mánadagur 26. oktober 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. oktober 2009 – Nr. 204 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 17
Menninir hjá ÍF, sum í fjør vunnu
greipu na og gjørdust meistarar væl
und an seinasta umfari, hava ikki
megn að tað stóra í ár. Ein orsøk er
sjálv sagt, at hvørki Rúni Weihe ella
Bartal Eliasen eru við, og tað sæst
aftur – eins og tað hevði gjørt tað
hjá øllum øðrum.
Fríggjakvøldið var ÍF í Havn og
spæl di ímóti Fleyr, og enn eina ferð
máttu greipuvinnararnir fara tóm
hent ir av vølli, tí Fleyr vann ein 30
sig ur, ið á vøllinum var uppaftur
meira sannførandi, enn tølini kundu
bent á.
Í teimum báðum fyrstu settunum
hevði Fleyr munin, og hóast ÍF fekk
lyft seg upp í triðja setti og enntá
hevði settbólk, 2526, eydnaðist
ikki at fáa avgjørt til egnan fyrimun,
so Fleyr vann bæði settið og
dystin.
hil
Enn eina ferð noyddist SÍ
út í fimm sett, men hesa
ferð bar ikki á mál, tí í síðs
tu bóltunum royndust
menn i nir hjá Mjølnir betur
og vunnu settin og dysti.
Sigur in merkir samstundis,
at Mjølnir hevur lagt seg á
odda í Eikliguni hjá monn um
Fyri viku síðani mátti SÍ spæla fimm
sett, áðrenn sigurin á Fleyr var fingin
til høldar, og í gjár máttu aftur fimm
sett til í mansdystinum í Sørvági.
Munurin var bara, at hesa ferð tapti
SÍ fimmsettaran, og tað merkti
somu leiðis, at SÍ mátti lata odda
sessin frá sær til Mjølnir.
Dysturin í Sørvági í gjár fekk
annars eina sjáldsama byrjan. Thor
vald Danielsen servaði, og tað gjørdi
hann so væl, at Mjølnir kom á odda
140, sum vælsaktans er óhoyrt, tá
talan er um dyst á hesum stigi!
– At vit koma á odda 140, er eitt
sindur óvanligt, og eg haldi, at teir í
SÍ kanska blivu eitt sindur kløkkir.
Men at standa soleiðis og serva 14
stig á rað frá fyrsta bólti, haldi eg
ikki, at eg fyrr havi roynt í bestu
deild ini. Men tað var deiligt, segði
Thor vald eftir dystin, ið gjørdist
drúgv ur og sera umskiftandi fyri
báðar partar.
Jón Joensen hjá SÍ viðurkendi
eisini eftir dystin, at byrjanin var øgi
l iga vánalig, men hann helt, at tað
vóru nervar, ið gjørdu seg galdandi.
– Eg veit ikki, um eg nakrantíð fyrr
havi verið aftanfyri 014 í bestu
deild ini, og tað var eisini ringt at
koma afturíaftur. Men vit royndu at
byggja okkum upp og fáa spælið at
koyra hampuliga, uttan at tað tó
gjørdist nóg gott. Tá vit kunnu koma
so langt við at spæla so illa, sær tað
allíka væl bara heilt gott út, segði
hann.
Sum vera man, vann Mjølnir fyrsta
settið sera sannførandi, men í øðrum
setti svaraði SÍ aftur og vann næstan
líka sannførandi. Í triðja setti fylgdust
lið ini, heilt til Mjølnir var á odda
1917, og síðani vann SÍ ongan bólt
aftrat. Men enn eina ferð megnaði SÍ
at svara aftur í fjórða setti, tá liðið
var á odda 2118, tá tað steðgaði
full komuliga upp hjá Mjølnir.
Mjølnir hevði munin
Nú gjørdist tí neyðugt við einum
fimta og avgerandi setti, og har
gjørd ist tað akkurát so spennandi,
sum væntast kundi. Tey fýra undan
farnu settini vóru kanska ikki so væl
spæld, men intensiteturin var har
alla tíðina, og tað var ikki til at siga,
hvønn veg eitt fimta sett kundi fara.
Liðini fylgdust eisini allan vegin
upp eftir, men kanska sá SÍ út til at
vera heldur betur fyri. Eitt nú vóru
sør v ing ar
frammanfyri
1311,
um framt at teir fingu javna til 1515,
tá Mjølnir annars hevði havt sín
fyrsta sett og matsjbólt, men so
tóku klaksvíkingarnir um endan og
vunnu teir báðar síðstu bóltarnar.
– Hetta var ein øgiliga javnur
dyst ur, har vit skiftust um at vinna
sett ini, og tað kundu akkurát tað
sama verið teir, sum vunnu, sum at
tað blivu vit. Men vit vunnu so nakr
ar øgiliga týdningarmiklar bóltar
síðst í fimta setti, ið avgjørdu alt til
okkara fyrimun, segði Thorvald, ið
held ur liðini vera so mikið jøvn í ár,
at tú mást spæla væl í øllum settum,
skalt tú vinna.
Hinvegin kundu Jón og teir í SÍ
bara staðfesta, at tað, sum riggaði
fyri einari viku síðani, tá tað eisini
var neyðugt við fimm settum, bara
ikki riggaði hesa ferð.
– Eg haldi, at munurin var tann, at
vit í dag ikki kláraðu at halda kon
sen tra tiónina allan vegin. Menn
virk aðu troyttir, og hetta var aftur
ein langur dystur, har vit bara ikki
kláraðu tað síðsta. Vit fara óivað at
kapp ast við Mjølnir í oddanum í vet
ur, men um vit bara spæla betur enn
í dag, so skulu vit nokk klára teir,
segði Jón Joensen.
TB flytur upp
Broytingar í 1. deild hjá monnum hava nú við sær, at 2. deildarliðið hjá TB
sleppur at spæla í 1. deild í vetur. Orsøkin er, at Fleyr hevur valt at tikið
annað av sínum mansliðum úr 1. deild, og tá pláss var fyri einum liði aftrat
í deildini, slapp TB upp. Og samstundis sum TB sleppur upp, er eisini blivið
pláss fyri einum liði aftrat í 2. deild, og tað plássið fær nú Nøvan. Bæði fyri
1. og 2. deild er gjørd nýggj kappingarskipan, sum lagar seg eftir hesum
broytingum, og somuleiðis hava tær við sær, at dagfestingarnar fyri
onkrar dystir eru farnar, so har hevur Flogbóltssambandið heitt á feløgini
um at finna nýggjar dagfestingar fyri teir dystirnar. Annars heldur
kappingin fram eftir nýggju skipanini.
FleyrÍF 30 (2522, 2522, 2826)
Máttleysir meistarar
Fleyr hevði ikki stórvegis trupulleikar við at basa
greipuvinnarunum úr Fuglafirði
Mynd: Álvur Haraldsen
SÍMjølnir 23 (925, 2514, 1725, 2518, 1517)
Mjølnir bestu menninar
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Menninir hjá Mjølnir vóru
ovurfegnir, tá sigurin var
vunnin í Sørvági í gjár. Eftir fýra
skiftandi sett gjørdist neyðugt
við einum fimta og avgerandi
setti, og har streyk Mjølnir
avstað við øllum í evstu løtu
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir