mikudagur 28. oktober 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 206 - 28. oktober 2009
Uttanríkisráðið fekk
14. septembur harða
átalu frá Løgtingsins
Umboðsmanni, tí
ráðið hevði drálað
og í ávísum førum
ikki givið Sosialinum
innlit í ymisk
viðurskifti í ráðnum.
Nú hevur ráðið boðað
Umboðsmanninum
frá, at ráðið fer at fáa
tingini í rættlag
InnlIt
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tað tók Uttanríkisráðnum
fýra mánaðir at geva Sosi
alinum innlit í ein part av
umbøn um alment innlit.
Hetta átalaði Løgtingsins
Umboðsmaður 14. septem
bur í ár. Tí hann metti ikki,
at tøkniligu umberingarnar
hjá Uttanríkisráðnum fyri
ikki at geva innlit í viður
skiftini vóru haldgóðar.
Víðari átalaði Umboðs
maðurin, at ein partur av
innlitinum – serliga lønar
viðurskifti – lá eftir, og tað
ger hann framvegis.
– Vísandi til viðmerking
arnar um, at ráðið ikki gav
klagaranum innlit í allar tær
upplýsingar, sum hann bað
um, fari eg at mæla Uttan
ríkisráðnum til at taka
málið uppaftur til viðgerðar
og lata meg frætta úrslitið
av hesi viðgerð, segði
Umboðsmaðurin
í
síni
niðurstøðu.
Kanna málið
Tað er hetta Uttanríkisráðið
nú hevur svara Umboðs
manninum uppá og sigur
seg hava tikið tilmælið til
eftirtektar og fer at finna
útav, hvørjar útbúgvingar
starvsfólkini hava, og hvørji
setanarviðurskiftini í ráðn
um eru.
– Áðrenn 1. januar hevur
Uttanríkisráðið gjørt yvirlit
yvir hvørjar útbúgvingar
einstaku fólkini í ráðnum,
skrivar ráðið til Umboðs
mannin.
–
Nýggj
setanarskriv
verða latin øllum í ráðnum,
skrivar Uttanríkisráðið eis
ini til Umboðsmannin.
Men hetta megnar ráðið
ikki at seta nakra tíðarfreist
á, tí ráðið veit ikki, hvussu
langa tíð ein tílík tilgongd
tekur.
Uttanríkisráðið lurtar
eftir Umboðsmanninum
Eftir átalu frá Løgtingsins Umboðsmanni fer Uttanríkisráðið nú at finna útav, hvat hvørt
einstakt fólk í ráðnum fær í løn, sum tað enn ikki hevur megnað at lata innlit í
Í døgunum 13.-
15. novembur er
Bókaklubbin hjá
Bókadeild Føroya
Lærarafelags við á
Bogforum. Bogforum
er størsta danska
bókamessan
BÓKMEntIR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nógv
spennandi
er
á
skránni, og tú fært høvið at
hoyra fleiri kendar rithøv
undar: Johannes Møllehave,
Håkan Nessar, Jan Guillou
og Camilla Lackberg eru
bara nakrir. Okkurt stuttligt
verður eisini til børnini.
Bókamiðsøluni er saman
við forlagnum Torgarð á bási
nummar 16. Á básinum sigur
Bárður Oskarson frá um bók
ina »Pól hin kuli giraffurin«,
Og Jógvan Isaksen sigur frá
bókini
»Krossmessu«
sí
www.forlagettorgard.dk
Bókaklubbin luttekur á
Bogforum fyri at gera vart
við seg millum føroysku úti
setarnar. Føroyingar, sum
búgva niðri, vilja flestir at
børnini skulu læra móður
málið, og í hesum sambandi
er bókin eitt sera hent amboð,
sum er við til at styrkja barn
ið málsliga, sigur Bókaklubb
in.
Bókaklubbin letur øllum
áhugaðum ókeypis atgongu
merki til messuna. Fyri at
ogna
sær
atgongumerki,
kanst tú fara inn á heimasíð
una www. bokaklubbin.fo og
skráseta teg ella ringja til
317644 áðrenn 9. novembur.
Bókaklubbin á størstu
donsku bókamessuni
Sálarligir trupulleikar og menningartarn
Týskvøldið í næstu viku fer sálarfrøðingurin Anette Løwert at halda fyrilestur fyri avvarðandi hjá menningartarnaðum
við sálarligum trupulleikum. Fyrilesturin verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni klokkan 19. Tað eru Javni og Psykiatriski
depilin, sum í felag skipa fyri tiltakinum. Psykiatriski depilin arbeiðir við at styrkja um viðgerðartilboðið til fólk við
menningartarni, ið eisini hava sálarligar trupulleikar, og tað er í hesum sambandi, at danski sálarlæknin Anette Løwert
kemur aftur á vitjan í Føroyum at halda fyrilestur. Endamálið við fyrilestrinum er at geva fólki størri kunnleika um evnið.
Anette Løwert hevur drúgvar royndir. Hon er sálarlækni, kliniskur sexologur og rithøvundi. Hon hevur seinastu 17 árini
arbeitt innan økið, eitt nú sum yvirlækni í fyrrverandi Vejle Amt. Hon situr harumframt í ymsum ráðum og nevndum,
sum hava havt við hesi viðurskifti at gera. Anette Løwert hevur undirvíst bæði í psykiatri og sexologi fyri sjúklingum,
avvarðandi og fakfólkum í Danmark, Noregi, Grønlandi og eisini í Føroyum. Hon hevur eisini skrivað tríggjar bøkur.
Anette Løwert hevur verið knýtt at Psykiatriska deplinum sum konsulentur seinastu trý árini.
krea . tel 60 80 80
provita@provita.fo . www.provita.fo
Faðirleikluturin
í sambandi við fosturlát
og fosturtøku
. Sjúkrarøktarfrøðingar
. Barnatænastur
. Barnaverndartænastur
. Samkomur og kirkjur
. Prestar og samkomu-
leiðarar
. Øll áhugað
SKEIÐINI
Í Grúgvini í Lamba hósdagin og fríggjadagin
29. og 30. oktober, frá kl. 10.00 – 16.00.
ALMENNUR FYRILESTUR
Á Parnassinum á Hotel Hafnia leygardagin
31. oktober kl. 14.00.
MÁLBÓLKUR
. Starvsfólk innan
sosiala økið, ið arbeiða
við familjum
. Jarðamøður
. Læknar
. Lærarar
. Pedagogar
. Sálarfrøðingar
TVEIRDAGASKEIÐ
Skeiðið er tveirdagaskeið. Tó ber til at tekna seg bert til
annan dagin.
DAGAR
Hósdagur 29. okt. 2009 - kl. 10.00 - 16.00
Fríggjadagur 30. okt. 2009 - kl. 10.00 - 16.00
KOSTNAÐUR
Fyri báðar dagarnar: kr. 450,00
Fyri annan dagin:
kr. 250,00
Íroknað: Skeiðtilfar og máltíðir.
TILMELDING
Hilda Viderø, Tel. 216785
Osla Sevdal,
Tel. 745049
T-postur: diakon@kallnet.fo
Gjaldið fyri skeiðið
skal flytast á kontu í
Føroya banka
6460 – 423.829.1
Skeið & almennur fyrilestur Elisabeth og
Carl Sukkot, ið arbeiða innan felagsskapin
“Tilflugten” í Danmark, fara at undivísa.