Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 204 - 26. oktober 2009 sunarherinum Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, helt røðu Eingin føðingardagur uttan eina føðingardagslagkøku Nýggja Herbergið hevur fingið ein tilbygning 85 ára hátíðarhaldið fór fyri ein part fram í auluni í Eysturskúlanum Snórurin varð ikki kliptur, men skorin av við enum grindaknívi Hugnaligu hølini hava gott útsýni yvir Havnina og Nólsoyarfjørð Karadzic møtti ikki Radovan Karadzic møtti ikki í morgun, tá krígsbrotsmannadó mstólurin í Haag fór undir at viðgera ákærurnar ímóti honum. Tann 64 ára gamli Karadzic hevur fyrr boðað frá, at hann vil ikki hava nakran sakførara at verja seg. Tað ætlar hann at gera sjálvur, men nú sigur hann, at hann hevur ikki fingið stundir til at fyrireika verjuna. Hann hevur fyrr biðið um at fáa málið útsett 10 mánaðir, men tað bleiv sýtt honum. Radovan Karad­ zic er ákærdur fyri krígsbrotsverk í krígnum í Bosnia, og ákær­ in sigur, at tað ber væl til at avhoyra fleiri vitni, sjálvt um tann ákærdi ikki møtir í rættinum. Vend í Russlandi Altjóða fíggjarkreppan rakti Russland eins og øll onnur lond, men sambært russiska fíggjarmálaráðharranum er afturgongdin har steðgað nú. Við russisku tíðindastovuna Interfax sigur Alexei Kudrin, at vend er komin í búskapin, og at eftir meting­ um hjá stjórnini fer Russland at hava tvey prosent vøkstur í búskapinum í fjórða ársfjórðingi. Russiski fíggjarmálaráðharrin ásannar, at oljuprísurin hevur stóra ávirkan á russiska búskapin, og so leingi prísurin liggur um 70 ella 80 dollarar, fer búskapar­ vøksturin at standa við í Russlandi.