mánadagur 26. oktober 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 204 - 26. oktober 2009
- um nýggja sjúkratrygg-
ing, ið júst pensjonistar-
nir fáa størstu fyri-
munirnar av!
Endiliga - eftir 15 ára
togarí verður nú framdur
ein nútímans reformur av
avoldaðu sjúkrakassa-
skipanini:
stigið: 1. jan. 2010 verða
sjúkrakassarnir tiknir av og
nýggj almenn heilsutrygd
sett á stovn, sum tekur
burtur ójavna gjaldið í
ymisku økjunum.
stigið: 1. apr. 2010
verður nýggj samhaldsføst
tilskotsskipan til heilivág
sett í verk.
stigið: 1. jan. 2011 fáa
allir føroyingar nýtt altjóða
heilsutrygdarprógv.
stigið: 1. jan. 2011
verður heilivágsskipanin
hjá apoteksverkinum
samanbundin við elektron-
isku heilsuskipanina hjá
kommunulæknunum og
sjúkrahúsverkinum.
stigið: 1. jan. 2012 verða
persónligu gjøldini til
heilsutrygdina tikin av og
flutt inn í samhaldsføstu
landsskattafíggingina
Fyrsta almenna - og ófati-
liga negativa - viðmerking-
in hjá Landsfelag Pensjon-
ista til henda stórfingna
reformin er tíðindaskriv
undir herrópinum:
”Landsfelag Pensjónista
mótmælir og harmast
um, at skipanin um
heilsutrygd vendir tunga
endan niðureftir.”
Tey við størsta tørvinum
fáa størstu fyrimunirnar!
Fyri lítlum ári síðani,
meðan undirritaði enn var
landsstýrismaður í heilsu-
málum, fóru vit undir
arbeiðið at gera eina
nýggja sjúkratrygging at
koma ístaðin fyri avoldaðu
sjúkrakassaskipanina. Nú
eg síggja lidna uppskotið,
ið nýggi landsstýrismaður-
in í heilsumálum hevur
sent til hoyringar, eri eg
ógviliga fegin um, at tað er
blivið enn betri – við enn
fleiri fyrimunum til teirra,
ið hava størstan tørvin á
stuðuli – og fram um alt
eru fyrimunirnir størstir
fyri pensjonistarnar!
Tí er ógviliga hugstoyt-
andi – og óskiljandi - at
hoyra og lesa almennu
viðmerkingina frá Lands-
felag Pensjonista, sum onki
annað er enn eitt ósakligt,
kolasvart harmaljóð.
Hámarkið fyri heilivág
hjá pensjonistum fer
niður í 1195 kr. um árið!
Verður nýggja sjúkratrygg-
ingin – ið skal bera vakra
heitið ”Heilsutrygd” - til
veruleika, so fær ongin so
nógv burturúr sum júst
pensjonistarnir. Tí í upp-
skotinum er eisini innbygd
ein nýggj tilskotsskipan til
heilivág, sum fer at minkað
hægsta gjaldið hjá øllum
fólkapensjonistum (og
børnum undir 18 ár) heilt
niður í 1195 kr. um árið –
svarandi til 99,58 kr. um
mánaðin!
Harumframt fáa
pensjonistar stuðulin
aftur til ískoytisheilivág!
Øll vita um harðliga kri-
tikkin av avgerðini hjá
landsstýriskvinnuni í
almannamálum, tá stuðulin
til ávís heilivágsískoyti
varð tikin burtur 1. jan.
2009. Hetta snýr seg m.a.
um ávís sløg av kostí-
skoyti, sum m.a. bæði
fólka- og fyritíðarpensjon-
istar hava fyri neyðini. Tað
snýr seg m.a. um serlig
ískoyti av vitaminum og
mineralum, um serlig
kostískoyti til diabetikarar,
um pínutablettir,
allergitablettir,
eygnaheilivág o.s.fr.
Haraftrat er ymiskur
heilivágslíknandi útbúnað-
ur, sum fólka- og fyritíðar-
pensjonistar eisini hava
mist stuðulin til. Og sum
ein av størstu trupulleikun-
um, sum hevur verið fram-
førdur, er misti stuðulin til
ávísan heilivág til eldri
demenssjúklingar, ið er
serstakliga kostnaðarmikil.
Við nýggju sjúkratrygg-
ingarskipanini, Heilsutrygd,
verður møguligt aftur at
innføra stuðulin til tað
mesta av hesum ískoytis-
heilivági! Her fara apoteks-
og heilsuverkið at gera ein
positivlista, sum vísir á,
hvørjar av hesum vørum
tann einstaki fólka- og
fyritíðarpensjonisturin, eins
og onnur varandi sjúk,
kunnu fáa stuðul til eftir
tilmæli frá kommunulækna.
Hevur Landsfelag
Pensjonista kikaran fyri
blinda eygað?
Eg haldi – álvaratos - at
Landsfelag Pensjonista
hevur havt kikaran fyri tað
blinda eygað, tá tey nú
skjóta við skørpum eftir
nýggju sjúkratryggingarski
panini, Heilsutrygd. Lands-
felagið (ella kanska tann,
sum hevur skrivað tíðinda-
skrivið fyri nevndina í
Landsfelagnum) hevur
start seg blindan uppá hetta
eina, at gjaldið ikki beinan-
veginvegin, longu nú 1. jan
2010 fer inn í skattin. Og
ritarin hevur so sett allar
hinar veldugu fyrimunirnar
til viks! Tað tykir mær
rættiliga óreiðiligt. Og
eisini óklókt í mun til
áhugamálini hjá Lands-
felag Pensjonista. Tað er
rætt, at tað ikki stendur í
sjálvum lógaruppskotinum,
at gjaldið fer inn í skattin
1. jan 2012. Men lógarupp-
skotið snýr seg bert um
broytingarnar, sum verða
settar í verk nú í komandi
árið. Tær eftirfylgjandi
broytingarnar – m.a. at
gjaldið fer inn í skattin –
tað stendur greitt og skill-
iga í viðmerkingunum til
uppskotið, ið lýsir allar
broytingarnar sum eina
tilgongd, ið tekur 2 ár at
fremja.
Tvey ár at fáa útreiðsluna
uppá 100 mió inn á
fíggjarlógina
Fyrsta og avgerandi treytin
fyri, at gamla sjúkrakassa-
gjaldið kann leggjast inn í
skattin, er júst at avoldaða
sjúkrakassaskipanin verður
tikin av, og ein nýggj
almenn Heilsutrygd verður
sett á stovn ístaðin. Tann
fortreytin verður skapt við
hesum lógaruppskotinum.
Síðani skal skipanin gerast
– og ikki minst fíggjarligu
fyritreytirnar skapast, fyri
at alt gjaldið fyri sjúkra-
tryggingina – tað er meir
enn 100 mió. kr.um árið! -
verður tikið inn á fíggjar-
lógina. Og tað veit ein og
hvør, at í hesum døgum
merkja 100 mió meir inn á
fíggjarlógina eitt av
trimum:
Antin 100 mió í skatta-
hækkingum.
Ella 100 mió meir í
hallið á fíggjarlógini.
Ella 100 mió meir í
sparingum ymsastaðni í
samfelagnum, har tað
svíður nóg hart sum er.
Men samgongan hevur
gjørt av – og tað hava vit
skrivað inn í tekstin til
viðmerkingarnar til lógar-
uppskotið – at í seinasta
lagi um tvey ár taka vit
hetta ódnartakið, at taka
sjúkratryggingina inn á
fíggjarlógina, so hon
verður goldin yvir tann
samhaldsfasta landsskattin.
M.a. við teirri avleiðing, at
pensjonistar og onnur við
lægst inntøkunum sleppa
mest sum heilt undan at
gjalda fyri sjúkra-
tryggingina.
Ongin átti at fegnast
meir enn júst Landsfelag
Pensjonista!
Vit eiga at frøast um
nýggju sjúkratryggingina,
sum nú er á veg í
Løgtingið. Og ongin átti at
verið meira fegin og posi-
tivur enn Landsfelag Pen-
sjonista – ongin átti meir
enn Landsfelag Pensjonista
at fegnast um, at hendan
tilgongdin, sum tað hevur
verið tosað úrslitaleyst um
í eini 10-15 ár, nú verður
sett á verk. Fyrstu stóru
stigini longu í komandi ári
– og síðani framt til fulnar
stigvíst tey næstu tvey
árini.
Eg ynski partamanni-
num, Akseli V. Johannesen,
landsstýrismanni í heilsu-
málum, Heilsumálaráðnum
og Løgtingsins Trivnaðar-
nevnd eina hepna hond við
at føra hesa stórfingnu
ætlan heilt á mál!
Hugstoytandi harmaljóð frá Landsfelag Pensjonista
løgtingsmaður
Hans Pauli
strøm
Tíðindaskriv
Mikukvøld er Demokratia-kvøld. Fyri at
kalla allar føroyingar. Tí nú fer Demo-
kratia undir áhugavert tiltak, sum verður
á skránni trý mikukvøld í oktober og
november. Talan er um fyrilestrar, ið
verða hildnir á seks ymsum støðum í
Føroyum.
Fyrilestrarnir viðgera evni, sum snúgva
seg um javnstøðu í politikki, um demo-
krati og politisk rættindi og um aðrar
spurningar, ið eru viðkomandi fyri
arbeiðssetningin hjá Demokratiu, sum er
økt javnstøða í politikki.
Persónarnir, sum høvi verður at hoyra,
og teirra fyrilestrar, eru:
• Hallbera West heldur fyrilesturin Tá
politisk rættindi ikki eru nokk.
• Bjørt Samuelsen heldur fyrilesturin Tora
vit at vilja valdið? Um at gera seg gald-
andi á politiska vígvøllinum og vera
sjónlig í fjølmiðlunum og í almenna
rúminum.
• Sámal Matras Christiansen heldur
fyrilesturin Javnstøða fyri øll? Ella bara
fyri Yuppie kvinnur? Tríggjar hypotesur
um javnstøðu.
• Halgir Winther Poulsen heldur fyri-
lesturin Um demokrati sum hugtak.
• Sonja Jógvansdóttir heldur fyrilesturin
Javnstøða í tómgongd.
• Elin Mortensen heldur fyrilesturin Hava
vit ikki javnstøðuí Føroyum?
• John Dalsenni Olsen heldur fyrilesturin
Kvinnur og menn - fólkaræði og sannleiki
Støðini, har fyrilestrarnir verða hildnir,
eru:
• Suðuroy: Skúladepilin í Suðuroy
• Sandoyggin: Skúlin á Sandi
• Vágar: Skúlin á Giljanesi
• Streymoy: Søgu- og samfelagsdeildin á
Fróðskaparsetri Føroya í Tórshavn
• Eysturoyggin: Handilsskúlin á
Kambsdali
• Norðuroyggjar: Tekniski skúlin í
Klaksvík
Fyrilestrarnir verða hildnir mikukvøldið
28. oktober, mikukvøldið 11. november
og mikukvøldið 25. november. Tiltøkini
byrja klokkan 19.30 og vara umleið ein
tíma.
Ein fyrilestur verður á hvørjum staði.
Tiltøkini eru almenn og ókeypis. Eisini
verður høvi hjá áhoyrarunum at seta
spurningar.
Lesið meira um fyrilestrahaldararnar og
um skránna fyri tiltøkini á
www.demokratia.fo
Demokratia á ferð -
fyrilestrar kring landið
Fyri umleið 15 árum síðani varð
almenningurin kunnaður um, at ein
fyritøka í Vágum hevði snýtt lands-
kassan fyri, minnist meg rætt, oman fyri
tríggjar milliónir krónur. Siger og
skriver: tríggjar milliónir. Ein upphædd,
ið fyri mær tyktist ørandi, tá ein hugsar
um allar tær fyritøkur, sum í tí stilla
snýttu og framvegis í dag snýta lands-
kassan fyri tíggjutals, ja kanska
hundraðtals milliónir krónur, síðan mvg-
lógin kom í gildi.
Nøkur ár seinni varð almennur
persónur, sum um tað mundið var við til
at smíða landsins lógir, tikin fyri
beinleiðis stuldur við einum vinnutólið,
har seriunummarið var tikið av hesum
tóli fyri at fjala stuldurin. Hvat hendi?
Sjálvandi einki.
Meðan landskassin stríðist við risahall,
og stovnar á Landssjúkrahúsinum
steingja ella liggja bakk vegna vantandi
fígging, endurtekur søgan seg, nú
fjølmiðlar leggja fram mvg-undandrátt
upp á tríggjar milliónir krónur hjá einum
einstøkum partafelag.
Tí er hettar bert toppurin av
ísfjallinum, tá hugsað verður um, at vit
hava eini 1000 ella 1500 partafeløg
skrásett í Føroyum. Sostatt kann ein
mvg-lóg, sum als ikki er regulerað,
síðani hon kom í gildi, kosta
Landskassanum og tí vanliga
skattaborgarnum eina upphædd, ið slær
øll met í politiskari líksælu. Hetta hóast
tað frá byrjan av hevur borið til at
staðfest, at tað regulert verður speku-
lerað í mvg-undandrátti, tá feløg fara á
húsagang.
Sama skilið gjørdi seg galdandi, tá A-
skattaskipanin varð sett í verk í 1984.
Meðan vanligi skattgjaldarin øll hesi
árini á ongan hátt hevur kunnað sloppið
sær undan sínum skyldum, so hevur B-
skattgjaldarin kunnað gjørt sær dælt av
hesi skipan, soleiðis at eftirstøðurnar í tí
sambandi hava verið kanska líka
ógvusligar sum tann mvg-undandráttur,
ið er farin fram øll hesi árini.
Nú spurnartímin í Løgtinginum er
vorðin so áhugaverdur, at tað bara restar
í, at løgtingsumboðini fara at spyrja
landsstýrismenn, hvat nummar av skóm
teir ganga í, vil eg við hesum heita á
somu løgtingsumboð um at seta
fyrispurning um, hvussu nógv
landskassin og harvið tann vanligi
skattgjaldarin hava mist í B-skatti og í
mvg, síðani hesar skipanir komu í gildi.
Takk fyri.
Mvg-ránið heldur áfram
Sørvágur
Frank
DaviDsen
viðmerkingar