Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. oktober 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 203 · 23 oktober 2009 18 VIKUSKIFTI Góða Rigmor Fyri nógvum árum síðin gjørdi eg av, at eg ikki vil hava børn. Orsøkin er snøgt sagt, at børn ikki siga mær nakað – í øllum førum ikki nóg mikið til, at eg tími at ofra mítt frælsi fyri tey. Men tað mugu rættar føroyskar kvinnur eftir øllum at døma ikki siga hart í Føroyum. Herfyri fylti eg 35, og tað hevur aftur fingið vinfólk, familju og kenningar at júka meg við spurninginum, um eg og sjeikurin ikki skjótt skulu hava børn. Problemið er, at eg veit ikki, hvat eg skal svara. Sigi eg sannleikan verði eg oyst undir í ákærum um, hvussu egoistisk eg eri. At siga “tað rakar ikki teg” haldi eg vera nokkso ófólkaligt. Onkuntíð havi eg bestan hug at siga, at vit ikki kunnu fáa børn, men tað passar ikki, og mær dámar ikki at lúgva. Hvat hevði tú svarað Rigmor, um tú vart í míni støðu? PS: Eg haldi tað vera nokkso merkiligt, at ongin júkar sjeikin hjá mær við sama spurningini ... Heilsan tann kroysta Góða ”kroysta” Hetta er eitt frálíkt høvi at minna á, hvussu ófólkaligt tað er at spyrja fólk um ella nær, tey skulu hava børn. Í besta føri er svarið, at viðkomandi hevur valt børn frá, og í ringasta føri er svarið, at hann ella hon kann ikki fáa børn. Undir øllum umstøðum er talan um ein sera persónligan og privatan spurning, sum ein og hvør ikki eigur at bera fram. Sum tú vísir á, er tað framvegis eitt tabu, at kvinnur velja børn frá frívilliga. Hetta kemst helst av, at børnini eru besta gávan hjá flestum okkara. Tað er altíð torført at ganga ímóti streyminum, og tað eru tíverri altíð fólk, sum ikki góðtaka, at øll eru ikki líka – serliga í einum lítlum samfelag sum tí føroyska. Tað er sjálvandi ikki í lagi, at tú verður ákærd fyri at verða egoistisk, tí tú hevur valt børn frá – tað hevur tú tín fulla rætt til, og ongin hevur krav upp á nakra forkláring frá tær. Tí skjóti eg upp, at næstu ferð onkur er so ófantaligur at spyrja teg, skalt tú svara, at tú skalt ikki hava børn. Um viðkomandi vil vita hví, svarar tú bara ”tí”, og letur so tøgnina tala. So kann hann ella hon standa har og føla seg illa og vónandi skilja, at farið varð langt út um mark. Tøgnin kann viðhvørt vera besta svarið. Tí, sum tú sigur: Tað kemur ikki øðrum við. v. rigmor _________________________________________________ Til Livst so spyrst Havi ein trupulleika við einari vinkonu. Hon var nýliga skild, maðurin fór frá henni til eina aðra. Hetta gjørdi hana sjálvandi sera kedda, og hon vendi sær nógv til mín. Eg var nógv hjá henni og børnunum, og vit tosaðu í telefon í tímar hvørt kvøld. Nú hevur hon møtt einum nýggjum manni og er lukkulig aftur. Eg eri sjálvandi sera glað hennara vegna, men nú hoyri eg ikki eitt orð frá henni. Eg kenni meg næstan misnýtta av henni – eg var bara góð nokk, tá hon ikki hevði nakran annan at venda sær til. Í dag hava vit næstan onki samband. Eg havi ikki sagt hetta við hana, haldi bara at hon burdi sæð sjálv, hvussu vánaliga hon uppførir seg. Hvat heldur tú, eg burdi gjørt? Heilsan Eg Góða tú. Tað er ein klassiskur brølari at misnýta fólk, tá ein er í kreppu, og so at droppa tey aftur, tá kreppan er av. Soleiðis varðveitir ein ikki góð vinarløg. Men er tað soleiðis, at forholdið hjá vinkonuni er spildurnýtt, er hon kanska fullkomiliga nýforelskað og klikkað. Og so skalt tú líka geva henni tíð til at koma til sín (og tín) aftur. Men heldur tú, at hon nú burdi verið komin yvir ”tað ringasta”, mást tú finna útav, um hon framvegis hevur uppiborið eksklusiva heitið vinkona, ella um hon skal yvir í rótibunkan við kenningum. Um tit eru sannar vinkonur, áttu tit at verið erligar og trúgvar í øllum lívsins viðurskiftum. Tí haldi eg, at tað er rættiliga løgið, at tú ikki hevur fortalt henni, hvussu tú upplivir hennara atburð. Nógvar misskiljingar kundu verið forðaðar við betri samskifti. Tú veitst heldur ikki, hví hon hevur gloymt teg, fyrr enn tú hevur tosað við hana. Kanska kennir hon á sær, at hon hevur brúkt teg so nógv, at hon stendur í skuld til tín, og tí vil hon ikki troytta teg meira? Kanska heldur hon, at tú ert troytt av sær. Kanska hevur hon tað ikki gott í nýggja parlagnum? Kanska er nýggi sjeikurin ein kontrollerandi tyrannur? Saknar tú vinkonuna, haldi eg, at tú skalt bjóða henni til kaffi, tí tit hava nakað at tosa um. v. rigmor _________________________________________________ Hey Rigmor 10 ára gamla dóttir okkara hevur eina vinkonu, hvørs mamma er í viðgerð fyri sálarsjúku. Dóttir okkara spyr ofta til hesa konuna, til dømis, hvat henni feilar, og hví hon er sjúk. Men vit ivast í, hvussu nógv vit skulu fortelja henni, tí vit halda, at tað er so ringt at tosa um, og vinkonan sigur onki sjálv. Vit vilja ikki skaða vinarlagið millum genturnar, tí tær eru so góðar við hvørja aðra og hava altíð verið vinkonur. Men handan mamman fyllir nógv í hugaheiminum hjá dóttir okkara. Foreldrini Góðu foreldur Tíbetur eru vit komin so langt í dag, at vit tosa opið og frítt um sálarsjúku – eisini við børn. Fyrr tosaðu fólk ikki um sálarsjúku, men hetta er tíbetur batnað í dag. Eg veit, at tað finnast fleiri barnabøkur um tílík tabu evni, sum vit ikki eru so von við at tosa við børnini um. Tað er eisini umráðandi fyri børnini, sum liva í familjum, har alt ikki er ”perfekt”, at tey møta forstáilsi og stuðli í nærumhvørvinum, eitt nú frá vinfólkum, foreldrum hjá vinfólkum, lærarum og pedagogum. Hesi børn skulu ikki kenna seg øðrvísi og einsamøll, og tey skulu ikki skammast av støðuni heima. Bókasavnið kann hjálpa tær at finna góðar og aldursvarandi bøkur, bæði á føroyskum og hinum norðurlendsku málunum, sum tit kunnu lesa saman við dóttrini. Eitt nú fagrar- og yrkisbøkur um familjur við sálarsjúku, rúsdrekkamisnýtslu, álvarsligari sjúku, deyða, har foreldur sita í fongsli og so framvegis. Góða eydnu. v. rigmor Tríbarnamamma, kona, lærari, journalistur og redaktørur á lívsstílsblaðnum Rákið svarar spurningum til brævkassan SpyrSt So livSt Redaktiónin loyvir sær at velja og vraka millum innsendu spurningarnar Hevur tú brúk fyri einum góðum ráði, so send spurningin til: Sosialurin SpyrSt So livSt postboks 76 Fo-100 tórshavn ella teldupost til rigmor@sosialurin.fo SpyrSt so livst RigmoR Dam Spurningur frá lesara: Vit hoyra oftari og oftari, at útvarpsfólk og onnur siga til dømis: “Hann seldi húsini fyri ein prís á tvær milliónir” ella “Trolarin kom úr Barentshavinum við einari last á 2.000 tons”. Er hetta rætt? Eitur tað ikki “upp á tvær milliónir” og “upp á 2.000 tons”? Fólk siga vanliga: Hon hevur ein mann upp á gott og væl 50 ár. At “á 50 ár” nú breiðir seg, kann helst komast av, at onkrir málráðgevarar halda “upp á” vera minni føroyskt enn hitt. Men er tað nú tað? Vit hava hesar fyrisetingarnar og hjáorðini í ymiskum formum og týdningum. Vit kunnu siga: Hann er farin upp á dekkið, ella: hann er farin uppá (t.e. upp á loftið ella eina hædd upp). Siga vit, at hann er farin upp, so er hann farin úr songini. Onkur sigur eisini, at hon hevur tikið upp á, sum er danskt; á føroyskum eitur tað, at hon var framfarin. Um hesa somu damuna kunnu vit heldur ikki siga, at “hon hevði tikið á”, tí tað hevði merkt, at hon tók á og var í ferð við at draga bát t.d. Best man vera at lata hesi hjáorðini fáa frið. Fara vit at pilka við tey, so er ilt at siga, hvar vit enda. Tað verður kanska sum við pástandinum, sum bleiv forfjónaður, tí hann líktiskt donskum. Vit skuldu heldur siga “uppáhald” í staðin fyri pástand. Vit skuldu siga “halda uppá” og ikki pástanda. Men nú er sperðil í: uppáhald skuldi vera “gott føroyskt”, og tað skuldi “halda uppá” eisini, men tað var "óføroyskt" at siga: ein veðrur upp á 90 pund. Hvar er logikkurin? Hví ikki góðtaka bæði 'at pástanda' og 'pástandin'? Í hesum báðum samansettu orðunum er fyrri partur bara ein stytting av uppá. (MT) »Á og uppá« verða komm føroysk ð punktum Málstrikan MÁLFELAGIÐ ð