fríggjadagur 23. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 tíðindi
Nr. 203 - 23. oktober 2009
Brestiskvæði framført
á violin í fólka
tónleikara kendum
hami. Tað er millum
annað tað, ið verður
at uppliva á tveimum
konsertum í Havn í
næstu viku, tá hálvi
føroyingurin Rune
Tonsgaard Sørensen
og Poul Bjerager
Christiansen hava
útgávukonsert
TÓNLEIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Fyrst var tað Fuglakvæðið,
sum varð tolkað í eini mun
andi meiri rockkendandari
útgávu. Síðani tók Týr
Orm in Langa og gjørdi
hann til fólkaogn. Eftir tað
hava vit fingið fleirtald
dømi um, at kvæði tola at
verða tolkað av nýggjum.
Úrslitið hevur fleiri ferðir
verið so mikið gott, at
nýggja útsetingin hevur
ver ið ein sonn landaplága.
Nú eru tað aftur tveir, ið
tulka
gomlu
føroysku
kvæð ini á ein nýggjan hátt.
Danin Poul Bjerager Christ
iansen og hálvi føroyingurin
Rune Tonsgaard Sørensen
hava latið fløgu av hondum,
har teir bera fram eitt nú
Brestiskvæði og Sinklars
Vísu sum lættan fólkatón
leik.
Báðir spæla violin, sum
tískil er berandi ljóðføri á
fløguni, men hetta verður
eisini stuðlað av millum
ann að orgul og harpu.
Byrjaði við
føðingardegi
25 ára gamli Rune Tons
gaard Sørensen er hálvur
føroyingur í faðirætt. Pápin
er Bjarni Sørensen úr Havn.
Tískil er hann uppvaksin
við føroyskum tónleiki og
dansi. Poul Bjerager Christ
iansen hevur eisini eitt stórt
innlit í føroysku kvæða
ment anina. Teir báðir eru
menn inir handan fløgu út
gávuna, men hóast báðir
kenna nógv til føroyskan
dans og vísumentan, so var
tað kortini meira tilvild enn
nakað annað, at fløguút
gávan gjørdist veruleiki.
– Upprunaliga var bert
talan um eitt lítið føðing ar
dagshugskot til pápa mín,
sum fylti 60 ár, sigur Rune
Tonsgaard Sørensen. Poul
Bjerager
Christiansen
spurdi seg, um tað ikki
hevði verið eitt hugskot, at
gjørt nakrar fortolkningar
av føroyskum kvæðum sum
eina øðrvísi føðingar dags
gávu.
– Talan var einans um
nøkur fá løg, men vit fóru
so víðari við tí og tað endaði
sum eitt fantastiskt projekt,
sum eisini hevur verið sera
stuttligt, sigur Rune Tons
gaard Sørensen.
Tvær konsertir
í Føroyum
Úrslitið er ein fløga við 13
skeringum. Fyrsta skeringin
er brot úr einum kvæði,
aðrar skeringar eru kvæði
og vísur framborin á violin,
meðan tað í øðrum støðum
verður blandað, soleiðis at
kvæðini og fólkatónleikurin
yvirlappar hvørt annað.
– Fyrstu ferð, sum vit
royndu hetta, vistu vit, at
hetta riggaði. Vit hava held
ur ikki hoyrt annað enn, at
tað er sera gott, fortelur
Poul Bjerager Christiansen.
Hann greiðir frá, at teir
báðir millum annað hava
spælt til eitt hátíðarhald hjá
dansifelagnum Fótatraðk.
– Eisini her varð tað væl
móttikið, sigur Poul Bjerag
er Christiansen, sum saman
við Rune Tonsgaard Søren
sen hevur tvær konsertir í
Føroyum.
Tann fyrra er útgávu
konsert í TUTLhandlinum
og tann seinna er í Sjón
leikarahúsinum, har skipað
verður fyri føroyskum dansi
aftan á.
– Føroyingar í Danmark
lata sera væl at hesi ný
skap an, sum fløgan um
boðar, og vit vóna at tað
sama verður galdandi í Før
oyum, sigur Poul Bjerager
Christiansen, sum eisini
gleðir seg nógv til føroyska
dansin aftan á konsertina í
Sjónleikarahúsinum.
Næsta útgávan
er ávegis
Góða móttøkan øðrvísi tón
arnir hava fingið í Danmark
hava millum annað havt við
sær, at DanskFærøsk Kul
tur fond hevur játtað pening
til eina nýggja fløgu frá
teimum báðum. Á hesari
útgávu skulu kvæði, sangur
og ljóðføri mynda hvørja
skering.
Á Føroyaferðini fara teir
báðir at tosa við útgávu
felagið Tutl og Sláið Ring
um hvussu ein slík útgáva
best verður skipað.
Kvæði á violin
Fiddling Faroes er heitið á fløguni frá Poul Bjerager
Christiansen og Rune Tonsgaard Sørensen. Talan er um
gomul føroysk kvæði og vísur, sum verða borin fram í
løttum fólkatónleikarakendum hami – 13 skeringar
tilsamans.
Teir báðir Poul Bjerager Christiansen og Rune Tons
gaard Sørensen hava tvær konsertir í Føroyum. Eina
mánadagin 26. oktober í Tutlhandlinum og eina týs
dagin 27. oktober í Sjónleikarahúsinum, har farið verður
upp á gólv aftaná.
FAKTA
Poul Bjerager Christiansen
og Rune Tonsgaard Sørensen
spæla bæði í Tutl-handlinum
og í Sjónleikarahúsinum í
næstu viku
Kanna Karl 12. aftur
Svensku myndugleikarnir hava gjørt av, at serfrøðingar skulu fáa loyvi
til at kanna líkið av tí kenda konginum Karl 12, sum doyði í bardaga
millum sviar og norðmenn við Frederikstad í 1718. Grøvin, sum er við
Ridderholms kirkjuna í Stockholm, bleiv eisini latin upp í 1917, men
síðani hevur tøknin ment seg nógv, og nú vilja serfrøðingar sleppa at
kanna líkið við nútímans útgerð. Millum annað er ætlanin at kanna, um
tað ber til at staðfesta, um tað var ein norsk ella ein svensk kúla, sum
beindi fyri tí kenda konginum.