Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. oktober 2009 – Nr. 204 Tað gongur ongan veg hjá FSF og lands liðs­ spælarunum í sam ráð­ ing unum, har FSF roynir at skarva helmingin av bonus­ upphæddini Avtalan inniber, at hvør lands liðs spælari fær 6.000 krónur fyri hvørt pláss ið, sum Føroyar eru niðanfyri 150 á FIFA-lista- num við árslok í ár. Og tað gevur eina samlaða upp hædd upp á 168.000 kr. fyri hvønn spælara - ella góðar 4,5 millió n i r tilsamans fyri teir 27, sum hava verið á vøllinum í undankappingini. Í fyrra lagi hevur FSF skotið upp, at bonus-u pphæddin verður lækkað, so - leið is at hendan ikki verður meira enn 2,2 milliónir íalt. Í øðrum lagi hevur ynski verið, at av tal an í størri mun varð býtt ímill um spælararnar. Sum er, gevur av tal an bert pening til teir, sum hava verið á vøllinum í undankappingini. Men tá er so eisini líka mikið, um hetta hevur verið í ein minutt ella allar 900 minuttirnar. Jákup Mikkelsen, liðskipari á lands- liðnum, er ein av teimum, sum var við til at forhandla av talu na, og hann sigur, at fund urin fríggja kvøldið ikki broytti tað stóra. - FSF setti sjálvandi sítt ynski fram, men vit tóku ikki undir við hesum. Og vit hava heldur ikki sett nakað mót up p- skot fram, so í løtuni bíða vit bara. Sum skilst, so eru spælararnir ikki ser- liga áhugaðir í at lækka samlaðu upp- hæddina, og Jákup Mikkelsen dugir illa at síggja, at býtis lyki lin mill um einstøku spælararnar verður broytt ur. - Eg dugi væl at síggja, at avtalan kann tykjast órættvíst fyri summar. Men tað vil altíð vera trupult at bakka aftur, tá ein slík avtala er gjørd. Tí tað vil altíð verða onkur, sum tá stend u r verri, sigur Jákup Mikkelsen. Svimjisambandið hevur nú ásett kravtíðir til føroyskar svimjar­ ar, sum ætla sær uttan lands at kappast. Eitt nú er kravtíðin til Oyggja leikir herd Svimjisamband Føroyar hevur á starvsnevndarfundi herfyri samtykt krav tíðir til altjóða meistarastevnur, í samráð við landsliðsnevnd og høvuðs ven jararnar í føroysku svimji feløg unum, Talan er um eina gjøgn um gang andi kravtíðarskipan, har allar krav tíðir verða ásettar í mun til tað sum tað kravdi at vinna heiðursmerki á undanfarnu stevnu av sama slag. Vit kenna skipanina frá Oyggjaleikum, har kravtíðin teir seinastu nógvu Oyggja- leikirnar hevur verið fyrst sætt besta tíð á seinastu leikum, síðani fimtbesta, og nú at enda trið besta tíð frá Oyggjaleikum á Rhodos, til at sleppa við til Oyggjaleikir á Álandi í summar. Ein einføld skipan sum øll hava skilt og tikið til sín, og sum vit tí ynskja at víðka til at umfata eisini luttøku á øðrum altjóða meistara stevnum. Svimjisambandið hevur til HM, EM, EJM og NJM valt at leggja ein pro sent part afturat veikastu heiðurs merkjatíð, heldur enn at velja til dømis 20. bestu tíð, av tí at ser liga EM-, EJM og NJM-stevnurnar eru merktar av at hava ein lítlan men ógvuliga sterkan hóp í ávísum kapp ingargreinum. Til at gera skipanina so einfalda sum gjørligt, hevur Svimjisam band ið tí avgjørt leggja ein prosentpart afturat veikasta heiðursmerkjatíð á undanfarnu stevnu av sama slag, til tær meistarastevnur har vit ikki reglu liga kunnu vænta okkum at vin na heiðursmerki. Hugt hevur ver ið at menningini hjá okkara svimjarum, og at menningini í heiðurs merk ja tíðum á undanfarnu al tjóða meistarastevnum, og út í frá hes um hevur Svimjisambandið so í sam- ráð við høvuðsvenjarar og lands liðsnevnd ásett fylgjandi kravtíðir til komandi HM, EM, EJM og NJM. Herd Oyggjaleikakrøv Til Oyggjaleikir verða kravtíðirnar herd ar, frá at vera triðbesta tíð á undan farnu leikum, til nú at verða silvur- ella gull-tíð á undanfarnu leikum. Hetta tí at gongdin á seinas tu fýra Oyggjaleikum benda á, at tað á Oyggjaleikum á Isle of Wight fer at krevja umleið eina silvur merkja tíð frá Oyggjaleikum á Álandi, at vinna eitt bronsuheiðursmerki á Isle of Wight. Svimjisamband Føroya ynskir avgjørt at fáa minst líka góð úrslit á Oyggjaleikum á Isle of Wight, sum á Oyggjaleikum á Álandi í summar, og herdu kravtíðirnar skulu tí meira skiljast sum ein ábending um hvat ið krevst til at endurtaka succésina, enn sum eitt ynski um at minka um hópin. Lívligur toppdystur Tað hendi nógv, tá ið tvey av oddaliðunum í týsku bundesliguni spældu um vikuskiftið. Schalke 04 hevði vitjan av Hamburger SV, og lívligi dysturin endaði við javnleiki 3-3. HSV kom á odda 2-0 áðrenn steðgin, men tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Schalke um munin, og ein spælari hjá HSV varð vístur út. Schalke javnaði, men hóast ein mann minni skoraði HSV til 3-2. Í yvirtíðini eydnaðist tó Schalke at javna til 3-3. Nygaard góðar vónir Tað hevur gingið serstakliga illa hjá Randers FC í donsku superliguni í ár, og herfyri varð venjarin skiftur út. Álopsspælarin Marc Nygaard, sum hevur ættarbond í Føroyum, hevur tó góðar vónir. - Vit eru við at finna okkara gamla spæl framaftur, og tað er nakað, sum vit kunnu byggja víðari á, sigur Marc Nygaard við DR. Randers liggur aftast í superliguni við 4 stigum eftir 13 dystir. Borðið fangar báðar vegir Tað er heldur rangvørt, at FSF fyrst hartar feløg í eini roynd at halda formalia, fyri síðani at royna at snúgva seg undan egnum avtalum Sjálvandi eru fýra og ein hálv millión nógvir peng ar. Ikki minst, tá hesar brádliga skulu býtast út til 27 mans, sum hava tann fyri mun, at teir duga betur at spæla fót bólt enn tey flestu. Og ja. Avtalan er órættvíst skrúv að saman á tann hátt, at hon bert tekur atlit til ein spurn ing – nevn liga um spælari hevur veri ðá vølli ella ikki. Og stendur ver an di orðaljóð við, fær eyka- mál verj in, sum hevur sitið á beinki num flestu dystir nar, onga krónu, meðan spælarin, sum hev ur fingið onkran minutt sum inn skiftari, uttan at hava verið í so øgiliga nógvum av dystu num, fær fulla upphædd. Í so máta er skilligt, um roynt verð ur at skrúvað eina avtalu sam an, sum í størri mun er solidar isk millum spælararnar. Men tað líkist eina undan støkk ing av format, tá FSF sam- stundis roynir at skarva helvtina av bonus-upp- hæddi ni. Føroyskur fótboltur hevur aft ur í ár havt síni gølu mál, og fyri tað nógva standast hesi av, at for malia ikki er uppfylt í feløgu num. Ein uppgáva, sum FSF annars hevur tikið hampu- liga sterka hond um í eini roynd at geara feløg- ini til altjóða fótbólt anno 2009. Og júst tí sær tað púrasta rang vørt út, tá FSF nú roynir at broy ta gjørdar avtalur í eini roynd at sleppa bíligari. Nú sær ikki út til, at spælar ar nir uttan víðari hava hug at bakka. Og sum danir plaga at taka til, so hava øll rætt í “de bag kloges rige”. Tí er neyvan hugsandi, at næs ta bonus-av tal- an inniheldur eins gen e røs ar upphæddar fyri tey fyrs tu plássini undir teimum 150. Og iva- leyst gav tað størri mein ing, um bonus-avtalan bygdi á ein progressivan stiga, har upp hædd in vaks vaksandi fyri hvørt pláss ið undir teimum 150. Men lat tað so vera galdandi fyri næstu av talu na. Verandi av tala er gjørd. Nú at skula lasta spæla r unum fyri grískheit, sum kann tarna landsliðsarbeiðinum, er ikki akkurát rætti mát in at gera tað uppá. Serstakliga ikki, tá FSF sam stundis hevur fingið nýggja sjónvarps av- talu, sum konsoliderar pengakassan somikið nógv, at tosað hevur verið um, at seta pening í grunn til stadionbyggjarí. So má stadion heldur bíða eitt hálvt ár. Vilja skerja bonus­ upphæddina Krevja í minsta lagi silvur jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Fagnaðurin var stórur og rokningin er tilsvarandi stór, eftir at føroyska fótbóltslandsliðið við sigrinum á Litava leyp upp eftir FIFA-styrkislistanum