Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. oktober 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 204 - 26. oktober 2009 23 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 80 ára føðingardagur Týsdagin 27. okt. verður Rósing Rasmussen, Runavík, 80 ár. Dagurin verður hildin saman við familjuni. 80 ára føðingardagur Hósdagin 5. nov. verður Sámal Christiansen, vanliga nevndur Sámal hjá Barbu, Klaksvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Skálanum leygardagin 7. nov. Opið hús er frá kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur Hósdagin 29. okt. fyllir Jensia Svabo Thomasen, Sandavágur, 90 ár. Dagurin verður hildin heima, Giljavegur 62, frá kl. 18. Silvurbrúdleyp Mánadagin 2. nov. hava Óluva og Jónfríður Nielsen, Saltangará, verið gift í 25 ár. Tey eru burturstødd. Silvurbrúdleyp 30. nov. hava hjúnini Alberta og Eirikur Magnussen, Tórshavn, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin leygardagin 28. nov. í HB-Húsinum kl. 19. Tey ið ynskja at gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga fra á tlf. 216324 (Alberta) ella 214456 (Eirikur) innan 14. nov. Gullbrúdleyp Sunnudagin 1. nov. hava Kristina og Hans Andrias Jacobsen, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin 7. nov. í Bøgøtu 3, Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 19. Tey, ið ynskja at heilsa uppá Kristinu og Hans Andrias, kunnu siga frá á tel. 456737 ella 458625. Gullbrúdleyp 28. nov. hava hjúnini Tóra og Ólavur Nolsøe Olsen, Fuglafjørður, gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin í bygdahúsinum í Leirvík leygardagin 5. des. kl. 18. Tey ið vilja halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá á tlf. 444159 - 737751 ella toraolavur@gmail.com áðrenn 20. nov. Prógv Tann 2. oktober hevur Alex Nielssen, Lopra, lokið prógv sum elektrikari hjá NCC í Danmark. Dagurin 26. oktober. Amandus. Fleiri halgimenni bera hetta navn, og allir hava teir verið biskupar, og allir hava sama halgidag. Ikki er gjørligt í dag at gera av, hvønn sipað verður til. Navnið er av latínskum uppruna og merkir: tann sum eigur at verða elskaður. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) Týsdagin 27. oktober verð- ur Rósing Rasmussen í Runa vík 80 ár. Rósing er ættaður úr Søldafirði. Foreldrini vóru Poulina og Per Rasmussen. Rósing var blaðungur, tá ið hann fór til Havnar at læra til bilsmið hjá Wenzel Petersen. Seinni sigldi hann - bæði úti í stóru verð við gasstangabáti og sum motor passari við fiskiskipi. Tað var í bilsølu og veit- ingum í tí sambandinum, at Rósing útinti sítt lívsstarv. Pápi hansara hevði keypt eina barakk, tá ið bretarnir vóru farnir úr aftur Søldar- firði eftir kríggið. Í hesi barakkini fór Rósing at arbeiða upp á bilar. Fyrst í seksti árunum bygdi hann ein verkstaðsbygning á somu grund, og har um - vældu teir bilar og seldu bensin. Í fimmti árunum fór Rósing so smátt at selja bilar. Í fyrstu atløgu seldi hann fyri Kissa Christiansen og Petur Háberg, sum áttu bilasøluna Norrønu. Eitt nú seldu teir Triumph og Standard bilar. Seinni fór Rósing at selja bilar fyri seg sjálvan. Hesin parturin av fyritøkuni hjá honum helt til í Runavík. Bilmerk- ini, sum hann bjóðaði fram, vóru eitt nú Studebaker, Inter national Harvester, Simca, Skoda og Saab. Í 1963 gjørdist Rósing um - boðs maður fyri Toyota, og í 1966 løgdust Scania bilarnir afturat. Rósing seldi bilar til 1980. Hann var í fleiri ár vitapassari á Hirshólminum nakað uttanfyri Frederiks- havn. Rósing giftist í 1951 við Liss, sum er ættað av Toft- um, dóttir Sannu og Andreas Hansen í Túni. Liss og Rósing búsettust í Runavík og fingu seks børn: Anna, Bogi, Beinta, Ingun, Rógvi og Gudny, umframt barnabørn og børn í triðja ættarliði. Eftir at tey gjørdust pen- sionistar ferðaðust Liss og Rósing í mong ár eystureftir í hjálparveitingarørindum, serliga til Rumenia. Føðing- ar dagurin verður hildin sam an við familjuni. -red Rósing Rasmussen 80 ár Juliane Fuglø f. 25.12.1947 dóttur Elenius og Sigrid Fuglø, Viðareiði, andaðist eftir langa sjúkralegu í heimi sínum í Kalifornia sunnudagin 25. oktober. Eftir Juliane sita maður og dóttir. Ærað veri minnið um Juliane. Amy, Thorlejf og Sigrid Fuglø Nú skulu øll gjalda tele- fon rokningina gjøgnum internetið. Um ikki, skulu tey gjalda ”straffporto”. Tað eru boðini frá Føroya Tele og Vodafone. Tað ljóðar smart. Tað er inn. Tað er framtíðin. Og tað vindur upp á seg. Tú skalt samskifta yvir telduna, tí tað er kul og prak tfult, og øll ið ikki vilja tað, eru dólgar. Sjálv eri eg dúgligur brúkari av hesum í mongum førum vælsignaða interneti, til dømis í samskiftinum við okkara mongu børn uttan- lands, men eg vil kortini ikki, at hesin miðil skal stýra mínum lívi, og tí velji eg nøkur ting FRÁ. Vit vita øll, at tað í Før- oyum finst ein bólkur, kanska við fleiri túsund sálum, ið ikki hevur teldu, internet ella breiðband. Tey hava kanska ikki ráð, kanska vilja tey ikki, og hetta mugu vit góðtaka. Vit mugu góðtaka, at summi velja eitt annað lív enn tað, sum beint nú er tað einasta rætta »á fjallinum«. Vit mugu góðtaka, at frísk eldri fólk seta eina æru í at fara í býin og gjalda sínar rokningar kon- tant. Tey ynskja so leingi sum gjørligt at klára seg sjálvi – tey vilja sleppa børnum og øðrum hjálpar- um undan at renna ørindi fyri seg. Har aftrat gevur hetta meining. Tey hava kropsligt samband við um heimin og samfelagið, ístaðin fyri at sita og stríð- ast við ein lívleysan elektriskan miðil. Tí virkar tað beinleiðis arrogant, tá tveir lekrir og smartir veitarar sum Før- oya Tele og Vodafone siga, at hetta KREVUR ov nógv av teimum. Eg meini so við – tey fáa væl øll løn fyri sítt arbeiði, sum altso ikki altíð kann vera stutt- ligt. (Her hevði annars verið lag á manni at fingið fólk við breki at gjørt eitt meiningsfult arbeiði nakrar tímar.) Tit vilja við tykkara nýggja stjørnuhugskoti tvinga skilagóðar, mentað- ar, men inntøkuveikar borg arar at gjalda 1% av teirra grundpensjóns upp- hædd oman á, tá ið tey gjalda sínar telefonrokn- ingar. Hetta er langt úti! Takið tykkum saman. Gerið ein brainstorm og loysið trupulleikan! Service til tey ungu, vøkru og vælbjargaðu Nú er eitt ár síðani, at Ísland kom í svára kreppu, tá alt íslenska bankakervið fór á heysin eftir fáum døgum, tí at nøkur fá ikki høvdu kent sær hógv. Síð- ani hevur íslenska stjórnin togast við IMF lánistovnin um eitt lán, so til ber at koma burtur úr teimun ringasta trupulleikunum, men higartil er bert ein lítil partur av tí játtaða láninum útgoldið Íslandi. Orsøk ir- nar skulu ikki komast nærri inn á her, men rímu- liga greitt er, at Ísland hev- ur fylgt flestu krøvunum frá IMF. Nakað eftir at Føroya Landstýri bjóðaði Íslandi lán, samtyktu øll Norður- lond at gera tað sama, men higartil hevur onki Norður- land vilja goldið Íslandi tað játtaða lánið út. Orsøk- ina siga tey vera, at tey bíða eftir boðum frá IMF lánistovninum, sum skal siga gott fyri, at lánini frá Noreg, Danmark, Svøriki og Finlandi skulu gjaldast út. Nú øll Norðurlond møt- ast í Stockholm til árliga Norðurlanaráðsfundin er tað eitt gott høvi hjá før- oysku limunum í Norður- landaráðnum og løgmanni at gera vart við teir trupul- leikar, sum Ísland er í. Tað kann ikki vera rætt, at bert Føroyar og Polen higartil hava goldið Íslandi lánini, meðan norðurlond sita hendur í favn og bíða eftir boðum frá øðrum. Á sama hátt, sum føroy- ingar fiskaðu seg úr krepp- uni, so fara íslendingar sum frálíðir at gera tað sama. Áheitan á føroysku limirnir í Norðurlandráðnum viðmerkingar Oddvør JOhansen henrik Old