týsdagur 27. november 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 229 - 27. november 2001
Nr. 229 - 27. november 2001
23
–Okkara ættarlið
hevur fingið tað stóra
aktiv at kunna troyta
orkuna í undirgrund-
ini, og her hevur so
fólkatingið sagt, at vit
skulu brúka tey góðu
árini við olju- og
gassinntøkum til at
minka um skuldina,
soleiðis at næsta ætt-
arlið, sum kanska ikki
hevur líka nógva olju
og gass, ikki skal hava
nakra skuld at drag-
ast við sigur ein garv-
aður Anders Eldrup í
nýggja stjórasessinum
hjá DONG.
DANSKT VINNULÍV
OG FØROYAR
Jan Müller
Eitt av teimum mongu út-
lendsku
oljufeløgunum,
sum hevur brúkt munandi
upphæddir til at verða við í
oljuleitingini við Føroyar er
almenna
danska
orku-
felagið Dong. Herfyri fekk
felagið
Dong
nýggjan
stjóra. Tað er Anders Eld-
rup, sum seinastu 28 árini
hevur arbeitt í Fíggjar-
málaráðnum, harav 10 sum
ovasti embætismaður ella
departementsstjóri. Harvið
hevur hann eisini havt ávíst
tilknýti til spurningar, sum
viðvíkja Føroyum. Hann
hevur fleiri ferðir vitjað í
Føroyum eitt nú tá hann í
70-unum var limur í Ráð-
gevandi
Nevndini
við
Anders Ølgaard á odda.
Nú hevur hann so tikið
við stjórastarvinum í øðr-
um av oljufeløgunum í
Danmark. Hetta kemur tó
ikki heilt óvart á hann, tí
seinastu 10 árini hevur
hann verið nevndarlimur í
Dong. Undanmaður hans-
ara var Holger Lavesen,
sum seinastu árini av síni
leiðslutíð legði stóran dent
á nettupp luttøkuna hjá
Dong í Føroyum. Í so máta
er eingin broyting. Nýggi
stjórin sær Føroyar sum eitt
av »heitu« áhugaøkjunum
hjá felagnum, sum nú av
álvara er við at gerast
altjóða viðurkent leitifelag.
Herfyri vitjaði Sosialurin
inn á gólvið hjá Dong í
Hørsholm, har tað eisini
arbeiða fleiri føroyingar.
Anders Eldrup tekur ímóti
og sigur seg alt fyri eitt vera
sera fegnan um at hava
føroyingar í arbeiði ikki
minst nú Dong er við í
leitingini við Føroyar. Hann
sær fegin eitt breitt sam-
starv við føroyingar, ikki
bara á oljuøkinum men eis-
ini á øðrum orkuøkjum so
sum innan vindmyllur.
Vildi royna nakað nýtt
Men hví fara úr tí kenda
Fíggjarmálaráðnum eftir
so mong ár og út í eina heilt
nýggja og øðrvísi bransju?
-Tíðin var komin at royna
nakað nýtt. Havi sjálvur
verið nevdarlimur í felag-
num í 10 ár og eri eg tí sera
fegin um at sleppa at royna
meg í sera spennandi dag-
liga arbeiðinum hjá fyri-
tøkuni.
Hansara mál í Dong er at
byggja víðari á tað góða
fundament, sum longu er
bygt upp og troyta ta støðu,
sum verður, tá marknaðurin
verður fult liberaliseraður.
Tað merkir at royna at gera
Dong til ein góðan og
effektivan
luttakara
á
danska orkumarknaðinum.
–Eg vil fegin sleppa at
vísa, at statsmonopolið
Dong eisini kann klára seg
væl, nú tá marknaðurin
skal vera fríur.
Tað nýggi Dongstjórin
sipar til er tann sannroynd,
at tað nú er møguleiki hjá
útlendskum gassframleið-
arum at koma inn á danska
marknaðin.
–Vit
mugu
síggja tann veruleika í eyg-
uni, at vit fara at missa
nakrar kundar, nú vit fáa
eina veruliga kapping á
danska gassmarknaðinum.
Hann letur tó ongan iva
standa um, at Dong fer at
klára seg væl í hesi kapp-
ingini. Danski gassmarkn-
aðurin hevur longu í eina
tíð verið lutvíst opin fyri
fríari kapping. Hóast hetta
hevur Dong enn ikki fingið
kapping.
Tá vit spyrja Anders Eld-
rup, um tað í hesum
privatiserings- og liberali-
seringstíðum er serliga
heppið
við
einum
al-
mennum orkufelag sum
Dong vísir hann á, at í eini
uppbygginartíð at kunna
fara undir at brúka gass í
heimum kring Danmark,
skuldu
risastórar
sam-
felagsligar íløgur gerast í
bæði rørleiðingar og annan
infrastruktur. Tað var í 30
milliarda klassanum. Tá so
er, tá er klókt av einum
samfelag at taka málið í
egnar
hendur
fyri
at
tryggja, at hetta hendur.
Henda útbygging heldur
fram. Tað er annars í um-
búnað eisini at leggja rør-
leiðingar til bæði Pólands
og Bretland.
Hvussu Dong so skal
skipast í framtíðini, tað
mugu komandi ættarlið
taka avgerð um heldur
avgjørdi men eisini sera
vinsæli orkustjórin.
Við í oljuleiting
aðrastaðni
Í dag er Dong eingin dvørg-
ur á danska marknaðinum.
Talan er heldur um eina
fyritøku í stórari menning,
eina fyritøka, sum bæði
virkar innan olju og gass,
og sum vil vera til taks hjá
donsku
brúkarunum.
Felagið luttekur eisini í
leiting í Norðsjónum.
Stóra avbjóðingin hjá
Dong og her ikki minst
nýggja
stjóranum
eru
møguleikarnir hjá felag-
num at vera við í oljuleiting
uttan fyri danska sokkulin.
Frá í ár av hevur Dong
nevniliga fingið loyvi til at
vera við í leiting uttan fyri
danskt øki eisini, nakað,
sum Dong við Anders Eld-
rup sum stjóra fer at leggja
størri dent á komandi árini.
Dong við í 40 lisensum á
donskum øki. Haraftrat
ætlar felagið at vera meira
virkið í øðrum økjum, eitt
nú í bretskum øki skamt frá
føroyska markinum. Ætlan-
in er at bora tveir brunnar
har. Tað er m.a. í samstarvi
við somu felag, sum Dong
arbeiðir saman við á før-
oyskum øki. Í øðrum loyv-
inum samstarvar Dong eis-
ini við Texaco og OMV.
Dong arbeiðir eisini við
ætlanum um at gerast eitt
elfelag, soleiðis at felagið
kann hava enn fleiri vørur á
hillunum. Felagið er væl
við at gerast elframleiðara.
Tað er við í eini offshore
vindmylnupark á Falster og
eigur 30% av hesi. Samlaða
íløgan er 1,5 mia. kr.
Higartil hevur Dong mest
arbeitt við at veita donskum
húsarhaldum
nátúrgass.
Hetta er so eisini í tráð við
góðan umhvørvispolitikk,
ið støðugt fleiri og fleiri
lond seta hægri krøv til.
Anders Eldrup heldur gass
vera gott brennievni, tí tað
er reint. Dálkingin frá gassi
er minni enn frá olju og
koli. Tí verður eisini stórur
dentur lagdur á at brúka
gass í Danmark. Anders
Eldrup heldur eisini, at vit
úti í heimi fara at síggja
størri eftirspurning eftir
gassi heldur enn eftir olju
og koli, eitt nú út frá einum
umhvørvissjónarmiði.
Stóran týdning fyri
búskapin
Í dag er Danmark útflytari
av gassi til Svøríki og
Týskaland og arbeitt verður
við útflutningi til Póland
frá 2004. Anders Eldrup
dylur ikki fyri, at tað hevur
stóran týdning fyri danska
búskapin, at landið bæði er
sjálvbjargið við gassi og
kann útflyta tað. Í 80-unum
var stór óvissa um búskap-
in. Hetta er nú heilt broytt,
soleiðis at Danmark í dag
er væl fyri og skyldast hetta
eisini væleydnaða olju-
ídnaðinum. Við
hesum
liggur eisini ein ábyrgd.
–Okkara ættarlið hevur
fingið tað stóra aktiv at
kunna troyta orkuna í und-
irgrundini, og her hevur so
fólkatingið sagt, at vit
skulu brúka tey góðu árini
við olju- og gassinntøkum
til at minka um skuldina,
soleiðis at næsta ættarlið,
sum kanska ikki hevur líka
nógva olju og gass, ikki
skal hava nakra skuld at
dragast við.
Seinastu tíðina hevur ver-
ið
frammi
í
donsku
miðlunum og á fólkatingi,
at oljufeløgini áttu at verið
harðari skattað. Uppá fyri-
spurning um hann heldur,
at staturin letur oljufeløgini
sleppa ov lætt, tá talan er
um skatting sigur Anders
Eldrup, at vit mugu gera
okkum greitt, at vit her
hava við eina bransju at
gera, sum krevur stórar
íløgur. -Nógvar av íløgun-
um verða til fánýtis, tí
nógvar av boringunum geva
ikki tað nøktandi úrslitið.
Skal ein slík vinna yvirliva
uppá longri sikt, so er man
noyddur til í tíðarskeið at
hava stórar inntøkur, sum
kunnu
mótvirka
ringu
tíðunum. Og í byrjanini
byrjar man oftani við
negativum boringum og
undirskoti, og tí má tað
seinni í tilgongdini vera ein
góð inntjening. Ein kann so
altíð práta um, antin hetta
er ov nógv ella ov lítið. Tað
hevur verið uppá tal at
skatta oljufeløgini harðari,
men tað fer helst neyvan at
henda undir eini borgar-
ligari stjórn.
Dong Føroyar
Dong má í dag sigast at sita
á fyrstu parkett á føroyska
oljupallinum.
Tí tað er við í loyvinum
hjá The Faroes Partnership,
við 17%. Hetta er júst
samtakið, sum nú um
dagarnar kundi boða frá, at
tað hevði gjørt eitt kol-
vetnisfund á landgrunnin-
um. Anders Eldrup sigur, at
teir longu hava brúkt mun-
Anders Eldrup nýggi stjórin í DONG: Úr Fíggjarmálaráðnum í oljuvinnuna
Sær stórar møguleikar í Føroyum
Hóast tað fyrst og fremst verður hugsað
um gass, tá tú sær navnið Dong, so er
hesin danski orkurisin nú av álvara farin
at vísa oljuleiting í øðrum londum ans.
Anders Eldrup hevur stórar vónir til
leitingina við Føroyar.
Mynd Jan Müller
andi upphæddir í hesum
arbeiði. Sosialurin skilur,
at talið er omanfyri 50 mill.
kr.
Nýggi
Dongstjórin
heldur sjálvur, at økini teir
hava fingið lisens í báðu-
megin markið jarðfrøðiliga
eru sera áhugaverd. Tað er
tí einki dulsmál, at Anders
Eldrup eisini er sera fegin
um at vera við í fyrsta
oljufundinum í Føroyum,
tó at vit ikki í dag kunnu
siga, um tað er eitt lønandi
fund.
Anders Eldrup roknar
við, at teir fyribils fara at
halda til á skrivstovuni hjá
Amerada Hess í Havn.
Men verður eitt stórt fund
gjørt, so kann roknast við,
at felagið letur upp egna
skrivstovu og fær síni egnu
umboð.
Dong er so eisini við í
leiting í Grønlandi. Boring-
in í fjør gekk ikki væl, og
nú umhugsa feløgini, ið
vóru við har, hvat tey skulu
gera. Dong er við sum
partnari í Nunaoil. Hini út-
lensku feløgini har eru
Statoil og Philips.
Dong hevur tikið upp
samstarv við SEV um upp-
setan
av
vindmyllum.
Samráðst verður um eitt
samstarv á hesum øki. SEV
er í løtuni við at gera eina
frágreiðing um møguleikar
og tørv á at seta upp
vindmyllur. Í løtuni er
Dong við at fáa nógvar
royndir á vindmylnuøki-
num við sínum íløgum í
Danmark. -Vónandi kunnu
royndirnar úr Danmark
brúkast í Føroyum eisini og
vónandi kemur okkurt gott
burtur úr samarbeiðinum
við SEV, so kann verða
talan um at seta upp fleiri
vindmyllur sigur Anders
Eldrup.
Hann heldur tað vera
spennandi at kunna vera
við til at menna vindorku í
Føroyum.
Stór fund og ávirkan
-Sum fíggjarmaður og nú
sum olju- og gassmaður,
hvønn týdning heldur tú
eitt ella fleiri stór olju- ella
gassfund kunnu fáa fyri
Føroyar?
-Út frá einum búskap-
arligum sjónarhorni vil
hetta vera gott fyri Før-
oyar. Men tað er greitt, at
ein skal hugsa seg væl um,
hvussu man skal fyrihalda
seg. Norðmenn hava roynt
at handfara síni stóru fund
við klókskapi og við sínum
oljugrunni syrgt fyri, at
vanligi norski búskapurin
framvegis kann virka. Í
einum lítlum samfelag sum
tí
føroyska
skal
man
kanska hugsa enn meira
um, hvussu nógv kann
henda í einum lítlum
búskapi, tá so stórar kreftir
verða sleptar leysar. Man
má vera vitandi um hetta.
Men sum sagt eru mong
dømi um, at klók samfelag
hava skilt og megnað at
handfara hetta.
-Sær tú ein vanda í, at
nógvir oljupengar bara
koma ístaðin fyri ein blokk
úr Danmark tvs. at talan
verður um pengar, sum
bara koma inn í sam-
felagið, uttan at vit hava
gjørt nakað munandi fyri at
fáa teir?
-Um politikararnir eru
nóg umhugsnir og tað í
góðari tíð, tá kann man t.d.
hegna oljuinntøkurnar inni,
so tær ikki kunnu brúkast
við tað sama. Men tað er
upp til politikararnar at
gera av, hvussu møguligar
oljuinntøkur skulu fyrisit-
ast. Tað er ikki nakað, sum
Dong leggur seg út í.
Okkara uppgáva er at leita
eftir og framleiða møgu-
ligar
olju-
og
gass-
goymslur. Og har eru vit
sera fegnir um at kunna
vera við í Føroyum, har tað
eru bæði stórar avbjóðingar
og góð prospekt – møgu-
leikar.
Anders Eldrup hevur júst tikið við stjórasessinum í Dong, og hann gleðir seg til nýggju
avbjóðingina.
Mynd Jan Müller.
To miljøer av olje-
geologer vil sjelden
være enige om hvor
oljen er å finne. Det
er nemlig ikke lett å
finne olje.
Dag O. Larsen
Jeg
kjenner
mange
dyktige oljegeologer, de
tjener gode penger, men
ingen av dem er blitt
rike. Hadde derimot
geologene visst hvor
oljen var å finne...
Etter to tørre brønner
på færøysk sokkel, og én
under boring hvor det
fortsatt er håp, er det
viktig å få satt dette i et
riktig perspektiv. Vi som
leter etter olje har vært
med på dette før, vi
fortviler ikke på lenge
enda.
Innen oljeleting ope-
rerer vi med to katego-
rier av leteområde:
de jomfrulige hvor det
ikke er boret mange
brønner, som vi be-
nevner »umodne bas-
senger«, og områder
hvor det er flere funn
som i Nordsjøen, som
benevnes »modne bass-
enger«.
33 brønner
Alle leteområder var en
gang umodne, og svært
få av dem var en suksess
fra første dag.
I
norsk
del
av
Nordsjøen ble det boret
33 brønner før det første
drivverdige funnet ble
gjort.
Siden den gang har
suksess
raten,
dvs
prosentandelen
av
brønnene hvor det har
blitt olje eller gassfunn
vært god. For hvert
borehull
får
vi
ny
informasjon og øker vår
forståelse, og for Nord-
sjøen trengte vi altså 33
borehull før vi hadde
nok informasjon og er-
faring til å kunne bore på
det rette stedet. Vest for
Shetland ble det boret
opp mot 100 hull, før et
drivverdig funn ble gjort
nærmest ved en til-
feldighet, på et dyp nede
i undergrunnen hvor
ingen ventet å finne olje.
Det kan altså ta lang
tid før et område blir
modnet, og før geolog-
ene kan forutsi mulig-
hetene for å gjøre olje og
gassfunn med noen grad
av sikkerhet.
Teknikken udvikles
Etter den første tunge
starten var suksessraten i
Norge i perioden 1972 til
1990 nærmest konstant
på 30 % pr. år, mens den
siden har økt jevnt mot
60 %. Denne økningen
viser
antagelig
at
teknikken for oljeleting
er under utvikling, at vi
blir litt flinkere. Men
selv om raten i Nord-
sjøen nå ligger på et slikt
behagelig nivå, har det i
Barentshavet,
som
geologisk
er
ganske
annerledes, vært boret
hele 54 brønner før det i
år 2000 ble gjort funn
som gjør det mulig å se
for seg oljeproduksjon
derfra.
Konklusjonen på dette
må være at det ikke er
grunnlag for å avskrive
færøysk sokkel etter
sommerens
boringer.
Det
er
heller
ikke
grunnlag for å hevde at
oljeselskapene som har
stått for plasseringen av
borehullene har gjort en
dårlig jobb. Som olje-
leter kan jeg selvfølgelig
hevde at de boret på fei
sted, men det er som det
skal være. I umodne
bassenger vil oljeleterne
alltid være uenige, for
det finnes ingen absolutt
sannhet om hvor oljen er
før den er funnet.
Ingen kjenner sannheten -
og spesielt ikke oljegeologer
Det er ikke lett
å finde det
sorte guld
C
M
Y
K
23
22