fríggjadagur 23. oktober 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 203 · 23 oktober 2009
15
VIKUSKIFTI
Nú vita vit so endiliga og soleiðis,
at tað kann ikki misskiljast,
hvørjum føroyska samfelagið,
heimastýrið, hálva sjálvstýrið,
tóma fullveldið, hevur brúk fyri,
og, ikki minst, hvørjum ikki er
brúk fyri hvønn arbeiðsdag.
Ella, fyri at siga tað bart út
sum tað er: hvør kann sleppa at
doyggja av svínakrími, uttan at
hini missa nakað, og samfelagið
fer av kósini, tað heldur seg
halda.
Ovastu heilsumyndugleikar
hava skorið í gjøgnum,
umfarssóttarbólkurin hevur talað.
11.500 okkara, ella tykkara, eg eri
ikki millum tey útvaldu, sleppa
inn í vaksinuríkið.
Okkum hinum 37.103 kann
samfelagið klára seg uttan,
í tíggju dagar ella forever.
Vit kunnu eiga ússaligu
almennstøðuna, feburin, pínuna í
liðunum, leysa lívið, ja, í ringasta
føri mista lívið. Vit eru HINI, tey
burturriknu.
Men hvørji eru tey so, hasi
útvaldu? Jú, millum annað tey,
sum eru 63 ella 64. Tey, sum
arbeiðsmarknaðurin annars ikki
plagar at leggja so nógv í. Tey
eru ov gomul og hava ov nógvar
royndir, duga ov væl. Tað er
annars fyri at tey útvaldu kunnu
arbeiða, at tey skulu verjast.
So eru tað tey, sum longu eru
sjúk og ikki akkurát hava brúk
fyri einari sjúku afturat. Tey
spikafeitu, sum skulu hava eina
serliga langa nál. Í einum orði:
vandabólkarnir.
Síðani koma tey, sum
veruliga eru ómissandi,
brandmenn, politistar, dómarar,
kommunulæknar, teir eru so
fáir, at verður ein sjúkur, eru
teir 20% færri, embætisfólk
hjá politikarum, politikarar og
deildin fyri alment diplomati
og allar hinar deildirnar í
Uttanríkisráðnum.
Tey trý statsvaldini skulu
verjast móti svínakríminum. Tey
eru ikki í vandabólki, men okkurt
teirra er ein vandabólkur fyri
onnur.
Nú spyr tann árvakni
lesarin: hvussu við fjórða
statsvaldinum? Statsvaldið, sum
skal verja fólkaræðið móti hinum
statsvaldunum.
Vit hava einki fjórða statsvald
í Føroyum, svarar lesarin, sum er
meira árvakin enn tann fyrri.
Fjølmiðlarnir fáa annars
skyldina fyri at festa í óttan,
hvørja ferð onkur nýggj sjúka
kemur, og tey, sum gera heilivág,
hava brúk fyri at selja meiri
heilivág og nýggjan heilivág.
Nú eru vit ð menniskju og z
menniskju. Z, vit, sum noyðast at
standa úti í myrkrinum, meðan
ðini fáa sína sproytu inni í tí
himmalska neonljósinum.
Útvalt er eftir donskum leisti
sjálvandi.Tí eru tey, sum lesa
morgunlestur í útvarpinum ikki
millum tey útvaldu, ikki her í
hvussu so er, men kanska uppi
har. Heldur ikki tey, sum skifta
dekk á bilum, grindaformenn ella
klandursvætti. Og skemtarar, sum
prika, fáa ikki prikið.
Eina ferð segði formaðurin
í Javnaðarflokkinum, at
stættarstríðið var endað, liðugt
og vunnið. Og so fór flokkur
hansara at minka.
Nú eru tvær stættir aftur í
Føroyum. Ein, sum skal verjast,
og ein, sum ikki er til – og
sleppur undan hjáárinunum. Har
er klassamunur.
Og minnist nakar fyri alt tað
fuglakrím, sars, hiv, neytaøði,
ebola, influensu, syfilis?
Valdur frá
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Følsk
reklama?
...0g nakað av tí sama
Tað var ikki smávegis lyfti, sum nýggja Brúkaraumboðið gav føroyingum, tá ið hann fór til arbeiðis
á nýggju skrivstovuni í Vági. spurningurin er bara, um Brúkaraumboðið, sum skal halda eyga við
marknaðarføring í Føroyum, hevur lovað ov nógv í sínari lýsing. Men tað fer tíðin helst at vísa,
og um reklaman ikki var eftirfarandi, ja, so kann mann altíð kæra – til Brúkaraumboðið.
hetta sloganið er neyvan við vilja ætlað at verða misvísandi, men tað er ikki smávegis
lyfti at gera, at lova at umvæla allar(!) teldur. Tað verður ein løta at koma ígjøgnum...
Skizofreni?
Í hesum sambandi hevur
stýrisformaðurin fleiri ferðir
biðið stýrisformannin um at
geva sær nærri upplýsingar
Stýrið fyri Vinnuframagrunnin
Fara hvør sær upp í ES
Fleiri norðmenn vilja við í ES
uf.fo
Og hvussu var hjá monnunum?
Gott vikuskifti hjá vágakvinnum
Dimma
Hvat merkir tað?
Fjølbroytt Glyvra kirkja
í listarligum ljósi
Dimma
Er tað ikki vinnarin,
sum skal finnast?
Gylti bólturin skal finnast
Sportal.fo
Fyrimunur við at gerast eldri
Bíligari at liva seinasta árið
Dimma
Ljóðar sum spennandi konsert
Lisa Ekdahl kemur í kvøld
Planet.fo
ranga
í
strupan