Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 14 VIKUSKIFTI Til arbeiðis Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Hundin. Aftur nú! Enn eina ferð bleiv ljósið reytt, áðrenn eg kom til brúnna. Síðan august mánað havi eg aðru hvørja løtu verið noydd ur at bíða, tí onkur arbeiðir við brúnni, men tað einasta sum sær út til at vera hent, er at stórir klossar eru settir mitt á vegin. Og so eru nakrir menn til arbeiðis har. Hvat ólukkan gera teir? Vit eru farin inn um næstan metur høgu betongklossarnar á brúnni at kanna, hvat hendir. Betongið frá í gjár er nærum stadn­ að. Nógvi vindurin á brúnni blæs ur nýggja gráa betongsvøvið upp í nøs ina, meðan brandgulu menninir í trygdar­ skóm og bláum hjálmum bora nýggj hol í betongið. Bilarnir hava fingið grønt ljós og koyra hinumegin 80 sentimetra høgu betonggirðingina á norðaru helvt á lívæðrini um Streymin. Men kendi lukturin av bensini er ikki har. Hann verður blástur norður av brúnni. Hesumegin betonggirðingina stend­ ur 52 ára gamla Edvin Joensen av Eiði, sum er formaður á brúnni. Formaðurin leggur arbeiðs monn­ unum lag á, nú fyribils sambinding skal ger ast á syðru helvtini á breytini á brúnni um Streymin, har ferðsla skjótt aftur skal verða. – Nú? ber ikki til? Vindurin er so nógvur, at formaðurin má rópa til arbeiðsmenninar. – Nei, nei. Tað ger onki, um hatta verður eitt sindur forskotið. Formaðurin – sum hevur til fremstu upp gávuna at syrgja fyri, at hinir fáa arbeitt – gevur greið boð. Nú skal ferð á. Betongarbeiðið á syðru farbreytini varð nevniliga liðugt í gjár, og frá í kom andi viku skal nógva ferðslan leið­ ast eftir nýggja betonginum á smalu norðaru farbreytini. Ótrúliga tolin Ljósið er grønt Streymoyarmegin. Ikki so nógvir bilar fara norður eftir hendan fyrrapartin. Eysturoyar megin er ljósið reytt, og bilrøðin byrjar at vaksa. – Fólk eru ótrúliga tolin við okkum. Um tey so skulu bíða upp í 20 minuttir, tá vit stoypa, so hevur ongin verið og grenjað um tað, staðfestir formaðurin, nú vit ganga eftir brúnni ímóti Streym­ oynni. So koyra bilar aftur ímóti Havnini. Ein stórur hvítur trailari kemur buldr­ andi eftir brúnni og órógvar vindin so mikið, at gulið norður gjøgnum fjørðin verður nærum burtur, nú nærkast vit bláa kaffiskúrinum vestan til á brúnni. Serliga brúgvin Innkomnir sessast vit. Alt er, sum tað eigur. Krunkasvarta kaffið í hálvskitnu kaffimaskinuni breiðir eyðkenda luktin í skúrinum. Vindurin hvínur gjøgnum veggirnar, sum leka eitt vet. Og á vegg­ unum hanga tekningar av brúnni við smáum broytingunum, sum eru gjørdar við bláum blekki. – Tað er nakað serligt at arbeiða við brúnni. Eg minnist væl, tá hon varð gjørd, og hvussu óðir menninir á Sunda ferguni vóru, tá fólk koyrdu eft ir demn inginum, smásmílist Edvin Joensen. Men leggur afturat, at flestu arbeiðini eru nakað serligt hjá honum. – Tá eg síggi okkurt, sum eg havi verið við at skapa, so hugsi eg altíð um, nær tað var, og hvørjir arbeiddu har, staðfestir formaðurin, sum nýtir flestu løturnar í 11 tímar langa arbeiðsdegnum úti í hvirlunum á gomlu brúnni um Streymin. Lívið er úti Í 25 ár hevur Edvin Joensen starvast í byggivinnuni, og tað er millum annað útilívið í øllum veðri, sum hevur fangað arbeiðsformannin. – Eg skal ikki siga, at eg ikki onk­ un tíð havi umhugsað at vera heima í illveðri, men tað hevur verið øgiliga sjáldan, tí tað er altíð eitt arbeiði, sum skal gerast. Men akkurát her á brúnni er verri enn aðrastaðni. Tað verður so øgiliga nógvur vindur, og onki læ er heldur, suffar Edvin Joensen. Tó leggur hann afturat, at menniskjan kann venja seg við ta mesta. Vit fara út. Formaðurin má hyggja at nýggju fyribils sambindingini, ið verður gjørd, nú brúgvin skal tryggjast, so hon halda í hundrað ár. Ljósið er nú grønt eystarumegin. Ein hvítur Nissan við last er fremstur. Ferðslan skal skifta breyt í komandi viku. So vit skúgva okkum aftur á ferðslubreytina, har vit hoyra heima. Vit eru úti aftur á vegnum. Framman­ fyri irriterandi ljóskurvina. Nú bleiv ljósið grønt beinanvegin. Veldugt! So spardi mann hasar minuttirnar. Arbeiðið við brúnni við StrEymin hevur dArvAð ferðsluni í fleiri mánAðir. vit eru fArin inn um girðingina At kAnnA málið Hinumegin gIrðIngIna Í umleið kvarta øld hevur Edvin Joensen starvast í byggivinnuni. Í løtuni er hann formaður á brúnni við Streymin, sum fær stóra umvæling. Enntá lyktarpelar skulu vera aftur á brúnni mynd: jens kristian vang til arbeIðIs arbeiðspláss: Articon, brúgvin um Streymin starv: Arbeiðsformaður besta vit starvinum: At arbeiðs­ uppg ávurnar broytast so nógv ringasta við starvinum: At sita á kontór­ inum og orðna pappír um ditt og datt størsti dreymur við starvi: Í løtuni at sleppa at gera flogvøll størsta frambrot: At føroyingar nú megna at gera flestu arbeiðini starvstíð: 2 ár hjá Articon, men 25 ár í byggivinnuni lívsstarv: Tað gangi eg útfrá og vóni starvsfólk: Umleið 80 hjá Articon, og 8 á brúnni sett á stovn: 2001 staður: Á Hjalla 18 í Hoyvík stjóri: Jón Danielsen fakta Edvin JoEnsEn