Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-11-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. november 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 229 - 27. november 2001 Nr. 229 - 27. november 2001 25 Signar P. Heinesen Føroyar eru í eini olju- vinnu. Oljufeløg hava sett á stovn skrivstovu í landinum og tvey føroysk oljufeløg eru stovnsett. Mangir før- oyingar virka í dag onkurs- vegna í einum oljuvinnu- høpi — eisini heima á klett- unum. Hóast onkur skurr ljóða í hesum skiftismeldrinum, so eri eg í stórum og heilum heilt væl nøgdur við gongd- ina, havandi í huga tað vinnuliga sjónarmiðið. Før- oyskar fyritøkur, føroyskar profitt-eindir undir før- oyskari leiðslu og við privatum føroyskum høv- uðskapitali eru farnar inn í oljuvinnuna, har tær sjálvar hava tikið inititiativ. Føroyskar profitt-eindir, føroyskt initiativ og føroysk leiðsla var vinnuliga tann mest hótti parturin av eini møguligari oljuvinnu á føroyskum øki. Ein hóttan, sum kundi sett okkum ár- tíggju aftur í tíðina í okkara møguleika at framleiða virði til føroyska sam- felagið, føroyska borgaran. Men tað var eisini í føroyskum profitt-eindum, tann stóri møguleikin lá — og liggur. Møguleikin fyri tí, sum vit ofta nevna »vit- anaryvirføring«, »know- ledge transfer« ella »spin- off-effektir« — nógv før- oysk og fremmand heiti eru fyri hesum veruleika. Vandin av Sum eg dugi at síggja tað, so er tann stórsti vandin av nú. Tá ið vit vóru á ráðstevnu um oljuvinnu í 1997 vóru vit væl ávegis í óførið. Onkrar hepnar politiskar avgerðir hesi seinastu tvey-trý árini hava bøtt um gongdina. Men høvuðsorsøkin til, at gongdin er vend, er eitt virkið vinnulív, sum hevur tikið initiativ og tók bardagan upp rættiliga tíðliga. Onkur annar sær tað kanska øðrvísi. Men líta vit vestur um hav til Alaska, so kann ein síggja eina heilt aðra gongd. Hvussu nógvar vinnuliga frælsar profitt- eindir eru í tí statinum? Hvussu nógv oljufeløg hava hesi ríku fólkini? Hvussu eru evnini og møguleikarnir hjá teimum at tillaga seg t.d. eini kreppu í oljuvinnuni? Í 1998 bjóðaðu nøkur oljufeløg nøkrum føroying- um yvir haðar at síggja ávirkanina frá eini olju- vinnu. Alaska hevur heilt aðra søgu enn Føroyar og hevði heilt aðrar uppgávur, sum skuldu loysast, tá ið oljuvinnan tók seg upp mitt í sjeytiárunum. Tí hevur tað einki við spurningin um, hvat alaskabúgvar áttu at gjørt ella ikki gjørt, men tað er ikki mítt ynski at síggja Føroyar ganga somu leið sum tey. Við árligum olju-kekkum til hvønn einstakan, olju- fíggjaðum partabrøvum í fyritøkum — pseudofyri- tøkum - og umhvørvistil- tøkum, sum meira tykjast vera lønarískoyti til tey, sum her búgva, enn verulig tiltøk til frama fyri reinum umhvørvi, er oljuvinnan við til at máa støðið undan vinnuligum framburði — og harvið undan sjálvræð- inum. Vitanar-yvirføring - tann stóra avbjóðingin Hóast tann mest týðandi vandin eftir míni meting nú er av, so er lítil orsøk til at leggja seg upp afturá og bíða, til gull-eplið endar í hondunum. Virknar profitt-eindir og lokalt initiativ eru fortreytir fyri vinnuligari menning, men eingin menning uttan onkran fløskuháls, sum vinnast skal á. Tann truplasti fløskuhálsurin í sambandi við møguliga menning av modernaðari vinnu í einum oljuvinnu- høpi er tað, sum á fremmandum máli ofta verður nevnt »knowledge transfer« — vitanaryvirfør- ing. Á føroyskum vildu vit helst sagt um eina fyritøku, at hon tók vitan til sín. Vitan er so mangt og vit kunnu siga, at ymisk vitan hevur ymiskt marknaðar- virði — nú og nøkur ár fyri framman. Í sambandi við vitan, sum hevur eitt virði her og nú og nakað fram, eru serliga tvey tiltøk, sum eru áhugaverd í føroyskari oljuvinnu. Annað er, at vit hava tvey oljufeløg, sum við ymiskum arbeiðshætt- um eru við í sjálvari kjarn- uni í oljuvinnuni. Hitt er, at útgerðarstøðin er á føroysk- um hondum. Við hesum báðum tiltøkum eru før- oyskar fyritøkur á »traditionella« marknaðin- um tryggjaðar neyðuga vit- an og førleika at verða veit- arar á øllum vanligum marknaðum. Tá ið talan er um vitan, sum hevur longri útlit og hevur størri inntøkur í væntu — vitan innan modernaða vinnu — er øðrvísi statt. Leivdir av gongdini frá nítiárunum eru enn við til at køva møgu- leikan, at oljuvinnan kann gerast lopfjøl til modernaða vinnu í Føroyum. Eg ivist ikki í, at eisini hetta vil broytast og hyggja vit eini tvey-fýra ár fram í tíðina, so er oljuvinnan vorðin okkara møguleiki. Spurningurin er bert, hvør hevur verið við til at menna hesa leið, og hvør hevur lagt forðingar á gøtuna. Oljuumsitingin Løgtingið kann seta karmar og stinga út í kortið — á- leggja landsstýrinum at eisini hesin parturin av møguleikunum skal troyt- ast. Uttan at kenna løg- frøðiligar snildir, so dugi eg tó illa at ímynda mær, at hetta kann gerast øðrvísi enn eitt ynski frá løg- tinginum til umsitingina. Hvussu løgtingið kann eftirkanna, at umsitingin livur upp til hetta ynski dugi eg illa at ímynda mær. Tað verður tí upp til oljuumsitingina sjálva at avgera, hvørt hon vil virka fyri, at Føroyar við olju- vinnuni gerast karmur um modernaða vinnu við góðum inntøkumøguleik- um á einum vitanartungum marknaði. Oljuumsitingin hevur tvinnar leiklutir, sum ongin annar partur kann taka frá henni. Annar er at vera við til at snodda vinnuligar møguleikar í tí, sum gongur fyri seg og hin er at ráðgeva politiska myndugleikanum á teim økjum, har føroyskir myndugleikar sjálvir skulu taka initiativ — og harvið eisini seta pening av til tiltøk. At snodda vinnuligar møguleikar ger oljufyri- sitingin ikki einsamøll. Ítøkiligar fyritøkur við persónum aftanfyri, sum kunnu átaka sær part av uppgávuni, skulu til fyri at fáa hetta snoddið. Men fyritøkur einsamallar eru væl verri fyri at finna slíkar møguleikar, er oljuumsit- ingin ikki árvakin eisini. Oljuumsitingin situr eisini sjálv á nøkrum uppgávum, sum kunnu vísa seg at hava strategiskan áhuga. Meginreglan hesi árini við eini oljuumsiting hevur verið, at oljuvinnan sjálv skal gjalda fyri umsiting- ina. Hetta er helst eins skilagott og so nógv annað. Vandin er, at tann sum skal gjalda, eisini hevur initia- tivið. Hevur eitt mál strategiskan áhuga, so mást tú vera við til at gjalda. Støðan hjá oljuumsitingini hevur við sær, at hon hevur veruligan møguleika fyri at ráðgeva politiska myndug- leikanum — ella øðrum pørtum av umsitingini — um nær tað er skil í at seta pening av til tiltøk, sum eisini oljufeløgini eru partur av. Tað trupla við uppgávuni at taka vitan til sín er, at hendan uppgávan skal loys- ast samstundis sum sjálv høvuðsuppgávan eisini skal loysast. Fyri oljuumsiting- ina merkir hetta, at tann ítøkiligi persónurin, sum hevur við t.d. góðkenning av boriloyvum at gera, umframt at hugsa um og fremja málið sjálvt, eisini skal hugsa um vitanar- yvirføring — sum í sær sjálvum er eitt rættiliga krevjandi handverk. Tað vit vita, ber ikki til at skilja hesar uppgávurnar frá hvørji aðrari. Vinnuliga umsitingin Tann gamla søgan hjá Storm P. um, at tað krevur góðan moral at selja elastik í meturmáli, er eisini gald- andi í sambandi við vinnu- ligu umsitingina. Ein vinnulig umsiting, sum hevur ræðið á kapitali og stovnum/virkjum, sum skulu inn í eina kapping av nýggjum, hevur eina etiskt trupla uppgávu. Tað er so lætt at skapa »pseudo- kappingar« og »pseudo- fyritøkur«. Men skulu vit hugsa um eina oljuvinnu sum lopfjøl til modernaða vinnu, so eru slíkar »pseudokappingar« verri enn monopol, tí samfelagið ger eina fatan- arlygn, sum kann vera trupul at gjøgnumskoða. Í vinnuligari kapping og serliga í kapping á modernaðum vinnuligum mótum, er tann mest týð- andi stakluturin spurning- urin um, hvør vinnur í kappingini. Í pseudokapp- ingini vinnur tann politiski kannustoyparin — og hann hevur ikki stórvegis møgu- leikar í altjóða kappingini. Hin trupli parturin í vinnuligu umsitingini í sambandi við modernaða vinnu, er samskiftið millum alment og privat. Vitan liggur í einstaklinginum, men vinnumøguleikar liggja úti á vinnuliga marknaðinum í privatum fyritøkum — profitt-eind- um. Hvat so við teimum, sum hava viðkomandi vitan og initiativ, men arbeiða í tí almenna? Og hvat við teimum virkjum, sum hava vitan og initiativ á viðkom- andi vinnuøki, sum tó her á klettunum verður røkt al- ment? Hvussu er sam- skiftið millum profitt- eindirnar í menning, tað al- menna og tey alment settu fólkini? Skal vinnuumsitingin geva eitt íkast til menning- ina av modernaðari vinnu í sambandi við eina olju- vinnu, so hevur lands- stýrismaðurin í vinnumál- um nógv at gera — og hann hevur skund. Profitt-eindin Profitt-eindin við modern- aðari vinnu í huga er sjálv- ur krumptappurin í spurn- inginum, um tað ber til at brúka møguleikan, sum oljuvinnan gevur í sam- bandi við vitanartunga vinnu við góðum inntøku- møguleikum uppá longri sikt. Politiskur vilji og innlit, oljuumsiting, vinnuumsit- ing og mangt annað kann vera viðvirkandi, kann vera leiðbeinandi, hjálpandi — ella leggur fót fyri. Men profitt-eindin, persónligt initiativ og innlit er tilfarið í einhvørji vinnuligari menning — serliga í modernaðum høpi. Møgu- leikarnir fyri at kollsigla eru mangir og møguleik- arnir fyri at vinna eru fáir, men tað er áræði og vilji til at vera við í álopinum, sum skapar teir møguleikar, sum seinni skulu vísa seg — við ella uttan tey, sum vóru við í teimum fyrstu royndun- um. Tað er tí ábyrgdin hjá leiðsluni í tí einstøku fyri- tøkuni, at leggja ein hóski- ligan part av orkuni í upp- gávuna at vinna fram, har ongar gøtur eru slóðaðar. Traditionella vinnan, sum í síni natúr hevur umsetning í verandi vinnubygnaði, hevur her eina serliga ábyrgd — og ein serligan møguleika. Aftur til Alaska Søgan um Alaska er søgan um gull og um armóð — og um náttúrufólk. Alaska gjørdist statur í 1959, men eingin spurdi tey, sum høvdu sín uppruna har. Hesi fólk fingu ikki nøkur rættindi í marknaðarsam- felagnum fyrr enn við lógini um »Native Claims Settlement Act« frá 1971, tá ið oljuvinnan var á gáttini. Men tá fingu tey rættiliga nógvar pengar at arbeiða við. Og hava seinni mist nógvan pening og havt aðrar trupulleikar. Eg veit ikki um tað ber til at samanbera við nakað tíðarskeið í føroyskari søgu, men ein hevur kanska hug til at vísa til tíðina eftir kríggið, tá ið føroyingar keyptu gamlar enskar trol- arar. Sjálv royndin mis- eydnaðist og føroyingar mistu nógvan pening. Men royndirnar av at royna seg mistu tey ikki. Eingin kann siga hesi fólk ring fyri tað, sum ikki hepnaðist. Profitt- eindirnar mentust og longu í 60-árunum vóru vit við í fremsta rað í sambandi við flakavinnu. Men tað er heldur eingin orsøk til at gera júst hesar royndirnar umaftur. Um profitt-eindirnar mentust í Alaska veit eg ikki, men upprunafólkið hevur fingið ávirkan á gongdina. Hetta var teirra uppgáva á hesum sinni. Men heldur ikki teirra royndir er nøkur orsøk til at gera umaftur her á landi. Tíðin er ein onnur, fólkið er eitt annað, landið er eitt annað og vit mega finna okkara leiðir at ganga. Føroyskar profitt-eindir í eini oljuvinnu á føroyskum øki Signar P. Heinsen Søga varð skrivað, tá vit kundu siga við partaeigararnar í Atlants Kolvetni, at vit høvdu funnið olju undir Føroyum OLJA Kjartan Hoydal Tað var eitt sindur løgið at kunna standa framman fyri partaeigarunum í Atlants Kolvetni hendan dag og siga »vit hava funnið olju undir Føroyum og alt bendir á at vit bert hava sett spónin í greytin«. Í tí løtunu skrivaðu vit søgu. Vit lótu upp fyri einari nýggjari stórvinnu í Føroyum og kanska meira undrunarvert vit kundu boða frá hesum í einum føroyskum felag, Atlants Kolvetni, sum yvir 2000 fólk hava sett pening í. Atlants Kolvetni vaks við hesum til eitt av størstu feløgum í landinum og gjørdist partur av størstu vinnuætlan í Føroyum nakrantíð Langtíðar íløga Tey, sum tóku stig til Atlants Kolvetni, grundaðu felagið á einari einfaldari mynd. Tað kundi ikki vera rætt, at føroyskt vinnulív ikki skuldi vera uppi í, um vinna av olju varð møgulig. Tí var ein stórur eginpeningur fingin til vega frá byrjan, og aftur víðkaður við tveimum partabrævasølum. Partaeigarar fingu at vita, at felagið fór at royna at finna samstarvsfelagar á føroyskum øki, og at hetta virksemið skuldi brúkast sum ein lopfjøl til virksemi innan oljuvinnu uttan fyri Føroyar. Nevndin kundi ikki lovað avkast beinan- vegin, hetta var ein lang- tíðaríløgu, men farast skuldi so skilagott til verka, at um eingin olja var, so skuldu partaeigararnar í minsta lagi fáa tað aftur, sum teir høvdu sett í felagið. Nú er alt vent í holuni. Tað kolvetni, sum nú er funnið í 6 ára loyvi nr 1, broytti støðuna hjá felag okkara og partaeigarunum, hjá føroyskum vinnulívi og føroyska samfelagnum yvirhøvur. Atlants kolvetni hevur rokkið hesum uttan at seta á eginognini við einari ógvu- ligari lítlari og dyggari um- siting. Virðisøkingin í Atlants Kolvetni Við fundinum, sum varð kunngjørdur 19 november, er virðið á í felagnum fleirfaldað. Longu tá vit fingu part í leitingarloyvi 01 vaks virðið í felagnum nógv, við fundinum veksur tað upp aftur meira. Og fleiri virðir er í felag- num.Umframt loyvið undir Føroyum, og møguleikar í komandi loyvisumførum undir Føroyum, sum nú heilt vist fara at koma, hava vit eisini møguleikar í tveimum kanska trimum leitingarloyvum ensku megin. Vit kanna í løtuni av álvara møguleikan, m.a. at seta pening í oljuleiðir, sum framleiða. Hetta ber til í Norðsjónum. Økið er fullbúgvið og møguleikar eru nú hjá smáum olju- feløgum á leiðum, sum stóru oljufeløgini ikki tíma at fáast við, og sum tí verða seld. Á henda hátt Atlants Kol- vetni hevur økt munandi um møguleikar sínar, síðani felagið fór undir virksemið sítt fyri góðum 3 árum síðani á avmarkaðum grundarlag. Sambært partafelagslóg- ini er høvuðsendamálið hja nevndini í AK at tryggja teimum í hava sett pening í felagið so gott avkast, sum møguligt. Tey fyrstu 2000 sum settu pening í gjørdu hetta kanska ikki bara av hesi orsøk, men alt bendir á at tey sum hava keypt partabrøv í AK fyri kurs 100 og105 hava góðar møguleikar fyri at gera eitt gott hál. Virðini í partafelagnum Atlants Kolvetni er óvuliga nógv vaksið. Høvdu vit verið uppskrivaðir á einum vanligum partabræva- marknaði so hevði kursurin á partabrøvunum gjørt eitt skarvslop upp eftir. Núverandi partaeigarar fara at síggja ein stóran vøkstur av virðinum av sínari íløgu. Í komandi útbjóðingum av partabrøvum næsta ár koma vit at prógva hendan vøkstur. Komandi íleggj- arar koma at gjalda hægri kurs og fer hetta at útvega felagnum ein stóran part av tí íløgukapitali, sum er neyðugur fyri at troyta teir møguleikar, sum felagið hevur útvegað sær í tí sum vit kunnu kalla altlants- mótsoljuni, í føroysku og bretsku undirgrundini og øðrum leiðum. Vinnuliga virðisøkingin At vinnulívið í Føroyum við Atlants Kolvetni hava megnað at lyft uppgávuni at fáa Føroyar inn í oljuvinnuna og útvega føroyskum vinnulívi ein part í henni er kanska tað mest kveikjandi. Tað hevði verið heilt burturvið um hetta ikki var hent. Stór vinnufeløg í Føroyum hava við hesum skapað eina betri javnvág millum alment og privat virksemi, sum vit hava so harðliga fyri neyð- ini. Atlants Kolvetni er trygdin fyri at føroyskt vinnulív eigur sín part og at tað er møguligt hjá vanliga føroyingum at gera íløgur í ta oljuvinnu, sum vit nú vita verður føroyskum oljuøki, og at føroysk vinna nú leggur eina stóra tilfeingisvinnu aftrat fiski- vinnuni og alivinnuni. Hetta fer at geva føroyskum vinnulívi ein virkismøgu- leika, har sveiggini eru ørðvísi enn í matarvinn- unum og er ein møguleiki at gera búskapin í føroysk- ari vinnu og føroyskum samfelagsbúskapi støðug- ari og meira burðardyggan. Samfelagsliga virðisøkingin Sambandið við altjóða oljuvinnuna hevur longu havt ávirkan á føroyskt vinnulív og leitingartíðin fer at økja um hesa ávirkan og geva eitt fíggjarligt íkast til føroyska búskapin. Alt bendir á, at oljan kann gerast veruleiki fyrr enn vit høvdu roknað við. Hetta reisir spurningar um hvussu hetta fer at ávirka føroyska samfelagið til tað betra og tað verra. At hetta fær ávirkan kann eingin ivast í, men eftir mínum tykki eru fleiri grundir fyri at halda at ávirkanin framhaldandi verður lika gagnlig sum hon hevur verið higartil. Bara tað at føroyskt vinnu- lív samstarvar um at víðka vinnuliga grundarlagið við oljuvinnu hevur stóran samfelagsligan týdning og skuldi givið møguleikar fyri einum meira støðugum føroyskum samfelagsbú- skapi. Yvirhøvur er dagurin í dag krúnan á einum verki, sum sýnir, at vit føroyingar væl duga at leggja alt til rættis um vit leggja burtur gamlar vanar og sundur- lyndi. Uppbyggingin af einari lítlari og sterkari oljufyrisiting, sum hevur greitt alt sera væl úr hondum, átti at verið fyri- dømi fyri allari føroyskari fyrisiting. Politiski mynd- ugleikin hevur í oljumálum verið búgvin. Samstarvið í Atlants Kolvetni millum eitt breitt úrval av før- oyskum vinnufeløgum og vanligar íleggjarar vísir nýggjar møguleikar hjá før- oyskum vinnulívi. Føroyskt vinnulív hevur funnið sterkar vinnusamstarvs- felagar uttan fyri Føroyar, og hetta samtakið Faroes Partnership, Føroya Felagsskapur, sum nú hev- ur ført okkum á mál er ný- skapandi. Burtur úr hesum fer at spretta nýskapandi og mennandi vinnuvirksemi, tað er vist. »Vit hava funnið olju« – Atlants Kolvetni hevur økt munandi um møguleikar sínar, síðani felagið fór undir virksemið sítt fyri góðum 3 árum síðani á avmarkaðum grundarlag, sigur Kjartan Hoydal, nevndarformaður í felagnum Mortan Johannesen, Poul Mohr og Vilhelm Petersen, allir frá Altants Kolvetni, á vitjan umborð á Sovereign Explorer Mynd: Jan Müller C M Y K 25 24