fríggjadagur 23. oktober 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 203 · 23 oktober 2009
13
VIKUSKIFTI
Góðar
krimisøgur
Peter Kirkegaard
viðmælir norðurlendskar krimibøkur
Sjöwall/wahlöö
Strisser, strisser (1970)
Tað slepst sjálvandi ikki uttan um Sjöwall og Wahlöö, sum er útgangstøðið fyri
næstan allan krimi-skaldskap í norðurlondum. Hetta eru undangongubøkurnar
hjá politikrimisøguni. Vælskrivaðar, harðan humor og politiskt tíðarvillandi.
Gunnar StaaleSen
Kvinden i køleskabet (1981)
Hetta er tann mest ókorrekta søgan í einari
annars korrektari røð um privatdetektivin Varg
Veum, sum heldur til í Bergen. Varg Veum er
annars í so ofta sosialt humanistiskur.
anderS BodelSen
Den åbne dør (1998)
Ein snild søga, sum ikki endiliga er ein krimisøga,
men sum hevur góðar kriminellar gátur. Einasti
danin í selskapinum, sum eg havi valt. Eitt sindur pínligt.
håkan neSSer
Menneske uden hund (2006)
Nýggja røðin hjá Nesser er meira sannførandi enn tann gamla røðin við van Veeteren
í einum anonymum ongamannalandi á la Holland. Nesser skrivar rættiliga væl.
åSa larSSon
Blodskyld (2004)
Hon skrivar nógv betur og er fríari enn tær alt
ov nógv uppreklamerðu femi-drotningarnar.
Ein góð og lovandi røð.
jo neSBø
Rødhals (2000)
Hann skrivar frekt og kvikliga. Men eisini ov langt og
ov paranoid um umstøðunarnar í løgregluni í Oslo.
StieG larSSon
Mænd der hader kvinder (2005)
Umfatandi politiskt kanningararbeiði, góð plott og melodramatiskar
hendingar. Tær báðar seinnu bøkurnar í Millennium-røðini eru ov
nógv av tí góða. Framúr dugnaligur, men ikki nakar kunstnari.
arne dahl
Europa Blues (2001)
Meistarin! Fullkomna dagføringin av Sjöwall/Wahlöö. Ein
málsligur úrmælingur, skammleysur plottari við ógvusliga
søguligum, duldarfullum røtum. Røðin um A-liðið í Stockholm
er komin til fyrbils endan. Seinasti parturin í røðini, Himmeløje
(2007) er líka góð, og tað koma fleiri afturat...
Fakta Peter KirKegaard
Peter Kirkegaard starvast dagliga
sum lektari og granskari á deildini fyri
samskiftisfrøði á universitetinum í Ålborg.
Hann hevur granskað og skrivað ein hóp
um krimibókmentir og er í løtuni við í
eini granskingarverkætlan, har hansara
serøki er krimibøkurnar hjá Arne Dahl.
Í 17 ár virkaði Peter Kirkegaard sum
ummælari á danska blaðnum Information,
har hann fyri tað mesta ummældi krimibøkur.
mynd: jenS kriStian vanG