týsdagur 27. oktober 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 205 - 27. oktober 2009
Burtur við burka
Franski ráðharrin Eric Besson, sum millum annað umsitur
innflytaramál, hevur elvt til kjak í heimlandinum, tí hann
hevur sagt, at muslimski kvinnuklædnabúnin burka er ikki
sambæriligur við franska samleikan. Tvørturímóti heldur
hann, at burka er ein hóttan ímóti fronskum virðum, og at
kvinnur í burka hoyra ikki heima á teimum fronsku
býargøtunum. Eric Besson kann helst vænta sær stuðul frá
forsetanum, Nicolas Sarkozy. Hann hevur fyrr sagt, at burka
er sum eitt fongsul fyri tær kvinnur, sum ganga í tí búnanum.
Nógv trotabúgv
Í september komu 86 íslendskar fyritøkur í so stórar fíggjarligar
trupulleikar, at tær máttu viðgerast sum trotabúgv. Hetta var
munandi meiri enn í sama mánaði í fjør. Tá blivu 52 fyritøkur
tiknar til trotabúarviðgerð, og vøksturin er heili 65 prosent,
skrivar blaðið Vísir. Á almennu hagtølunum sæst, at 29 av
teimum 86 fyritøkunum, sum fóru av knóranum í síðsta
mánaði, vóru í byggivinnuni. Teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár
fóru 641 íslendskar fyritøkur av knóranum. Somu mánaðir í
fjør var talið 522, so talið í ár er 23 prosent størri.
Brislingur skal ikki
longur veiðast og
landast til ídnað í
Føroyum. Tað hava
teir tríggir, sum
standa aftanfyri
Bavila, sett sær fyri. Í
gjár keyptu teir fyrstu
brislingalastina, og
við hesum hevur ein
nýggj og spennandi
vinna sæð dagsins ljós
á Toftum
Nýbrot
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Smápartafelagið
Bavila,
sum vinnulívsmenninir Ing
var Joensen í Leirvík, Dánj
al Jákup Andreasen í Vest
manna og Jóhan Mortensen
í Havn, eiga, er farið undir
eina spennandi roynd at
frysta brisling til matna.
Felagið hevur leigað seg
inn í hølini hjá Snodd á Toft
um, har fiskurin verður skild
ur í støddir og pakkaður.
Frystingin fer fram á frysti
goymsluni í Vestmanna, áðr
enn fiskurin verður útfluttur
og seldur verksmiðjum, sum
lata hann í dósir.
Teir, sum eiga smáparta
felagið Bavila, hava verið
uttanlands á kanningarferð,
og í fyrstu syfti fer megin
parturin av brislinginum til
Svøríkis.
Í gjár tók Bavila ímóti
fyrstu lastini. Tað var hós
víksbáturin Veðranes, sum
landaði millum 12 og 14
tons til nýggja virkið. Teir
fingu brislingin innast á
Skálafirði.
Aðrir bátar, sum fara at
veiða brisling í vetur og
fara at landa veiðina á Toft
um, eru Bakkafossur av
Glyvrum og Katrin úr
Søldarfirði.
Eitt fjórða brislingaloyvi
er eisini, men tað er ikki
virkið í løtuni.
Bátarnir, sum plaga at
veiða brisling og sild á
Skálafirði og í Sundalagn
um, hava áður landað veið
ina til Havsbrún í Fuglafirði,
har fiskurin er virkaður til
mjøl. Hetta hevur ikki givið
matprís fyri veiðina og ein
annar trupulleiki, sum hesi
smáu før eisini hava havt
seinnu tíðina, er, at menn
bert eru slopnir av við fisk í
Fuglafirði, tá størri skip
hava verið inni og landað.
Nú kunnu hesir bátar, um
brislingur verða at fáa í
heyst og í vetur, landa veið
ina á Toftum – og uttan at
skula hugsa um, at hetta
skal passast saman við land
ingum hjá øðrum stórum
skipum.
Royndir í leikum
Teir tríggir, sum nú hava
stovnað felagið Bavila, ið
burtur av skal leggjast seg
eftir nýggja og spennandi
virkseminum á Toftum, eru
allir royndir vinnulívsmenn
– í fyrsta lagi í fiskivinn
uni.
Ingvar Joensen, sum er
stjóri í felagnum, hevur í
nógv ár verið ein av krump
tappunum aftanfyri vælrikn
að virkið Tavuna í Leirvík,
sum virkar gulllaks í summ
arhálvuni og upsa í vetrar
hálvuni.
Eins og hinir báðir, Dánj
al Jákup Andreassen og Jóh
an Mortensen, er hann
ógvuliga spentur upp á
hetta nýbrot innan føroyska
fiskiog framleiðsluvinnu.
Áður eru smávegis roynd
ir gjørdar við brislingi til
matna í Føroyum, men hin
stóri fløskuhálsurin hevur
verið skiljingin.
Henda partin av virksem
inum hava teir tríggir nú
loyst við eini stórari og eff
ektivari skiljimaskinu í høl
unum, teir leiga á Toftum.
Brislingurin skal skiljast
í fleiri støddir. Hetta er smá
ur fiskur, har kanska einir
80100 fara til hvørt kilo –
alt eftir, hvussu stórur
fiskurin er.
Sild ella brislingur
Sum skilst á monnum, sum
hava veitt brisling og sild á
Skálafjørðinum og Sunda
lagnum gjøgnum fleiri ár, er
tað so, at tá nógv sild stendur
inni á fjørðinum, fæst eingin
brislingur. Nú eru menn
spentir eftir at vita, hvussu
henda vertíðin verður og
higartil, nú Veðranes longu
hevur fingið fyrstu lastina,
eru útlitini góð.
Teir plaga at siga, at bris
lingurin plagar at taka seg
upp
um
mánaðarskiftið
oktober/ november.
Ingvar Joensen vísir á, at
menn, sum veiða brisling,
halda, at stovnurin í føroysk
um sjógvi er ein stovnur
fyri seg – soleiðis at skilja,
at tá nógv sild eitt nú er á
Skálafjørðinum, er hugs
andi, at brislingurin bara
stendur onkra aðrastaðni,
og kortini er her um okkara
leiðir.
Eg havi skilt, at eitt mið
alár veiða hesir bátar eini
1000 tons av brislingi, men
nú vit eru farnir at keypa,
og bátarnir ikki nýtast at til
laga seg eftir øðrum land
ingum, er ikki óhugsandi,
at nøgdin kann gerast upp
aftur størri.
Hann vísir soleiðis á, at
Bakkafossur í fjør gjørdi
stórar dagar á Funningsfirði,
har teir fingu eini 70 tons
eftir tveimum døgum.
Jú, vit eru ógvuliga
spentir, og vit halda, at hetta
er nakað, sum eigur at bera
til. Vit halda okkum vera
rímiliga væl fyrireikaðar,
og so verður tað upp til okk
um at prógva, um vit megna
at fáa fíggjarligan rakstur í
hesa vinnu, sigur Ingvar
Joensen.
Stjórin sigur, at tá teir á
kanningarferðini vitjaðu í
ymiskum londum, sóu teir
brisling allastaðni – eisini í
landi, har fiskur ikki er so
vanligur.
Niðursjóðaður brislingur
er eisini at finna í flest øll
um matvøruhandlum. So,
vit síggja avgjørt hetta til
feingi sum ein møguleika,
ið vit nú vilja royna, sigur
Ingvar Joensen, stjóri í Sp/f
Bavila.
Ingvar Joensen er stjóri í Sp/f Bavila
Mynd: Álvur Haraldsen
Veðranes landar brisling á Toftum í gjár. Teir hava eini 12-14 tons
Mynd: Jóhannus M. Olsen
Bavila við
nýbroti í
føroyskari
fiskivinnu