Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 229 - 27. november 2001 Eftir greiða ósigurin í Vestmanna er eingin sum helst ivi um, at seinasta orðið hjá VB í gulldystinum er sagt HONDBÓLTUR – KVINNUR Jákup Mørk Tað varð sagt undan dyst- inum, at hetta allar helst var seinasta útkall hjá VB, um tær skuldu hava nakran sum helst møguleika at gera seg galdandi í gullstríðnum hetta kappingarárið. Í ljósinum av hesum er lætt at staðfesta, at VB nú er liðugt í so máta, og dysturin leygardagin bar eisini greið boð um, hví so er. Passiv VB-verja Tað var nevnliga greitt frá fyrsta bríksli, at talan fór at gerast um ein sera truplan dyst hjá VB, og mest av øllum, so tóktust teir eisini sjálvar at vera greiðar um hetta. Fyrstu minuttirnar var fjálturin á leikarunum sera stórur. Sjálvsálitið var at kalla als ikki til staðar, og tí hendi tað ferð eftir eftir ferð, at bóltar vórðu tveittir burtur, og tá VÍF soleiðis fær kontra spæli forerað, eru ikki so nógv, sum standa teimum kurl. At vágbingar harafturat tóktust sera passivar í miðverjuni hesa løtuna, bøtti so avgjørt ikki um møguleikar teirra. Ikki minst dugdi Jacklin væl at gera sær dælt av hesum, og meðan mótstøðuverjan bakkað eftir hæli, setti Jacklin av, og so var aftur lív í meskunum. Ryktu seg leysar Eftir eitt hart tiltrongt time- out, fekk VB tó nakað av skili í aftur spælið. Ferðin varð sett nakað niður. Álopsroyndirnar vórðu avsluttaðar við skoti, og hetta forðaði VÍF í at spæla sítt kontra-spæl. At heima- liðið so eisini ferð eftir ferð fór inn í verjuna at róta, ístaðin fyri at pressa spælið upp, gjørdi ikki støðuna verri, og áðrenn nakran vardi, hevði VB minkað muni niður í tvey mál. Høvdu vágbingarnir megna at hildið hetta til hálvleiks, so kundu tær kanska gjørt ein veruligan vørr, men tá so Sóley og Jacklin syrgdu fyri trimum málum á rað beint undan steðginum, so var alt í veru- leikanum avgjørt. Andlits- brøgdini á leikarunum søgdu eisini, at hetta var avgjørt. Hetta sást eisini aftur í seinna hálvleiki. VB-spælið tóktist nú at kalla hálv- hjartað. Tær høvdu sera ilt við at spæla seg ígjøgnum verjuna, og fingu tær skot á, so stóð Hallfríð kortini fyri, og so líðandi økti VÍF alt meira um munin. Eitt skifti royndi VB seg heldur ótraditionelt við at fara langt út á vøllin eftir VÍF, men hetta gjørdi bara ilt verri, og eftir hetta tóktust gestirnir at hugsa meira um at avmarka tapið. Nakað sum eydnaðist so dánt, tí tey 12 málini, ið vóru á muni, siga sum so ikki tað stóra um, hvussu munurin var á teimum báðum liðunum leygar- dagin. Hann var nógv størri enn so. Mugu fáa mótstøðu Sum nevnt í byrjanini, so má møguleikin hjá VB at blanda seg í oddin nú vera fokin. Seks stig eru nú upp til VÍF, og hóast hetta verður hálverað eftir grundspælið, so skal neyvan roknast við, at VÍF missir so frægt sum trý stig í ár. Spurningurin tykist eina mest vera, um tær missa nakað sum helst. Liðið hevur sterkastu leikararnar í landinum. Tær tykjast vera í betri venjing enn mótstøðuliðini, og í løtuni tykist einasti spenningurin í kappingini snúgva seg um, hvørt Stjørnan yvir høvur megnar at skala tær, tá liðini hittast um tvær vikur. Onkur nevndi, at skuldi VÍF fáa nakra veruliga mótstøðu, áðrenn tær fara at umboða Føroyar í Europa-Cup, so áttu tær kanska at roynt seg móti einum samansettum liði, og kanska kundi hetta verið eitt gott hugskot. At vera so greitt við yvirvág í hvørjum einasta dysti, kann ikki vera mennandi í longdini, og fyri føroyskan hondbólt er jú at vóna, at VÍF fer at røkka einum góðum úrsliti, tá europeisku dystirnir verða á skránni. Dysturin í tølum: VÍF-VB 32-20 (14-9) Málskjúttar: VÍF: Ioana Rápa 9(5), Jacklin Durhuus 5, Sóley Mikkelsen 4(1), Nicoleta Radu 3, Alis Høghamar 3, Fríða Marjunardóttir 2, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 2, Jórun Ludvig 2, Bargara á Rógvi 1, Randi Kúrberg 1 VB: Gurið Mortensen 8, Regina Radó 6(2), Gabri- ella Fekete 2(1), Sólrun Krosslá 2, Rannvá Au- gustinussen 1, Margreth Augustinussen 1 Brotskøst: VÍF 6, VB 4 Útvísingar: VÍF 3, VB 2 Dómarar úr StÍF: Pole Han- sen & Jústines Justinussen. Høvdu tamarhald á alla tíðina, og tóktust eisini at hava eina hampuliga greiða linju í dømingini. Støðan 1. deild kvinnur vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 7 7 - 0 - 0 217 130 87 14 2 Stjørnan 7 6 - 0 - 1 205 155 50 12 3 Neistin 8 6 - 0 - 2 180 154 26 12 4 VB 8 4 - 0 - 4 198 198 0 8 5 Kyndil 8 1 - 0 - 7 178 223 -45 2 6 StÍF 7 1 - 0 - 6 124 183 -59 2 7 Sóljan 7 1 - 0 - 6 147 206 -59 2 Støðan 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 8 6 - 2 - 0 233 208 25 14 2 VÍF 7 6 - 1 - 0 210 166 44 13 3 H71 8 5 - 0 - 3 218 216 2 10 4 StÍF 8 3 - 1 - 4 220 218 2 7 5 Tjaldur 7 2 - 1 - 4 165 176 -11 5 6 KÍF 8 1 - 1 - 6 197 229 -32 3 7 Kyndil 8 1 - 0 - 7 184 214 -30 2 Máltindarnir: Kvinnur Simona Dziugyte Stjørnan 83 (24) Gabriella Fekete VB 81 (21) Asta Petrauskine Sóljan 67 (7) Lotte Sørensen Kyndil 55 (20) Ioana Rápa VÍF 52 (14) Katrin á Neystabø Neistin 44 (21) Birita Wardum Neistin 39 (3) Anna K. Samson Stjørnan 37 Ileana Manulescu StÍF 36 (3) Regina Radó VB 35 (6) Nicoleta Radu VÍF 33 Jacklin Durhuus VÍF 31 (1) Andrijana Milodanovic Stjørnan 31 (3) Annika Ljósstein Kyndil 31 (7) Joan M. Joensen Stjørnan 30 Menn Costin Dumitrescu StÍF 59 (17) Jacob Jónsson Neistin 52 (6) Finnur Hansson H71 51 (15) Halgir Dahl Olesen H71 48 (8) Heini Joensen Neistin 48 (16) Bjarni Wardum H71 46 (12) Høgni Klein Kyndil 45 (2) Ingi Olsen VÍF 44 (6) Sámal Joensen VÍF 43 (6) Dragisa Stojovic Tjaldur 37 Dorica Tomic KÍF 37 (7) Jónleif Sólsker Kyndil 37 (15) Mortan Hansen Tjaldur 36 (2) Artur Johansen StÍF 35 Hans Áki Dal-Christiansen Neistin 35 (6) VÍF-VB 32-20 (14-9): Klassamunur Tá VÍF hugsaði meira um at róta seg inn í verjuna, heldur enn at spæla, fekk VB brádliga fatur aftur í dystinum, men hetta vardi tó ikki so leingi Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 18 Nr. 229 - 27. november 2001 19 Leiðari til skiljihøllina hjá IRF á Hagaleiti IRF søkir við hesum eftir leiðara til Skiljihøllina á Hagaleiti at byrja 2/1-2002, ella skjótast tilber. Leiðarin hevur beinleiðis tilvísing til leiðsluna í IRF. • standa fyri móttøku og viðgerð av pappíri, stórsekkjum, dekkum og trolleivdum o.l. • standa fyri avskiping og sølu av tilfarinum • samskifta við kommunur og virkir um skiljing av burturkasti • vera við at gera upplýsandi tilfar um endurnýtslu • vera við at tilrættaleggja innsavningina • hava ábyrgd av viðkomandi starvsfólkum Allar skrásetingar verða dagliga førdar á teldu, og er tað tí avgjørt neyðugt, at umsøkjarin hevur góðan praktiskan og teoretiskan kunnleika til skrivi-, rokni- og telduarbeiði. Kunnleiki til Concorde Axapta og SQL er ein fyrimunur. Arbeiðið er sjálvstøðugt og fjølbroytt, hevur nógvar persónligar menningar- møguleikar, eins og tað setur krøv til góð samstarvsevni, menniskjansligan og fakligan førleika. Alt hetta í einum góðum arbeiðsumhvørvi. Lønin verður sett eftir avtalu. Hevur tú hollar vinnuroyndir og ástøðiliga útbúgving, eitt nú miðnáms- ella aðra viðkomandi útbúgving, ert tú møguliga tann vit søkja. Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Erik Lervig ella Poul Andrias Joen- sen, tlf. 443343. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum ummælum verður at senda til: IRF att.: Poul Andrias Joensen Postboks 39 · FO-520 Leirvík innan 7.desember 2001 ––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––––– IRF hevur til endamáls: Sambært umhvørvisverndarlógini hava kommunurnar ábyrgdina av innsavning og viðgerð av burturkasti. IRF ger hetta arbeiðið fyri kommunurnar. IRF hevur eina brennistøð, skiljihøll til pappír og papp, seks tyrvingarpláss, umlastingarstøð, ruskbilar, oljureinsiverk,lastbila- og bingjuverkstað,slamsúgvarar og rottangatænastu. Uml.60 fólk eru í starvi hjá IRF. Hús til leigu Dupulthús til leigu við Villingardalsvegin við sera góðum útsýni. 1.hædd: gongd,bryggers,stórt baðirúm við bað og brúsu og stórum klædnarúmi og tvey verilsir. 2.hædd:wc,sovikamar,køkur,stova,gongd og altan + ovasta loft. Eisini er møguleiki at leiga stóra gar- asju, ið hoyrir til húsini. Helst leigusáttmáli í min. 2 ár, til fólk, ið fara væl um ella fyritøku. Prísuppskot 8.000,00 + ljós og hita. Bill. mrk. 3388 Samskipari til Fiskiveiðieftirlitið Starv sum samskipari á Fiskiveiðieftirlitinum, verður hervið lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Fiskiveiðieftirlitið er skipað sum deild í Fiskimálastýrinum. Talan er um eitt nýtt starv við spennandi avbjóðingum,har møguleiki verður fyri at royna seg á einum øki, ið alla tíðina er fyri øktum krøvum á altjóða støði, og har dagføring og menning av skipanum og starvsfólkum er ein týðandi liður í dagliga arbeiðinum. Starvið fevnir m.a. um hesar uppgávur: • Uppbyggja og seta í verk trygdar- og leiðsluskipan eftir ISM-koduni • Áhaldandi viðlíkahald og dagføra trygdar- og leiðsluskipanina • Ráðgeva deildarstjóranum og taka sær av øllum málum viðvíkjandi viðlíkahaldi av skipunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum • Hava dagligu umsitingina av starvsfólkaviðurskiftunum á Fiskiveiðieftirlitinum um hendi Førleikakrøv: Umsøkjarin skal: • Hava útbúgving sum verkfrøðingur ella • Hægstu maskinmeistaraútbúgving ella • Hægstu nautisku útbúgving • Hava góð evni at samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum máli • Kunna arbeiða sjávlstøðugt • Hava góð samstarvsevni og hegni at fyriskipa Hollar starvsroyndir og royndir við at seta í verk skipanir er ein fyrimunur. Setanartreytir: Løn- og setanartreytirnar eru sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Setanarøkið fevnir um Fiskimálastýrið og deildir/stovnar tess, umframt hini aðalstýrini og Løgmansskrivstovuna.Tænastustaðurin er í løtuni Fiskiveiðieftirlitið. Starvsheitið er samskipari og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til deildarstjóran. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í starvinum, og at økið verður umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Fiskimálastýrið tlf. 353050 og tosa við Elmar Højgard, deildarstjóra á Fiskiveiðieftirlitinum. Umsóknir: Umsóknir saman við avriti av prógvum og møguligum viðmælum, skulu verða Fiskiveiðieftirlitinum í hendi í seinasta lagi 11. desember 2001 kl. 15.30. Umsóknir skulu sendast til: Fiskiveiðieftirlitið, Postsmoga 347, 110 Tórshavn Fiskimálastýrið www.sosialurin.fo 19