Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 204 - 26. oktober 2009 FØÐINGAR­ DAGSHALD Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tað eru nú tíggju ár síðani, at Frelsunarherurin setti á stovn Herbergið. Tað hevði leingi verið ein tørvur á ein­ um slíkum stovni, men með­ an land og kommunur nýttu tíðina at kjakast um, hvørt tørvurin var har og hvør í so fall hevði ábyrgd at »her­ berga« teimum borgarunum, sum komu so tvørt fyri, at teir gjørdust heimleysir, so valdi Frelsunarherurin at gera nakað við málið. Í sambandi við, at Frels­ unarherurin lat upp nýggju hølini á Dalavegi 1, har sum Kaggin helt til, var hátíðarløta, har millum onnur Jógvan Arge, for­ maður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnr býráð, førdi fram røðu. ­ Frelsunarherurin hevur sanniliga sett sín dám á Havnina tey 85 árini, hann hevur virkað her. Hjá okkum, sum eru uppvaksin í býnum, er hann fastur táttur í huganum, og hugsa vit um miðbýin, so síggja vit altíð Frelsunarherin og hansara fólk fyri okkum, segði Jógvan Arge í røðu síni. Hann nam við Frelsunar­ herin sum instutión í býn­ um, og hvussu felagsskapur­ in gjøgnum árini hevur sett sín dám á miðbýin við sín­ um møtum, sangi og talum. Hjartarúm ­ Vit vita eisini um tað vælgerðararbeiði av ymsum slag, sum Frelsunarherurin ger kring heimin. Á okkara leiðum kenna vit einamest til Herinn í Reykjavík, har mangur føroyskur fiski­ maður gjøgnum árini hevur gist heitt og fjálgt og bíliga, og arbeiðið á gøtuni í Oslo, har ótryttiliga virksemið hjá landsmanninum Njál Djurhuus og konu hansara fekk kongaliga viðurkenn­ ing, segði Jógvan Arge. Hann nevndi eisini, at býráðið eins væl og vanligi borgarin hevur verið sera fegin um tað arbeiði, ið Frelsunarherurin hevur gjørt hesi mongu árini. ­ Vit hava verið sera fegin um tann nýggjasta táttin hjá Frelsunarherinum í Føroyum við herberginum og dag­ tilhaldinum her í húsunum. Føroyskir myndugleikar hava helst verið nakað trekir at viðurkenna, at eisini í okkara samfelag kunna fólk koma soleiðis fyri, at tey gerast heimleys og hava brúk fyri hjartarúmi eins og húsarúmi, segði Jógvan Arge. Tað verður sagt, at Frels­ unarherurin byrjaði sítt virksemi uttanfyri verts­ húsið ”The Blind Beggar” í London í 1867, tá tykkara stovnari William Booth fór undir sítt arbeiði millum arbeiðsleys og alkoholmis­ brúkarar. ­ Sostatt kunna vit siga, at tað, sum vit hátíðarhalda her í dag, er í fullum sam­ ljóði við søguna og enda­ málið hjá Frelsunarherinum. Og tað er ongin ivi um, at hetta er ein stórur dagur ikki bert fyri tykkum, men eisini fyri Havnina og allar Føroyar, segði Jógvan Arge í sambandi við, at nýggja Herbergið á Dalavegi 1 varð tikið í nýtslu leygar­ dagin. Stórur dagur hjá Frel ISPS-venjing umborð á Norrønu Í morgun boðaði Smyril Line frá, at skipað fór at verða fyri sonevndari ISPS­venjing umborð á Norrønu í morgun. Felagið læt fólk vita, at eitt ávíst virksemi fór at verða kring um skipið fyrrapartin. Tey, sum kanska løgdu til merkis, at okkurt var á vási, skuldu bert vita, at talan er um venjing. Felagið sigur, at venjingin skal tryggja, at mannagongdir í sambandi við kreppustøðu á Norrønu virka sum ætlað. Haraftrat verður eftirmeting, so Smyril Line og avvarðandi myndugleikar saman kunnu betra um mannagongdirnar, um neyðstøða skuldi tikið seg upp. Føroyar á ovastu rók Altjóða havfrøðingar hava ratað Føroyar til eitt fyrstapláss í spurninginum um burðardygga fiskiveiði. Saman við Falk­ landsoyggjunum fáa Føroyar bestu plasering. Føroya Reið­ arafelag sigur á síni heimasíðu, at hetta er hin størsta og mest umfatandi kanningin um burðardygga veiði, sum nakrantíð er gjørd. Kanningin, sum byggir á seks kriteriir, varð almannakunngjørd í tíðarritinum, Plos Biology, í summar. Tey seks kriteriini eru: Vísindaligt mótstøðuføri, gjøgnumskygni í politisku avgerðunum, hvussu lógirnar verða hondhevaðar, stuðul, veiðiorka og útlendsk fiskiveiða. Frelsunarherurin í Føroyum hátíðarheldur í hesum døg­­um 85 ára føðing­­ardag­­, og­­ samstundis tekur hann nýg­­g­­ju og­­ snotilig­­u hølini á Dalaveg­­i 1 í nýtslu Gingið varð í skrúðgongu úr salinum í Tórsgøtu niðan á nýggju hølini á Dalavegi 1