mikudagur 28. oktober 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
OKTOBER 2009 • LÝSINGABLAÐ FRÁ SOSIALINUM • BILAR 9
Ein av deildunum
hjá Auto Service er
dekkverkstaðurin, sum
er sera væl útgjørdur,
eins og goymslan av
dekkum umfatar dekk í
fleiri prísklassum. Eisini
bjóðar fyritøkan fram
eina vetrarkanning til
øll bilmerkir
Nú tíðin er komin til at gera bilin
vetrarkláran, bjóðar Auto Service
fram eina sonevnda
vetrarkanning, sum umfatar teir
lutirnar á bilinum, ið helst skulu
rigga ein kaldan vetrarmorgun.
Frostløgurin verður kannaður,
ljósini, dekkini, bremsurnar,
viskarabløðini, motoroljan,
akkumulatorin og ventilator
reimin. Prísurin fyri hesa
kanning er einans 199 krónur
umframt tilfar.
Goymslan av dekkum hjá
Auto Service umfatar dekk í
øllum støddum og prísklassum.
Talan er um kvalitetsdekk av
merkjunum Goodyear, Dunlop
og Fulda, umframt onnur dekk.
Dekkskift og balansering er við í
prísinum á nýggjum dekkum.
Dekkini eru einasta samband
bilurin hevur við koyribreytina,
og hava tey tí sera stóran týdning
bæði hvat trygd og koyriegin
leikum viðvíkur. Tí er dekk
verkstaðurin hjá okkum útgjørd
ur við øllum teimum mest
framkomnu amboðunum til
dekkskift, balansering og
sporing, sigur Anthonius
Dalsgaard verkstaðsleiðari hjá
Auto Service.
Vit vita, at fólk hava nógv
brúk fyri bilinum. Um ikki ber til
at koma í arbeiðstíð, ber til eftir
avtalu at fáa dekkini skift eftir
vanliga arbeiðstíð við at ringja
beinleiðis til verkstaðið tel.
345450 ella senda teldupost til:
verkstad@autoservice.fo,
líkamikið hvat slag bilurin er,
sigur Anthonius Dalsgaard.
Meira upplýsingar eru á
heimasíðuni: www.autoservice.fo
Við nýggjastu og mest framkomnu
amboðum bjóðar Auto Service fram
vetrarkanning til øll bilmerkir. Her
er tað Elin Djurhuus, biltøkn ingur,
sum sporar ein bil
Skift dekk tá tú hevur tíð