mánadagur 26. oktober 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. oktober 2009 – Nr. 204 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15
Landsliðsleikararnir Áki
Mørk, Heini Hanusarson
og Ingi Olsen vóru ikki
á vøllinum. Men David
Edvard sen og Jugoslav
Djumic syrgdu fyri, at
breiddin á hópinum ikki
kann nýtast sum umbering,
um Neistin ikki vinnur gull
heiðurs merki í 2010
Áki Mørk. Heini Hanusarson. Ingi
Olsen. Finnur Hansson. Birgir Poul
sen. David Edvardsen. Jugoslav Dju
mic.
Í fjør tóktist tað sum ein stórur
mein bogi. At hópurin hevði ov
nógv ar framúrskarandi ein stak ling
ar. Tí eingin vildi ganga undan í mót
gangi, men heldur goyma seg í
rúgvuni. Líkamikið, hvussu venjarin
setti liðið saman. Men tað er nú
broytt.
Áki Mørk var burturstaddur, Heini
Hanusarson hevði leikbann og Ingi
Olsen var ikki á vøllinum, tá Neistin
vann greitt á útivølli móti StÍF í gjár.
Men tað var eingin trupulleiki yvir
høvur. Tí David Edvardsen og Jugo
slav Djumic syrgdu við tólv málum
hvør, at Neistin er nýtt oddalið í
bestu mansdeildini.
Alt riggaði
Ikki tí. Dysturin í gjár var sjáldsama
frá líkur hjá Neistanum. Teir hava
havt ymsar trupulleikar í hesum
kapp ingarárinum, men í gjár riggaði
alt. Jugoslav Djumic styrkti sína
støðu sum besti strikuspælari í
landi num, meðan David Edvardsen
tykist vera væl fyri eftir eitt heldur
anonymt kappingarár í fjør.
Tað var eisini gleðiligt hjá venjara
num Inga Olsen, at yngra ættarliðið
stóð seg væl. 19 ára gomlu Sjúrður
Thomassen og Heini Ragnarsson
smæddust ikki burtur, tá teir vórðu
inn skiftir. Ein staðfesting av, at
Neistin aftur í ár eigur besta hópin í
landi num. Men tað vinnur einki
meistara heitið einsamalt.
Verjuspælið var ofta ein vansi hjá
Neistanum í fjør. Tað hevur tað eisini
verið onkutíð í ár – millum annað, tá
VÍF skoraði 35 ferðir í høllini á Hálsi í
farnu viku. Men um vikuskiftið
riggaði hesin parturin at spælinum
nógv betur.
Cristian Preda var størsta hóttanin
hjá StÍF. Hann var toppskjútti hjá
heima lið num við átta málum.
Komu ongantíð aftur
StÍF hevur kappast við Neistan í
oddi num fyrstu umførini, men á
Skála í gjár var lítil kapping. Neistin
leyp undan mótstøðuni alt fyri eitt,
og hóast heimaliðið royndi at stríða
seg aftur, eydnaðist tað ongantíð.
Fýra mál vóru á muni í steðginum,
og 10 mál vóru á muni, tá avtornaði.
StÍF – Neistin 2636 (1317):
Hinir tóku
ábyrgd
Kyndil var í stórum trupul
leikum, men megnaði í
evstu løtu at toga væntaða
favorittsigurin heim, tá KÍF
vitjaði sunnudagin
Fyrstu umførini hevur KÍF so ruddi
liga verið við undirlutan í øllum
dystunum, sum teir hava spælt, og tí
var helst væntandi, at Kyndil hevði
eina yvirkomuliga uppgávu sunnu
dagin.
Kyndil er í breiða feltinum frammi
í oddinum, og tí var sigurin móti KÍF
eitt treytaleyst krav. Men hetta
skuldi tó vísas eg at vera sera trupult
at uppfylla.
Kollfirðingar bitu nevnliga hart
frá sær gjøgnum allan dystin. Undan
steðgi num vóru teir eitt skifti á odda
við trimum málum, men seinastu
minuttir nar fekk Kyndil togað seg
nak að nógv nærri.
Eftir steðgin tóktust vertirnir at
fáa betri tak á dystin. Hóast munurin
ikki gjørdist stórur, so hevði Kyndil
hug at hála seg nakað avstað, men
held ur ikki hesa ferð eydnaðist at
halda fast.
Tvørtur ímóti kom KÍF aftur fram
um, og seinastu spentu minuttirnar
stóð fleiri ferðir á jøvnum. Í evstu
løtu eydnaðist tó hjá Kyndli at toga
seg avstað. Teir skoraðu tvey mál
seinastu minuttirnar, uttan at gestir
nir fingu nakað, og so vórðu stigini
hóast alt verðandi í Havnini. Men
dysturin tænti avgjørt sum áminning
um, at eingin dystur er vunnin, fyrr
enn dómarin hevur bríkslað seinastu
ferð.
KyndilKÍF 2422 (910):
KÍF gav mótstøðu
Kyndil-KÍF 24-22 (9-10)
10 min: 34
20 min: 58
40 min: 1214
50 min: 1717
Málskjúttar
Kyndil: Rani Ellingsgaard 5, Høgni Klein 4, Kristoffur Kristoffersen 4,
Janus Einar Sørensen 3, Hans Áki DalChristiansen 3(1), Josef
Abrahamsen 2(1), Ken Zachariasen 2(1), Bárður Johannesen 1
KÍF: Niklas Reginsson 5, Andreas Nielsen 3, Regin Petersen 3,
Arnbjørn Hansen 3,Ási Dam 3(2), Teitur Joensen 1, Ingi Johannesen 1,
Tony Weihe 1
Brotskøst: Kyndil 6, KÍF 3
Útvísingar: Kyndil 6, KÍF 8
Dómarar: Dánjal Samuelsen & Heri Petersen
FAKTA
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
StÍF-Neistin 26-36 (13-17)
10 min: 36
20 min: 914
40 min: 1623
50 min: 1729
Málskjúttar
StÍF: Cristian Preda 8(2),
Mortan Hansen 5(2), Gabriel
Stanciu 4(1), Jóannes Prestá 3,
Bárður Danielsen 2, Jógvan
Berg 2, Jógvan G. Joensen 2
Neistin: David Edvardsen
12(3), Jugoslav Djumic 12,
Finnur Hansson 6, Heini
Ragnarsson 3, Sjúrður
Thomassen 1, Jens Mohr 1,
Birgir Poulsen 1
Brotskøst: StÍF 7, Neistin 4
Útvísingar: StÍF 5, Neistin 3
Dómarar: Rúni Mohr &
Ragnar Simonsen.
FAKTA
Balling setti gongd á
Næstved vann góðan sigur í donsku 1. Deild um
vikuskiftið. Næstved hevði vitjan av Thisted, og teir av
Sælandi vunnu heili 41. Fyrrverandi NSÍ framherjin Ulrik
Balling legði fyri og skoraði fyrsta málið hjá Næstved
eftir eitt korter. Næstved kom á odda 40, áðrenn
Thisted minkaði um munin seint í dystinum.
Dida fær kjansin aftur
Brasilski málmaðurin Dida gjørdi ein ordans brølara, tá
ið AC Milan í farnu viku spældi Champions League dyst
ímóti Real Madrid. Tað eydnaðist tó AC Milan at vinna,
og venjarin hjá Milan hevur ikki uppgivið Dida sum
málmann. Mistakið var skelkandi, men hann megnaði
at spæla seg uppaftur, og tað eru ikki nógvir málmenn,
sum høvdu klárað at fóta sær so væl eftir slíkt mistak,
sigur Leonardo við Football Italia.