týsdagur 27. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður, var millum
teirra, sum helt røðu
á 85 ára haldinum hjá
Frelsunarherinum
um vikuskiftið.
Starvsfólk og búfólk
á Herberginum hava
lært hann nógv, segði
løgmaður
FØÐINGARDAGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Eitt av ógvuliga sjónligu
trúarsamfeløgunum í landi
num, Frelsunarherurin, fylti
um vikuskiftið 85 ár. Talan
er um Frelsunarherin, sum
við sínum føgru búnum er
ein altíð sjónlig mynd í
býarlívinum í Havn.
Í sambandi við hátíðarhald
ið var eisini løgmaður, Kaj
Leo Johannesen, boðin at
taka lut í føðingardegnum.
Frelsunarherurin er vón
arinnar umboð. Í orð og
gerð hevur Frelsunarherurin
gjøgnum meiri enn 140 ár
hjálpt óteljandi menniskjum
og givið teimum vón og
trúgv upp á framtíðina,
segði Kaj Le Johannesen.
Í røðu síni nam løgmaður
við stovnararnar, William og
Cathrine Booth, sum í 1867
setti tann nú altjóða felags
skapin á stovn, tá tey byrjaðu
at arbeiða og hjálpa heim
leysum og alkoholikarum í
slumgøtunum í London.
Frelsunarherurin vaks
skjótt og gjørdist ein altjóða
felagsskapur. Eisini í Før
oyum tók rørslan seg upp,
og 23. oktober 1924 varð
Frelsunarherurin í Havn
stovnaður – fyri 85 árum
síðani, segði løgmaður.
Barnaminnir
Kaj Leo Johannesen kom
eisini inn á síni egnu,
persónligu minnir frá sínum
barnaárum í Havnar gøtum.
Eg havi nógv góð minir
frá mínum barndómi frá
arbeiðinum hjá Frelsunar
herinum. Eg minnist væl, at
filmur varð vístur í hølunum
í Tórsgøtu fyrst í 70árun
um. Tað var hæddarpunktið
í vikuni. Eisini útimøtini
minnist eg týðiliga, men
tað var uttan iva skrúð
gongan frá Tórsgøtu oman
á Vaglið, ið hugtók meg
mest. Búnar, flagg, trummur
og blásiljóðføri vóru ein
hugtakandi blanding, segði
Kaj Leo Johannesen.
Eitt av serliga nógv virdu
tiltøkunum, sum Frelsunar
herurin hevur arbeitt við
seinastu 11 árini, er arbeiðið
at hjálpa teimum heim
leysu.
Síðani 1998 hevur Frels
unarherurin
arbeitt
við
heimleysum í Havn, og tað
er eitt arbeiði, ið eg havi
stóra virðing fyri. Eg havi
vitjað Herbergið og tosað
við starvsfólk og brúkarar,
og havi lært nógv av teirra
royndum, segði løgmaður.
Hann kom eisini inn á
samstarvið
millum
tað
almenna og sjálvbodnar
felagsskapir.
Tørvurin er stórur á
økinum, og vit skulu vera
takksom fyri, at Frelsunar
herurin ger ein mun. Lands
stýrið hevur gjøgnum fleiri
ár
stuðlað
arbeiðinum
fíggjarliga, og hetta hevur
verið ein góð íløga í vónar
innar tænastu. Hetta er eis
ini eitt gott dømi um, at
almennir myndugleikar og
sjálvbodnir
felagsskapir
kunnu arbeiða saman og
gera ein mun í lívinum hjá
ymiskum
menniskjum,
segði Kaj Leo Johannesen,
løgmaður í røðu síni á 85
ára hátíðarhaldinum hjá
Frelsunarherinum í Havn.
Frelsunarherurin ger ein mun
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, helt røðu á 85 ára degnum hjá Frelsunarherinum
Hornblástur og tónleikur eyðkennir Frelsunarherin, og var sjálvandi ein partur av føðingardagsskránni
Ung sum gomul savnast um sangin, og tað setti eisini sín dám á 85 ára haldið hjá Frelsunarherinum
»Skakandi tilburðir«
fyri fjórðu ferð
Forlagið Føroya Met hevur givið út nýggja bók í røðini
”Skakandi tilburðir”. Hetta er fjórða bókin í røðini. Eins
og í undanfarnu bókum, snúgva allir tilburðirnir seg um
føroyingar. Í bókini hesaferð eru 14 frásagnir, sum
spenna heilt úr luftini, til bjarga, við skipum, um álop og
nógv annað. Bókin er 136 síður, hon er innbundin, er í
litum og kostar 259 krónur. ”Skakandi tilburðir” fæst í
bókabúðunum kring landið.
Blair sum ES-forseti
Fyrrverandi danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen
bleiv í síni tíð umrøddur sum eitt uppalgt evni til tað nýggja
forsetaembætið í ES, men nú hann er vorðin aðalskrivari í
NATO, eru tað onnur, sum eru komin í hansara stað. Millum
teirra, sum nú verða nevnd, er fyrrverandi bretski forsætisráð
harrin Tony Blair, og hann fær í hvussu er stuðul frá bretska
uttanríkisráðharranum, David Miliband. Við blaðið Telegraph
sigur Miliband, at tað hevði verið gott fyri Bretland og fyri ES,
um Tony Blair verður tann fyrst í ESforsetaembætinum, sum
verður skipað sambært Lissabonsáttmálanum.