Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 204 - 26. oktober 2009 Ongin bjóðar Jóannesi av Javnaðarflokkurin skal hava landsstevnu um tvær viku og tá ið freistin at stilla upp til formansvalið var úti, hevði ongin bjóða seg fram ímóti sitandi formanni Landsstevna Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað verður ongin, sum bjóð ar Jóannesi Eides­ gaard sum formans val­ evni hjá Javnaðar flokk­ inum, tá ið landsstevna verður um tvær vikur. Flokkurin hevur lands­ stevnu í Havn annað viku skifti og í viðtøk un­ um hjá flokkinum stend­ ur, at uppskot til starvs­ nevndarlimir, skulu verða latin inn í seinasta lagi tríggjar vikur framm anundan. Og av skrivstovu flok­ sins verður upplýst, at onki uppskot er komið inn. Sostatt er greitt, at ongin avbjóðari verður til Jóannes Eidesgaard, sum hevur verið for mað­ ur floksins í eitt áramál. Tað var annars dúgliga gitt um eitt formansskifti, eftir at Javnaðarflokkurin fekk eitt søguliga vána­ ligt úrslit í eini veljara­ kanning hjá Kringvarp­ inum fyri eini tíð síðani. Tá varð eitt sindur gjørt burtur úr um tað besta fyri flokkin kanska kundi verið Jóannes Eid­ esgaard tók ábyrgdina av tí vánaliga úrslitið og segði seg frá. Men tað var hann ikki sinnaður til og tí var eisini gitt um nakar mundi fara at bjóða honum av á lands­ stevnuni, tá ið formansval er. Men so verður ikki og Jóannes Eidesgard verð­ ur sostatt sitandi. Í gjár fekk Hilmar Bech í Porkeri heið urstekin frá drotningini fyri trúgva og drúgva tænastu Heiðurstekin Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Eg fari at frambera mína hjartans tøkk til alt kirkju­ fólkið fyri allar tær trúar­ styrkjandi stundir, vit hava havt saman í kirkjuni, bæði í gleði og í sorgarløtum. Tað var ein ikki sørt glað­ ur Hilmar Bech, sum stóð á kórsgáttini í Kirkjuni í Por­ keri í gjár. Hann hevði akkurát fing­ ið heiðurstekin frá drotningi fyri trúgva og drúgva tæn­ astu í Porkeris Kirkju. Hann hevur verið deknur í kirkjuni í heili 42 ár. Nú hevur hann gjørt av at halda uppat og tað verður 22 no ­ vember, sum er síðsti sunnu dagur í hesum kirkju­ árinum. Tað var Jógvan Fríðrikson, bispur, sum handaði Hilm­ ari Bech ”Fortjenstmedaljen í sølv” ­ Hennara hátign, Drotn­ ingin, letur tær hesa viður­ kenning fyri drúgva og trúgva tænastu. Kirkjuliðið sigur á hendan hátt takk, og innstillingin til Drotningina við fylgjandi áheitan um við urkenning er tøkk á serliga høgum støði, segði bispur, tá ið hann handaði honum heiðursteknið og skreytblað. Hann segði, at kirkjuliðið virðismetir kallið sum kirkjutænari. ­ Hjá Hilmari Bech er tæn astan í stólinum sum dekn ur og við lestrarfjøl. ­ Ein kirkjutænari livir við í fólksins gerandisdegi bæði gleði og sorg. Vanligar sunnudagar og løtur við frægd og gleði um dóp og brúðarvígslu. Og aðrar løt­ ur, tá eygu ikki síggja klárt, og tárini renna og hjartað grætur. Tænarin gjørdi tæn­ astu í halgidóminum, var á staðnum, tí staði har navn Guðs býr og hjarta hansara valdi sær ævinligan bústað. Hilmar Bech hevur verið virkin í kirkjuni í Porkeri í mong ár, ikki bara sum deknur, tí hann hevur eisini verið í kirkjuráðnum í 36 ár harav hann var formaður í 20 og kassameistari í 30 ár. ­ Saman við kirkjuliðnum her í Porkeri takka vit hjarta liga fyri tænastu tína Guði til heiðurs og menn­ iskjum til signingar, segði Jógvan Fríðrikson. Hilmar Bech segði, at tað var longu fyri tveimum árum síðani, at hann hálva­ vegna hevði avgjørt fyri seg sjálvan, at hann skuldi halda upp at sum deknur nú Hann fegnaðist um, at so nógv fólk vóru komin sam­ an í kirkjuni og sostatt vóru við til at gera gudstænastuna í gjár til eina hátíðarstund, sum hann ongantíð fór at gloyma og hann takkaði øll um teimum, sum hava fjálgað um og tikið hond um kirkjuna. Kjarnorkuvápn til palestinar Síðani libyski leiðarin, Moammar Gaddafi, slapp aftuir á altjóða pallin, hevur hann av og á gjørt vart við síni heldur óvanligu sjónarmið, og tað hevur hann gjørt aftur nú. Við bretska sjónvarpið Sky News sigur hann, at er tað rætt, at Ísrael hevur kjarnorkuvápn, so mugu Egyptaland og Saudiarabia ­ ja, sjálvt palestinar hava rætt til at fáa sær somu vápn. Hugsanin hjá Gaddafi er, at hava palestinar ikki rætt til at fáa sær kjarnorkuvápn, so eigur Ísrael at missa síni, um teir hava tey. Rakti veiðimann við skoti Tveir norskir veiðimenn, sum vóru á veiðiferð í Overhalla­ økinum leygardagin, komu út fyri eini keðiligari hending, sum kundi verið uppaftur verri. Teir høvdu gingið og malið einsamallir í nógvar tímar, tá annar helt, at hann sá in fugl, sum hann skuldi skjóta. Tá hann skeyt, var tað hin veiðimannin, hann rakti. Hin óhepni veiðimaðurin – tann sum varð skotin – fekk fleiri høgl í andlitið úr umleið 25 metra fjarstøðu. Onnur høgl raktu niðan fyri hjarta, nær eygkakrókinum og báðu megin eina høvuðspulsæðr. Nú liggur rakti veiðimaðurin á St. Olavs sjúkrahúsi í Tróndheimi Tá ið Jógvan Fríðrikson, bispur, handaði Hilmari Bech heiðursteknið, segði hann at hendan viðurkenningin er ein tøkk á serliga høgum støði Heiðraður fyri trúgva og drúgva tænastu