Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 203 - 23. oktober 2009 Stór leiðararáðstevna í Norðurlandahúsinum Í døgunum 13. og 14. november verður ein sonevnd leiðararáðstevna í Norðurlandahúsinum. Stevnan hevur heitið Global Leadership Summit ella GLS, sum hon eisini verður rópt. Í fjør savnaðust 400 kvinnur og menn til hesa stevnu, har tey fingu íblástur til at leiða, har tey starvast. GLS-leiðararáðstevnan hevur sín íblástur úr Amerika, og hon verður hildin í fleiri londum um allan heimin. Hvørt summar savnar heimskenda kirkjan í Chicago, Willow Creek, menn og kvinnur við førleikum og royndum at geva teirra ískoyti til leiðslur. Tað eru hesir fyrilestrar, vit fara at hoyra og síggja á stórskíggja í Norðurlandahúsinum 13. og 14. november – við føroyskum undirteksti og føroyskum arbeiðshefti. Ein fyrispurningur, sum Kári P. Højgaard hevur sett Jacobi Vestergaard, lands­ stýrismanni í fiski­ vinnumálum, hevur avdúkað, at út við ein triðingur færri fólk nú eru í okkara høvuðsvinnu Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Løgtingsmaður Sjálvstýr- isfloksins, Kári P. Højgaard, spurdi landsstýrismannin, Jacob Vestergaard, um landsstýrismaðurin 1) kann upplýsa hvørt ár sær, hvussu nógvir føroyskir fiskimenn vóru í vinnu við føroyskum fiskiskipum frá 2003 til og við 2008 – og hvussu nógv fólk starvaðust í fiskaarbeiði á landi í sama tíðarskeiði? Í øðrum lagi spurdi løg- tingsmaðurin, hvussu nógv- ir fiskimenn við føroyskum fiskiskipum eru givnir sein- astu fimm árini, hvussu nógvir eru byrjaðir, og hvussu stórt er talið á útlend- ingum í fiskivinnuni á sjógvi og landi, uppgjørt fyri hvørt ár sær. Í triðja lagi spurdi hann, um landsstýrismaðurin hev- ur eina metan av, hvussu til- gongdin av ungum fólki til útróðrar- og fiskiskipaflotan kann væntast at blíva kom- andi árini? Í fjórða lagi, um tilgongd- in av sjófólki í høvuðsvinn- uni minkar, og um lands- stýrismaðurin sær hetta sum eina hóttan móti væl- ferðini og okkara lívsgrund- arlagi? Í fimta og seinasta lagi spurdi løgtingsmaðurin, um landsstýrismaðurin hevur nakrar ætlanir um at taka spurningin upp við Menta- málaráðið um, at ung kunnu fáa kjans við fiskiskipi sum skúlatilboð. Stór minking Í svari sínum til Kára P. Høj- gaard, sigur Jacob Vester- gaard, at talið av fiskimonn- um við føroyskum skipum árini 2003 til og við 2008 hevur verið hetta: 2003 (2750 fiskimenn), 2004 (2525), 2005 (2474), 2006 (2406), 2007 (2188) og 2008 (1837). Hetta merkir, at teir 2750 fiskimenninir, sum vóru umborð á føroyskum fiski- skipum í 2003, bert vóru 1837 í 2008. Hetta er soleiðis ein minking við 913 fiskimonnum, sum svarar til ein triðing av tal- inum í 2003 Landsstýrismaðurin vísti eisini í síni svari á, at talið av fólki í fiskaarbeiði á landi í sama tíðarskeiði, árini 2003 til og við 2008, hevur verið: 2003 (2433), 2004 (2199), 2005 (1911), 2006 (1968) 2007 (1918) og í 2008 (1665). Hetta merkir, at tey 2433 fiskafólkini, sum starvaðust kring landið í 2003, vóru 768 færri í 2008. Landsstýrismaðurin, Jac- ob Vestergaard, upplýsir í sínum svari, at arbeiðsmegin innan greinina ali-og kryvji- virki er ikki roknað upp í hesi tølini. Sosialurin fer at venda aftur til fyrispurningin hjá Kára P. Højgaard og svarið hjá landsstýrismanninum, Jacobi Vestergaard. Nógv færri høvuðsvinnuni Talið av fiskimonnum og fiskafólki er nógv minkað seinastu árini Mynd: Karstin Vang Kári P. Højgaard spyr... ... Jacob Vestergaard svarar...