Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 198 - 16. oktober 2009 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Týsdagin 6. okt. bleiv Natalia stórasystur til lítlu Naomi. Naomi er fødd á Ríkissjúkra­ húsinum. Hon var 47 cm long og vigaði 2830 gr. Foreldrini eru Jóhanna Maria og Heðin Wenningstedt, Hvalvík. Føðingar 29. september fingu Heidi Mortensen og Andru Jóanesarson Joensen, Hvalba, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2860 gr. 9. oktober fingu Inga og Jens Pauli Nielsen, Keyp­ mannahavn, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2970 gr. 15. oktober fingu Kristina og Patrick de Neergaard, Vágur, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3860 gr. 16. oktober fingu Pernille Mittún og Mohsen Darvishi, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3300 gr. 19. oktober fingu Elsa og Kent Johannesen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4100 gr. 21. oktober fingu Aline O. Anghel og Sorin O. Anghel, Hvalvík, ein son. Hann var 52,5 cm langur og vigaði 3525 gr. 21. oktober fingu Svanhild Madsen og Magni Dam, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3640 gr. 22. oktober fingu Kirstin Hansen og Sámal Tórstein Olsen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3850 gr. Týsdagin 27. oktobur kemur út nýggj fløga, kallað „Hvíld“. Tað er Mirjam Carlsen, sum á egnum for­ lag gevur fløguna út. Fløgan er partvís innspæld í Nash­ ville og Tampa í USA og í Føroyum. Flestu sangirnir eru nýum­ settir sangir, sum ongantíð hava verið útgivnir fyrr. Mirjam hevur altíð sung­ ið. Í sunnudagsskúlanum fekk hon gott í beinini við sangi saman við pápanum Finni og systkjunum annars. Bæði sum ung, og seinni sum búgvin kvinna, hevur Mirjam luttikið á nógvum ymiskum plátu­ og fløguút­ gávum, og mundi hon nokk gerast kendast fyri luttøkuna saman við Myrnu og Sofusi. Saman við døtrunum Vanju, Lailu og pápanum Finni Hansen, luttók Mirjam eis­ ini á nøkrum útgávum. Nú er so stundin komin til eina nýggja solofløgu, har Mirjam hevur valt sang­ ir, sum henni hevur dámað sera væl at sungið seinastu árini. Í samstarvi við Jóhan við Neyst úr Klaksvík, sum hevur umsett flestu sangir­ nar, hevur tað eydnast at samla hesar sangir saman og geva teir út. Tað er country­snidlingur­ in Jákup Zachariassen, sum hevur endaliga samskipað tónleikin, við tað at ein partur er innspældur í USA. Væl kendir føroyskir tón­ leikarar hava givið teirra íkast eisini. Tað eru døturnar Vanja, Laila og Barbara, saman við Noé Chaparro og Jón Svein Heinesen, ið hava sungið kórrøddir. Eyð­ un Johannesen hevur ljóð­ blandað og mastrað fløg­ una. Bróðurin Sofus Hansen luttekur eisini á tveimum sangum, og er tað við gleði, at hetta samstarv aftur er komið í lag. Umframt Sofus luttekur eisini Betesdakórið í Klaksvík á einum sangi. Fløgan verður at fáa bæði í vanligum tónleika­ og fløgu­ handlum, eins og service­ støðum og øðrum handlum og kioskum kring alt land­ ið. Mirjam við nýggjari fløgu Systkini Mirjam og Sofus Mynd: Jens Kristian Vang Tann 17. oktober fekk Ólavur ein lítlan beiggja, sum eitur Ragnar. Hann varð føddur á Hvidovre Hospitali, var 52 cm langur og vigaði 3180 gr. Foreldrini eru Jóna og Frans Fossá, búsitandi København