fríggjadagur 23. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 203 · 23 oktober 2009
17
VIKUSKIFTI
SerlIgT TIlboð TIl FøroyIngar:
Øll sum kunnu prógva, at tey eru føroyingar, t.d. við føroyskum koyrikorti ella
passi, fáa 15% í avsláttri av matinum á Tight restina av 2009.
Tight er ein matstova við trimum eigarum. Ein er úr
Avstralia, ein er fraklendingur og ein er canadiari.
Chefkokkur er Gutti, sum er úr Havn.
Harumframt starvast fólk úr Nepal, Fraklandi og av
Filippinunum eisini á Tight. Eingin dani starvast har.
Á Tight tosa tey enskt, franskt, føroyskt
og eitt lítið sindur av donskum.
Køkurin er opin frá 8-23 og bjóðar morgunmat, bronsj,
frokost og um kvøldið er tað mest líkt einum brasserie.
Maturin er erligur, merktur av árstíðini við frískum ráðvørum,
og alt verður gjørt frá grundini hvønn einasta dag.
Huglagið er avslappað. Har er hugnaligt og als ikki
líkt eini vanligari matstovu. Tænararnir eru í t-shirt og
cowboybuksum, og veita framúr góða tænastu.
Maturin er á høgum støði, og prísirnir eru lægri enn hjá
kappingarneytunum mitt inni í Keypmannahavn.
Umframt at vera matstova og café er eisini barr við lounge.
Tight liggur á Hyskenstræde 10, sum er ein síðugøta frá
Stroynum í Keypmannahavn, beint við stóra H&M handilin.
fakta tight
Vit byrja við eini stórari grýtu av
kræklingi, sum stendur fyri okkum,
næstan áðrenn vit hava bílagt hana.
Eitt vælangandi skýggj dampar
frá grýtuni, tá tænarin lyftir lokinum.
Kræklingurin er perfekt tilgjørdur,
vætumikil við einum fantastiksum
soði í botninum á grýtuni – gjørt av
hvítvíni, hvítleyki, timian, frískari
persillu og øðrum smáttskorðnum
kryddurtum. (…)
Síðani verða tveir tallerkar við
glaseraðum dunnulørum settir fyri
okkum. Skinnið er ljósabrúnt og
broyskið. Kjøtið er moyrt, og orsakað
av longu tilgerðartíðini í egnum
feitti, dettur tað næstan sundur í sera
smakkmiklum trevjum.
Tilhoyrið er einfalt. Umframt ein
bita av grillaðari courgette og nøkrum
ovnbakaðum sherrytomatum, sum
eru sevjumiklar og søtar, liggur ein
stór mongd av rustikkum eplamosi,
sum ikki er tungt, men smakkar,
sum tað er vent við einum mola av
smøri.
Harumframt er eisini ein lítil
rúgva av fínthakkaðum reyðkáli og
broysknum romainesalati, sum er
rundað av við eini hóskandi mongd
av olju-edikkadressingi.
Vit
enda
við “mormors
chokolademousse”, sum hevur eina
skeið av súrligum blommukompotti
afturvið.
Vit valdu at seta eina trírættaða
menu saman, men Tight er eisini eitt
stað, har tú bara kanst hanga út við
einum kopi av kaffi. Staðið er eitt
framúr gott intiativ.
Ikki minst orsakað av, at køkurin
hevur óvanliga leingi opið, heilt
frá 8 til 23. Tað áttu at verði fleiri
av hesum støðunum. Tað er góður
matur í avslappaðum umhvørvi, og
tað er stýr á tingunum, uttan at tað
verður ov fínt og stívt. (…)
Umframt
matinum
rósa
ummælararnir eisini hølunum og
serveringini til skíggja.
Alt í alt sera góð ummæli og 5
av 6 stjørnum.
“Fantastisk skeljadjór, “top” and
confit, og endiliga eitt stað, har tú
kanst bíleggja heimagjørt chokoláta-
moussé! Stórt tillukku!”
“Tað er eitt kanón gott stað! Mat-
urin er fantastiskur og tað er nóg
mikið av honum! Góð tænasta og
saman umtikið ein hugnaligur stemn-
ingur”
“Eri heilt víst vorðin stamgestur! Heilt
undurfull café! Tað er SO hugnaligt,
at man slett ikki hevur hug at fara
avstað aftur”
“Perfekt tænasta, góður matur og
rættvísir prísir! Samanumtikið
ein góð uppliving!! Eg eri longu
stamgestur.”
Lesararnir geva super góð
ummæli og geva 6 av 6 stjørnum.
Soleiðis skriva ummælararnir
hjá Politiken um matin frá
Gutta Winther á Tight:
Soleiðis skriva nakrir av
lesarunum hjá Politiken um Tight:
Gutti Winther hevur ein langan arbeiðsdag, tí
køkurin letur upp longu kl 08.00, tá til ber at
fáa morgunmat og bronsj. Opið er til kl 23
mynd: eydna skaale