landskassin fram­ eftir sparir útreiðslur til rentu­ stuðul, sigur Janus Petersen. Hann harmast um, at felag­ ið ikki hevur fingið umrøddu uppskot til hoyringar, áðrenn tey vóru løgd fram men vón­ ar, at Landsstýrið og Fíggj­ arnevndin eru sinnað at fara í ein skilagóðan dialog við felagið, nú viðgerðin av Ólav­ søkupakkanum og fíggjar­ lógaruppskotinum byrjar. Yvirskipað hevur Felagið Peningastovnar hesi sjónarmið: Tað er óheppið at Lands­ stýrið leggur forðingar í veg­ in fyri upptøku og umlegging av lánum, eitt nú til real­ kredittfígging, tí hetta fígg­ ingarslag kann vera við til at tryggja, at landskassin fram­ eftir hevur lægri útreiðslur til rentustuðul Tað er óheppið, at ætlaða hámarkið fyri rentustuðuli er so mikið lágt, at flest øll fara at renna seg í tað, umframt at tað er tengt at rentuni. Skal eitt hámark vera, so eigur tað held­ ur at verða tengt at lánsupp­ hæddini, so borgarar í somu støðu verða viðgjørdir eins Tað er púra øvugt, at Lands­ stýrið fer frá bert at geva sethúsaeigarum fyrimun til frameftir bert at veita luta­ íbúðareigarum fyrimun, tí hesir onki hámark fáa fyri rentustuðuli Orðingin um provisjónir og líknandi gjøld er sera opin og tískil ópræcis og kann geva ivamál um hvat er fevnt av lógini. Felagið Peningastovnar Bústaðamarknaðurin avlagast Tíðindaskriv Eisini í Føroyum halda vit ST­dagin, sum eisini verður nevndur føðingardagurin hjá Sameindu Tjóðum. 24. oktober 1945 varð ST form­ liga sett á stovn, og síðani hevur verið skipað fyri tiltøk­ um um allan heim fyri at markera hendan dagin. Demokratia og Javnstøðu­ nevndin ynskja eisini at gera vart við ST­dagin, og hetta verður gjørt við tiltaki í Norð­ urlandahúsinum. Á skránni eru framløgur um Kvinnu­ rættindasáttmálan hjá ST, eisini nevndur CEDAW. CEDAW varð samtyktur í ST í desember 1979 og fyllir sostatt 30 ár í ár. Sáttmálin hevur verið í gildi í Føroyum síðani 1983 og varð staðfestur av Føroya løgtingi í 1987. Tiltakið byrjar klokkan 15 og endar klokkan 17. Lisbeth L. Petersen setir ST­dagin. Síðani eru Elin Mortensen, stjórnmálafrøð­ ingur, og Pól Egholm, máls­ viðgeri á Sendistovu Føroya á skránni við hvør sínari framløgu. Elin umrøður ST­ sáttmálan og tann mun, sum hesir gera. Pól kunnar um sína luttøku til CEDAW próv­ tøku í ST í New York fyrr í ár. Síðani heldur Herdís Thorgeirsdóttir, professari og dr. Jur., úr Íslandi fyrilestur um CEDAW. Dorit Hansen er orðstýrari. Høvi verður eisini hjá luttak­ arunum at seta spurningar. ST­dagurin verður í Norðurlandahúsinum í Havn leygardagin 24. oktober klokkan 15 til 17. Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Demokratia og Javnstøðunevndin ST-dagur hildin í Føroyum