týsdagur 27. oktober 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Gegni
Nú eigur borgarstjórin aftur
leik.
Bjørn
á
Heygum,
advokat ur, verður biðin at
greiða og tulka tveir spurn
ing ar og tvey svar, sum Páll
á Reynatúgvu hevur sett
Inn lendismálaráðnum
og
hev ur fingið svar uppá.
Tó hevur borgarstjórin
onki svar klárt til álvars
ligas tu ákæruna, um at hann
setti sína egnu konu í starv
sum leiðara fyri barna
vernad ar tænastuna.
Advokaturin er byrjaður
at greina fyrra spurningin,
sum er ein generellur spurn
ingur um gegni.
Um nær ein kommunu
stýrislimur er ógegnigur, tá
játtan skal setast til stovnar, har
teirra avvarðandi starv ast.
Svarið hjá advokatinum
verður tí eins generelt, sum
spurn ingurin hjá Pálli á
Reyna túgvu og svarið hjá
Inn lendis málaráðnum,
hóast øll í størra salinum í
bygn ing i num hjá kommun
uni vita, at veruligi spurn
ing ur in er, hvørt Páll á
Reyna túgvu var ógegnigur,
tá avgjørt var, at játtanin til
tilhaldið, har kona Páll eisi
ni fær løn, ikki skuldi skerj
ast.
Men svarið verður latið í
mun til spurningin.
– Er talan um generalla
viðgerð av játtan kommunal
an stovn, so er ikki talan
um
ógegni,
staðfestir
advoka t urin.
Páll á Reynatúgvu smílist
til áhoyrararnar, men tað
ger Brandur Sandoy als
ikki.
– Hvat so, um spurn ing
urin er, um at taka játtanina
av?, spyr Brandur Sandoy
– Ja, tá nærkast vit einum
marki, har tað fær fíggjar
ligan týdning fyri til dømis
eitt húski, og tí nærkast tað
markinum til ógegni, metir
advokaturin.
Brandur Sandoy kennir
seg aftur omaná, men Páll á
Reynatúgvu er hinvegin
sann førdur um, at ekspert
ar nir hava reinsað hann fyri
ákærurnar.
Kongur lagdur
Maðurin við borðendan
tek ur orðið.
– Nú er punktið »møguligt
val av borgarstjóra« á
skrán ni.
Áhoyrararnir, sum dovn
aðu eitt sindur, meðan
ekspert ar nir komu við sín
um framløgum, ressast nú
við.
Ein verjurøða byrjar. Páll
á Reynatúgvu heldur seg
ikki hava gjørt nakað skeivt
í síni tíð sum borgarstjóri.
Hann heldur ikki, at polit
iska støðan er so nógv
broytt í mun til vanligt
polit iskt stríð, men ein
mun ur er hesaferð: Kona
og familja hansara eru drig
in upp í politikkin.
So kemur niðurstøðan,
sum fá roknaðu við áðrenn
fund in.
– So havi eg gjørt av at
leggja
frá
mær
sum
borgarstjóri á Sandi. Ikki tí
eg meti tað vera rætt ella
rími ligt, men tí at politiski
veru leikin nú gjørdist sum
hann gjørdist, lesur borgar
stjór in úr pappíri, hesa
seinas tu aktina í partinum
av leikinum, hann stjórnar
púra einsamallur.
Nærum kirkjuliga tøgnin
millum áhoyrararnar, sum
hev ur valdað seinasta langa
tíman verður brotin. Tutl er
allastaðni.
Brandur Sandoy fegnast.
Boð ini koma onkursvegna
óvart á hann. Men smílið er
ikki at taka feil av.
Páll á Reynatúgvu skrivar
undir, at hann vil verða
loyst ur úr starvi, og reisir
seg úr sessinum við borð
endan, har hann trúliga
hev ur sitið seinastu níggju
árini.
Stóri maðurin í hædd og
at kvøðum á Sandi er nú
lítil. Reyði liturin í and liti
num útstrálar ikki viljan,
hann ofta hevur gjørt, men
heldur eina avmakt.
Nýggjur borgarstjóri
Eyðvarur Petersen, vara
borgarstjóri, er nú virkandi
borgarstjóri, og sessast við
borð endan.
Virkandi
borgarstjórin
ger klárt til val av nýggjum
borg ar stjóra og vil hava
upp skot.
– Eg skjóti upp Brand
Sand oy.
Poul
Klementsen
er
av gjørd ur.
Hetta var tað fólk roknaðu
við. Brandur skifti part fyri
borgar stjórasessin,
hann
ei si ni ynskti beint eftir val
ið.
– Eg skjóti upp Olgu
Foss dalsá.
Páll á Reynatúgvu ger
sína fyrstu handling, sum
van lig ur
kommunu stýris
lim ur í nýggju ár.
So verður atkvøtt.
Fyrst, um Brandur Sand
oy skal gerast borgarstjóri.
Fýra hendur fara upp.
Tær somu fýra hendurnar,
sum skrivaðu undir fyrsta
brævið til Páll á Reynatúgvu
at leggja frá sær.
Atkvøtt verður eisini fyri
Olgu Fossdalsá. Tey trý,
sum ikki stuðla Brandi
Sand oy,
koyra
hondina
upp.
Nú er Brandur Sandoy
borgar stjóri á Sandi.
Og hansara fyrsta gerð
sum borgarstjóri, er at biðja
um, at fundurin verður
av brotin.
Við meirilutanum verður
hetta staðfest.
Stríðið neyvan av
So hendi tað.
Nýggjur borgarstjóri er á
Sandi, eftir nýggju árum
við Pálli á Reynatúgvu.
Flestu áhoyrararnir tysja
út. Tey illneitast longu í
gong ini.
Nøkur fá sita eftir. Spaku
liga hætta tey sær at ynskja
nýggja borgarstjóranum til
lukku við sessinum. Tað
ger fráfarni borgarstjórin
ikki, og úr túninum hoyrist
mála geipan.
Ónøgdin er stór við hend
ing arnar. Talvið er av, men
nýtt talv er longu byrjað.
Fyrr verandi
borgarstjórin
situr einsamallur við umleið
ein um fjórðingi av øllum
at kvøðum í kommununi
uttan fyri vald, meðan nýg
gi borgar stjórin hevur stuð
ul frá meirilutanum av
kommunu stýrinum,
men
fekk til seinasta val bert 31
at kvøður.
Bygdin gongur nú í
tveim um. Annað hvørt eru
fólk við Pálli á Reynatúgvu
ella eru tey ímóti honum.
Men kongurin er lagdur og
nýggj ur maður situr við
borð endan næstu trý árini,
um hann ikki eisini eina
ferð velur at leggja frá sær.
varð lagdur
Skip sigldi á bláhval
Í síðstu viku rak ein deyður bláhvalur upp á land í
amerikanska statinum Kalifornia, og kanningar staðfestu,
at hvalurin hevði fingið stóran skaða av einari
skipsskrúvu. Nógv bendir á, at hvalurin kom ov nær
einum rannsóknarskipi. Manningin á skipinum hevði
boðað frá, at hon hevði kent ristingar í skipinum, og at
menn stutt eftir sóu ein bløðandi hval stutt frá skipinum.
Bláhvalurin er heimsins størsta djór, og teir størstu kunnu
vera um 30 metrar langir. Tann, sum rak á land í
Kalifornia, var 20 metrar langur. Bláhvalurin er friðaður
sum eitt hótt djóraslag.
Vilja banna royking
Danska kommunufelagið mælir nú sínum
limakommunum til at banna allari royking í
millum annað skúlum og dagstovnum, og bannið
skal galda bæði innan og uttandura. Stendur tað
til felagið, verður tað bannað at roykja inni í
øllum kommunalum bygningum, og harafturat
verður tað bannað at roykja uttandura í skúlum,
dagstovnum og øðrum stovnum, har børn eru.
Kommunufelagið sigur, at endamálið við
roykibanninum er eitt fyribyrgjandi átak og lið í
royndunum at bøta um heilsuna hjá dønum.
Hóast Páll á Reynatúgvu fyri
langari tíð síðan hevur boðað
frá, at hann fór at leggja kongin
– nú familja hansara er drigin
upp í kommunalpolitikkin – og
tí skuldi verið klárur at leggja
frá sær. So fjaldi hann ikki
missin, tá fundurin var av