mánadagur 26. oktober 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 204 - 26. oktober 2009
21
J
ú, endiliga nakað nýtt. Løg
tingið er samt. (Oh nei, ikki
um eina alneyðuga altjóða flog
havn.) Tó er semja um, at
Føroyar skulu í fremstu røð.
(Ikki í ítrótti, sum fyllir 80% av
tíðindaheimi landsins.) Ella at
vera heimsins besta land at liva
í. Tí tað kemur seinni. (Heilt
vist í 2015, sambært álítandi
politiskum signalum og pinna
matarbrigaduni við ótaldum
undirbólkum.)
Nei, hesaferð skulu vit á
altjóðastøði ella enn betur á
alheimsstøði. Og tað er ikki so
lítið. Fínt skal tað vera. Løg
tingið bindur okkum øll til at
skerja útlátið av veðurlags
gassum við 20% innan 2020
við støði í 2005 (!).
Sambært bløðunum eru í ES
bara: Danmark, Írland og
Luxemburg (íalt 10,5 mió.),
sum kunnu meta seg javnt við
okkum, kæru landsmenn (og vit
eru bara 0,05 mió.). Hinar neyð
ars 490 milliónirnar av íbúgv
um í Europa við fundvísum ES
politikarum á odda darla hjálp
arleys aftan á okkum. Tí tey
væl saktans eru so nógv býtt
ari enn vit. Ella eru tey tað?
Tann ørstutta søgan um útlát:
Granskarar kring heimin høvdu
ampa av og ávarðaðu móti
mannaskaptum veðurlagsbroyt
ingum. Hetta førdi til, at í juni
1992 samdust 154 lond í Rio de
Janeiro undir STleiðslu
(UNCED) at undirskriva Rio
konventióna um at byrgja upp
fyri skaðiligum mannavoldum
útlátunum.
Seinni í Kyoto í Japan í
december 1997 skrivaðu 160
lond undir løgfrøðiligu bindandi
Kyotoprotokollina (UNFCCC:
United Nations Framework
Convention on Climate Change)
um at minka útlátið fram til
árini 20082012 við í miðal
5,2% – við støði í 1990.
Síðani tá hava uppfylgjandi
COPfundir (Conference of the
Parties) verðið hildnir av og á.
Nú í december 2009 í
Kjøpinhavn, sum tann 15. í
røðini og tí nevndur COP15.
Veðurlagsgass og
mekanismur
Talan er um 6 sløg av gassum:
koldioxid CO2, metan CH4,
láturgass N2O umframt
ídnaðargassini HFC, PFC og
SF6. Av hesum er mest talan
um CO2, hóast hini evnini
eisini verða mett hættislig.
Til at andøva móti útláts
vøkstrinum eru nakrar sonevnd
ar mekanismur tøkar, sum
kunnu brúkast til at keypa
einum landi avsláttur – og sum
er eitt slag av “avláti” fyri
loftrúmsdálkandi syndir sínar í
heimlandinum.
Og hesum mekanismum
kunnu vit fyri harðan valuta
gera nyttu av, sum við:
• at keypa/handla við kvotum
millum lond, ET: (Emmission
Trading)
• at fremja útlátsminking í
einum øðrum landi, JI: (Joint
Implementation)
• at byggja útlátsskerjandi
verkætlanir í londum, sum eru
uttanfyri Kyotoavtaluna, CDM:
(Clean Development
Mechanism.)
Felags fyri allar hesar mekan
ismur ella hálvu loysnir er
tann bági, at tær kosta pengar,
og tað nógvan pening fyri “don
orlandið”, eitt nú okkum, um vit
vilja vera við í hesum leiki.
Og tí er fyrsti spurningur
hesin:
»Ber tað til at keypa nakað
sum helst fyri eina upphædd á
fíggjarlóg landsins upp á 770
mió.kr – har eitt keðilig minus
stendur frammanfyri? Ella fyri
ein skarnsettan Blokk úr Dan
mark, sum – um talan er um
sjálvberandi búskap eisini hev
ur hetta forbidna minusi framm
an fyri tær 600 mió. kr.?«
Ja, hvør man leggja navn til
hetta kompotenta kommersið?
Lomborg og Auken
Politiskt var gjørd ein roynd at
lýsa hóttandi umhvørvis/orku
málið fyri almenninginum.
Bjørn Lomborg var boðin at
halda fyrilestur í Norðurlanda
húsinum. Hann er einasti dani,
sum á ovasta bredda er kendur
um heimin fyri sínar meiningar
í umhvørvis/orkuspurningum.
Og sum andmælingar vóru fýra
heimligir »ekspertar« (hetta
segði orðstýrarin, fleiri ferðir) –
og tú góðasti – jú, fittir menn
hvør á sínum øki, men ekspert
ar í alheims útlátishøpi?!
Og eingin av teim komu – alt
annað líka Lomborg til knýgg
ja í vitan ella innihaldi. Onkur
var beinleiðis ófólkaligur við
hann – og sum, skomm at siga,
fekk nøkur óbúgvin í salinum
at klappa afturvið. (Herskin
heimføðisligheit?)
Seinni kom so Svend Auken,
bæði kendur sum ágrýtin um
hvørvisráðharri og góður talari.
Men hann virkaði, tíverri,
longu tá viknaður. Positivur,
men einki nýtt soleiðis, hann
nevndi nakað um orkuperur og
stand by ljós.
Og tað var so tað.
Brigadan hevur orðið
Nýggja útlátsuppskot
landsstýrisins 2009 bleiv lagt
fyri nakrar ávísar felagsskapir
til ummælis. Men úrslitið varð
soltið. Tí andøvur nakar? – Nei,
bara nakrar krímsettar hálv/
heilpolitiskar yvirbjóðingar, og
so hetta skoðsmáli: »Samtykt
løgtingsins vil verða eitt gott
signal, at senda út í heimin um
okkum sum eina pena, seriøsa
og serstaka tjóð!« (Hóast
undirskriftin helst verður við
»påholden pen«). Og, mín tolni
lesari: »Hvat signalvirði man
vera í einum signali um givin
lyfti, sum ikki kunnu haldast?«
Jú, púra rætt svarað: »Júst tað
øvuta!«. Ein boomerang beint
í nakkan!
Býtislykil fyri dálking
Tann valdi fordeilingslykilin
fyri útlát sambært Kyoto er
fólkatalið í landinum. Hetta
tyngir okkara umdømi sambært
fyribils útrokningum. Men
hesar útrokningar kunnu væl
vera langt av leið. Um nú
okkara formil fyri útlát ikki er
tann sami, ið brúktur verður til
heimsins ovurhonds skipaflota.
So hongur roknistykkið als ikki
saman. Og munnu vit eisini her
hava verðið líka so vælsignað
góðtrúgvin, sum vit plaga at
vera í okkara samskifti við
onnur lond?
Og hvat nú, um nevndi
býtislykil t.d. heldur hevði havt
sítt støði í víddini av okkara
land og sjóøki, har jú aðrir
eisini flúgva og sigla um og
dálka nakað, meðan tey dálka
munandi meiri aðrastaðni. Tá
høvdu vit verið á glæstrileið í
mun til so mong onnur lond í
heiminum. Fyri ikki at tala um
alt loftrúminum í atmosferuni
uppi yvir økinum.
Øll orka kemur so ella so frá
tí kveikjandi sólini. Og summi
lond liggja nærri ekvatori enn
vit, og væl fyri undir tí bakandi
sólini, har fólksins orkutørvur
til klædna bara er ein snøris
stubbi um búkin, í meðan onnur
kunnu durva á gyllini dálkandi
oljuríkidømi til útflutnings, og
summi við alskyns glitrandi
gimsteinum undir flagnum. Og
meðan vit vála her norðuri við
gásarholdi í slavi og kulda.
Og tí kann fólkatalið sum
býtislykil – um ikki verður lagt
upp fyri tær ymsu klimatisku
umstøðurnar o.a. – tykjast bæði
at vera heilt av leið og
órættvíst.
Frostbitna land
Okkara orkunýtsla fyri hvønn
íbúgva kann illa verða nógv
minni, enn hon er í dag. Hetta
av tí, at vit brúka umleið
helvtina av orkutørvi landsins
til veiðu og flutning av
matvøru. Hesa framleiðslu av
heimsins besta og kritahvíta
matfiski – bæði til okkum sjálvi
og til ein svøltandi heim.
Eisini noyðast vit at brúka ein
heilan hóp av orku til at verma
kropp og sál í hesum kalda og
veðurbarda umhvørvi oyggja
lands so norðalaga í ráliga
Atlantshavinum. Tí annars livst
her ikki. So einfalt er tað.
Hetta mátti verið eitt meiri
skilagott og betri hóskandi
útgangsstøði og samráðingar
signal at senda út í heimin
heldur enn ein óundirbygd
skerjingarsamtykt í óðum verki
– eisini í alheimshøpi!
Hvat verður orkan eisini
brúkt til?
Enn verri tykist mismunurin at
vera meðan vit hugsa um tey
hvítu fløkini – hvat ið onnur rík
og máttmikil lond brúka teirra
orku og CO2útlát til. Milliardir
oman á milliardir av krónum
fara til hópframleiðslu av
alskyns dýrum og øðiligum
álopsvápnum, til ræðuligar og
lívsoyðandi bumbur, rakettir,
tanks, eiturgass, napalm,
granatir og landminur, sum ríva
limir og lív úr spælandi børnum
og mammum teirra. (Nevndi
nakar um mjúk virði?)
Alt meðan okkara sjófólk
brúkar sín part av okkara orku í
teirra harðvunna baksi um
høvini fyri tann kritahvíta
fiskin í polarnáttarmyrkri undir
ísbrúnni við Grønlands strendur
og heilt til Novaja Zemlja. Alt
meðan vápnaframleiðandi
stórveldini – við afturlatnum
eygum í stórum stíli sílar síni
»gøgn« út til desperatar
terrorfelagsskapir sum Al
Qaida, Taliban og onnur
eirindaleys sjálvsdrápsfólk, ið
ikki hvørki spara sakleys børn
og ung ella teirra familjur.
Politikkarar til hvat -?
Politikkur er eisini: við demo
kratiskum orðum og vitbornum
argumentum at royna at ávirka
eina skeiva gongd inn á eina
betri leið. Tí er spurningurin at
enda hesin: »Gera vit nokk, ella
yvirhøvur nakað, fyri at vísa á
okkara serliga tørv og umstøð
ur. Ger nakar vart við ein eyð
sæddan mun á grundleggjandi
ymiskum umstøðum landanna
millum? Hevur nakar av
brigadubólkunum roknað út,
hvat ið samda løgtingssamtykt
in kemur at kosta okkum við
støði í landsins syndarliga
búskaparliga veruleika?«
Tí spurningurin er ikki bara
um: hvat vit skulu gera! Men
eisini um: hvussu vit gera hetta
ella hitt – og hvørjar avleiðing-
arnar verða fyri okkum og okk
ara børn! Og mundi samfelda
svarið verðið eitt rungandi: Ja!
Um løgtingslimir og brigadan
vórðu spurd um, um tey skuldu
fara 20% niður í løn og
forbrúki?
Løgtingið dregur eina línu -
Og løgtingið er samt. Ráðharrar
og brigadan á ferð. Vit skriva
bara undir. Senda signal út. Sum
blágummur. (Og til hvønn?)
Meðan vit – eftir mínum tykki –
ongan livandi møguleika hava
fyri at uppfylla hesar samtyktu
skerjingarnar av útláti.
Tí so skulu heilt aðrir og
nýggir bollar í suppuna. Og tað
kostar. Og tað nógv. Okkara
ferðaskip við góðari ferð brúka
t.d. líka nógva olju, sum allur
okkara fiskifloti undir Føroy
um. So kanska skulu motorarnir
á Smyrli og Norrønu bara
plomberast til at sigla einar 10
12 míl, ella okkara heimligi
fiskiskipafloti bindast við kai.
Men er tað eitt gott signal?
Og hvat so, um vit nú ikki
klára at halda samfeldu løg
tingssamtyktina. Hvør fer tá at
tala at okkum, og hvør verður
revsingin tá frá “Big Brother”?
Tí borðið fangar, onkursvegna,
okkara háttvirdu damur og
harrar!
Ella, álvaratos -?
Man alt hetta bara vera »bestilt
arbeiði« ella úrslit av »venindu
snakki« við Connie Hedegaard,
sum í verandi konservativa
rákinum um lond sær sær ein
møguleika fyri at sleppa burtur
úr ballinum og longur út í heim
til eitt betri bein? Og sum
Tingið bara nikkar og nígur
fyri? Ja, hvør veit?
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Samda løgtingið og útlátið
av veðurlagsgassum
Tíðargreinin
tíðargreinin
Arnstein Niclasen