týsdagur 27. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Á miðdegi í gjár
handaði Jan Simon
sen, formaður í
arbeiðsbólkinum,
Aksel V. Johannesen,
landsstýrismanni
í heilsumálum frá
greiðingina »Krabba
meinsætlan fyri
Føroyar«. Landsstýris
maðurin raðfestir frá
greiðingina sera høgt
KRABBAMEINS
ÆTLAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var fyrrverandi lands
stýrismaður, tá í Almanna
og heilsumálum, Hans Pauli
Strøm, ið setti hesa kann
ingina í verk.
Hetta var í september í
fjør, so tað hevur tikið
umleið 13 mánaðir at koma
á mál í hesum arbeiðinum,
sigur Jan Simonsen, sum
hevur verið formaður fyri
arbeiðsbólkin.
Tað var eitt nú eftir til
skundan frá Krabbameins
felagnum, at arbeiðsbólk
urin varð settur á stovn.
Men hvat hevur so arbeiðs
bólkurin lagt størstan dent
á í sínum arbeiði.
Vit hava havt ein arbeiðs
setning at ganga eftir, og
har hava vit sett fokus á all
ar teir liðir, sum ein sjúkra
tilgongd hevur hjá krabba
meinssjúklingum. Tað ræð
ur um at fáa eina rationella
sjúklingagongd, har sjúk
lingurin kemur skjótt ígjøg
num øll liðini og fær eina
dygdargóða viðgerð, sigur
Jan Simonsen.
Arbeiðsbólkurin
hevur
eisini sett sjóneykuna á fyri
byrgingarøkið.
Kanningar aðrastaðni
hava víst, at ein triðingur av
krabbameinssjúkum kann
fyribyrgjast, so tann partin
hava vit eisini fokuserað
uppá, sigur Jan Simonsen.
Hartil kemur, at tað var
eitt ynski frá Krabbameins
felagnum, at ljós eisini varð
varpað á gransking.
Og tað er eitt ótrúliga
týdningarmikið øki, serliga
tá hugsað verður um at fáa
fólk at støðast innan sjúkra
húsverkið og at fáa rekrutt
erað nýggj starvsfólk. Og
ikki minst, at tað kemur
sjúklingunum tilgóða upp á
sikt, at granskað verður inn
an økið, sigur Jan Simon
sen.
Mangulfull hagtøl
Krabbamein er ein sjúka, ið
er kend um allan heim, eis
ini í Føroyum. Arbeiðsbólk
urin hevði tí eina ávísa vit
an um økið framman undan,
men okkurt nýtt kom fyri
ein dag.
Vit høvdu sjálvandi góð
ar keldur, so sum dátu
grunnar og annað at arbeiða
við, sum innihalda hagtøl
fyri øll Norðanlond innan
krabbameinsøkið. Men tað
kom eitt sindur óvart á, at
incidentirnir – tað vil siga
staðfesting
av
nýggjum
tilburðum av krabbameini
– í Føroyum eru so lágir,
sum teir eru. Deyðiligheitin
hinvegin liggur á sama støði
sum í grannalondunum, so
taka vit lutfallið millum
staðfestar tilburðir og deyði
ligheit, so er deyðiligheitin
í Føroyum rættiliga høg,
sigur Jan Simonsen.
Tað kunnu tó verða ymisk
ar orsøkir til hesi hagtøl.
Eitt nú screena vit ikki so
nógv í Føroyum sum í
grannalondunum, vit hava
til dømis ikki mammografi
screening. Ein onnur orsøk
kann vera vantandi skrá
seting.
Tað vísir seg, at vit
mangla hagtøl í Føroyum.
Vit hava til dømis eingi hag
tøl yvir tað, sum verður
nevnt prevalens – tað vil
siga, hvussu nógvir føroy
ingar liva við krabbameins
sjúku eitt ávíst tíðarbil. Og
vit hava ikki hagtøl yvir,
hvussu nógvir føroyingar
yvirliva, gerast frískir av
krabbameini. Tað hava tey í
øðrum londum, sigur Jan
Simonsen.
So arbeiðsbólkurin held
ur, at tað liggur rættiliga
nógv á láni við hagtølum,
og tí eigur stórur dentur at
verða lagdur á, at fáa upp
arbeitt hagtøl innan krabba
mein. Eitt av teimum 58 til
mælunum hjá bólkinum
snýr seg júst um hetta, og
mælt verður til, at eitt fólk
verður sett burtur av at
skráseta hagtøl.
Gjørt íløguætlan
Aksel V. Johannesen, lands
stýrismaður í heilsumálum,
fekk handað hesa frágreið
ingina í gjár, og tað fyrsta
hann fer at gera, er at lesa
hana gjølla ígjøgnum.
Eg havi »skimmað« frá
greiðingia ígjøgnum, og
hetta sær út til at vera eitt
dygdargott arbeiði, sum eg
fegin vil takka arbeiðsbólk
inum fyri, umframt øllum
teimum
ráðgevingarbólk
um, ið hava verið við til at
samansjóða frágreiðingina,
sigur Aksel V. Johannesen.
Tað eru sum nevnt heili
58 tilmæli í frágreiðingini,
summi kosta væl av peningi,
onnur kosta einki.
Her eru fleiri tilmæli,
sum eru løtt og ókeypis at
seta í verk, og tey ætli eg
mær at leggja dent á at seta
í verk skjótast gjørligt, sig
ur Aksel V. Johannesen.
Onkur av tilmælunum
miðar ímóti at útvega nýggj
tól, eitt nú scannarar. Men
har er Landssjúkrahúsið
upp á forkant við ætlanina.
Í sambandi við fíggjar
lógina fyri 2010 legði eg
stóran dent á at peningur
varð settur av til ein nýggjan
MRscannara og mammo
grafisk tól, og har eru 10
milliónir settar av til ein CD
scannara á komandi fíggjar
lóg. Síðani verða aðrar 10
milliónir settar av í 2011 til
ein nýggja MRscannara og
sjey milliónir í 2012 til eitt
nýtt
mammografiskt
tól,
sigur Aksel V. Johannesen.
Gransking og hagtøl
Landsstýrismaðurin
í
heilsumálum sigur, at tað
hevur stóran týdning at fáa
so góð hagtøl, sum tilber.
Frágreiðingin vísir, at
meðan
tilburðirnir
av
krabbameini í Føroyum eru
munandi færri enn í granna
londunum, er deyðiligheitin
á sama støði. Tað merkir, at
lutfalsliga nógv fleiri føroy
ingar doyggja av krabba
meini enn í grannalondun
um. Og har er gransking og
dygdargóð hagtøl av sera
stórum
týdningi,
sigur
Aksel V. Johannesen.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at hetta er nakað, sum
hann fer at leggja stóran
dent á, verður sett í verk
skjótast gjørligt.
Eitt annað, sjum lands
stýrismaðurin
í
løtuni
umhugsar er, at leggja hesa
frágreiðingina fyri Løgting
ið til eitt aðalorðaskifti.
Ja, tað er rætt. Tað er
soleiðis, at fleiri av tiltøkun
um, sum mælt verður til,
kosta nógvan pening, saml
að væntar arbeiðsbólkurin,
at tiltøkini fara at økjast við
20 milliónum krónum. Tí
skulu pengar eisini fáast til
vega, og tað er orsøkin til,
at eg havi umhugsað at
leggja frágreiðingina fyri
tingið til eitt aðalorðaskifti,
sigur Aksel V. Johannesen.
Løgtingið hevur nógv at
gera í løtuni, og tí væntar
landsstýrismaðurin ikki, at
hetta verður lagt fyri tingið
fyrr enn fyrst í komandi ári.
Men tað er einki at ivast
í, at eg raðfesti hetta øki rætti
liga høgt. Tað er soleiðis, at
allir føroyingar beinleiðis
ella óbeinleiðis verða raktir
av krabbameini. Tí er hetta
nakað, sum allir føryingar
eru áhugaðir í, og tí skulu vit
gera alt tað, vit kunna fyri at
fyribyrgja sjúkuni, og um
hon brýtur út, at vit so basa
sjúkuni,
sigur Aksel V.
Johannesen,
landsstýris
maður í heilsumálum.
Raðfestir krabbameinsætlan høgt
Jan Simonsen handar Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, frágreiðingina »Krabbameinsætlan fyri Føroyar«
Mynd: Jens Kristian Vang
Krevur formannin frá
Nú minni enn tvær vikur eru eftir til seinna umfar av afghanska
forsetavalinum, krevur annað valevnið, Abdullah Abdullah, at
formaðurin í teirri valmennu valnevndini verður koyrdur frá, og at
annar formaður kemur í hansara stað. Abdullah Abdullah vil vera
við, at verandi valnevndarformaður, Azizullah Lodin, er ikki
álítandi, og at hann tí má frá innan valið tann 7. november. Hann
leggur afturat, at formansskiftið er neyðugt fyri at royna at tryggja,
at seinna valumfar ikki endar í sama ruðuleika sum tað fyrra.
Seldi skøltar
Í Kina hevur ein professari fingið átta ára fonsgul, tí hann
fekk tveir bøndur í Qinghailandspartinum til at grava nøkur
lík upp, so hann kundi selja skøltarnar á alnótini. Kinesiska
ákæruvaldið sigur, at teir flestu skøltarnir fóru til keyparar í
Bretlandi, Fraklandi og USA. Tað er ikki heilt greitt, hvussu
nógvar skøltar professarin hevur selt, men teir báðir bøndurnir
hava greitt frá, at teir lótu professaran fáa umleið 1.300
skøltar, og at teir fingu umleið 100 krónur fyri hvønn.