Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-10-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. oktober 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 205 - 27. oktober 2009 Í gjár skipaðu nakrir pedagogar frá barna­ garðinum á Løgmannabreyt fyri innandura kapping í fótbólti fyri barnagarðarnar í Hoyvíkarøkinum RØRSLUÁR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var stórur aktivitetur í fimleikahøllini í skúlanum á Løgmannabreyt fyrrapartin í gjár. Eini 30 barnagarðbørn í aldrinum 4-7 ár vóru savnað í fimleikahøllini til eina innandura kapping í fótbólti, sum starvsfólk í barnagarðinum á Løgmannabreyt hevði tikið stig til. Jarleivur Hansen, ið er ein av stigtakarunum, sigur, at teir í sambandi við rørsluárið í ár høvdu tosað um, at skipa fyri hesari innandura kappingini í fótbólti, og tá avtornaði mannaðu barnagarðarnir í Hoyvíkarøkinum fimm lið við fimm leikarum á hvørjum liði, umframt útskiftarar. Kappast var øll móti øllum, og børnini gingu høgt upp í kappingina. Fleiri vóru ílatin leikaratroyggjur frá kendu ensku feløgunum, og sjálvt um dystirnir ikki vóru merktir av taktiskari snildu, so kappaðust og hugnaðu børnini sær óført. Hetta er fyrstu ferð, at skipað verður fyri einari slíkari kapping, men hepnast tað væl, er rættiliga sannlíkt, at vit fara at endurtaka hetta komandi ár, sigur Jarleivur Hansen. Barnagarðurin á Løgmannabreyt hevur fimleikahøllina í skúlanum hvønn mánadag millum 10 og 12, so tað var lag á manni í so máta at skipa fyri hesari innandura kappingini. Vit tosaðu við PM og Eik Banka, og teir stuðlaðu okkum við ávikavist Sunkist og troyggjum og endurskini, sigur Jarleivur Hansen. Hann sigur, at fótbóltur mest liggur til dreingir, men kortini vóru nakrar gentur við eisini. Sosialurin var framvið, og myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, tók hesar myndirnar av »ivrigu« børnunum. Børnini hugnaðu sær óført Al Fayed skotskur forseti Ríkmaðurin Mohamed Al Fayed, sum eigur tað kenda handils- húsið Harrods í London, segði við blaðið Sunday Times í gjár, at hann kundi hugsað sær embætið sum fyrsti forseti Skotlands, um so er, at skotar velja at loysa frá hinum partinum av Bretl- andi. Hann er ættaður úr Egyptalandi, og hóast hann hevur búð mong ár í Bretlandi, er hann ikki bretskur ríkisborgari. Men hann vil fegin vera skotskur ríkisborgari, um skotar velja loys- ing, sigur hann. Tann 80 ára gamli Fayed var pápi Dodi Fayed, sum doyði saman við Dianu prinsessu í París í 1997. Rís og mjólk til Norðurkorea Myndugleikarnir í Suðurkorea hava gjørt av taka matvøruhjálpina til Norðurkorea uppaftur. Ein talsmaður hjá uttanríkisráðnum í Seoul sigur, at avgerðin er tikin, tí at norðurkoreanar hava víst tekin til at vilja samstarva, sum hann tekur til. Eitt nú hevur ein týðandi norðurkoreanskur diplomatur verið í USA og tosað við amerikonsku stjórnina um, hvat Norðurkorea skal gera fyri at fáa altjóða viðurkenning. Í fyrsta umfari fáa norðurkoreanar 100.000 tons av rísi, 20 tons av turrmjólk og ymsar aðrar matvørur, sum verða latnarr Reyða Krossi at umsita.