Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. oktober 2009 – Nr. 204 Kvinnurnar til Liechtenstein Lutakastið til EM-undankappingina hjá flogbóltskvinnunum lagaði seg soleiðis, at tær skulu til Liechtenstein at spæla sínar dystir. Kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Liechtenstein, Kypros og Skotlandi. Seinast var undankappingin í Føroyum, og tá rukku okkara akkurát ikki endaspælið, og so er spurningurin, um tað fer at hepnast betur hesa ferð. Endaspælið fyri smærru kvinnutjóðirnar verður spælt í Luxemburg komandi vár. Menninir til Andorra Manslandsliðið í flogbólti skal í komandi EM-undankappingini royna seg í bólki saman við Andorra, Kypros, Írlandi og Skotlandi, og samstundis sum lutakastið hevur verið, er eisini gjørt av, at kappingin hjá føroysku monnunum verður í Andorra. Smærru flogbóltstjóðirnar eru býttar í tveir bólkar, og hin bólkurin skal spælast á Malta. Finaluumfarið fyri smátjóðirnar verður spælt í Andorra komandi vár. Dráttur-ÍF 3-0 (25-20, 25-17, 25-15) Dráttur sannførandi Talan gjørdist ikki um tann stóra spenningin, tá Dráttur í gjár tók ímóti ÍF á Giljanesi. Dráttur var klárt betra liðið og spældi til tíðir væl ímóti einum ÍF-liði, har mestsum bert Helen á Lakjuni megnaði at halda dampinum uppi. Men hóast mótstøðan ikki var tann stóra, megnaði Dráttur at vísa sjálvdisiplin og halda ferðini uppi. Tað gjørdi eisini sítt til, at munurin á liðunum gjørdist sjónskari fyri hvørt settið. Við 3-0 sigrinum er Dráttur væl við í Eikliguni hjá kvinnum, har ÍF enn eigur fyrstu stigini til góðar og er aftast eftir trý tap á rað. hil Fyri fyrstu ferð spældi Birgit Guttesen var í gjár í Sørvági ímóti barn dóms- felagnum, SÍ. Hon spælir nú við Mjølnir, og millum spælar ar nar hinu megin netið var systirin, Helga Øll árini uppeftir hava Guttesen- systr ar nar úr Bø, Birgit og Helga, verið saman á liðnum hjá SÍ, men í ár er øðrvísi. Birgit er flutt til Klaksvíkar og er samstundis farin at spæla við Mjølnir. Í gjár vitjaði hon fyrstu ferð eftir skiftið aftur í Sørvági sum spælari. – Tað var við eitt sindur blandaðum kenslum, at eg nú skuldi spæla ímóti SÍ. Men hinvegin, so er tað stuttligt at royna nakað nýtt, staðfesti Birgit eftir dystin, sum SÍ vann 3-0. – Vit gjørdu ræðuliga nógvar feilir, men við meira venjing, so verður tað betri. Liðnum tørvar at fáa betri sama n spæl, men tað skal nokk koma. Og sjálv haldi eg, at tað gong- ur fínt hjá mær at spæla meg inn á liðið hjá Mjølnir. Í fyrsta setti var SÍ greitt omaná, men Mjølnir svaraði aftur í øðrum setti og fylgdi SÍ heilt upp á 24-24, tá kvinnurnar úr Sørvági so tóku teir báð ar avgerandi bóltarnar. Eisini í triðja setti fylgdust liðini leingi, men ímóti endanum fór SÍ avstað og vann setti og dystin – ikki minst, tí størri tryggleiki var yvir spælinum. Somu ynskifinalu Fyri tað nógva vóru systrarnar, Birgit og Helga, beint yvir av hvørjari aðrari – men altso hvør sínu megin net ið. Og tað helt Helga eisini vera eina eitt sindur løgna kenslu: – Eg hevði væntað, at tað fór at verða eitt sindur verri, men tað var bara deiligt, sjálvt um tað var eitt sind ur løgið. Tá systirin er hinu meg- in netið, so vilt tú vinna, so eg eri bara nøgd, segði Helga eftir dystin. Hon staðfesti eisini, at byrjanin hjá SÍ hetta kappingarárið hevur ver ið betri enn væntað. – Vit hava vunnið allar dystirnar 3-0 higartil, og tá hevur talan verið um dystir, sum á pappírinum skuldu verið torførir. Nú skulu vit bara vinna tríggj ar teir næstu, so eru vit í steypa finaluni, sigur hon, og dylir ikki fyri, at ein ynski-steypafinala vildi verið ímóti systrini, ið heldur tað sama. – Ja, vit ætla eisini at gera okkara besta og koma í steypafinaluna. Og fyri meg er tað heilt víst ein ynski- støða at sleppa at spæla finaluna ímóti Helgi, sigur Birgit. TB-Fleyr 1-3 (21-25, 20- 25, 25-18, 21-25) Tætt í Trongis- vági Kvinnurnar hjá Fleyr síggja aftur í ár út til at skula vera eitt av liðu- num, roknast kann við heilt har frammi. Hóast tær fyri viku síðani taptu 0-3 fyri oddaliðnum í Sørvági, reistust tær væl aftur, tá tær í gjár vitjaðu TB í Trongis vági. Ikki minst sást hetta í fyrsta setti, har TB annars var á odda heili 19-9, áðrenn Fleyr fekk sítt spæl at koyra, kom upp á 19-19 og at enda vann settið – um framt eftirfylgjandi at vinna annað sett, áðrenn TB fótaði sær aft ur. Alt kappingarárið í fjør var TB aftast av øllum, men í ár sær bet ur út. Gudrid Nolsøe er komin suður- aftur, og tað er kærkomin styrk ur, tí nú hevur TB eitt bland að lið við nøkrum royndum og nógv um ungum spælarum. Hesa ferð rakk tað bara til at vinna triðja sett og at geva góða mót støðu í fjórða, so dysturin endaði við 3-1 sigri til Fleyr. Men tað sær út til, at TB saktans aftur kann fara at gera seg galdandi, tá liðið er betur samanspælt og hevur fingið seg roynt nakrar ferð- ir aftrat. hil Systrarnar úr Bø, Helga og Birgit Guttesen, sum nú spæla við hvør sínum liði, eftir at Birgit er flutt til Klaksvíkar og hevur skift SÍ út við Mjølnir Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir SÍ-Mjølnir 3-0 (25-17, 26-24, 25-18) Hvør sínu megin netið einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen