mikudagur 28. oktober 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 BILAR • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • OKTOBER 2009
Øll eru vit meira ella minni við í
ferðsluni, bæði tey sum koyra ella
ganga, eins og tey sum av eini ella
aðrari ørsøk ikki kunnu koma út
um gáttina. Tá ein álvarslig
ferðsluvanlukka rakar, so hevur
hon stórar ringvirkningar á
familju, vinir og kenningar. Tey
avvarðandi kenna seg rakt av
vanlukkuni á ein ella annan hátt.
Vit fegnast um at ein
arbeiðsbólkur nú er settur og farin
til verka við at kanna
møguleikarnar fyri at gera eina
koyritekniska breyt í Føroyum. Tað
hevur í mong ár verið ynski um at
fáa eina venjingarbreyt við
hálkubreyt, har bilførarar kunnu
læra grundleggjandi atburð í
ferðsluni við ymiskum akførum
sum t.d. persónbilum, lastbilum,
bussum og motorsúkklum og
læra týdningin av at laga ferð,
stýring og bremsing eftir
umstøðunum og at royna
vandamiklar støður í tryggum
umhvørvi.
Tað er væl kent her hjá okkum, at
ungir menn koyra fullkomiliga ørt
í gøtunum - serliga um næturnar. Í
Malmø í Svøríki var hetta eisini ein
stórur trupulleiki fyri nøkrum
árum síðan.
Í eini grein í donsku avísini Urban
verður víst á hvussu myndug-
leikarnir í Malmø loystu trupul-
leikan við ólógligari rasarakoyring
í býnum. Fenomenið sum teir
nevna “illegal streetrace” førdi
eisini til fleiri ógvusligar ferðslu-
vanlukkur. Ein koyribreyt varð
gjørd til tey ungu at avreagera á
undir skipaðum umstøðum. Hetta
førdi við sær, at hesi sonevndu
streetrace á vanligu koyri vegun-
um hildu uppat og harvið eisini
álvarsligu ferðsluvanlukkurnar.
Okkara vón er, at vit um nøkur ár
fáa eina koyritekniska breyt við
hálkubreyt í Føroyum til frama fyri
ferðslutrygdina og harvið alt
Føroya fólk.
BILAR – serblað í Sosialinum
oktober 2009
ÚTGEVARI
Sp/f Sosialurin
BLAÐFÓLK
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
MYNDAFÓLK
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
LÝSINGAGERÐ
Kári við Rættará
PRENT
P/F Prentmiðstøðin
Síðan 1995 hevur Sosialurin havt fastan
bilteig í blaðnum. Teigurin er í blaðnum
hvønn mikudag. Endamálið er m.a. at
kunna um tað sum rørir seg á bilamarkn-
aðinum, bilsøgu og um ferðslutrygd.
Síðan 2000 hevur Sosialurin á hvørjum
ári givið út serblað um bilar.
C Sosialurin 2009
Øll eiga onkran í ferðsluni
Magnus Gunnarsson
blaðmaður
Her er ein krasjtest á FDM Sjællandsringen, sum vísir hvat hendir, tá ein lastbilur við 70 km/t koyrir á fýra parkeraðar bilar
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
Bæði FDM og týska felagið ADAC
valdu ContiWinterContact TS830
hjá Continental sum besta
vetrardekkið í sínum flokki
Bestu vetrardekkini og bestu prísirnir
ContiWinterContact
175/65-14 ..........880,-
185/65-15 ..........950,-
195/65-15 ..........990,-
205/55-16 .......1.290,-
ADAC
Testvinnari
kr. 990,-
195/65-15
Prísdømi - vetrardekk
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!
Komplett vetrarhjól
Vel millum felgurnar Zito 575,
Dezent RE og Dezent V við
Continental TS830 vetrardekkum
Dezent RE
Dezent V
Zito 575
15” felgur við
Continental
Einans 6.900,-
Dekkstødd: 195/65-15
16” felgur við
Continental
Einans 8.400,-
Dekkstødd: 205/55-16
Tilboð – Komplett vetrarhjól