mánadagur 26. oktober 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. oktober 2009 – Nr. 204
Svimja um Sundalagið
Leygardagin 31 okt kl 10.00 skipa einstaklingar og Hósvíkar Róðrarfelag
fyri svimjing av Selatrað til Hósvíkar. Hetta er fyrstu ferð hetta er roynt
alment, men hava nakrir svimjarar svomið har á leiðini nakrar ferðir, fyri at
kanna og kunna seg við viðurskiftini. Ætlanir er, at hendan svimjing saman
við Nólsoyar- sjómannadags- og jóansøkusvimjingin skulu vera fastir tættir
í havsvimjingini. Hugsað hevur eisini um Skálafjørðin, og tí verður leitað
eftir fólki, sum kunnu fyriskipa tiltakinum. Til ber at skifta í róðrarneystinum
frá kl 9.00, og kl 9.45 verða allir svimjararnir sigldir yvir á Selatrað. Meðan
svomið verður eru bátar at ansa svimjarunum, og tryggja, at teir koma
trygt vegin fram. Teinurin er einar 2,4 km langur.
Laudrup upp á tal í Villareal
Danski fótbóltsvenjarin Michael Laudrup verður nú settur í
samband við spanska felagið Villareal. Úrslitini hjá Villareal hava
verið vánalig higartil í ár, og trýst hevur verið á venjaran Ernesto
Valverdo. Í gjárkvøldið vann Villareal tó, og tað hevur helst
venjaranum nakað av luft. Sponsk bløð halda, at Michael Laudrup
verður boðsendur, um Villareal skal skifta venjara.
Tað var lítið óvæntað
í greiða sigrinum hjá
Neistanum á Skála í gjár.
Kravið var tvey stig, og
høvuðsstaðarfelagið eltir
tískil oddaliðini
Uppgávan hjá StÍF seinastu árini
hevur verið at arga oddaliðini, ið
kapprenna um meistaraheitið. Tað
hevur eydnaðst onkutíð, men
veturin 2009 sær út til at gerast
sera tungur fyri kvinnurnar av Skála.
Tað varð aftur prógvað í gjár. Tað
var eingin vanlukka at tapa móti
Neistanum á heimavølli. Men at
tapa við heili 17 málum er ikki
nøktandi.
Runnu undan
Neistin hevði tamarhald á støðuni
alt fyri eitt. Tær vunnu sær eina
trygga leiðslu miðskeiðs í fyrra
hálvleiki, og munurin var seks mál í
steðginum. Eftir hvíldina royndi
heimaliðið at stríða seg aftur í
dystin, men tær nærkaðust
ongantíð teimum bláu. Seinastu
løtuna eydnaðist alt hjá gestunum,
sum staðfestu sigurin so dyggiliga.
Fleiri av yngru leikarunum fingu
álit frá venjaranum, Daniel Rapa.
Hann kundi frøast um, at fleiri
royndust væl sum málskjúttar.
Katrin á Neystabø, Unnur Danielsen
og Marjun F. Danberg vóru bestar
við fimm málum hvør.
Í trupulleikum
StÍF hevur lagt sera illa frá landi.
Fyrstu tríggir dystirnir hava einki
stig givið, og málmunurin er longu
-37. Tað eru ábendingar um, at tær
fáa tað sera trupult komandi
mánaðirnar. Tað er serliga VÍF og VB,
sum tær skulu royna at leggja aftur
um seg á stigtalvuni. Hesir
innanhýsis dystirnir verða alt
avgerandi, tí munurin á oddinum
og botninum í bestu føroysku
kvinnudeildini í gjár tykist sera
stórur. Sunnudagin vitja
gullvinnararnir úr Tjaldinum á Skála.
Neistin hevur seks stig fyri fýra
dystir. Stigini eru vunnin móti VB,
VÍF og StÍF, sum er niðaru liðini á
stigatalvuni. Høvuðsstaðarfelagið
dumpaði, tá Stjørnan vitjaði í høllini
á Hálsi fyri trimum vikum síðan. Tí
kann Neistin framvegis ikki av
álvara styrkismetast. Men tær renna
aftaná oddinum í løtuni.
H71 vann triða sigurin á
rað, tá teir sunnudagin fóru
úr Vestmanna við øllum
stigunum
Eftir eina heldur trilvandi byrjan eru
meistaranir úr Hoyvík veruliga við
at koma fyri seg.
Sunnudagin vunnu teir sín triðja
sigur á rað, og avrikið í Vestmanna
ber sjónliga boð um, at teir væl og
virðiliga kunnu røkka somu
hæddum í ár.
Í Vestmanna byrjaðu teir alt fyri
eitt at bíta frá sær. Poul Kjartan
Dam hevur skotið frá hond fyrstu
dystirnar í ár, og hann gjørdi einki
undantak í so máta hesaferð.
Eina løtu var eisini líkt til, at H71
veruliga skuldi renna avstað, men
VÍF raknðaið við undan steðginum,
soleiðis at tað mest sum stóð á
jøvnum, tá farið varð inn til
hálvleiks.
Eftir steðgin setti H71 seg tó
aftur á tað mesta. Munurin tóktist
bara at veksa, og tá 10 minuttir
vóru eftir at spæla, tóktist sigurin
vera mest sum heima.
Mamsverja langt úti á vøllinum
og fimm mál á rað frá VÍF vóru tó
um reppið at koppa øllum á høvdið,
men aftur fingu gestirnir seinastu
orðið. Teir megnaðu at halda
høvdinum ísakalt, tá mest stóð á,
og so eru teir framvegis væl og
virðiliga við í feltinum, sum eltir
finalupláss.
Tað eru vestmenningar eisini,
men munurin upp til oddasessin er
nú øktr upp í fýra stig fyri teirra
viðkomandi.
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
VÍF-H71 22-24 (10-11)
10 min: 5-6
20 min: 7-9
40 min: 12-16
50 min: 16-22
Málskjúttar
VÍF: Sámal Joensen 5(2), Sámal
J. Djurhuus 4, Jákup S.
Andreasen 3, Magnus Müller
2(2), Bjarti Hansen 2, Regin
Joensen 2, Sjúrður Poulsen 2,
Magnus á Rógvi 2
H71: Poul Kjartan Dam 9(2),
Bárður Brimvík 5, Rógvi
Sørensen 4, Janus Sørensen 3,
Rúni Højgaard 1, Tróndur
Vatnhamar 1, Dánjal Tórgarð 1
Brotskøst: VÍF 5, H71 3
Útvísingar: VÍF 2, H71 5
Dómarar: Hans Thomassen &
Hanus Kurberg
FAKTA
VÍF-H71 22-24 (10-11):
Glógvaði í meistarunum
StÍF – Neistin 15-32 (8-14):
Klassamunur á Skála
StÍF-Neistin 15-32 (8-14
10 min: 3-5
20 min: 5-11
40 min: 9-20
50 min: 13-24
Málskjúttar
StÍF: Bobra Adriana 5(1),
Rebekka Justinussen 4, Annika
L. Petersen 2, Fríðrunn
Danielsen 1, Bára Berthelsen 1,
Anna Petersen 1, Asgerð
Káradóttir 1
Neistin: Katrin á Neystabø 5,
Unnur Danielsen 5, Marjun F.
Danberg 5(1), Jacklin Durhuus
4, Bára Danielsen 3, Birita
Wardum 3, Rakul
Augustinussen 3, Lina
Andriulyte 2, Anja Heinadóttir
2
Brotskøst: StÍF 2, Neistin 2
Útvísingar: StÍF 2, Neistin 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar
Simonsen
FAKTA
Neistin hevði ongar sum helst trupulleikar við
at vinda burtur úr StÍF sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen