mánadagur 26. oktober 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 26. oktober 2009 – Nr. 204 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 19
Verjuspælari bjargaði Bayern
Týska stórliðið Bayern megnaði at vinna ein dyst um vikuskiftið. Leingi
líktist tað tó einum javnleiki ímóti Frankfurt, men stutt fyri leiklok
eydnaðist tað Bayern at skora sigursmálið. Tað var verjuspælarin Daniel
van Buyten, sum skoraði málið. Við sigrinum klatraði Bayern eitt sindur
upp á stigatalvuni og er nú nummar 6, eftir at 10 umfør eru spæld av
kappingini.
Carew glaður í Villa
Norski framherjin John Carew er so fegin um at spæla
við enska felagnum Aston Villa, at hann kundi hugsa sær
at spæla har restina av yrkisleið sínari.
- Eg elski at vera her. Eg elski fótbóltin og felagið.
Viðhaldsfólkið hevur verið ótrúligt, og eg fari ongantíð
at gloyma tey, sigur John Carew við blaðið The Sun. 30
ára gamli Carew hevur spælt í Aston Villa síðani 2007, og
hann hevur skotið 27 mál í 77 dystum fyri felagið.
Undan sigrinum á Man
chester United hevði
Liverpool tapt fýra dystir
á rað. Tað er 22 ár síðani
seinast. Eitt fimta tap hevði
havt við sær, at eitt 53 ára
gamalt met var tikið. Men
Liverpool vann og er við
aftur í oddastríðnum
Sunnudagin stóð Benitez á odda
fyri Liverpool fyri 200. ferð. Hevði
hann tapt, so hevði tað verið fimta
tapið á rað. So hevði Liverpool verið
tíggju stig aftanfyri Manchester
United, og Benitez hevði møguliga
verið søga í Liverpool.
Men Benitez vann. Liverpool fekk
trý stig aftur og dróg inn á bæði
Tottenham, Arsenal og Manchester
United. Hetta hevur helst bjargað
Benitez venjarastarvið – í eina tíð
um ikki annað.
Sigurin hjá Liverpool í gjár er
tann fyrsti í ár, tá mótstøðuliðið er
eitt av teimum stóru liðunum.
Stoke, Bolton, Burnley, West Ham og
Hull eru tey einastu liðini, Liverpool
hevur bast higartil í ár.
Liverpool hevur hinvegin eisini
hitt Tottenham, Aston Villa, Chelsea
og Sunderland, men hesar dystir
hevur Liverpool tapt.
Munur á gongd
Undan dystinum sunnudagin hevði
Ferguson gjørt greitt, at gongdin
hjá liðunum higartil í ár einki hevði
at siga. Ein dystur av tí slagnum,
sum varð spældur í gjár, er nakað
fyri seg, segði hann og tað fekk
Ferguson rætt í.
Manchester United hevði ikki
tapt 11 teir seinastu dystirnar á rað.
Hjá Liverpool var støðan tann, at
seinast liðið hevði fingið so ring
úrslit var í 1987.
Tað var tó Liverpool sum endaði
sum sigursharri, tá alt var av – og
tað var fult uppiborið.
Fremstu menninir í fokus
Liverpool var nevniliga betra liðið á
vøllinum. Manchester United hevði
sambært hagtølunum lítla leikliga
yvirvág, men somu hagtøl vísa
eisini greitt, at Liverpool var vanda-
meira liðið. Liverpool hevði tvífaldar
so nógvar royndir á málið hjá
Manchester United – tvær av hes-
um royndunum endaðu við at
verða skrásettar sum mál.
Tað fyrsta av hesum varð skrásett í
65. minutti. Benayoun legði eina
fram úrskarandi sending fram um
verjuna hjá Manchester United.
Torres streyk avstað meðan Ferdi-
nand veruliga royndi at hanga í.
Topp skjúttin í Premier League vísti
styrki, helt manninum vekk og hamr-
aði bóltin inn við nærmaru stong.
Undan dystinum hevði tað verið
ógvuliga ivasamt, hvørt Torres fór
at spæla, og eftir dystin staðfesti
Benitez, at bara 80 prosent av
Torres eisini kunnu gera mun
viðhvørt.
Manchester United hevði eisini
ein áleypara, sum nógv var tosað
um áðrenn og eftir dystin. Og tá
eitt gott korter var eftir av dystin-
um, varð Michael Owen settur á
vøllin. Móttøkan var, júst sum
væntað, ísakøld og gomlu fjepparar
hansara høvdu ikki nógv pen orð at
bera honum.
Owen var kortini rímiliga
eyðsýndur, vann enn tá eitt fríspark
í góðari støðu, tá Carragher ikki
megnaði at fylgja honum. Fleiri –
millum annað Ferguson – vilja vera
við, at Carragher slapp alt ov bíliga
við einans at fáa gult kort.
Hetta hugsað Liverpoolfjepparar
ikki um í dag. Teir hefta seg við, at
tað enn ikki hevur eydnast Owen at
skora í móti Liverpool, sum hann
rýmdi frá fyri fýra árum síðani.
Tann síðsti maðurin av teimum
fremstu, sum fólk flest tosaðu um
eftir dystin, var áleyparin Ngog. 20
ára gamli franskmaðurin fekk
níggju minuttir á vøllinum og
avgjørdi dystin.
– Hetta er størsta løtan á míni
yrkisleið higartil, segði hann eftir
dystin.
Vidic reytt fyri triðju ferð
Verjuleikarin hjá Manchester
United, Vidic, kann neyvan siga tað
sama sum Ngog. Hann varð útvístur
stutt fyri leiklok og er talan um
triðja reyða korti á rað í móti
Liverpool.
Eisini Mascherano hjá Liverpool
sá reytt, tá hann í yvirtíðini royndi
seg við eini vitleysari takling mót-
vegis van der Sar – so var líkatal
aftur á vøllinum, bæði liðini høvdu
tíggju mans.
Á máltalvuni stóð hinvegin 2-0.
Liverpool hevur vunnið á Man-
chester United fyri triðju ferð á rað.
Samstundis meldaði Liverpool seg
inn í aftur oddastríðið.
Benitez er bjargaður
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Premier League
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 Chelsea
10
8
-
0
-
2
24
8
16
24
2 Man Utd.
10
7
-
1
-
2
21
11
10
22
3 Arsenal
9
6
-
1
-
2
29
13
16
19
4 Liverpool
10
6
-
0
-
4
24
13
11
18
5 Tottenham
10
6
-
1
-
3
21
14
7
19
6 Man City
9
5
-
3
-
1
18
11
7
18
7 Aston Villa
9
5
-
2
-
2
13
8
5
17
8 Sunderland
10
5
-
1
-
4
18
15
3
16
9 Stoke
10
4
-
3
-
3
9
11
-2
15
10 Wigan
10
4
-
1
-
5
12
17
-5
13
11 Burnley
10
4
-
0
-
6
10
22
-12
12
12 Bolton
9
3
-
2
-
4
14
15
-1
11
13 Fulham
9
3
-
2
-
4
10
12
-2
11
14 Everton
9
3
-
2
-
4
12
15
-3
11
15 Birmingham
10
3
-
1
-
6
8
12
-4
10
16 Blackburn
9
3
-
1
-
5
11
22
-11
10
17 Wolves
10
2
-
3
-
5
9
16
-7
9
18 Hull
10
2
-
2
-
6
8
22
-14
8
19 West Ham
9
1
-
3
-
5
11
15
-4
6
20 Portsmouth
10
1
-
1
-
8
5
15
-10
4
West Ham - Arsenal 2-2
Manchester City - Fulham 2-2
Liverpool - Manchester United 2-0
Bolton - Everton 3-2
Chelsea - Blackburn 5-0
Burnley - Wigan 1-3
Birmingham - Sunderland 2-1
Tottenham - Stoke 0-1
Hull - Portsmouth 0-0
Wolverhampton - Aston Villa 1-1
Úrslitini hetta umfarið
Ivamál var undan
dystinum, um Fernando
Torres var førur fyri
at spæla. Tað var
hann, og við einum
framúrskarandi máli til
1-0 staðfesti hann, at
hann eigur at roknast
millum teir bestu
Mynd: Polfoto/AP