Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2009síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 205 - 27. oktober 2009 Býráðið hevur sagt sam starvsavtaluna við Smyril Line upp og tey vænta ikki, at Norrøna verður nakað at byggja álitið á í framtíðini NorðhavNiN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Klaksvíkingar hava nú mist vón ina um at fáa nakað burt ur úr Norrønu. Tað staðfestir Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaks­ vík. Fyri trimum árum síðani gjørdu Klaksvíkar Býráð og Smyril Line sam starvs­ avtalu um, at tá ið tað ikki viðraði hjá Norrønu at leggja at í Havn, skuldi hon brúka nýggju Norðhavnina í Klaksvík. Men tað hevur gingið meiri strilti, tí Smyril Line hev ur heldur viljað lagt Norrønu í Kollafirði, tá ið ikki er farandi inn um mol­ an í Havn. Borgarstjórin í Klaksvík sigur, at samstarvsavtalan ímill um Klaksvíkar Býráð og Norrønu gekk til 1. okto­ ber í ár og í summar segði býráðið avtaluna upp. Síðani hevur býráðið samráðst við Smyril Line um eina nýggja sam starvs­ av talu, men borgarstjórin dyl ir ikki fyri, at hon hevur smá ar vónir. ­ Smyril Line hevur gjørt av, at tey vilja heldur brúka Kollafjørð og tað er okkurt, sum sigur mær, at skulu vit út vega Norðhavnini inntøk­ ur, er tað neyvan Norrønu, vit skulu seta okkara álit á, staðfestir hon. Kanna aðrar møguleikar Men tað verður kortini ar beitt víðari í roydnunum at útvega Norðhavnini inn­ tøkur og hóast tað neyvan verð ur frá Smyril Line, eru vónirnar góðar um at finna aðrar inntøkukeldur. Gunvá við Keldu sigur, at arbeitt hevur verið við at fáa útlendskt ferða manna­ skip til Klaksvíkar. ­ Hildið verður fram við teim um royndunum, hóast tað er sera drúgført arbeiði. Annars verður roynt at fáa samvinnu í lag við russisk skip og eisini tað hava tey vónir um. Men samstundis seta tey sítt álit á, at virksemið byrj­ ar aftur á Kósini og at tað fer at føra fleiri skip til Klaks víkar og so er tað skip ið, sum kemur ístaðin fyri Næraberg. ­ Nú er Norðhavnin gjørd og so er tað okkara av bjóð­ ing at finna henni inntøkur, staðfestir Gunvá við Keldu. Klaksvíkingar mist vónina um Norrønu Norrøna hevur verið sjáldan gestur í Klaksvík, hóast avtala er um at rúka Norðhavnina og klaksvíkingar hava nú slept vónini um at fáa nakra avtalu við Smyril Line Tann øvugta verð Javnan hoyra vit um fólk, sum royna at flýggja úr Norðurkorea til Suðurkorea ella Kina, men eru tíðindini álítandi, so eru tað eisini tey, sum velja at fara hinvegin. Almenna norðurkoreanska tíðindastovan skrivar í dag, at ein 30 ára gamal suðurkoreanari er flyddur norður um markið, og at hann er ovurfegin um at hava framt tað stóra bragdið, sum sagt verður. Sambært suðurkoreonsku myndugleikunum er hetta fyrstu ferð í fýra ár, at nakar er farin norður um markið. Myndugleikarnir leggja afturat, at tann, sum fór norðurum fyri fýra árum síoðani, var fullur. Keglast um njósning Stjórin í Venesuela leggur nú myndugleikarnar í grannalandinum Kolombia undir njósning. Viðurskiftini millum tey bæði grannalondini hava verið spent, síðani Kolombia loyvdi USA at seta upp herstøðir í landinum. Venesuela vil vera við, at herstøðirnar eru ætlaðar til álop á landið, men bæði Kolombia og USA siga, at tær skulu hjálpa kolombiska herinum í bardaganum við rúsevnaharkaliðini. Venesuelski forsetin, Hugo Chavez, segði í gjár, at kolombiska fregnartænastan fregnast í Venesuela. Kolombiski forsetin, Alvaro Uribe, vísir skuldsetingini aftur. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hev ur gjørt av, at stovn ur­ in, sum skal umsita nýggju heilsu trygd­ ina, skal leggjast í Klaks vík ØkismeNNiNg Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Stovnurin, sum skal umsita nýggju heilsutrygdina, sum kem ur í gildi á nýggjárinum, skal leggjast í Klakasvík. Tað hevur lands stýris­ maður in í heilsumálum, Aksel V. Johannesen, gjørt av. Hann staðfestir, at seinas­ tu árini eru fleiri almennir stovnar lagdir úti um landið og at túrurin nú er komin til Norðoyar. Væntandi fara átta fólk at arbeiða á stovninum. Gjørd í stigum Nýggja sjúkratryggingin verð ur gjørd í stigum. Í fyrsta lagi verða sjúkra­ kassarnir tiknir av, og øll um sit ingin savnað í ein stovn, sum skal eita Heilsu­ trygd og tað er hesin stovn­ ur in, sum skal leggjast í Klaks vík. ­ Í dag eru 11 sjúkrakassar í Føroyum, sum hvør í sín­ um lagi hava eina umsiting og hvør ásetur sítt egna sjúkra kassagjald. Aksel V. Johannesen sig­ ur, at hetta skal nú broytast til eina samhaldsfasta skip­ an, har øll rinda sama gjald. Gjaldið verður 245 krónur um mánaðin og tað verður TAKS, sum krevur tað inn. Fyri summi er hetta ein hækk ing og fyri onnur er hetta ein lækking. Í Fugl a­ firði er gjaldið 175 krónur um mánaðin, og á Sand­ oynni er gjaldið 310 kr. Men hendan skipanin verð ur bara galdandi í tvey ár, tí í 1912 skal til sjúkra­ tryggingin verður partur av fíggjarlógini og takast inn við skattinum. ­ Ein onnur broyting er, at tilskotið til heilivág verð­ ur útroknað eftir einum nýggj um samhaldsføstum leisti. Tey, sum brúka mest peng ar til heilivág, fáa eftir nýggju útrokningini mest endur goldið frá Heilsutrygd. Higar til hava øll fingið 50 pr o sent endurgoldið frá fyrstu krónu. ­ Eftir nýggju skipanini skulu øll gjalda tær fyrstu 500 krónurnar um árið sjálvi. Á tann hátt ber til at gera eina samhaldsfasta skip an, har tey, sum noyðast at brúka nógvan heilivág, fáa størri endurgjald enn eftir verandi skipan. Landsstýrismaðurin sig­ ur, at ung undir 18 ár og fólk yvir 67 ár koma í mesta lagi at gjalda 1195 krónur um árið fyri heilivág. Hini koma í mesta lagi at gjalda 1600 krónur um árið. Ein broyting afturat er tann, at Heilsutrygd at veita til skot til kostískoyti, merki­ vør ur o.a., sum Almanna­ stov an áður hevur veitt ískoyti til. Tað snýr seg m.a. um serligt ískoyti av vitamin um og mineralum, um serligt kostískoyti til diabetikarar um pínu heili­ vág, allergi heili vág, eygna­ heilivág o.s.fr. Ein stórur spurningur er so, hvussu verður við ogn­ unum hjá sjúkrakassunum, sum nú eru. Verður úrslitið, at ognir­ nar fella til Heilsutrygd, fer lands stýrismaðurin at trygg ja, at pengarnir ikki verða brúktir til vanligan rakst ur. ­ Ístaðin verður umhugsað at gera ein heilsugrunn, sum skal veita stuðul til átøk, ið hava til endamáls at menna heilsuna hjá føroy­ ing um, m.a. heilsu gransk­ ing, sigur lands stýris maður­ in. Átta almenn størv flytast til Klaksvíkar Aksel V. Johannesen lívgar nú heimbýnum við átta almennum størvum