Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 16 VIKUSKIFTI stjørnukokkur Eydna Skaale Gutti er chefkokkur, og hann hevur sostatt alla ábyrgdina av matar­ skránni. Tað var eisini Gutti, sum stóð við grýturnar hetta kvøldið, tá ummælararnir frá Politiken púra óvæntað leitaðu sær á gátt á Tight. – Vit vistu ikki, at tey vóru um mæl­ arar. Høvdu vit vitað tað, hevði kanska verið meiri fjáltur á inni í køkinum. Men vit hildu hetta vera eina heilt vanliga bílegging, og gjørdu tí júst, sum vit plaga. Tíbetur vórðu tey imponerað, sigur Gutti Winther flennandi. Ummælini alt at siga Hann heldur, at tað kanska er líka frægt, at man ikki veit nær ummælararnir koma, tí so fáa tey eina rættvísa mynd av, hvat gestirnir kunnu vænta sær. – Vanliga er tað so, at um matstovan frammanundan veit, at ummælarar koma, so er alt fullkomiliga uppi at koyra. Har eg lærdi, komu nógvir fín­ ir gestir, tí tað var ein fín matstova. Roger Moore, Michael Laudrup, Maersk McKinnley Møller og tey kongaligu bert fyri at nevna nøkur. – Hóast eg bert var lærlingur tá, slapp eg at gera matin til hesar fínu gestirnar. Men tá ummælarar komu, stóð øll matstovan eftir øðrum enda, tí tá mátti alt vera perfekt, minnist Gutti. Hann greiðir frá, at tá tú hevur eina matstovu í Keypmannahavn, er tað altavgerandi, at tú fært góð ummæli frá viðurkendum ummælarum. – Tey, sum fáa vánalig ummæli, kunnu bara pakka saman beinanvegin, tí ummælini verða lisin og tikin til eftirtektar. Tað eru jú kend, kompetent fólk, sum siga fólki, um staðið er vert at vitja ella ikki, vísir Gutti á. Vistu av ongum – Sjálvandi vil man spíla seg út, tá tað eru ummælarar sum bíleggja, tí teirra meining hevur so stóra ávirkan á umdømi. – Sum kokkur ynskir man tí, at ummælararnir til dømis koma eitt týs­ kvøld, tá tað ikki er so nógv at gera. Men tey vóru her á »Tight« eitt fríggjakvøld, tá tað var pakkað við fólki. Tá er trýst á køkinum, og man hevur ikki møguleika at digga fyri matinum á sama hátt, sum man kann, tá minni er at gera. Gutti greiðir frá, at hóast ummælar­ ar nir ikki altíð siga frá, tá teir koma, so verða teir tó ofta kendir aftur. Teir spyrja ofta eisini meiri enn vanligir gestir, og tí frættir kokkurin sum oftast frá tæn ar unum, at hann skal gera sær eyka góðan ómak. Men á »Tight« vistu tey einki um, at tey høvdu havt ummælarar á gátt hetta fríggjakvøldið, fyrr enn ein dama frá Politiken ringdi nakrar dagar seinni og vildi vita meiri um staðið. – Vit bjóðaðu teimum at koma at royna okkara mat, men tá segði hon, at tey longu høvdu verið. Og at vit fóru at síggja ummælið, tá tað varð almannakunngjørt næsta hósdag. – Vit gjørdust sjálvandi kløkk og nervøs, men hon segði, at vit ikki skuldi vera bangin. Gutti og hini á »Tight« sóu tí ikki ummælið fyrr enn tað varð lagt út á politiken.dk. – Tað var ein øgiligur lætti at síggja hvussu gott ummælið var. Fimm av seks stjørnum frá Politiken er jú framúr gott! Gestirnir trífaldaðust Gutti sigur, at ummælið um »Tight« t kom í Politiken hósdag, og longu fríggjadagin eftir høvdu tey einar 300 gestir. – Síðani ummælið var í blaðnum hava vit trífaldað okkara umsetning, so tað hevur veruliga týdning at imponera ummælararnar. – Kreppan merkist eisini innan matvinnuna, og beint nú eru nógvir kokkar arbeiðsleysir og nógv matarstøð steingja. Tað er tí ótrúliga stuttligt at vera við til at byggja eitt slíkt stað upp, og fáa tað til eina success. Hóast hetta er eitt nýtt stað, hava vit longu úr at gera. Men hetta staðið verður tó ikki mítt lívsstarv, slær Gutti fast. Hóast hann nú hevur fingið útvið bestu ummæli, sum ein kokkur kann ynskja sær, so droymir hann tó um at læra enn meiri og gerast enn betri. Tí ætlar hann sær onkuntíð aftur í ein fínan køk at starvast. Fyribils kann famúr góði maturin hjá Gutta tó njótast á »Tight« í hjartanum á Keypmannahavn. Á spildurnýggju café’ini í Keyp- mannahavn, »TighT«, er gleðin stór. politiKen hevur júst nevnt staðið at vera millum bestu matstøðini í dansKa høvuðsstaðnum, og tað er millum annað føroysKa KoKKinum, guTTa WinThEr, fyri at taKKa StjørnU KoKKUrIn í Keypmannahavn Aldur: 30 Búsitandi: Islands Brygge, Keypmannahavn Útlærdur: Á ”The Paul” í Tivoli, sum er ein michelinstjørnað matstova CV: M.a. Skovshoved Hotel. D’Anglaterre hjá Rasmus Kofoed, sum er heimskendur kokkur. Egið felag, ”Munga”. Starvast í New Zealandi, Íslandi, Wien og London. Verið við í verkætlan á einum býlingshúsi, har børnini dagliga skuldu vera við til at gera heilsugóðan mat. Eisini vunnið annað pláss í eini Young Chef kapping í Dk. Starvast nú: Á »Tight« spildurnýtt stað í Keypmannahavn fakta gutti winther Framúr góða ummæli í Politiken er forstørrað og hongt upp í rútin, so fólk, sum ganga framvið kunnu síggja tað mynd: eydna sKaale