mikudagur 28. oktober 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 206 - 28. oktober 2009
Julia Joensen í Nólsoy
gjørdist tann hepni
vinnarin av kalendara
vinninginum hjá
Javna fyri september,
sum er ein málningur,
ið Eivindur Mohr
hevur málað
Vinningur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hvønn
mánaða
verður
drigið um vinningarnar í
álmanakkanum hjá Javna,
men fleiri vinningar verða
ongantíð heintaðir – helst
tí, at fólk gloyma ella ikki
vita, at álmanakkin eisini er
ein lutaseðil.
Men fyrradagin ringdi
ein fegin Julia Joensen úr
Nólsoy, tí hon hevði vunnið,
og í gjár kom hon inn á
gólvið
hjá
Javna
eftir
vinninginum.
Seinastu trý árini hevur
Javni selt álmanakkar við
ymiskum evnum, og Javna
álmanakkin 2010 er gjørdur
sum ein familjukalendari,
tann fyrsti av sínum slag á
føroyskum.
Familjukalendarin
er
gjørdur soleiðis, at upp til 5
fólk kunnu skriva avtalur
og annað at minnast til, og
er hann soleiðis ein hent
hjálp í familjuni.
Sølan av familjukalendar
anum byrjar leygardagin
31. oktober, sum er høvuðs
søludagur. Tá ætlar Javni at
náa so nógvum húskjum
kring landið sum gjørligt.
Sølan heldur síðan fram, til
øll húski í Føroyum hava
fingið vitjan av Javna.
Kostnaðurin fyri kalend
aran er 100 krónur.
Julia gjørdist
hepni vinnari
Ein fegin Julia Joensen, sum vann málning, ið Eivindur Mohr
hevur málað
LeikList
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrsta februar komandi ár eru fimm
ár liðin, síðan Jenny Petersen gjørdist
stjóri í Tjóðpalli Føroya.
Stjórastarvið er áramálssett til fimm
ár, og tað merkir, at starvið sambært
lóg skal lýsast leyst fimmta hvørt ár.
Tað er Leiklistaráðið, sum er
setanarmyndugleiki, og nú starvið er
lýst leyst at søkja, hava vit spurt Jenny
Petersen, um hon ætlar sær at søkja
um stjórastarvið í eitt fimmáraskeið
aftrat.
Jenny sigur, at hon hevur trivist sera
væl sum stjóri í Tjóðpalli Føroya, og
henni dámar hesa avbjóðing so væl, at
hon hevur einki ímóti at taka eitt
fimmáraskeið aftrat.
Nú hetta skeiðið hjá mær verður
úti 1. februar komandi ár, ætli eg mær
at søkja um starvið eitt fimmáraskeið
aftrat, sigur Jenny Petersen, stjóri í
Tjóðpalli Føroya.
Øll kunnu søkja um stjórastarvið í
Tjóðpalli Føroya, men stendur tað
upp til Jenny Petersen, heldur hon
fram í starvinum eftir 1. februar
komandi ár.
Jenny ynskir framhald
Viðgekk drápsætlan
Annar av monnunum, sum sambært amerikonsku løgregluni
høvdu ætlanir um yvirgang í Danmark, hevur viðgingið, at
hann ætlaði sær eisini at beina fyri mentanarblaðstjóranum á
JyllandaPostinum, Flemming Rose, og teknaranum Kurt
Westergaard, sum teknaði tær umrøddu Muhammedstekn
ingarnar. Undir avhoyringunum hevur David Hedley sagt,
at hann hevði mælt sínum felaga til at sleppa ætlanini um
at søkja at Jyllandspostinum, og at teir heldur skuldu
beina fyri Flemming Rose og Kurt Westergaard.
Strangari yvirgangslóg
Aftan á tær báðar handtøkurnar í USA vilja fleiri danskir
politikarar hava eina frágreiðing frá fregnartænastuni PET
fyri at fáa greiði á, um tað er neyðugt at endurskoða yvir
gangslógina. Í Danska Fólkaflokkinum halda tey, at tað er
neyðugt at kanna, um lógin skal gerast strangari. Sosial
demokratarnir og Vinstri taka undir við at endurskoða
lógina, og at løgreglan eigur at fáa betri arbeiðskor, um tað
er neyðugt. Hinvegin halda teir báðir flokkarnir, at hand
tøkurnar bera boð um, at verandi skipan er góð og virkar
eftir ætlan.
Í vikuni hevur løg
reglan gjørt grein
13kanningar ymsa
staðni í landinum, og
ætlanin er at røkka
um alt landið, sum
hendan vikan og
næsta vika ganga
grein 13
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Løgreglan er nú farin undir
at kanna bilar kring alt land
ið, og fyrstu átøkini hava
longu verið í hesi vikuni.
Hetta eru sonevndar grein
13kanningar.
Mánadagin kannaði løg
reglan tilsamans 228 bilar á
fýra ymiskum støðum í
Suðuroy.
38 frágreiðingar vórðu
skrivaðar, harav tær flestu
vóru fyri vantandi trygdar
belti, vantandi koyrikort,
ymiskar lyktafeilir og niður
slitin ella skeiv dekk.
Aftrat hesum gav løgregl
an í kanningunum í Suðuroy
29 átalur fyri ymisk smærri
brek.
Eisini í Havn
Um middagsleitið týsdagin
kannaði løgreglan eisini bil
ar á Vegnum Langa í Havn.
Tilsamans 83 bilar vórðu
kannaðir, harav 13 frágreið
ingar vórðu skrivaðar fyri
eitt nú lyktafeilir, vantandi
koyrikort og slitin dekk.
Aftrat teimum 13 frá
greiðingunum, gav løgregl
an 7 bilførarum átalur.
Í hvørjum einstøkum føri,
har
frágreiðing
verður
skrivað, verða bøtur givnar,
og minsta bótin eftir broyt
ingunum í ferðslulógini er
500 krónur.
Løgreglan sigur, at átøk
ini, sum nú eru sett í verk,
ætlandi verða um alt landið í
hesi vikuni og í næstu viku.
Aðrar kanningar
Løgreglan hevur eisini gjørt
aðrar
kanningar
kring
landið enn tær her nevndu,
og í gjár vórðu eisini bilar
steðgaðir í Eysturoy.
Í dag hevur løgreglan eis
ini verið at sæð á vegunum
Løgreglan kannar bilar
Stendur tað upp til Jenny Petersen, stjóra í Tjóðpalli
Føroya, heldur hon fram í starvinum eftir 1. februar 2010