Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 229 - 27. november 2001 Nr. 229 - 27. november 2001 21 Opening hours: Mon.– Thur. 1700 – 2330 Friday 1700 – 0330 Saturday 1700 – 0330 Sunday 1700 – 2330 www.mar w.mar w Marco Polo -restaurant et fríggjakvøldið 30/11 20 ára aldursmark p e t u r & p e t u r • 3 2 0 8 7 0 leygarkvøldið 01/12 LIVE Jens Marni Band LIVE Jens Marni Band AUTO 1234 TO 311234 TO 123 TAXI -Day & Night- Hire a cab - call 311234 BENZIN DIESEL KIOSK -24 hours- AUTO 311234 Tinghúsvegur • Tórshavn • Tlf. 31 56 28 The Café is open mon.-fri. 17.00-24.00 og sat.-sun. 14.00-24.00 Club 20 Café Irish Steak v/chips, salad & whiskeysause69,- THE BEST IN THE COUNTRY Open 5pm - midnight on weekdays Bar & Café www.club20.fo Football on widescreen Club 20 (watch football on our widescreen) Í Býin - Hvønn hósdag Í Býin AFTER Offshore Ein eftirlýsing eftir orðaskifti um oljulandið Føroyar Eyðun Andreassen Henda grein er ein eftir- lýsing eftir einum kjaki um olju í Føroyum. Summi óttast oljuna. Hon er í sjálvari sær er einki at óttast. Ikki tí, tað kann henda, at hetta svarta vælsignilsi kann gerast eitt nógvar ferðir størri vanda- mál enn øll tey tilsaman, ið ein kann hugsa sær loyst. Tað velst um, hvussu vit taka ímóti henni, ið kann geva orsøk til iva. Undir øllum umstøðum góðar grundir til orðaskifti. Nógv hava roynt at leggja upp til eitt slíkt orðaskifti, men fáa einki svar. Tí hesa eftir- lýsing. Allur politikkur er ment- anarpolitikkur. Líka mikið hvussu vit nevna tey ymsu umsitingarøkini. Tað er mentan, hvussu vit fara við teimum gomlu. Tað var tað fyrr, og er tað enn, hóast økið eitur almanna- op heilsumál. Og hvør eins- takur kann so í sínum lagi gera sær metingar um føroyska mentan við at hyggja eftir, hvussu hesi fólkini hava tað. At bygdirnar verða av- toftaðar, er eisini mentanar- politikkur. At Jørgin Nicla- sen roynir at keypa sær at- kvøður fyri almennar peng- ar við at flyta skipasýnið vestur til sítt valdømi, hevur einki við útjaðara- menning at gera, einans maktmisbrúk. Heldur ikki hevur tað nakað við menn- ing at gera at flyta stuðuls- stovnin inn í Runavíkina, annað enn menning av politisku framtíðini hjá Tor- bjørn Jacobsen og tað polit- iska maktmisbrúk, henda avgerð er. Tí hvørki av hesum tiltøkum hava nakað sum helst við økismenning ella útjaðaramenning at gera. Tey hjálpa hvørki øki ella útjaðara. Gera helst bara øllum pørtum fortreð. Oljupolitikkur er eisini m e n t a n a r p o l i t i k k u r. Hvussu eitt fólk og ein tjóð fara um sítt tilfeingi, fyri ikki at siga ríkidømi. Politiskir naivistar sum eg kunna bert droyma um, at Føroya landsstýri setir seg saman og diskuterar seg fram til skilagóðar felags loysnir. Saman við okkum, ið eiga oljuna. Hvør lands- stýrismaður — og hvør politikkari annars — hevur ábyrgdina av eini slíkari samrøðu. Viðvíkjandi oljuni er at venda sær til Eyðun Elltør. Góði Eyðun, tað er tín skylda at taka stig til eitt orðaskifti um oljuna og tær fylgjur oljuútvinningin kann hugsast at hava við sær. Hvørjar møguleikar , hvørji stig eiga vit at taka, hvussu fáa vit besta gagnið av henni. Alt hatta har við at menna vinnuna til at vera við og at útbúgva teknik- arar, tað klára partarnir best sjálvir. Og tey, ið ætla sær at gerast rík av olju, tey verða eisini rík. Tey um tað. Tað er tað samfelagsliga og mentanarliga, eg bjóði tær av at koma út at kjakast um. Ella er tað so livandi galið, Eyðun, at tú heldur ikki hetta vera títt øki? At tú bara er teknikarin í olju- høpi? Tú hevur sæð og veit um loysnir, tey hava valt aðrastaðni í somu støðu? Gevur hetta tær nakað at hugsa um? Fært tú íblástur? Var ikki sumt gott og sumt kanska ikki so vælegnað til okkara viðurskifti? Tað rokni eg við, tú heldur, men kom so út og sig, hvat tú hugsar og ikki minst, hvat tú ætlar, maður! Ikki títt øki, heldur tú kanska. Tað er misskilt! Men OK, lat meg so venda mær til Karstin Hansen. Hann hevur eisini almikla vitan um ymsar møguleikar í tí støðu, at Føroyar gerast oljuland. Góði Karstin, nú hevur tú gjørt eina skipan viðvíkjandi skattingini og skattainnkrevjingini, ið allir partar tykjast at vera nøgdir við. Men hvat so? Hvat skula vit brúka allar hesar pengarnar til? Hevur tú ongan tanka um tað? Víst manst tú tað, men kanst tú hugsað tær at vita nakað um okkara tankar, og lata okkum vita um tínar? Um allir aðrir tiga, so er at venda sær til løgmann. Hann hevur eina høvuðs- ábyrgd, og eg havi hoyrt hann nevna onkran slíkan spurning, ið eg sóknist eftir kjaki um. Góði Anfinn, tú hevur onkuntíð tosað um Alaska-modellið mótvegis grunnamodellinum. At hvør borgari dugir best sjálvur at umsita sínar ogn- ir, í staðin fyri at alt fer í ein grunn til skiftandi poli- tikarar at húsast við. Tað gevur meining at tosa so- leiðis. Men so hoyrist einki meira! Tað eigur ikki vera ov tíðliga at taka hetta evni upp av álvara. Aftur og aftur í kjakinum um fullveldi hava ymsir politikarar tikið oljuna fram, at er hon at finna, og eru líkindi til oljufram- leiðslu, so kunna øll okkara politisku ivamál á full- veldisøkinum loysast við hesum stóru inntøkum. Tað man ikki vera! Har fara at vera gylt av stórmálum eftir, ið hvussu nógva olju vit finna og framleiða. Í Noreg tykjast tvørleikarnir av at eiga allar oljupeng- arnar á bók at vera størsti politiski trupulleikin, teir hava har í landinum! Og tey gomlu og sjúku í Noreg hava tað ikki petti betri enn okkara. Heldur tvørtur- ímóti! Skil tað, hvør ið vil! Og nú skal eg venda aftur til oljupolitikk sum ment- anarpolitikk. Tað er ein mentanarpolitisk ábyrgd at síggja til, at øll í landinum og alt landið fær gagn av tilfeinginum. So vit kunna halda fast um virði, tey flestu av okkum síggja í tí, at eitt nú tað er eins liviligt á bygd sum í Havn. At neyðin við at gerast gomul, ikki gerst størri enn tað, ið fylgir við árunum. At steinur ikki verður lagdur oman á byrði hjá teimum, ið á ein ella anna hátt ikki eru frísk og ferðug, og at fylgjurnar av sjúku ikki gerast størri enn sjúkan sjálv. At øll hava møgu- leikar til at nýta tey evni, vit hava fingið hvør í sínum lagi. Hetta er mentanar- politikkur. Tað sum í polit- iskum høpi kallast ymisk nøvn so sum almanna- politikkur ella oljupolitikk- ur ella vinnumálapolitikkur o.s.fr. eru bara partar av mentanarpolitikkinum. Eisini parturin hjá menta- málastýrinum, ið altíð tyk- ist at vera við sviðið soð. Mítt uppskot er at taka við læru frá øðrum. Hyggja eftir royndunum aðrastaðni, vita hvat kanska kann brúkast her hjá okkum, og hvat ikki kann brúkast. Kanska finna nýggjar leiðir øðrum til fyridømi. Tað hava vit gjørt áður í Før- oyum. Tí mæli eg til at halda eina altjóða ráðstevnu um hesi evni. Bjóða fólki higar, ið hava royndir — góðar og ringar — at greiða frá. Ikki fyrst og fremst sokallaðum serfrøðingum á gransking- arstovnum. Eisini slíkum, men fyrst og fremst fólki við royndum. Tey eru ofta ringast at frætta nakað frá, tí tey skriva ikki um sínar royndir í altjóða tíðarritum, sum serfrøðingarnir gera, ið kanska ikki altíð hava tær røttu royndirnar. Vit skula bjóða fólki úr ymiskum pørtum av heim- inum, tí einki dømi er heilt sum nakað annað. í Nigeria knógvar upprunafólkið undir oki frá altjóða olju- feløgum, ið hava kastað saman við korruptum myndugleikum. Í Alaska siga tey errin: »The closer we watch, the better they behave!« um oljufeløgini. Hvussu standurin er í fjareystri, havi eg ikki hóming av, men man hann vera so góður hjá øllum? Hetta kundi birt eitt veruligt kvalifiserað orða- skifti um hesar átroðkandi spurningar í Føroyum. Oljufeløgini eru í grundini minsti trupulleikin. Mynd- ugleikarnir eru tann veru- ligi trupulleikin flesta staðni. Tí sendi eg hesa eftirlýsing út. Til okkara politikarar, ið líkasum ikki vilja seta spónin í greytin, tó at teir eru settir at gera júst tað. Góðu menn! Sitið ikki sum lírin í holuni og bøli oman á pisuni! Líri verður tikin við lykt. Hann blind- ast, tá lýst verður á hann. Eru tit bangnir fyri at blind- ast? Um so er, eiga tit at koma fram nú, so vit ikki noyðast eftir lyktini, ið eiga oljuna. Henda eftirlýsing kann eisini verða standandi til næstu samgongu. Um hon situr síni fullu fýra ár, eru vit komin fram undir fram- leiðslubyrjan, og tá er undir øllum umstøðum ov seint at byrja orðaskiftið. Sum lírin í holuni Greinaskrivarin og oljumálaráðharrin skifta orð um olju í Proudho Bay í North Slope, Alaska. Eru teir samdir? Mynd: Jan Müller C M Y K 21 20