Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 26. oktober 2009 – Nr. 204 VÍF vann tryggan sigur á VB, og slapp sær fyri fyrstu ferð í ár av botnsessinum, har VB og StÍF standa eftir Mest sum spildurnýggja kvinnuliðið hjá VÍF vann sunnudagin sín fyrsta sigur í Sunset-kappingini. VB var komið á vitjan, og fyri bæði liðini var talan um dyst, sum hevði til endamál at toga liðið upp um kriminellur strikuna niðast á talvuni. Og tað gjørdist VÍF, sum dróg væl longra stráðið í tí dystinum. Heimakvinnurnar løgdu seg frá fyrsta bríksli á dystin, og tað var sjáldan – um nakraníð – at VB fekk gjørt tað heilt stóra við mótstøðuna. Longu í steðginum var munurin seks mál, og tí leiðsluni slepti heimaliðið ongan tíð. Fyrstu longu løtuna av seinna hálvleiki bar mest sum einki til hjá VB, og hóast tær pyntaðu eitt sindur um seinastu løtuna, so var tað ongan tíð soleiðis, at tær hóttu vertirnar. VÍF fekk við hesum síni fyrstu stig, og nú bendir talvan á, at tað verða StÍF og VB, sum skulu stríðast í botninum, um enn tær hjá VÍF neyvan kenna seg heilt tryggar. Barca aftur í essinum Eftir óvæntað tap í Champions League í farnu viku, var Barcelona aftur í rætta essinum í gjárkvøldið. Barca spældi ímóti Real Zaragoza í sponsku landskappingini, og tað endaði við stórsigri til Barca. Í hálvleikinum var støðan 3-0 til Barcelona, og í seinna hálvleiki skoraði Barca trý mál afturat. Zaragoza fekk eitt troystarmál, so dysturin endaði 6-1. Babbel ræðist ikki sekkin Tað hevur gingið illa hjá týska felagnum Stuttgart í hesum kappingarárinum, og venjarin Marcus Babbel sigur, at hann er avkláraður við støðuna, sum hann er komin í. Ein av gomlu vinmonnunum hjá Babbel er ítróttarstjóri í felagnum, og hann skal taka eina møguliga avgerð um at sekkja Babbel. - Eg havi sagt við, at hóast okkara vinarlag, so skal hann passa sítt arbeiði. Eg havi verið við nóg leingi til at vita, at um vit ikki fáa betri úrslit, so má hann gera okkurt, sigur Babbel. Máltindurin, hondbóltur Sunset-kappingin Adina Petrea Tjaldur 37 (3) Cornelia Rimbu Tjaldur 23 Valentina Suciu Stjørnan 23 (8) Jacklin Durhuus Neistin 21 Katrin á Neystabø Neistin 20 (4) Liljan Durhuus VÍF 18 (3) Simona Petersen Stjørnan 18 (4) Annika Thomsen Tjaldur 15 Rebekka Justinussen StÍF 14 Roxanna Bodirlau StÍF 14 (3) Marinela Patru Tjaldur 13 Halla Midjord VÍF 12 Rakul Augustinussen Neistin 12 (1) Anja Heinadóttir Neistin 11 Joan M. Djordjevic Stjørnan 11 Atlantic Airways-kappingin Poul Kjartan Dam H71 45 (13) David Edvardsen Neistin 39 (9) Sámal Joensen VÍF 39 (12) Cristian Preda StÍF 37 (4) Jugoslav Djumic Neistin 33 Bárður Johannesen Kyndil 28 Gabriel Stanciu StÍF 25 (4) Agnar Joensen VÍF 23 Bjarti Hansen VÍF 23 Josef Abrahamsen Kyndil 23 (6) Høgni Klein Kyndil 20 Heini Hanusarson Neistin 19 Finnur Hansson Neistin 18 (1) Birgir Poulsen Neistin 16 Ingi Olsen Neistin 16 Mál (br.) Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 3 3 - 0 - 0 98 56 42 6 2 Tjaldur 3 3 - 0 - 0 106 70 36 6 3 Neistin 4 3 - 0 - 1 109 92 17 6 4 VÍF 4 1 - 0 - 3 91 124 -33 2 5 VB 3 0 - 0 - 3 58 83 -25 0 6 StÍF 3 0 - 0 - 3 60 97 -37 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 5 4 - 0 - 1 161 139 22 8 2 H71 5 3 - 0 - 2 127 117 10 6 3 StÍF 5 3 - 0 - 2 142 138 4 6 4 Kyndil 5 3 - 0 - 2 134 136 -2 6 5 VÍF 5 2 - 0 - 3 144 138 6 4 6 KÍF 5 0 - 0 - 5 109 149 -40 0 Flogbóltur Eik-ligan, kvinnur vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 2 2 - 0 6 0 6 4 2 Dráttur 3 2 - 1 8 3 5 4 3 Fleyr 3 2 - 1 6 6 0 4 4 Mjølnir 1 1 - 0 3 0 3 2 5 TB 1 0 - 1 1 3 -2 0 6 KÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 7 ÍF 3 0 - 3 0 9 -9 0 Eik-ligan, menn vunnin tapt sett- dystir v - t sett sett munur stig 1 SÍ 3 3 - 0 9 4 5 6 2 Mjølnir 3 2 - 1 8 4 4 4 3 Fleyr 3 1 - 2 6 6 0 2 4 ÍF 3 0 - 3 0 9 -9 0 VÍF-VB 24-16 (11-5): VB enn í botni VÍF vann tryggan sigur á VB, tá botnuppgerð var í Vestmanna sunnudagin savnsmynd jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk